• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ívints táttur

 

A.

 

CCF 108-III Aa

TSB E 130

 

1 Árla var um morgunin,

sólin skein so víða,

tað var Brandur hin víðførli,

hann búði seg út at ríða.

 

2 Tað var Brandur hin víðførli,

hann búði seg út at ríða,

talar til ein av sveinunum:

“Saðla mær hestin fríða!”

 

3 Talar til ein av sveinunum:

“Saðla mær hestin fríða!

Nú lystir meg sum aðrir riddarar

í dag á skógvin ríða.

 

4 Víðferi leyp í saðilin upp,

frá man frættast víða,

so reið hann á heiðin skógv,

so ónt mundi honum líða.

 

5 So reið hann á skógvin burt,

hann vildi við kempur stríða,

fremstur var hann blant Tíðriks kappar

innan birtingsstígar.

 

6 Víðferi reið eftir skógnum fram,

gull á heiði glógvar,

og so mangar eiturpaddur,

hartil risar tógva.

 

7 “Mangan havi eg heidning vigið,

Tíðriks kongi tænt,

onga tíð á miðjari leið,

eg havi afturvent.”

 

8 Brandurin situr á sínum hesti

sær seg um so víða,

ein kom risi úr skógnum út

og beyð honum út at stríða.

 

9 Riðu saman á grønum vøll,

slíkt var mikið undur,

hesturin nígur aftur um døv,

skøftini gingu sundur.

 

10 Brandurin spennir sín hest við spora,

læt ei har við vera,

beinini undan risanum,

hann mundi í kníggjum skera.

 

11 Brandurin gav so vánt eitt høgg,

slíkt var mikið undur,

beinini undan risanum,

hann høgdi í kníggjum sundur.

 

12 “Tað segði mær so mangur maður,

at eg bar høvdið hægri,

nú má eg á stubbum ganga,

nú eri eg ein mun lægri.”

 

13 Tað var hesin ódnarrisi,

læt ikki á sær finna,

stubbarnar setti hann niður í jørð

og bardist ikki minna.

 

14 Tað var Brandur hin víðførli

sínum svørði brá,

kann kleyv handa ódnarrisa

sundur í lutir tvá.

 

15 Víðferi reið eftir skógnum fram,

gullið glitrar á heiði,

tá kom fram tann annar risi,

stórur og snarpur í skeiði.

 

16 Risin so til orða tekur,

bæði troyttur og móður:

“Hví ríður tú so síðla á degi

á heidna manna skógvar?”

 

17 “Kongurin hevur givið lov

faðir mín at gista,

honum er elli í høvur komið,

hagar vil eg meg lysta.”

 

18 Fýra favnar feta millum,

risin loypur á leggir,

Brandurin vendi hesti við,

so ilt var skap at eggja.

 

19 Hann stígur á legg við stinnum alvi,

alt upp á hans fót:

“Tú hevur vigið faðir mín

alt pá sín egin grund.”

 

20 Risin sipar jarnstongina,

var ikki tætt á hendi,

sipaði til við miklum alvi

hinum á herðar sendi.

 

21 Tað var Brandurin viðførli,

hann kundi væl vinkir fleiri,

hondina av og fóturin fylgdi,

hann náddi honum ikki meiri.

 

22 Hann greip aftur við vinstru hond,

stongina upp at henda,

høggið glapp av herðum hans,

hestin av um lendar.

 

23 Hesturin fell til jarðar niður,

Brandurin stóð á jørð,

búgvast nú út tær eiturpaddur,

tað verður mær ein ferð.”

 

24 Tað var Brandur hin víðførli,

hann kundi væl vinkir fleiri,

hondina av, og fóturin fylgdi,

hann hevði ikki eftir meiri.

 

25 Brandurin sá á skógnum burt

ódnir og miklan váða:

“Um enn eg láti lívi síðst,

eg vá teir risar báðar.”

 

26 Vøtnini sær hann bleik og blá,

høgar fossar renna,

drekarnar sær hann tíggju og tólv

og onga leið at kenna.

 

27 Tað sprakk ein kelda av skógnum út,

við eitur og ilsku blandað,

brádliga varð hann av fótum kiptur

misti lív og anda.

 

28 Hetta frætti Ívint

inn í borgina breið,

Víðferi hevði við risan strítt,

og hitt so ringa reið.

 

29 Herint fram úr vaðnum stígur,

smílist undir lín:

“Ert tú Ívint vorðin til

at hevna bróður tín?”

 

30 Svaraði hansara dýra drotning,

glógvar í gulli reyða,

tað er ikki faðirligt

at eggja sín son í deyða.”

 

31 Ívint upp frá borði steig,

heldur á búnum knívi:

“Eg skal hevna bróður mín,

um enn eg verði á lívi.”

 

32 Ívint læt sær hestin saðla

av so grimmum huga,

so leyp hann í saðilin upp

yvir leysan loga.

 

33 Ívint leyp á gangaran sín

yvir saðilringar,

so reið hann á skógvin burt

og læt sín gangara springa.

 

34 Ívint reið á skógvin burt,

sólin roðar í fjøll,

standsaði ikki ferðini,

fyrr enn við Hartans høll.

 

35 Tað var Ívint Herintsson,

heim í garðin fór,

úti sjálvur Hartan kongur

fyri honum stóð.

 

36 “Hoyr tú, mín hin systurson,

hvar stendur tín ferð,

evri veit eg ætlaðin,

tú hevur í ráðagerð.”

 

37 Svaraði Ívint Herintsson,

smílist undir lín:

“Heiman var tann ætlanin

at hevna bróður mín.”

 

38 Tá svaraði Hartan kongur

tykir í tí undur:

“Tað eru trøll á heiðin skógv,

sum ríva teg kykan sundur.”

 

39 Svaraði Ívint Herintsson,

heldur á búnum knívi:

“Eg skal hevna bróður mín,

um enn eg eri á lívi.”

 

40 “Hoyr tú, Ívint Herintsson,

vilt tú tey boð tiggja,

taka við teim ráðunum,

fyri óndum trøllum hyggja?”

 

41 “Eg líti best pá mítt skjøld og svørð

og so mína brynju sterka,

vænti so, at Tíðrikur kongur

lænar mær Virgar sterka.”

 

42 Niðarlaga liggur ein feiknarormur,

erva drekar flýggja,

fellur yvir teim hvønn dag døgg,

og ódnar feigir búgva.

 

43 Tú sært út av skógnum springa

eiturkelda av bræði,

vellir hon upp undir hest og mann,

tit flóta av landi bæði.

 

44 Eiturkelda av skógnum rennur,

vellir hon upp av breða,

vent tín hest fyri mítt høli

og stíg so yvir tað!”

 

45 Ívint leyp á gangara sín

burt á skógvin reið,

Hartan kongur fylgdi honum

tríggjar dagar á leið.

 

46 Ívint reið eftir skógnum fram

við so lítið veldi,

drekar tóku at ýla hátt,

tá dagurin leið at kvelda.

 

47 Mykrið kom úr jørðini upp,

himmalin sýntist at gløða,

Ívint skundar á skógvin fram,

slíkt man ungan møða.

 

48 Ívint tók sítt búgvið svørð,

higar tað stóð í kalva,

tá vann hann tann feilknarorm,

so oddurin stóð í nalva.

 

49 So reið hann ta longu nátt,

næstan eystur í vrá,

inntil at fagrum degi leið,

riddarin tók sær náðir.

 

50 Vaknar upp Ívint Herintsson,

sovið hevði tá,

tað var hansara fríði foli,

deyður á vølli lá.

 

51 “Harra Gud í himmiriki,

lini mínum vanda,

enn er leiðin long og drúgv,

eg eri ei førur at ganga.”

 

52 Hann lyfti upp hans skinn og kropp,

var so mikið undur,

honum var øll húðin heil,

men beinini vóru sundur.

 

53 Hann sá standa skamt ífrá,

trøllafolan fríða,

saðlaði hann fyri sjálvan seg

og settist á horsið at ríða.

 

54 Deyður er nú tann feigarormur,

drekarnir flúgva hátt,

strokin er av tann hvønndags døgg

og ódnar feigar skjótt.

 

55 Eiturkelda úr skógnum sprakk,

veldi hon upp av breiða,

hann vendi sín hest fyri mittbøli

og steig út yvir tað.

 

56 Tá kom trøll í skálan inn,

gívrini siga frá:

“Mann síggja vit mót borgum ríða,

miklan í brynju blá.”

 

57 “Síggja tit mann mót borgum ríða,

miklan í brynju fín,

vera man Ívint Herintsson,

at hevna bróður sín.

 

58 Ríð út Regin, risans son,

við sigur tínum og móti,

kom ikki aftur í høll til mín,

tú hevur hans høvur á spjóti!”

 

59 Út reið Regin, risans son,

við bulstong síni stinnu,

Ívint kempar honum ímót,

har mundu tveir reystir finnast.

 

60 Tað var Ívint Herintsson,

sínum svørði brá,

hann kleyv Regin, risans son,

sundur í lutir tvá.

 

61 Tað var Ívint Herintsson,

hann turkar sítt svørð við lín:

“Fullvæl havi eg hevnt tín deyð,

Víðferi, bróðir mín.”

 

62 Ívint turkar sítt svørð við lín,

men Regin hann lá eftir,

tað er ikki við trøll at leika,

berjast við Hartans greppir.

 

63 Sá sára græt tann grimma gívur,

tað var mest av neyð,

tá hon hesi tíðindi fekk,

at sín var sonur deyður.

 

64 So rann tár á hennara kinn,

sum hagl í skarpum æli:

“Meinti tú vart hvørs ovurmann

Regin, sonur sæli.”

 

65 Svaraði væna risans fljóð:

“Einki man slíkum sæta,

hóast hann var vaksin væl,

tó mátti hann lívið láta.”

 

66 Svaraði væna risans fljóð,

snúgvuliga vendi:

“Mætari maður var fljóma Regin,

hann til jarðar rendi.”

 

67 Tá fell tann hurðin upp sum aftur,

tekur í høll at mala,

hestin undan saðli reiv,

spenni sprungu frá hala.

 

68 Ívint hugsar við sjálvum sær,

her er ikki at bíða,

nú er at taka til stinnar leggir,

einki er á at ríða.

 

69 Ívint inn um dyrnar leit,

gívurin sat við brandar,

skeyt sítt spjót í skálan inn,

hon misti lív og anda.

 

70 Fyri var tann grimma gívur,

deyð fell hon til jarðar,

síðan ið hann til føtur tók,

lystir nú heim at fara.

 

71 Svaraði væna risans fljóð:

“Nú skal tú ódnir venda,

væri eg út í mítt faðirs land,

eg vænti mær riddaran henda.”

 

72 Ívint reið av skógnum heim,

tá var lokin neyð,

møtti hann sínum móðurbróður

mitt á síni leið.

 

73 Møtti hann sínum móðurbróður

undir so grøna líða:

“Heilur og sælur, mín systurson,

hvar aktar tú nú at ríða?”

 

74 “Eg havi verið á heiðin skógv,

skemtað við risans manna,

meg lystir ikki á míni ævi

tílíkar vegir kanna.”

 

75 “Hoyr tað, mín hin systurson,

hvøssu hevur ferðin gingið?

hevur tú nakrar sømdir vunnið,

og nakrar bøtur fingð?”

 

76 “Vigin er Regin, risans son,

hóast hann vildi illa,

eitur spýði tann fúli dreki,

vildi mítt holdið spilla.

 

77 Vigin er tann grimma gívur,

har hon sat við brandar,

dripið havi eg tann feiknarorm,

sum vildi mítt lívið granda.

 

78 Eftir er væna risans fljóð,

hon var mær einki til meina,

hon var ikki av trøllalið,

men borin burt á teinar.

 

79 Tá eg frætti mín bróðurs deyð,

tað gjørdi mær sorg og kvíðu,

fulla havi eg reisu gjørt,

og heimt(!) havi eg til líða.

 

80 Eg bjóði tær heim í høll til mín,

har skalt tú einki ryggja,

sita yvir mítt breiða borð

í míni herbúð liggja.”

 

CCF 108-III Aa

TSB E 130

 

Handrit:  Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c I [8].

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 206

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 26. bind, s. 134.

 

Heimild: Úr Sandoy: Johannes Clemensen, Jóannis í Króki (1794-1869), Sandi 1854.

 

E 130 Ívints táttur (Man dies in giant’s poisoned well but is revenged by brother)

Brandur hittir ein risa og drepur hann. Hann ríður áfram og hittir son risans, sum ætlar at hevna deyða faðirs síns. Brandur drepur eisini hann, men síðani dettur hann niður í ein brunn, sum drekar og risar hava eitrað, og hann doyr.

Bróðir hansara, Ívint, frættir um lagnu hansara og heldur av stað at hevna. Pápabeiggi hansara gevur honum ráð um, hvussu hann sleppur undan at detta niður í brunnin. Ívint drepur ein dreka og megnar at sleppa óskalaður um brunnin. Tá ið hann nærkast risans húsi, verður sonur risan, Regin, sendur út at gera av við hann.

Ívint drepur Regin og mammu hansara, og so fer hann heim aftur.

á føroyskum: CCF 108 A: III (bert á føroyskum). Partur av ”Ívint Herintsson”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019