• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Galiants kvæði

 

 

C-III   CCF 108-IV C-IIIa

 

TSB E 102

 

1 Artan kongur í Garðaríki

nú er um tað at fregna,

væl var hann í fjøldum nevndur,

sum gitið má vera leingi.

 

Stígum fastara [á] gólv,

sparum ei vár skó!

Gud má ráða,

hvar vit drekka í onnur jól.

 

2 Tað var siður í ríkinum,

tá ið Artans dagar vóru,

har mátti eingin ganga til borðs,

fyrr enn ný tíðindi til bórust.

 

3 Alt var ísenn at 'tidnabrast',

njósnir tóku at rúka,

skutlar vóru í Artans høll,

breitt var á borðdúkar.

 

4 Inn kom maður í Artans høll

eykar teim øllum harm:

“Eg sær eina villini hind,

leikar fyri borgararm.”

 

5 “Sært tú eina villini hind

borgina at søkja?”

Upp lupu tvær reystar kempur

hjá konginum sótu.

 

6 Til tað svaraði Artan kongur,

talar til sínar jallar:

“Vær skulum hindina við hondum taka

ei við mongum bondum.”

 

7 Kongurin skundar sínari ferð,

bæði við sveinum og jallum,

tað var mær av sonnum sagt,

at hindin pøsti teir allar.

 

8 Hindin skundar sínari ferð,

at fjallinum læt hon líða,

ikki kom lvint Herintsson

fyrstur aftur at ríða.

 

9 Hindin skundar sínari ferð,

at fjallinum læt hon standa,

ikki kom Ívint Herintsson

fyrstur aftur at ganga.

 

10 Mitt í lund har stendur ein borg,

mitt í Artans veldi:

“Hoyr tað, Gullbrand, skósvein mín,

vit gistum har at kvøldi.”

 

11 “Gistir tú ta ríku einkju,

gerir os øllum greiðu,

tað biði eg for sannan Gud,

tú hana ikki mikið at 'baiu'.

 

12 Tað biði eg for sannan Gud,

tú hana ikki mikið at 'baiu',

hon hevur ei hjá manni sovið

í fimtan vetur og fleiri.”

 

13 Tað var Ívint *Herintsson

heim í garðin fór,

úti henda ríka einkja

fyri honum stóð.

 

14 Tað var tá, sum oftum var enn,

duld eru døpul mein,

hann svav hjá teirri ríku frúgv

og gat við henni svein.

 

15 Árla var um morgunin,

tá dagurin var ljús,

upp stóð Ívint Herintsson

til sína klædna fús.

 

16 Leggur hon hendur um Ívints háls

og kallar hann søta sín:

“Nær skal eg lata bryggja,

og nær skal eg blanda vín?

 

17 Nær skal eg lata bryggja,

og nær skal eg blanda vín,

nær skal eg teg aftur vænta,

Ívint, søti mín?”

 

18 “Statt upp, Gullbrand, skósvein mín,

tú saðla mær ørsið fríða!

Nú lystir meg sum aðrir riddarar

heim til hallar at ríða.

 

19 Nú lystir meg sum aðrir riddarar

heim til hallar at ríða,

skemta tær við gull og fæ,

mín tarvt tú ei at bíða!”

 

20 Ívint, tú tókst *neyðuga meg,

tá gekk mær við sprongd,

harfyri skalt tú sjúkur liggja

fimtan vetur á song.

 

21 Ívint, tú tókst *neyðuga meg,

tað gekk mær við møði,

harfyri skalt tú sjúkur liggja,

eingin skal teg grøða.

 

22 Ívint, tú tókst neyð[u]ga meg,

segði tann liljan snjalla,

harfyri skalt tá sjúkur liggja

aldur og ævir allar.”

 

23 Ívint reið fram allan dag,

slíkt var mikil villa,

tá ið hann kom í Artans høll,

tá tók hans háls at spilla.

 

24 Inn kom maður í Artans høll,

sigur teim øllum frá:

“Sjúkur er Ívint Herintsson,

tað er ikki 'dis' betri enn so.

 

25 Sjúkur er Ívint Herintsson,

tað er ikki betri enn so,

teir studdu mann í saðilin í dag,

so gjølliga eg tað sá.”

 

26 Ívint stendur á hallargólvi,

talar til sveinar tvá:

“Leiðið meg í tað høga loft,

so eingin má meg sjá!”

 

27 Ívint stendur á hallargólvi,

talar til sveinar tríggjar:

“Leiðið meg í tað høga loft,

so meg má eingin síggja!”

 

28 Leiddu teir Ívint Herintsson

í høga loftið av ekka,

hann kundi [ei] á teirri stund

tann brúna mjøð at drekka.

 

29 Nú skal leggja niður um stund,

eg kvøði [ikki] longur á sinni,

nú skal taka upp annan tátt

betur at leggja í minni.

 

II

 

30 Frúgvin seg við barni gongur

níggju mánar sínar,

til at hennara stundum leið,

hon føðir ein svein so fínan.

 

31 Frúgvin seg við barni gongur

níggju mánar taldar,

til at hennara stundum leið,

hon føðir ein svein so baldan.

 

32 Tað er tá sum oftum er,

duld eru døpul mein,

frúgvin er gingin í høgaloft,

hon føðir ein ungan svein.

 

33 Tað er tá sum oftum er,

duld eru døpul huga,

frúgvin er gingin í høgaloft,

hon føðir ein svein so prúðan.

 

34 Væl var hann í klæðum sveiptur,

væl um sínar armar,

síðan varð hann presti borin,

hon kallaði hann dreingin djarvan.

 

35 Svein varð borin frá kirkju heim

aftur til móður sína,

meiri læt hon røkta hann

enn alt sítt gull skrín.

 

36 Svein varð borin frá kirkju heim,

síni móður hjá,

meiri læt hon røkta hann

enn alt sítt gull, hon ár.

 

37 Svein varð borin frá kirkju heim,

sett á móður knæ,

meiri læt hon røkta hann

enn alt sítt gull og fæ.

 

38 Svein varð borin frá kirkju heim,

sett á móður fang,

meiri læt hon røkta hann

enn alt sítt gull og sprang.

 

39 Hann vóks upp hjá síni móður,

honum gav hon 'nuiv',

meiri vóks hann á einum ári,

enn onnur børn í trý.

 

40 Hann vóks upp hjá síni móður,

Gud gav honum vøkst,

meiri vóks hann á einum ári

enn onnur børn í seks.

 

61 Hoyr tað mín hin sæli sonur,

tú ert í aldri ungur,

tú skalt fáa svørðið tað,

sum kallast Heljartong!”

 

62 Galiant reið fram allan dag,

til skógurin tók at líða,

og so hesar elvur tvær,

hvørja við sínari síðu.

 

63 Inn kom maður í Artans høll

sigur teim øllum frá:

“Eg sær eina villini hind

við mangar brynjur blár.

 

64 Eg sær eina villini hind

við mangar brynjur blár,

ongum er hann líkari

enn Ívint tann eg sá.”

 

6ð “Ríð nú út, tú riddari í borg,

við tínari jarnstong og happi,

kom so ikki í hallina inn,

fyrr tú hevur hans høvur á skafti!”

 

66 Út reið reysti riddar í borg

við sínari jarnstong stinni,

Galiant skundar honum ímót,

har munnu tveir reystir finnast.

 

67 Galiant situr á sínum hesti,

hann má sigur vinna,

so treiv hann um gullarpenn,

hann kleyv hann í lutir tvinnar.

 

68 Galiant situr á sínum hesti,

gramt var honum í huga,

hann tók upp hans gula lokk

og bant við saðilboga.

 

69 Kastar hann høvur for Artans knæ

og inn í Artans høll:

“Tað plaga so fáir 'seiføddur'

at fagna so gørpin snjøll.”

 

70 Til tað svaraði Artan kongur,

talar til sínar jallar:

“Eg haldi hann ei vera 'seiføddan',

sum borgina undir os lagdi.”

 

71 Galiant stendur á hallargólvi,

talar til sveinar tvá:

“Leiðið meg í tað høgaloft,

Ívint vil eg sjá!”

 

72 Galiant stendur á hallargólvi,

talar til sveinar tríggjar:

“Leiðið meg í tað høgaloft,

Ívint vil eg síggja!”

 

73 Til tað svaraði Artan kongur,

sorgina má hann grøta:

“Um enn tú hann við eygum sær,

lítið kanst tú hann bøta.”

 

74 Leiddu teir tá Galiant,

sum bjarta ljósið brann,

Ívints hjarta varð so glatt,

tá ið hann sá sveinin tann.

 

75 Leiddu teir tá Galiant,

sum bjarta ljósið brendi,

Ívints hjarta varð so glatt,

tá ið hann sá sveinin hendan.

 

76 “Tak nú hesar 'elvur' tvær

alt foruttan ekka,

tað er mær av sonnum sagt,

av báðum skalt tú drekka.”

 

77 “Hoyr tú tað, í hvør tú ert,

alt foruttan ekka,

reis meg fyrst við lógvum tínum,

eg eri ikki førur at drekka!”

 

78 So var sagt [at] Galiant,

hann var ikki veikur,

síðan reisti hann faðir sín

við sterkari lógvagreip.

 

79 Tá ið hann hevði drukkið av 'elvur' teim,

sum Gud gav honum til ræði,

reistist av song við mikli sprongd

og fór í fagurlig klæði.

 

80 Tá ið hann hevði drukkið av 'elvur' teim,

sum Gud gav honum til bót,

kongurin og teir hinir allir,

har fullu honum til fót.

 

III

 

81 Nú skal leggja niður um stund,

eg kvøði ikki longur á sinni,

nú skal taka upp triðja tátt

betur at leggja í minni.

 

82 Artan kongur í Garðaríki

við sínum sveinum hátt,

eggir mann úr Botni norður

hvørja jólanátt.

 

83 Galiant stendur á hallargólvi,

tekur til orð 'o veldi':

“Harra, gevið mær eitt andsvar í dag,

og komið heim til hallar!”

 

84 Nú eru boðini norðan komin,

gestir nú at fanga,

boð eru komin úr Botni norður

frá hinum risa langa.

 

85 Galiant stendur á hallargólvi,

tekur til orð og vreiði:

“Tó skal eg í Botnar norður,

eg komi ikki aftur á leiði.”

 

86 Galiant reið fram allan dag,

til skógurin tók at treingja,

hann sær henda grimma risa

at binda kongsins dreingir.

 

87 Hann sær henda grimma risa

at binda kongsins dreingir,

so treiv hann um gullarpenn,

hann ætlaði honum at streingja.

 

88 Risin skar í eitt ódnarróp

og tekur til at fregna:

“Hvør 'sniedlur' inni í gullarpenn,

og hvat skal slíkum gegna?”

 

89 Risin reiggjar síni jarnstong

heldur um 'dydens' enda,

Galiant ‘siempar’ honum ímót,

hann kann sær móti senda.

 

90 Risin reiggjar jarnstongini,

ei var mjúkt at strúka,

Galiant leikar við heljarstong,

høvur av herðar fúka.

 

91 Út kemur flagda, móðir Dun,

kembir sítt hárið reyða:

“Galiant er riðin í Botnar norður,

hann vil tygur øllum deyða.

 

92 Út kemur flagda, móðir Dun,

tekur so hart at geipa:

“Galiant er riðin í Botnar norður,

hann vil tygur allar drepa.”

 

93 Galiant gongur at hellisdurum

fram eftir grønum vølli:

“Tó skal eg í hellið inn,

antin har eru fólk ella trøll.”

 

94 Hann gekk sær í hellið inn,

sum fyri sat lindin ljósa:

“Hoyr tú Galiant, kempan reyst,

nú er hon væn at kjósa!”

 

95 “Eg havi ikki akt at kjósa teg,

má meg lukkan valda,

fagurligt fljóð skal fylgja tær

heim til kongsins landa.”

 

96 Hann tók í hennara høgru hond,

leiðir av hellinum út,

eftir sat flagda, móðir Duns,

bæði við sorg og sút.

 

97 Hann tók bæði gull og silvur,

slíkt var dreingjamaki,

hana frúnna, fagurligt fljóð,

flutti á sjálvs síns baki.

 

98 Illgerð sóu teir norðan koma,

í dreka bekil at fara,

betri er á víðum vølli,

enn berjast við mannaskara.

 

99 Illgerð sóu teir norðan koma,

í dreka bekil at flúgva,

betri er á víðum vølli

enn berjast við mannamúgva.

 

100 Eitur dreiv úr kjaftinum,

so eldur brann á veingi,

betri er á víðum vølli

enn berjast við mannameingi.

 

101 Haraldur goymdi fagurligt fljóð

í einum urðarfjalli,

Galiant er riðin í drekans gildi,

hann er drongur djarvi.

 

102 Tað var hesin ódnardreki,

ógvuliga sær øpti,

tað var hansara fyrsta pús

bæði hesti og manni gloypti.

 

103 So var Galiant og hesturin tungur,

drekin hann ikki bar,

hann tók út sín búgvin brand

og út ígjøgnum skar.

 

104 Galiant liggur á grønum vølli

í miklum blóði var:

“Møtti mín móðir og meira mein,

tørv verður mær av tær.”

 

105 Tað var henda ríka einkja,

sín son vildi hon ei gloyma,

búgvið horn í hendi bar

við saðlað hest og teymar.

 

106 “Hoyr tú tað, mín sæli sonur,

nú býðst meiri vandi,

tá ið tú kemur at Artans høll,

tá beitir tín faðir brandi!

 

107 Hoyr tað, mín hin sæli sonur,

hugsa um móður góða,

fløtum svørði høgga skal

við hvørt høgg tú 'tiour'.”

 

108 Hann tók í hennara ljósu hond,

leiðir í hallina inn,

eingin góða(!) av at líta

at skoða tað fagra kind.

 

109 Svaraði Ívint *Herintsson

hann vildi ikki longur bíða:

“Hoyr tað, Galiant, kempan reyst,

vit skulu ímóti stríða.”

 

110 Tað var hetta fagurligt fljóð,

bar so stóran harm,

meðan teir fremdu atreiðina

eystur á borgararm.

 

111 Tað var hetta fagurligt fljóð,

bar so stóra sorg,

meðan teir fremdu atreiðina

eystur um kongsins borg.

 

112 Galiant situr á sínum hesti,

hugsar um móður góða,

fløtum svørði í veðrið brá,

við hvørt høgg hann 'tiour'.

 

113 “Tú ert so ræddur úr Botni komin,

tú torir ei beita brandi,”

svaraði Ívint Herintsson.

so frægur í kongsins landi.

 

114 “Eg havi verið í Botni norður,

vigið Tóra Hund,

eingin letur lívið sítt

fyrr enn á evstu stund.”

 

105 “Hoyr tað, Ívint Herintsson,

tað tali eg til tín,

eg haldi tað ei vera sonargerð

at drepa faðir sín.”

 

116 Brutu sundur 'meagir' tvær,

tá var ferð á dreingjum:

“Gud forláti tær, sonur mín,

tú duldi teg so leingi.”

 

117 Hoyr tað mín hin sæli faðir,

nú er eftir tað versta,

antin er at láta lív

ella mína móður at festa!

 

118 Hoyr tað, mín hin sæli faðir,

nú er av tað versta,

annaðhvørt at láta lív

ella mína móður at festa!”

 

119 “Hoyr tað, mín hin sæli sonur,

eyka mær onga sorg,

eg átti mær so vænt eitt vív,

eg fekk frá Reyð í Borg!

 

120 Hoyr tað, mín hin sæli sonur,

eyka mær ongan harm,

eg átti mær so vænt eitt vív,

eg fekk frá borgararm!

 

121 Hoyr tað, mín hin sæli sonur,

eyka mær onga sprongd,

eg skal fáa tær fagurligt fljóð

at leggja í tína song!”

 

122 Tá var vín í Artans høll,

tá ið drukkið var sum mest,

tað gjørdi Galiant, kempan reyst,

at hansara móðir varð fest.

 

Stígum fastara [á] gólv,

sparum ei vár skó!

Gud má ráða,

hvar vit drekka í onnur jól.

 

C-III   CCF 108-IV C-IIIa

 

TSB E 102

 

Handrit:  Hanus Hanusson: Fugloyarbók. AM Access. 4a, no. 94, s. 380.

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 235

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 26. bind, s. 206.

 

Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík.

 

E 102 Ívint Herintsson (Deserted woman causes lover’s illness, their son cures him and forces him to marry her)

Ívint Herintsson er á veiðiferð. Hann vitjar eina ríka einkju, liggur hjá henni, hóast hon ikki vil tað, og fer síðani frá henni. Hon gevur honum eitur, so at hann fer at gerast sjúkur, og tað fer at virka, tá ið hann er heimkomin.

Konan eigur son Ívints. Spælibrøðurnir arga dreingin, tí hann ongan pápa eigur. Hann fer til mammu sína, sum sigur honum frá um pápan og sjúku hansara. Hann noyðir hana at geva sær heilivág.

Drongurin, Galian, fer síðani til kongsins borg, ger av við ein av kongsins riddarum og gevur Ívinti heilivágin uttan at siga honum, hvør ið hann er. Ívint fær heilsuna aftur. (F, cN: Galian rýmir og fer til eitt land langt har norðuri at berjast við risar. Síðani kemur hann aftur á borgina.) Ívint bjóðar honum av at berjast. (N: Teir berjast, men Galian sleppir sær undan at særa Ívint.)

Galian avdúkar, at hann er sonur Ívint, og noyðir Ívint at giftast við móðurini.

á føroyskum: CCF 108 A: IV-V, B: III, C: III (eisini á norskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019