• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Risin av Leittrabergi

 

Risin av Leittraberg

 

CCF 11 Ba

TSB E 124

 

1 Eg veit eina rímuna,

inni hevur ligið leingi,

risin liggur á Leittrabergi,

talar við sínar dreingir.

 

2 Risin talar við sínar dreingir,

gott er at taka til evna:

“Hvar vita tit mín faðirs bana,

fýsir meg hann at hevna.

 

3 Hoyr tú, frægur Filkusson,

siga skalt tú mær,

ið hvør var mín faðirs bani,

ella høvur av tær!”

 

4 Tað var frægi Filkusson,

tagdi ikki leingi:

“Um enn eg sigi tín faðirs bana,

á honum vinnur tú einki.”

 

5 “Hoyr tú, frægi Filkusson,

sig mær satt ífrá:

hvussu var hann á navni nevndur,

ið mín faðir vá?”

 

6 Svaraði frægi Filkusson,

tykir í tí mun:

“So er hann á navni nevndur,

Sjúrður Sigmundarson.”

 

7 Tað er risin á Leittrabergi,

letur so orðum snúgva:

“Hoyr tú, frægi Filkusson,

hvar man Sjúrður búgva?”

 

8 Svaraði frægur Filkusson

við trega og tungan vanda:

“Hann býr seg á Leittragørðum

í Noregis landi.

 

9 Hann hevur mangan risan dripið

við sítt hvassa svørð,

kemur tú fyri Hólmgarðar,

tílíka rakar tú ferð.”

 

10 Tað er risin á Leittrabergi,

letur á reiði renna:

“Fyri tú spottar og happar meg,

tú skalt á báli brenna.”

 

11 “Um enn tú letur meg steikja,

um enn tú letur meg brenna,

Sjúrður verður ikki tín fangi,

tað fært tú at kenna.”

 

12 Svaraði frægi Filkusson,

klæddur í brynju nýggja:

“Sjúrður verður ikki tín fangi,

tað fært tú at síggja.”

 

13 Risin fór seg haðan burt

við teirri somu ferð,

so fór hann í smiðjuna

at smíða sær eitt svørð.

 

14 Risin smíðar jarnstongina,

ógvulig at líta,

átjan alin var hon lang,

hon glógvar sum silvurið hvíta.

 

15 So læt risin á Leittrabergi

síni skipini gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

16 So læt risin á Leittrabergi

síni skipini búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

17 Risin gekk til strandar oman,

frægur í huga full,

laðar í sína snekkjuna

væl tjúgu tunnur gull.

 

18 Risin fór til strandar oman,

búddist ei við frið,

Torkil við Strond og Tórir frá Grund

fóru honum við.

 

19 Risin gekk til strandar oman,

søgur ganga av,

steig so inn á sína skútu,

stokkurin reið í kav.

 

20 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Noregis land.

 

21 Vindur hann upp síni silkisegl,

so er greint for mær,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Hólmgarð.

 

22 Smaludrongur í líðum

goymir smalu [og] geit,

hann sær skip eftir havi koma,

havnir vilja leita.

 

23 Allar rekur hann smalurnar

út á grønan vøll,

síðan akslar kápu blá,

hann gár í kongins høll.

 

24 Síðan akslar kápu blá,

hann gár í kongins høll:

“Eg eri meg á einum luti

vísari, enn tit eru øll.

 

25 Eg eri meg á einum luti

vísari, enn tit eru øll,

eg sær skip av havi koma,

seglini hvít sum bjøll.”

 

26 “Sært tú skip av havi koma,

seglini hvít sum lín,

vera man risin á Leittrabergi,

at hevna faðir sín.”

 

27 Tí svaraði smalusvein,

for breiða borði stóð:

“Eg sá ein so grimman risa

fram eftir bunka fór.”

 

28 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

tók tey orð í geyma:

“Undarligt hevur fyri meg borið

hesa nátt í dreyma.

 

29 Meg droymdi, at Grani

úti saðlaður stóð,

meg droymdi, at fyri honum

rann so mikið blóð.

 

30 Meg droymdi, at spjót mítt

fell frá mínum belti,

meg droymdi, at mítt góða svørð

á gyltum hjálmi smelti.

 

31 Meg droymdi, at hjálmurin

í mínum hondum var,

meg droymdi, at mítt góða svørð

ígjøgnum risan skar.”

 

32 Higar ið tann snekkjan

kendi fagurt land,

læt hann síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

33 Læt hann síni ankør falla

á so hvítan sand,

fyrst steig risin á Leittrabergi

sínum fótum á land.

 

34 Fyrst steig risin á Leittrabergi

sínum fótum á land,

so hann frægi Filkusson

undir hans høgru hand.

 

35 Gingu teir frá strondum niðan,

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

teir settu knørr í neystið.

 

36 Sjúrður stendur í glasglugga,

væl kann randir ljóða:

“Ein skal fara til strandar oman,

risanum heim at bjóða.

 

37 Sig, Sjúrður býður øllum heim,

alt for[uttan] ekka,

sita yvir mítt breiða borð,

tann brúna mjøð at drekka.

 

38 Sjúrður býður øllum heim,

meiri máls og minni,

um enn teir vilja halda frið

og ongar neisur vinna.

 

39 Um enn teir vilja halda frið,

ongar neisur vinna,

verður oss nakað óboðið,

tá mæli eg um minna.”

 

40 Risin og allir hansara menn

ganga á slættum sandi,

tað er Sjúrðar sendisvein,

hann ríður niður til stranda.

 

41 Sjúrður býður øllum heim

alt foruttan ekka,

sita yvir hans borði,

brúnan mjøð at drekka.

 

42 Sjúrður býður øllum heim,

meiri menn og minni,

um enn teir vilja halda frið

og ongar neisur vinna.

 

43 Um enn teir vilja halda frið,

ongar neisur vinna,

verður oss nakað óboðið,

tá mæli eg um minna.”

 

44 Risin gekk frá strondum niðan

við øllum sínum liði,

tók hann Sjúrðar sendisvein,

beit hann av um miðju.

 

45 Beit hann hann í miðju sundur,

søgur ganga frá,

Sjúrður stóð í glasgluggum,

fullgjølla hann tað sá.

 

46 Sjúrður biður sínar menn

gyrða seg við svørð:

“Tað síggi eg á risanum,

at nú er ilt á ferð.”

 

47 Sjúrður biður sínar menn

klæðast í brynjur góðar,

ikki óttast risans her,

hóast hann er stórur.

 

48 Sjúrður biður sínar menn

klæðast í brynjur bjartar,

standa tá so manniliga,

hava ikki kálvahjarta.

 

49 Sjúrður bindur sítt hjálmaband,

Gestur stóð honum næst,

onga tið á ævina

bant hann hann so fast.

 

50 Mitt í miðjum grasagarði

akslar síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

51 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Sjúrður frægi við borðið sat

við mann og hundrað fimm.

 

52 “Ver vælkomin, risin,

higar nú til mín.

Drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

53 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hálvu minna um vín,

onnur havi eg ørindini

higar í dag til tín.

 

54 Onnur havi eg ørindini

higar í dag til tín,

ongar havi eg bøtur tikið

eftir faðir mín.”

 

55 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,

fell so væl í lag:

“Hevur ongar bøtur fingið,

ongar fært tú í dag!”

 

56 Risin gekk at borðinum,

reiggjar nevan hátt,

Sjúrður sat í hásæti,

hann bar seg undan brátt.

 

57 Risin gekk at borðinum,

ilsku ætlar at prøva,

knýtir neva av miklum alvi,

Sjúrði á nasar at geva.

 

58 Tekur hann hendur um Sjúrðar háls,

fram úr sessi at draga,

ikki vikaðist kappin reysti,

heldur enn í bergi staðið.

 

59 Svaraði Sjúrður Sigmundarson:

“Her yppist ein løgin siður:

tað hevur eingin roynt, uttan tú,

meg eftir hári drigið.”

 

60 Sjúrður leyp úr hásæti,

er mær ei á tí hól,

bæði borð og borðstólar

hann førdi fram á gólv.

 

61 Sjúrður brá sín bitra brand,

eg geri tað ei at loyna,

ætlaði risanum banahøgg,

odd í hjálmi royna.

 

62 Sjúrður brá sín bitra brand,

søgur ganga frá,

oddurin barst í silvurbjálka,

ikki beit stálið á.

 

63 Allir sótu Sjúrðar menn,

gyrdir við sítt svørð,

vistu ikki, hvørt teir vóru

á himli ella jørð.

 

64 Teir høgga títt, teir líva lítt,

tá var brak í høll,

øvigan bardi hann risan tá

út á grønan vøll.

 

65 “Tá eg fór av Leittrabergi,

búddist eg ei við frið.

Sjúrður, kom av hallini út,

brynja út alt títt lið!”

 

66 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

tá hevði Sjúrður Sigmundarson

brynjað út hundrað øll.

 

67 Tá hevði Sjúrður Sigmundarson

brynjað út hundrað øll,

løgdu sínar bardagar

skamt frá kongins høll.

 

68 Løgdu sínar bardagar

eftir slættum gróti,

tað er risin á Leittrabergi,

ríður har ímóti.

 

69 Tað er risin á Leittrabergi,

ríður har ímóti,

búkar fullu á jørðina niður,

sum teir varpa gróti.

 

70 So ríður frægi Filkusson

víðan vegin fram,

klývur hvønn um tvøra,

móti honum rann.

 

71 Sjúrður so til orða tekur,

rópar á Nornagest:

“Saðla mær nú Grana,

mín góða gangarahest!”

 

72 Sjúrður ríður í herin fram,

royndi góðar gripir,

niður feldi hann risans menn,

tíggju for hvørja sipu.

 

73 So ríður hann Filkusson,

hevur ei hondum hóv,

klývur hvønn um tvøra,

varpar út á sjó.

 

74 Sjúrður ríður í herin fram,

av dró barnagaman,

møtti honum frægi Filkusson,

tá bar báðum saman.

 

75 Møtti honum frægi Filkusson,

ógvuligur at líta,

hann var allur í jarni klæddur,

einki svørð kundi bíta.

 

76 Høgga títt og líva lítt,

av dró barnagaman,

eldur reyk av svørðunum,

tá eggjar bórust saman.

 

77 Høgga títt og líva lítt,

troða jørð um kálva,

bjargamál sang í hvørjum hamri,

vørildin tók at skelva.

 

78 Sjúrður høgdi ógvuliga,

var so mangt til mein,

ikki beit svørð á høvdi hans

heldur enn knívur á hørðum steini.

 

79 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

hann høgdi til so fast,

heysurin á Filkussoni

innan hjálmin brast.

 

80 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

sínum svørði brá,

hann [kleyv] frægan Filkusson

sundur í lutir tvá.

 

81 Tá ið Sjúrður Sigmundarson

seg tilbaka sá,

alt var fallið liðið hans,

tá livdu ganska fá.

 

82 Sjúrður ríður í herin fram,

roynir góðar gripir,

niður feldi hann risans menn,

tíggju for hvørja sipu.

 

83 Sjúrður ríður í herin fram,

av dró barnagaman,

møtti honum risin á Leittrabergi,

tá bar báðum saman.

 

84 Risin reiggjar jarnstongina

ógvuliga fast,

Grani kundi skáka væl,

hann misti fyrsta kast.

 

85 Risin reiggjar jarnstongina,

hann kundi so góða list,

Grani skákaði undan honum,

tað annað slag hann misti.

 

86 Risin reiggjar jarnstongina

ógvuliga fast,

stongin kom í jørðina,

í tógva lutir brast.

 

87 Tað var risin á Leittrabergi,

fór eftir grønari jørð

aftur í sítt góða skip

at søkja sær skjøld og svørð.

 

88 Tað var risin á Leittrabergi,

firnast ei sínum lívi,

átjan alin í hvørt lop

hagar aftur av skipi.

 

89 “Hoyr tú, Sjúrður Sigmundarson,

tó tú kanst væl at ríða,

nú skalt tú koma fyri tann,

teg skal læra at stríða.”

 

90 Høgga títt og líva lítt,

bjargamál sang í fjøllum,

betri væri inni at ligið,

enn at berjast mót trøllum.

 

91 Tað var snarpi Nornagestur,

vildi ei undan flýggja,

setir niður á Sjúrðar høvur

trinnar hjálmar nýggjar.

 

92 Tað er risin á Leittrabergi,

fátt man honum tálma,

klývur niður av Sjúrðar høvdi

trinnar gyltar hjálmar.

 

93 Sjúrður bindur hjálmin tann,

glógvar sum gullið reyða,

tann hann fekk frá dvørgamoynni

eftir Dagmors deyða.

 

94 Gestur hann stóð honum næst,

ógvuligt at líta:

“Høgg nú, Sjúrður Sigmundarson,

nú man einki á bíta!”

 

95 Høgga títt og líva lítt,

troða jørð um kálva,

bjargamál sang í hvørjum hamri,

vørildin tók at skjálva.

 

96 Tað er Sjúrður Sigmundarson,

letur so orðum lúka:

“Nú er at taka upp listir tær,

eg havi sjáldan brúkað.”

 

97 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

hann kundi væl ta list,

snarliga vendi hann Grana

til at ríða dyst.

 

98 Sjúrður reið tann fyrsta dyst,

stakk hann inn at beini,

ikki beit tá svørðið á

heldur enn knívur á steini.

 

99 Sjúrður reið tann annan dyst,

stakk hann inn at hjarta,

eitrið dreiv til himna hátt,

tá sortnaði sólin bjarta.

 

100 Sjúrður reið tann triðja dyst,

øllum tókti undur,

hjó so risan á Leittrabergi

í miðjum kníggjum sundur.

 

101 Høggur risan á Leittrabergi

av í kníggjum tá:

“Ligg nú her á grønum vølli

Filkussoni hjá!”

 

102 Sjúrður vendi Grana aftur

bæði við gleði og gleim,

svørji eg tann eið á mína trúgv,

hann reið til hallar heim.

 

103 Sjúrður setst í hásætið

alt foruttan ekka,

talar til snarpa Nornagest,

biður hann skeinkja drekka.

 

104 Tá hann hevði drukkið

alla sína lyst,

gramdi hann [seg] um Grana,

sín góða gangarahest.

 

105 Sjúrður gekk til strandar oman

fróur í huga full,

hann fekk har í risans skipi

tjúgu tunnur gull.

 

106 Eg kann ikki kvøða meir,

enn sigst í hesum tátti,

Sjúrður settist í stólin tann,

ið hann sjálvur átti.

 

107 Eg kann ikki kvøða meir,

enn kvøðið er fyri mær,

Sjúrður ræður for Hólmgørðum

líka enn sum áður.

 

CCF 11 Ba

TSB E 124

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók (Dansk folkemindesamling 68), Nr. 83, p. 767

 

Útgávur: 

1. R. Long: Sandoyarbók II, s. 266

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 331.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 5. bind, s. 64

 

Heimild: Úr Sandoy, Johan Mikael Hentze, Jóhan í Uttastovu (1787-1840), Sandi 1825.

 

E 124 Risin av Leittrabergi (Giant wants revenge on Sigurd for his father’s death but is killed)

Ein risi vil vita, hvør ið drap pápa hansara, og ein annar risi sigur honum, at Sjúrður í Hólmgørðum drap pápan. Risin byggir skip, fyllir tað við gulli og fer við tí til Hólmgarðar.

Sjúrður sær skipið nærkast og sendir boðbera at bjóða risanum og monnum hansara í veitslu, um teir vilja halda frið. Risin bítur boðberan sundur í tvey. Hann kemur inn í høllina og krevur skaðabøtur fyri pápa sín.

Sjúrður sýtir, og ógvisligur bardagi brestur á. At enda vinnur Sjúrður á risanum og hevur gullið hjá honum.

á føroyskum: CCF 11 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019