• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Galians táttur

 

CCF 108-IV A-III

TSB E 102

 

1 Tað var siður í ríkinum,

tá ið Artans dagar vóru,

har skuldi eingin ganga til borð,

uttan sum ný tíðindi bóru.

 

2 Kongurin eigur ein nærskyldan frænda,

royndur í avreksverki,

væl er hann av ættum komin,

hann eitur Ívint sterki.

 

3 Ein kom maður í hallina inn,

vekur teim øllum sorg:

“Eg sær eina villa hind

spæla á kongsins borg.”

 

4 Tí svaraði Artan kongur,

talar til dreingir teipar:

“Tær skuluð hindina við hondum. taka,

ikki við hundum beita.”

 

5 Teir settu snerr í hvønn tann stíg,

hindin skuldi fram ganga,

hon var seg so veiðivar,

hon vildi ikki lata seg fanga.

 

6 Teir settu snerr í hvønn tann stíg,

hindin skuldi fram renna,

hon var seg so veiðivar,

hon vildi ikki lata seg kenna.

 

7 Riðu teir um borgina,

riddarar og so jallar,

tað var mær av sanni sagt,

hindin festi hallar.

 

8 Dagurin tók at líða,

úti sama kvøldi,

at hann vildi fimur og fúsur

heima verið í veldi.

 

9 Dagurin tók at líða,

at skógvin mundi skunda,

ei kom Ívint Herintsson

fyrstur heim til fundar.

 

10 Svaraði ein av sveinunum,

Gullbrand skulu vit nevna:

“Hvar man Ívint Herintsson

sær til náttból stevna?”

 

11 “Eg veit eina borg í miðjum garði,

mitt í Artans veldi,

har býr fyri tann ríka einkja,

vær gista hana á kvøldi.”

 

12 “Gistir tú hjá einkjuni,

ger hon tær nakran greiða,

eg biði for sannan Gud,

tú verð henni mangt at beiða.

 

13 Eg biði for sannan Gud,

tú ver henni mangt at beiða,

hon hevur ei hjá manni sovið

fimtan vetrar á skeiða.”

 

14 Tað var Ívint Herintsson,

heim í garðin fór,

úti tann hin ríka einkja

fyri honum stóð.

 

15 Svaraði Ívint Herintsson:

“Lindra mínum harm,

tað tykir mær einki vera,

sovi eg ei á tín arm.”

 

16 “Hoyr tú, Ívint Herintsson,

elva mær onga sprongd,

eg skal fáa tær 'forilit' fljóð,

at sova hjá tær í song.”

 

17 Tað var Ívint Herintsson,

hann fór ikki við tí hátt,

har svav hann hjá einkjuni

alla hesa nátt.

 

18 Árla var um morgunin,

dagurin var ljós,

tá var Ívint Herintsson

til síni klæði fús.

 

19 “Statt upp, Gullbrand Geytason,

saðla mítt horsið fríða,

nú lystir meg sum aðrir í dag,

heim til hallar at ríða!”

 

20 Einkjan stendur á hallargólvi,

klappar undir riddarans kinn:

“Nær skal eg teg aftur vænta,

Ívint søti mín?”

 

21 “Eg fari meg til hallar heim,

sum dreingr drekka vín,

skemta tær við gull og fæ,

tú torir ikki vænta mín!

 

22 Eg fari meg til hallar heim,

sum dreingir dystin ríða,

tú livir eftir við gull og fæ,

tú torir ikki vænta mín.

 

23 Eg fari meg till hallar heim,

sum dreingir drekka bjór,

skemta tær við gull og fæ,

tú verður tí javngóð!”

 

24 “Ívint, tú tókst við neyðum meg,

tað gekk mær við sprongd,

fyri tað ligg tú fimtan vetur

sjúkur á tíni song!

 

25 Ívint tú tókst við neyðum meg,

tungt mundi sorgin falla,

fyri tað ligg tú fimtan vetur,

aldur og ævi alla!

 

26 Ívint tú tókst við neyðum meg,

tú gekk mær ímóti,

eingin komi tann lekjarin,

sum tær kann ráða bót.”

 

27 Hon bar honum reglur tvær

alt fyri uttan ekka:

“Hoyr tað, Ívint Herintsson,

tú skalt av báðum drekka!”

 

28 Ívint loypur á gangarans bak,

góður var í honum dugur,

studdist ei við skjold og svørð

og ei við saðilboga.

 

29 Hann drakk av teim reglum tveimum,

tað var mikil villa,

tá ið hann kom á borgararm,

tá tók hans hold at spilla.

 

30 Inn kom ein av sveinunum,

sigur hinum frá:

“Sjúkur er Ívint Herintsson,

so gjørliga eg tað sá.

 

31 Sjúkur er Ívint Herintsson,

so gjørliga eg tað sá,

honum helt svein í boksl í dag,

tað er ikki betri enn svá.”

 

32 Ívint stendur á hallargólvi,

talar til sveinar tvá:

“Leiðið meg í tað herbergið,

sum meg má eingin sjá!

 

33 Leiðið meg í tað herbergið,

sum meg má eingin sjá,

har má eg mína pínu tola,

so leingi eg liva má!”

 

34 Frúgvin gat seg við barni ganga

níggju mánar taldar,

inntil at hennara stundum leið,

hon føddi ein svein so baldan.

 

35 Tað var tá, sum ofta er nú,

duld eru deyðilig mein,

frúgvin er gingin í høgaloft

og føðir ein ungan svein.

 

36 Hann varð sveiptur í klæðini væl,

gott mundi ríkum falla,

síðan bað hon presti bera,

Svein biður hon hann kalla.

 

37 Tað var sveipt í klæðini væl,

gott var at taka til evna,

síðan bað hon presti bera,

Svein biður hon hann nevna.

 

38 Barnið varð borið frá kirkjuni,

aftur fyri móður sína,

meiri læt hon røkta hann

enn alt sítt gull í skrín.

 

39 Barnið varð borið frá kirkjumi,

og sett á móður knæ,

meira læt hon røkta hann

enn alt sítt gull og fæ.

 

40 Hann veks upp hjá síni móður,

Gud gav honum vekst,

meira vóks hann í ein mánað

enn onnur børn í seks.

 

41 Hann vóks upp hjá síni móður,

skjótt og ikki leingi,

til hann gjørdist í høggum tungur,

hann bardi frúnnar dreingir.

 

42 Niður settust sveinarnir,

reiðir ið teir vóru:

“Líkari var tær faðir at grøtt,

enn berja os so stóra.”

 

43 Hann kastaði vákn og herklæði,

hann setst á grøna fold,

tá ið hann hoyrdi sín faðir nevna,

hann sortnaði sum ein mold.

 

44 Hann kastar vákn og herklæði,

hann lystir ei longur at leika,

so gekk hann fyri móður sína

við reyðar kinnar og bleikar.

 

45 “Hoyr tað, mín hin sæla móðir,

sig mær satt ífrá!

Var mín faðir við váknum vigin,

ella doyði hann á strá?”

 

46 “Ívint tók við neyðum meg,

tað gekk mær við sprongd,

fyri tað liggur hann fimtan vetur

sjúkur á síni song.

 

47 Ívint tók við neyðum meg,

tungt mundi mær tað falla,

fyri tað liggur hann fimtan vetur

aldur og ævi alla.”

 

48 Sveinur stendur á hallargóvi,

heldur á búnum knívi:

“Grøðir tú ikki faðir mín,

so skalt tú láta lívið.”

 

49 Einkjan stendur á hallargólvi,

smílist undir lín:

“Eg kalli teg vera ein galin mann,

vegur tú móður tína.”

 

50 “Kallar tú meg galin mann,

nú skal navnið venda,

riddarar og so høviskir sveinar

skulu meg Galian nevna.”

 

51 Hon kom fram við reglum tveimum,

sínum soni fær:

“Hetta gav mær mín sæli faðir,

sum mikið unti mær.”

 

52 Hon kom fram við reglum tveimum,

sínum soni fekk:

“Hetta gav mær mín sæli faðir,

tá ið eg á gólvi gekk.

 

53 Hoyr tað, mín hin sæli son,

alt fyri uttan ekka,

her fái eg tær reglur tvær,

tú bið tín faðir av drekka!

 

54 Hoyr tað, mín hin sæli son,

eg sigi tær satt ífrá,

tá ið tú ert í neyðum staddur,

tá heit á móður tá!

 

55 Ártan kongur í ríkinum

hevur so óndan hátt,

eggjar mann í Botnar norður

hvørja jólanátt.

 

56  Ártan kongur í ríkinum

hevur so undarligan sið,

eggjar mann í Botnar norður

gevur ei jólagrið.”

 

57 Árla var um morgunin,

hon dubbar hann út at ríða,

setir hon hjálm á høvur hans

og riddarasvørð við síðu.

 

58 Galian loypur á gangarans bak,

góður var í honum dugur,

studdist ei við skjold og svørð

ei við saðilboga.

 

59 Ein kom maður í hallina inn,

sigur teim øllum frá:

“Mann sær eg at borgum ríða,

miklan í brynju blá.

 

60 “Ríð út, reystur Reyður í borg,

við sigur tínum og happi,

kom ikki fyrr í høll til mín,

tú hevur hans høvur á skafti!

 

61 Ríð út, reystur Reyður í borg,

við sigur tínum og móti,

kom ikki fyrr í høll til mín,

tú hevur hans høvur á spjóti.”

 

62 Út reið reystur Reyður í borg,

við sínar bustir stinnar,

Galiant kempa honum ímót,

nú munnu tveir raskir finnast.

 

63 Galian situr á sínum hesti,

prýði man hann njóta:

“Tú skalt ikki vandi hundinsson,

skafti á meg skjóta.”

 

64 Reyður reiggjar jarnstongini,

alt fyri uttan ekka,

Galian leikar við heljarstong,

hann honum á hálsin setti.

 

65 Reyður reiggjar jarnstongini,

ei var mjúk at strúka,

Galian leikar við heljarstong,

hans høvur av herðum fúka.

 

66 Deyðan drap hann ráðgevaran,

av so grummum huga,

sveinar tóku hans gula lokk,

teir bundu við saðilboga.

 

67 Tað var Galian riddarin,

gár seg inn í høll:

“Plaga so tygara soffalingar

gløða garpar snjøll?”

 

68 “Kall hann ongan soffaling,

hann borgina undir seg legði,

deyður er reystur Reyður í borg,

hvat Artan kongur segði!”

 

69 Galian stendur á hallargólvi,

talar til sveinar tvá:

“Hvar er Ívint Herintsson,

nú vil eg hann sjá?”

 

70 Tí svaraði Artan kongur,

talar av hjartans møði:

“Tó ið tú sært mín nærskylda frænda,

lítið man tú hann røða.”

 

71 Hann gekk seg í hallina inn,

sum fjøruti kertur brendu,

tá varð Ívint andsvar veitt,

tá ið hann sá riddaran henda.

 

72 Hoyr tað, Ívint Herintsson,

alt fyri uttan ekka,

her fái eg tær reglur tvær,

tú skalt av báðum drekka!

 

73 Hoyr tú, Ívint Herintsson,

tú tak nú heilur við horni,

her fái eg tær reglur tvær,

eina á hvørjum morgni!”

 

74 Svaraði Ívint Herintsson,

alt fyri uttan ekka:

“Reis meg upp við lógvum tínum,

eg eri ikki førur at drekka!”

 

75 Tað var Ívint Herintsson,

raskastur ein í heim,

Galian reisti upp faðir sín

við sterkari lógvagrein.

 

76 Hann drakk av teim reglum tveimum,

Gud gav honum bót,

riddarar og so høviskir sveinar,

teir fullu honum til fót.

 

77 Grøddi hann hann í dagar,

grøddi hann hann í tvá,

inntil tann hin triðja

tá gekk hann í brynju blá.

 

78 Galian kongur fyri Artan kong,

pá síni knæ at falla:

“Harri, vitið mær andsvør tey,

í ár komu heim til hallar!

 

79 Artan kongur í ríkinum

hevur so óndan hátt,

eggjar mann í Botnar norður

hvørja jólanátt.”

 

80 Galian leyp av hallini út,

í tí var hann reiður:

“Tó skal eg í Botnar norður,

eg komi ikki aftur í teirri.”

 

81 Tað var árla um morgunin,

hann lystir út at ríða,

setir ein hjálm á høvur sítt

og riddarasvørð við síðu.

 

82 So reið hann tann fyrsta dag

heldur sær at gaman,

hann bant í tað tyssi fyrsta

fimtan trøllini saman.

 

83 So reið hann tann annan dag,

heldur sær at gleim,

hann bant í tað annað tyssi

fimtan trøllini heim.

 

84 So reið hann tann triðja dag,

skógvurin at honum trongdi,

hann sá ein so grumman risa

binda kongsins dreingir.

 

85 Hann sá ein so grumman risa

binda kongsins dreingir,

Galian treiv um gullharpuna,

hann stilti hennar streingir.

 

86 Risin reiggjaði jarnstongini,

hann heldur um tjúkkan enda,

Galian leikar við heljarstong,

ímóti honum at senda.

 

87 Risin reiggjaði jarnstongini,

sjálvum sær at eggja,

førdi hana so í jørðina niður,

hon stóð millum hamrar tveggja.

 

88 Út kom fagra risans móðir,

talar til sínar tegnar:

“Hvat man feila gullharpuni,

gíslan vil ikki gegna?”

 

89 Út kom fagra móðir 'Doon',

kinnar bar hon so reyðar:

“Galian er komin í Botnar norð,

hann vil tykkur allar deyða.”

 

90 Út kom fagra risans móðir,

tekur so sárt at øpa:

“Galian er komin í Botnar norð,

hann vil tykkur allar drepa.”

 

91 Galian gongur í hallina inn,

fyri sat sprundið ljósa,

Galian hugsar við sjálvum sær,

hetta er vænt at kjósa.

 

92 Galian gongur av hallini út,

hann var dreingja maki,

og hana frúvina 'Faarili' fl[j]óð,

hann setir á sjálv síns bakið.

 

93 Galian gongur av hallini út,

hann var garpin reysti,

og hana frúvina 'Faarili' fl[j]óð,

hann setir á sjálv síns hest.

 

94 Drekan sær hann á Dirvisfjøllum,

høgan mót sær fara,

betri var á víðum vølli

enn berjast í mannaskara.

 

95 Drekan sær hann á Dirvisfjøllum

høgan mót sær flúgva,

betri var á víðum vølli,

enn berjast í mannamúgva?

 

96 “Haraldur, tú skalt moynna goyma

í einum urðarfjalli,

eg skal ríða mót drekanum,

tí eg eri garpin snjalli.

 

97 Haraldur tú skalt moynna goyma,

lat ikki trøll hana taka,

eg skal ríða mót drekanum,

tí eg eri dreingja maki!”

 

98 Tað var Galian riddarin,

tað var honum tað versta,

drekin slúkti hann í seg

bæði við saðil og hest.

 

99 So var hann tungur á sínum hesti,

drekin hann ei bar,

hann brá sínum bitra brandi

seg ígjøgnum skar.

 

100 Tað var Galian riddarin,

staddur var hann í vanda,

har stóð hann eiturblóði,

hann náddi ikki burtur at ganga.

 

101 Tað var Galian riddarin,

hugsar nú við sær:

“Mátti mín móðir betri enn eg,

tá er mær tørvur á tær.”

 

102 Tað var hansa[ra] sæla móðir,

hon vil hann ei gloyma,

búgvið horn í hendi bar,

saðil og ørs og teymar.

 

103 “Tú fer teg til hallar heim,

ei er lokin vandi,

sonur, hav tú hond um hógv,

tá ið faðir tín beitir brandi!”

 

104 Tað var Galian riddarin

heim í garðin fór,

úti Ívint Herintsson

fyri honum stóð.

 

105 Svaraði Ívint Herintsson,

vandrað hevði land so víða:

“Hoyr tað, Galian riddarin,

vær skulum um moynna stríða!”

 

106 Tað var árla um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

settu sínar bardagar

so skamt frá kongsins høll.

 

107 Tað var Galian riddarin,

mintist á móður tá,

hvørt tað høggið hann bar fram

við fløtum svørði vá.

 

108 Svaraði Ívint Herintsson,

raskastur í tí landi:

“Tú ert ræddur úr Botnum komin,

tú torir ei beita brandi.”

 

109 Galian stendur á grønum vølli,

smílist undir lín:

“Tað man lítið roysni vera

at vega faðir sín.”

 

110 Teir kasta vákn og herklæði,

harvið gyltar streingir:

“Gud fyrigevi tær, sonur mín,

tú duldi teg so leingi.”

 

111 “Hoyr tú, Ivint Herintsson,

tað er nú tað besta,

far tú teg til hallar heim

mína móður at festa!”

 

112 Galian stendur á [grønum] vølli,

heldur á búnum knívi:

“Ektar tú ikki móður mína,

skalt tú láta lívið!”

 

113 “Hoyr tú, Galian riddarin,

lat meg undan ríða,

kunnig eru míni lokubrøgð,

allir loynistígar.”

 

114 Tað var Ívint Herintsson,

heim í garðin fór,

úti tann hin ríka einkja

fyri honum stóð.

 

115 “Statt nú úti fyri mær,

einkja, tú hin ríka,

illa gjørdi tú, væna fljóð,

tú ræð meg at svíkja!”

 

116 Svaraði tann hin ríka einkja,

talar so for seg:

“Hoyr tað, Ívint Herintsson,

so snarliga grøddi eg teg!”

 

117 Tað var Ívint Herintsson,

fellur pá síni knæ,

meðan hann ta ríku einkju

til ekta festi sær.

 

118 Tað var Galian riddarin,

fellur á síni knæ,

meðni hann tað væna vív

til ekta festi sær.

 

119 Drukkið varð teirra brúdleypið,

so er komið til mín,

síðan fór hvør, sum boðin var,

haðani heim til sín.

 

CCF 108-IV A-III

TSB E 102

 

Handrit: Svabo's Quarto Manuscript GkS. 2894, 4to, vol. II, nr. 16, s. 921.

 

Útgávur:  

1. Chr. Matras (legði til rættis): Svabos Færøske Visehaandskrifter, 1939 s. 369.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 223

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 26. bind, s. 175.

 

Heimild: Úr Vágum: Jens Christian Svabo  (1746-1824), Miðvági, 1781-82

 

E 102 Ívint Herintsson (Deserted woman causes lover’s illness, their son cures him and forces him to marry her)

Ívint Herintsson er á veiðiferð. Hann vitjar eina ríka einkju, liggur hjá henni, hóast hon ikki vil tað, og fer síðani frá henni. Hon gevur honum eitur, so at hann fer at gerast sjúkur, og tað fer at virka, tá ið hann er heimkomin.

Konan eigur son Ívints. Spælibrøðurnir arga dreingin, tí hann ongan pápa eigur. Hann fer til mammu sína, sum sigur honum frá um pápan og sjúku hansara. Hann noyðir hana at geva sær heilivág.

Drongurin, Galian, fer síðani til kongsins borg, ger av við ein av kongsins riddarum og gevur Ívinti heilivágin uttan at siga honum, hvør ið hann er. Ívint fær heilsuna aftur. (F, cN: Galian rýmir og fer til eitt land langt har norðuri at berjast við risar. Síðani kemur hann aftur á borgina.) Ívint bjóðar honum av at berjast. (N: Teir berjast, men Galian sleppir sær undan at særa Ívint.)

Galian avdúkar, at hann er sonur Ívint, og noyðir Ívint at giftast við móðurini.

á føroyskum: CCF 108 A: IV-V, B: III, C: III (eisini á norskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019