• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Galians táttur

 

CCF 108-IV Aa-IV

TSB E 102

 

Galians táttur fyrri

 

1 Hartan kongur í Húnalandi,

rími um reystar dreingir,

væl er hann av fjøldum kendur,

gitin man verða leingi.

 

2 Hartan kongur í Húnalandi,

menn hevur hann reiðar,

stubbarnar seta teir niður á jørð

og sláa hvønn annan deyðar.

 

3 Tað var siður í ríkinum,

tá Hartans dagar vóru,

eingin skuldi at borði ganga,

uttan ný tíðindi bóru.

 

4 Tað var siður í ríkinum,

tá Hartans dagur var,

eingin skuldi at borði ganga

uttan ný tíðindi bar.

 

5 Ein kom maður í hallina inn,

sigur øllum frá:

“Eg síggi eina villina hind,

hon spælir á borgum blá.«

 

6 Svaraði Ívint Herintsson

við alskyns mekt og prýði:

“Vit skulu hind á hondum taka,

og ikki við vargum ríva.«

 

7 Tað er Ívint Henintsson,

letur so orðum fara:

“Tit skulu hind við hondum. taka,

ikki við vápnum sára.”

 

8 Riðu út av Hartans høll

kongasynir og jallar,

so var sagt, at kvøldið kom,

[at] hindin sprongdi allar.

 

9 Riðu út av Hartans høll

kongasynir og sveinar,

so var sagt, at kvøldi kom,

at hindin slapp teim eina.

 

10 Teir settu snarur í hvønn stíg,

hindin skuldi fram renna,

hon var seg so varin við,

hon vildi ei lata seg kenna.

 

11 Teir settu snarur í hvønn stíg,

hindin skuldi fram ganga,

hon var seg so varin við,

hon vildi ei lata seg fanga.

 

12 Dagurin leið, og náttin seig,

at kvøldinum tók at líða,

ei fanst Ívint Herintsson

fyrstur heim at ríða.

 

13 Dagurin leið, og náttin seig,

at kvøldinum tók at skunda,

ei fanst Ívint Herintsson

fyrstur á kongsins fund.

 

14 Fram kom ein av sveinunum,

Vígrím skulu vit nevna:

“Hvar man Ívint Herintsson

til sínar náttar stevna?”

 

15 “Tað stendur eitt hús í grasagarði,

mitt í Hartans veldi,

har býr fyri tann ríka einkja,

vit gistum hana á kvøldi.”

 

16 “Gistir tá ta ríku einkju,

hon hevur mangt at beiða,

hon hevur ikki hjá manni sovið

í fimtan vetra skeiða.

 

17 Hon hevur ikki hjá manni sovið

í fimtan vetur langt,

eg biði teg for sannan Gud,

tú hana beiða mangt!”

 

18 Tað var Ívint Herintsson

heim í garðin fór,

úti tann hin ríka einkja

fyri honum stóð.

 

19 “Statt væl, tú hin ríka einkja,

úti fyri mær,

tað tykir mær sum einki vera

sova í song hjá tær.”

 

20 “Hoyr tú, Ívint Herintsson,

eyka mær ei ta sprongd,

eg skal fáa tær fagurligt fljóð

at sova hjá tær í song.”

 

21 Plagdu allir høviskir sveinar

at gyrða seg við brandi,

Ívint svav hjá einkjuni

so frægur í kongsins landi.

 

22 Plagdu so allir høviskir sveinar

at gyrða sín hest til víggja,

Ívint svav hjá einkjuni,

so mikil er óforsíggja.

 

23 Hon læt seg við barni ganga,

níggju mánar taldar,

til at hennara stundum leið,

hon føddi ein svein so baldan.

 

24 Hon læt seg við barni ganga

níggju mánar sínar,

til at hennara stundum leið,

hon føddi ein svein so fínan.

 

25 Tað var tá, sum ofta er enn,

dult er døpult mein,

frúgvin er gingin í høgaloft,

hon føðir ein ungan svein.

 

26 Árla var um morgunin,

dagurin var ljús,

tá var Ívint Herintsson

til síni klæði fús.

 

27 “Nær skal eg bryggja og baka,

nær skal eg blanda vín?

Nær skal eg tín aftur vænta

Ívint, at vitja mín?

 

28 Nær skal eg bryggja og baka,

nær skal eg blanda bjór?

Nær skal eg tín aftur vænta

Ívint søtin góð?”

 

29 “Nú lystir meg sum aðrir riddarar,

í dag á skógvin ríða,

skemta tær eftir við gull og fæ,

tú tarvt ikki mín at bíða!

 

30 So lystir meg til hallar at ríða,

sum dreingir drekka vín,

skemta tær eftir við gull og fæ,

tú tarvt ikki vænta mín!

 

31 So lystir meg til hallar at ríða,

sum dreingir drekka bjór,

skemta tær eftir við gull og fæ,

tú er í evnum góð!”

 

32 Tað var henda ríka einkja,

tók sær ker í hand,

so gekk hon í vínkjallar,

sum mjøðurin fleyt í bland.

 

33 Blandaði mjøðin

út í vín,

og so mikið óminni

læt hon har útí.

 

34 Og so mikið óminni

læt hon har útí,

bar so inn fyri Ívint sterka

bað hann drekka til sín.

 

35 Tá ið Ívint Herintsson

drukkið hevði á,

allur hansara fagri litur

burt úr kinnum brá.

 

36 Ívint reið frá borgini,

einkjuni líkaði tað illa,

tá hann kom í Hartans høll,

tá tók hans hold at spilla.

 

37 Tað var Ívint Herintsson

heitir á sveinar tvá:

“Leiðið meg innan høgaloft,

meg man einki sjá!

 

38 Leiðið meg innan høgaloft,

meg man eingin sjá,

her má eg mína pínu líða,

so leingi eg liva má!”

 

39 Tað var siður í ríkinum,

tá Hartans dagar vóru,

eingin skuldi at borði ganga

uttan ný tíðindi bóru.

 

40 Tað var siður í ríkinum,

tá Hartans dagur var,

eingin skuldi at borði ganga

uttan ný tíðindi bar.

 

41 Ein kom maður í hallina inn,

sigur øllum frá:

“Sjúkur er Ívint Herintsson,

so gjørla eg tað sá.”

 

42 Sjúkur er Ívint Herintsson,

so gjørla eg tað sá,

síðan hann var í hindarleik,

satt at siga frá.”

 

43 Tað er enn sum oftum er,

tung eru døpur mein,

einkjan hevur borið

ein tiguligan svein.

 

44 Sveipaði hon hann í klæði væl,

væl skal ríkum falla,

sjálv gav hon honum eiti gott,

og kallaði hann riddaran snjalla.

 

45 Ham veks upp hjá síni móður

innan for hallargátta,

tað segði mær so mangur maður,

duldi hann, alt hon mátti.

 

46 Hann veks upp hjá síni móður

innan for hallargrundir,

segði mær so mangur maður,

duldi hann, alt hon kundi.

 

47 Hann veks upp hjá síni móður,

Gud gav honum vøkst,

meira vaks hann í ein mána

enn onnur børn í seks.

 

48 Hann veks upp hjá síni móður,

snart og ikki leingi,

til hann gjørdist í høggum tungur,

hann bardi reystar dreingir.

 

49 Hann var seg á leikvøllum,

burt blant aðrar dreingir,

hvønn tann tíð teir vreiðir vóru,

stóð teim stríð á meingi.

 

50 Hann var seg á leikvølIum

burt blant aðrar sveinar,

hvønn tann tíð teir vreiðir vóru,

stóð teim stríð á meini.

 

51 Niður settust sveinarnir,

vreiðir vóru báðir:

“Líkari var tin faðir at grøða

enn berja os so sára.”

 

52 Hann hongdi niður sítt 'Silgustraa',

har hann stóð á fold,

tá hann hoyrdi síns faðirs navn,

hann sortnaði sum ein mold.

 

53 Hann kastaði svørð og herklæði,

lysti ei longur at leika,

so gekk hann fyri sína móður

við reyðar kinnar og bleikar.

 

54 “Hoyr tú, mín hin sæla móðir,

tað sigi eg tær satt,

sig mær sannan faðir mín,

einhvør vil vita sín ætt!”

 

55 Tá svaraði tann ríka einkja,

litur at gyltum brandi:

“Ívint steirki er faðir tín,

tann frægasti í kongsins landi.

 

56 Faðir tín hann tók neyð á meg,

tað gekk mær við sprongd,

har fyri liggur hann fimtan vetur

sjúkur á síni song.

 

57 Faðir tín hann tók neyð á meg,

tung mundi sorgin falla,

harfyri liggur hann fimtan vintur

aldur og ævi alla.”

 

58 Sveinurin so til orða tekur,

heldur á búnum brandi:

“Bráðan skalt tú bana fá,

vart tú mín faðir at grandi.”

 

59 Sveinurin so til orða tekur,

heldur á búnum knívi:

“Gavst tú mín faðir banadrykk,

so skalt tú láta lívið.”

 

60 Hann bar upp sín búgvin brand

síni móður hótti,

hon hevði upp sítt silvursteyp

honum hendur bøtti.

 

61 Svaraði tann hin ríka einkja:

“Spill ikki æran tín,

eg kalli tað vera ein galin mann,

ið vega vil móður sín!”

 

62 “Kallar tú meg ein galin mann

mítt skal navnið falla,

prestar og so lærdir menn

teir skulu meg Galian kalla.

 

63 Tað skulu allir høviskir menn

frætta til og fregna,

prestar og so lærdir menn,

teir skulu meg Galian nevna.”

 

64 Hon tók upp tær reglur tvær

sínum soni fekk:

“Hetta gav mín móðir mær,

tá eg á gólvi gekk.

 

65 Her skalt tú hava tær reglur tvær

og goyma væl hjá tær,

hetta gav mín sæla móðir

mær í tannfæ.

 

66 Tá ið tú hittir faðir tín

alt fyri uttan ekka,

rætt honum hesar reglur tvær,

hann skal av báðum drekka!”

 

67 Hon fylgdi honum so langt á leið,

bað honum góðan dag:

“Far væl, heilur og happadyggur,

alt gangi tær væl.”

 

68 Hon fylgdi honum so langt á leið,

bað honum góðan frið:

“Far væl, heilur og happadyggur,

alt gangi tær við.”

 

69 “Hoyr tú, mín sæli son,

tað elvist ein størri sorg,

tá ið tú kemur til hallar heim,

tá møtir tær Reyður í borg.”

 

70 Tað var tann, hin ríka einkja,

talar til sonin sín:

“Verður tú staddur í nakran neyð,

tá minst á móður tín.”

 

71 Tað var siður í ríkinum,

tá Hartans dagar vóru,

eingin skuldi at borði ganga

uttan ný tíðindi bóru.

 

72 Tað var siður í ríkinum,

tá Hartans dagur var,

eingin skuldi at borði ganga,

uttan ný tíðindi bar.

 

73 Ein kom maður í hallina inn,

sigur øllum frá:

“Eg sær mann mót borgum ríða

miklan í brynju blá.

 

74 Eg sær mann mót borgum ríða

miklan í brynju blá,

ongum er hann líkari

enn Ívinti at sjá.”

 

75 “Ríð út, reystur Reyður í borg,

við sigur tínum og móti,

kom ikki aftur í høll til mín,

fyrr enn tú hevur hans høvur á spjóti!

 

76  Ríð út, reystur Reyður í borg,

við sigur tínum og heppi,

kom ikki aftur í høll til mín,

fyrr enn annar liggur eftir!”

 

77 Síggja teir ein so menskan mann,

hann vil okkum happa,

farið so um í nakrar stundir,

at tú hans lívi snappar!”

 

78 Út reið, reystur Reyður í borg

við sínar bustur stinnar,

Galian kempa honum ímót,

har mundu tveir reystir finnast.

 

79 Galian situr á sínum hesti,

sigur vildi hann fá:

“Hvarfor manst tú, hundsins son,

spjótum á meg slá?”

 

80 Galian situr á sínum hesti,

sigur vildi njóta:

“Hvarfor manst tá, hundsins son,

spjótum á meg skjóta?”

 

81 Snarliga vá hann Reyð í borg

av so grimmum hugi,

sveininum fekk hann hans gula lokk

at binda við saðilboga.

 

82 Tá fell tann hin mikla kempa,

tað mundi ongan vara,

hjáImar sungu, og heysar sprungu,

deyður fell Reyður til jarðar.

 

83 Hann kastaði høvur í Hartans fang,

gekk so reystur í høll,

plaga so allir høviskir sveinar

at heilsa garpum snjøllum.

 

84 Hann kastaði høvur í Hartans fang,

gekk so inn av móði,

plaga so allar høviskar kempur

at heilsa garpum góðum.

 

85 “Kalla hann ikke 'Sofidling'

borgina undir meg legði,

fallin er hann Reyður í borg,

hvat Hartan kongur segði.”

 

86 Galian heitir á sveinarnar,

tógva ella tríggjar:

“Leiðið meg innan høgaloft,

Ívint vil eg síggja!”

 

87 Tá svaraði Hartan kongur,

sorgin man hann grøta,

“Men um tú sært mín nærskylda frænda,

lítið manst tú hann bøta.”

 

88 Teir leiddu hann innan høgaloft,

sum tríati kerti brendu,

ei varð hann í ásjón verri,

tá hann sá riddaran henda.

 

89 Ívint lyfti upp skikkjuni

við síni høgru hendi,

ymsar litir í kinnar fekk,

tá hann sá riddaran henda.

 

90 “Hvøssu livir tú, Ívint sterki,

situr í krumpa inni?

Eg havi spælt eitt feigdar bragð,

tapti so megin og minni.”

 

91 “Hoyr tú, Ívint Herintsson,

alt fyri uttan ekka,

her hevur tú reglur tvær,

tú skalt av báðum drekka!”

 

92 Svaraði Ívint Herintsson

av so tungum ekka:

“Reis meg upp á lógvum tínum,

eg eri ei førur at drekka!”

 

93 Hann drakk av teim reglunum,

Gud gav honum bót,

Hartan kongur og 'Freaar' jall

fullu honum til fót.

 

94 Hann drakk av teim reglum tveim,

Gud gav honum grøði,

hann sprakk á fold við lítin sprongd,

og kendi sær ei til møði.

 

95 “Takk havi tú, mikla kempa,

for higarkomu tína,

sannur faðir av himmiríki

sendi teg til mín.”

 

96 Tá var kátt í Hartans høll,

dreingir hildu í hand,

Ívint næstur konginum situr,

hann glógvar sum rósinband.

 

97 Tá var kátt í Hartans høll,

dreingir drukku í dans,

Ívint næstur konginum situr,

hann glógvar sum rósinkrans.

 

98 Tá var kátt í Hartans høll

bæði úti og inni,

drukku mjøð og kláran vín

so glaðir á hvørjum sinni.

 

99 Tá var kátt í Hartans høll

dreingir drukku í tognu,

sum tann vindur, ið harðast blæs,

tættast fellur í logni.

 

100 Tá var kátt í Hartans høll,

dreingir drukku við kæti,

kongurin ræður á Lúnutu,

gevið av slíki læti!

Galians táttur seinni

 

CCF 108-IV Aa-V

TSB E 102

 

1 Hartan kongur í Húnalandi

hevur so undarligan sið,

hann eggjar ein mann í Botnar norður

og gevur ei jólagrið.

 

2 Hartan kongur í Húnalandi

hevur so undarligan hátt,

hann eggjar ein mann í Botnar norður

hvørja jólanátt.

 

3 Galian so til orða tók

av so góðum treysti:

“Eg skal fara í Botnar norður

á hesum sama heysti.”

 

4 Tí svaraði Hartan kongur,

leikar við vápnarskjaldri:

“Tú fert ikki í Botnar norður,

tú ert for ungur á aldri.”

 

5 Svaraði Galian riddari,

honum tókti í tí tættur:

“Tó skal eg í Botnar norður,

um eg komi ikki aftur.”

 

6 Tað var Galian riddari,

honum vóks ilskan meiri:

“Eg skal fara í Botnar norður,

eg komi ei aftur úr teirri.”

 

7 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

Galian reið við gullgrímu

burt frá kongsins høll.

 

8 So reið Galian fyrsta dag,

tókti tað vera eitt gaman,

hann bant í tað fyrsta

fimtan trøllimi saman.

 

9 So reið Galian annan dag,

heldur sær á gleim,

hann bant í tað annað

fimtan trøllum heim.

 

10 So reið Galian triðja dag,

nú tekur skógvur at treingjast,

hann sær ein so grimman risa

binda kongsins dreingir.

 

11 Hann sær ein so grimman risa

binda kongsins dreingir,

Galian treiv um gullharpuna

stilti hennara streingir.

 

12 Risin treiv um jarnstongina,

heldur um dýran enda,

Galian hótti við heljarstong,

honum á hálsin sendi.

 

13 Risin treiv um jarnstongina,

var ikki mjúk at strúka,

Galian hótti við heljarstong,

høvur av herðum fúka.

 

14 Út kom vánda móðir Dun,

tekur til at øpa:

“Galian er komin í Botnar norður,

vil tykkum allar drepa.”

 

15 Út kom vánda móðir Dun,

tekur til at egna:

“Hvat man feila gullharpuni,

gíslin vil ikki gegna?”

 

16 Galian gekk í høllina inn,

sum fyri sat sprundið ljósa:

“Vælkomin Galian riddarin,

handan er von at kjósa.”

 

17 Dagurin tók at líða,

náttin trongdi á,

hann gjørdi sær song í oyðin mark,

tað vóru frúnnar ráð.

 

18 Dagurin kom so síðla á degi

millum tveggja elda,

drekar tóku at ýla hátt,

tá dagurin tók at kvelda.

 

19 Drúgvar sá hann drekarnar

eftir Dovrafjøllum fara,

betri var á víðum vøll

at berjast í mannaskara.

 

20 Drúgvar sá hann drekarnar

eftir Dovrafjøllum flúgva,

betri var á víðum vøll

at berjast í mannamúgvu.

 

21 “Tóraldur, goym tað væna vív,

í einum urðarfjalli,

eg skal stríða mót drekunum,

tí eg eri riddarin snjalli!

 

22 Tóraldur, goym tað væna vív,

lat ikki trøll burt taka,

eg skal berjast mót drekunum,

tí eg eri dreingjamaki!”

 

23 Galian reið mót drekanum,

hann var kappin reysti,

drekin slúkti hann í seg

bæði við saðil og hesti.

 

24 So var hann tungur á hestsins baki,

drekin hann ikki bar,

hann hevði upp sín bitra brand,

seg út ígjøgnum skar.

 

25 So var hann tungur á hestsins baki,

drekin kundi hann bera,

hann hevði upp sín bitra brand

seg út av honum at skera.

 

26 Miklum blóði fleyt hann í,

hann á vølli lá:

“Mátti mín móðir meiri enn eg,

so var mær tørvur á.”

 

27 Tað var tann hin ríka einkja,

vildi ei sín son gloyma,

búgvið horn í hendi bar,

saðil og hest og teymar.

 

28 “Hoyr tú, mín hin sæla son,

alt fyri uttan ekka,

har hevur tú reglur tvær,

tú skalt av báðum drekka.”

 

29 Svaraði Galian riddarin,

alt fyri uttan ekka:

“Reis meg upp á lógvum tín,

tú skalt av báðum drekka!”

 

30 Hann drakk av teim reglunum,

Gud gav honum grøði,

hann sprakk á fold við lítin sprongd

og kendi ei til møði.

 

31 Galian reið úr Botnum norð,

hann er kappin reysti,

og hana frúnna fagurligt fljóð,

hann førdi á sínum hesti.

 

32 Tað var tann hin ríka einkja,

talar til sonin sín:

“Tá ið tú kemur til hallar heim,

tá møtir tær faðir tín.

 

33 Tá ið tú kemur til hallar heim,

tá yppist ein størri vandi,

sonur mín, hav í hondini hógv,

tá faðir tín beitur brand!”

 

34 Tað var siður í ríkinum,

tá Hartans dagar vóru,

eingin skuldi at borði ganga

uttan ný tíðindi bóru.

 

35 Tað var siður í ríkinum,

tá Hartans dagur var,

eingin skuldi at borði ganga

uttan ný tíðindi bar.

 

36 Ein kom maður í halllina inn,

sigur øllum frá:

“Eg sá mann mót borgum ríða,

miklan í brynju blá.

 

37 Eg sær mann mót borgum ríða,

miklan í brynju blá,

ongum manni líkari

enn Ívinti at sjá.”

 

38 “Ríð út, Ívint Herintsson,

við sigur tínum og heppi,

kom ikki aftur í høll til mín,

fyrr enn annar liggur eftir!

 

39 Ríð út, Ívint Herintsson,

við sigur tínum og móti,

kom ikki aftur í høll til mín,

fyrr enn tú hevur hans høvur á spjóti!”

 

40 Út reið Ívint Herintsson,

við sínar bustir stinnar,

Galiant kempan honum ímót,

har mundu tveir reystir finnast.

 

41 Svaraði Ívint Herintsson,

klæddur í brynju síða:

“Heilur ert tú úr Botnum norður,

vit skulu um moynna stríða.”

 

42 “Heilur eri eg afturkomin,

tó skal eg tað valda,

eg svørji tann eið á mína trúgv,

at eg skal orðum halda.”

 

43 Tað var Galian riddari,

kundi væl hondum hóv,

fløtum svørði í lofti brá,

for hvørt eitt høgg hann hjó.

 

44 Svaraði Ívint Herintsson,

frægur í kongsins landi:

“Ræddur ert tú úr Botnum komin

torir ei beita brandi.”

 

45 Galian gav so vánt eitt høgg,

ilt varð skap at eggja,

ætlaði hinum banahøgg,

sítt svørð í hjálmi leggja.

 

46 Galian gav so vánt eitt høgg,

bæði av grimd og vreiði,

Ívint bar sín skjøldur á loft,

hann vardi seg væl í teirri.

 

47 Galian stakk sítt svørð í skeið,

smílist undir lín:

“Tað man vera ein galin maður

vega vil faðir sín.”

 

48 Sundur brutu teir mækan sín,

tá var ferð á dreingjum:

“Gud fyriláti tær, sonur mín,

hví duldi tú teg so leingi?”

 

49 Úti stóð tann ríka einkja,

hon bar so tunga sorg,

meðan teir framdu útreiðina

vestan á kongsins borg.

 

50 Svaraði Galian riddari:

“Yvirstaðið er hetta,

men annar okkara skal lívið láta

ella mína móður at ekta.”

 

51 Tað var Ívint Herintsson,

heim í garðin fór,

úti tann hin ríka einkja

fyri honum stóð.

 

52 “Statt væl úti fyri mær,

einkjan tú hin ríka,

illa gjørdi tú, fagurligt fljóð,

tá tú ræð meg at svíkja.”

 

53 “Tú hevði havt mín heiður heima,

tí mundi eg teg møða,

men hoyr tú, Ívint Herintsson,

sjálv mundi eg teg grøða.”

 

54 Tað var Ívint Herintsson,

hann tók sær frú at festa,

snarliga læt til brúdleyps laða,

læt ei longur fresta.

 

55 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song,

Ívint og hans vív.

 

56 Tað var Galian riddari,

tók sær frú at festa,

so læt hann til brúdleyps ætla,

læt ei longur fresta.

 

57 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Galian og hans vív.

 

58 Tá var kátt í ríkinum,

kongurin gav teim náðir,

drukku brúdleyp í dagar tólv,

faðir og sonur báðir.

 

59 Jallin gisti kongin heim,

síðla dags á kvøldi,

Ívint frægur alla ævi

livdi í góðum veldi.

 

60 Festi hann frúnna, fagurligt fljóð,

Galian, kempan ríka,

sigldi hann suður til Hartans systur,

fáir finnast slíkir.

 

CCF 108-IV Aa-IV

TSB E 102

 

Handrit:  Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c I [8].

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 210

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 26. bind, s. 144.

 

Heimild: Úr Sandoy: Johannes Clemensen, Jóannis í Króki (1794-1869), Sandi 1854.

 

E 102 Ívint Herintsson (Deserted woman causes lover’s illness, their son cures him and forces him to marry her)

Ívint Herintsson er á veiðiferð. Hann vitjar eina ríka einkju, liggur hjá henni, hóast hon ikki vil tað, og fer síðani frá henni. Hon gevur honum eitur, so at hann fer at gerast sjúkur, og tað fer at virka, tá ið hann er heimkomin.

Konan eigur son Ívints. Spælibrøðurnir arga dreingin, tí hann ongan pápa eigur. Hann fer til mammu sína, sum sigur honum frá um pápan og sjúku hansara. Hann noyðir hana at geva sær heilivág.

Drongurin, Galian, fer síðani til kongsins borg, ger av við ein av kongsins riddarum og gevur Ívinti heilivágin uttan at siga honum, hvør ið hann er. Ívint fær heilsuna aftur. (F, cN: Galian rýmir og fer til eitt land langt har norðuri at berjast við risar. Síðani kemur hann aftur á borgina.) Ívint bjóðar honum av at berjast. (N: Teir berjast, men Galian sleppir sær undan at særa Ívint.)

Galian avdúkar, at hann er sonur Ívint, og noyðir Ívint at giftast við móðurini.

á føroyskum: CCF 108 A: IV-V, B: III, C: III (eisini á norskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019