• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Kvikilbragd

 

C II.

CCF 108-II C-IIa

TSB E 82

 

1 Kvikilbragd stígur á gangaran sín,

hann var av dreingjatali,

hann kom niður á Girtlandi

fram hjá einum sali.

 

Fuglin í fjøruni,

við sítt nevið reyða,

mangt eitt dýr og høviskan fugl

hevur hann greitt frá deyða,

fuglin í fjøruni.

 

2 Allir veggir sviktaðu,

hvar hann gekk í tún,

allar hurðar klovnaðu,

áðrenn hann fekk rúm.

 

3 Allir veggir sviktaðu,

hvar hann studdi seg við,

allir beinkir brotnaðu,

hvar hann setti seg niður.

 

4 Allir beinkir brotnaðu,

tá ið hann gekk í sæti,

Ívint talar til Ragnar tá:

“Slíkt eru trøllalæti.”

 

5 Kvikilbragd stendur á hallargólvi,

fyrr hevur verið siður,

hevur alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

6 Kvikilbragd stendur á hallargólvi,

ber fram kvøðju sína:

“Sit væl, reysti Girtlands kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

7 Tóku teir unga Kvikilbragd

settu á grønan vøll,

eingin sá hans litar brá,

men tungan var so snjøll.

 

8 Fimtan høvdu edilingar

sárini undir skinn,

áðrenn teir høvdu Kvikilbragd

í myrkastovu inn.

 

9 Fimtan høvdu edilingar

sárini undir hond,

áðrenn teir høvdu Kvikilbragd

í myrkastovubond.

 

10 Settu teir hann í myrkastovu,

vunnu honum tann ekka,

hvørki læt til lagar føra

matin ella drekka.

 

11 Settu teir hann í myrkastovu,

einum manni at ráða,

hann hevur so mangar óvinir,

nú stendur hans lív í váða.

 

12 Settu teir hann í myrkastovu,

hartil mans at gæta,

hann hevur so mangar óvinir

um sítt lív at træta.

 

13 Fimur var hann á fótunum,

sum boðini skuldi bera,

hagar heim til landanna,

sum Ívint mundi vera.

 

14 Fimur var hann á fótunum.

sum boðini tá bar,

hagar heim til landanna,

sum Ívint fyri var.

 

15 “Tín bróðir á Girtlandi,

er staddur í stórum vanda,

stendur í veður Girtland alt,

og Rósumund til handa.

 

16 Tín bróðir er á Girtlandi,

staddur í stórari neyð,

stendur í veður Girtland alt,

Rósumund til eyð.”

 

17 Tað var Ívint Herintsson

sínum borðum skeyt,

allur tann hin brúni mjøður

á halltargólvi fleyt.

 

18 Tað var Ívint Herintsson

seg um borðið vendi,

allur hansara brúni mjøður

á hallargólvið rendi.

 

19 Út varð loystur gangarin

undir hallarvegg,

hann var skrýddur við skarlak

niður á hóvarskegg.

 

20 Út varð loystur gangarin,

sum Ívint skuldi á ríða,

hann var skrýddur við skarlak

niður á miðal síðu.

 

21 Hann var klæddur í skarlak

niður á miðal síðu,

forgyltur var saðilin,

sum Ívint skuldi á ríða.

 

22 Tá ið teir komu á Suffíuborg,

teir funnu ikki veg at ganga,

slitu hurðar úr seigum jarni

loystu reystan fanga.

 

23 Teir slitu hurðar av seigum jarni,

loystu reystan fanga:

“Statt upp, Kvikilbragd, bróðir mín,

ert tú førur at ganga?”

 

24 “Hoyr tú, Ívint, bróðir mín,

bíða mær eina stund,

eg havi konginum skatt at lúka

gjøgnum grøna lund.”

 

25 Upp steig ungi Kvikilbragd,

til ilsku var hann fús:

“Eg havi av konginum skatt at lúka

fyri tað myrka hús.”

 

26 Upp steig ungi Kvikilbragd

við sítt hjarta balda:

“Eg havi av konginum skatt at lúka

fyri tað jarnið kalda.”

 

27 So reið ungi Kvikilbragd

beinan vegin fram,

klývur hvønn um tvørar herðar,

móti honum rann.

 

28 Teir kluvu hvønn um tvørar herðar,

móti teimum rann,

eftir stóð hann kongurin

við sín triðja mann.

 

29 So reið ungi Kvikilbragd,

ongum gevur hann grið,

kongurin er kropin

undir borgarlið.

 

30 Kongurin er kropin

undir borgarlið:

“Mín kæri Kvikilbragd

gev mær grið!

 

31 Mín kæri Kvikilbragd,

gev mær grið,

hetta bað eg ongan

stavkallin fyrr!”

 

32 Kvikilbragd stendur á grønum vølli,

skjýtur upp við gamni:

“Hesin sami stavkallur

tykist vera tín javni.”

 

33 Tað var ungi Kvikilbragd

sínum svørði brá,

miðjan kleyv hann Girtlands kong

sundur í lutir tvá.

 

34 So reið ungi Kvikilbragd

gjøgnum grøna lund,

einki gól tá eftir honum

heykur ella hund.

 

35 So reið ungi Kvikilbragd

gjøgnum grøna Iíð,

einki gól tá eftir honum

heykur nema hýð.

 

36 Fest varð frúgvin Rósumund

við so mikið meingi,

ráddi fyri Girtlandi,

var har kongur leingi.

 

Fuglin í fjøruni,

við sítt nevið reyða,

mangt eitt dýr og høviskan fugl

hevur hann greitt frá deyða,

fuglin í fjøruni.

 

C II.

CCF 108-II C-IIa

TSB E 82

 

Handrit:  Kvæðasavn Napoleon Nolsøes. Føroya landsbókasavn IV vol. III, nr. 91, s. 21.

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 233

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 26. bind, s. 201.

 

Heimild: Úr Nólsoy: Napoleon Nolsøe (1809-1877), Tórshavn. 1853

 

E 81 Viljorms kvæði (Suitor is rejected and killed by maiden’s father)

E 82 Kvikilsprang (Suitor is imprisoned by maiden’s father and rescued by his brother)

Kvikilsprang fer til Girtlands at biðja um kongsdóttrina. Bønarorð hansara verða kveistrað burtur, og eftir harðan bardaga verður hann fastsettur.

Kvikilsprang sendir boðbera til beiggja sín Ívint (F: prinsessan biður pápa sín lata seg giftast við Kvikilsprangi, og tá ið hann sýtir, sendir hon boðbera til beiggja Kvikilsprang, Ívint). Ívint kemur. (N: Hann drepur kong.) Hann sleppir beiggja sínum út úr fongsli, og saman niðurberja teir kongsins menn. (cF: Teir drepa kong, cF: hann verður eirdur.)

Kvikilsprang giftist prinsessuni.

á føroyskum: CCF 108 A: II, B: II, C: II (eisini á norskum). Partur av ”Ívint Herintsson”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019