• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Samsons kvæði

 

CCF 113 B

TSB E 136

 

1 Risin liggur í útoyggjunum,

gerst um hjartað trá:

“Hvar vita tit so væna jomfrú,

ið mær er sámi at fá?”

 

Nú lystir meg í dansin at gá,

meðan tær rósur og liljur tær gróa væl,

nú lystir meg í dansin at gá.

 

2 Allir drýptu høvdið niður,

eingin tordi at tala,

uttan Petur, lítin smásvein,

hann gavst ikki við at svara.

 

3 “Dalita í borgunum,

von er hon at sjá,

tykist at vera tín javnlíki,

kundi tú hana fá.”

 

4 “Nú skal taka brøvini tvey,

skriva út til enda,

síðan skalt tú, Petur lítli,

til Dalitu venda.”

 

5 Petur lítli loypur á

sín góða gangarahest,

ríður hann so í Dalitu garð,

sum føtur bera mest.

 

6 Tað var enntá Petur lítli,

heim í garðin fór,

úti frúgvin Dalita

fyri honum stóð.

 

7 “Ver vælkomin, Petur lítli,

higar nú til mín,

drekk nú hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

8 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hálva minni um vín,

onnur havi eg ørindini

higar í dag til tín.

 

9 Hoyr tað, frúgvin Dalita,

trúgva manst tú mær,

nú eru brøvini sunnan komin

risin sendi tær!”

 

10 Svaraði frúgvin Dalita,

tá hon tey brøvini sá:

“Ikki svíki eg harra mín,

so leingi eg liva má.”

 

11 Tað var frúgvin Dalita,

snarliga hon sær vendi,

kastaði hon tey í heita bál,

í reyðum loga brendi.

 

12 Petur lítli loypur á

sín góða gangarahest,

ríður hann so til risans borg,

sum føtur bera best.

 

13 “Ver vælkomin, Petur lítli,

ráðgevari mín!

Hvussu tók frúgvin Dalita

við bønarorðum tín?”

 

14 “Tí svaraði frúgvin Dalita,

tá hon tey brøvini sá:

“Ikki svíki eg harra mín,

so leingi eg liva má.”

 

15 Tað var frúgvin Dalita,

snarliga hon sær vendi,

kastaði hon tað í heita bál,

í reyðum loga brendi.”

 

16 “Nú skal taka øðru tvey,

skriva út til enda,

síðan skalt tú, Petur lítli,

til Dalitu senda.”

 

17 Petur lítli loypur á

sín góða gangarahest,

ríður hann so í Dalitu garð,

sum føtur bera mest.

 

18 Tað var enntá Petur lítli,

heim í garðin fór,

úti frúgvin Dalita

fyri honum stóð.

 

19 “Ver vælkomin, Petur Iítli,

higar nú til mín,

drekk nú hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

20 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hálva minni um vín,

onnur havi eg ørindini

higar nú til tín.

 

21 Hoyr tað, frúgvin Dalita,

trúgva manst tú mær,

nú eru brøvini sunnan komin,

risin sendi tær!”

 

22 Svaraði frúgvin Dalita,

tá hon tey brøvini sá:

“Ikki svíki eg harra mín,

so leingi eg liva má.”

 

23 Tað var frúgvin Dalita,

snarliga hon sær vendi,

kastaði hon tey í heita bál,

í reyðum loga brendi.

 

24 Petur lítli loypur á

sín góða gangarahest,

ríður hann so í risans garð,

sum føtur bera best.

 

25 Tað var enntá Petur lítli,

heim í garðin fór,

úti sjálvur risin

fyri honum stóð.

 

26 “Ver vælkomin, Petur lítli,

ráðgevari mín!

Hvussu tók frúgvin Dalita

við bønarorðum tín?”

 

27 Svaraði frúgvin Dalita,

tá hon tey brøvini sá:

“Ikki svíki eg harra mín,

so leingi eg liva má.”

 

28 Tað var frúgvin Dalita,

snarliga hon sær vendi,

kastaði hon tey í heita bál,

í reyðum loga brendi.”

 

29 “Nú skal taka triðju tvey,

skriva út til enda,”

reyðan ring av armi dró,

“tað skal frúnni senda.”

 

30 Petur lítli loypur á

sín góða gangarahest,

ríður hann so í Dalitu garð,

sum føtur bera best.

 

31 Tað var enntá Petur lítli,

heim í garðin fór,

úti frúgvin Dalita

fyri honum stóð.

 

32 “Ver vælkomin, Petur lítli,

higar nú til mín,

drekk nú hvat tær betur líkar

mjøðin ella vín!”

 

33 Lítið er mær um mjøðin tín,

hálva minni um vín,

onnur havi eg ørindini

higar nú til tín.

 

34 “Hoyr tað, frúgvin Dalita,

trúgva mást tú mær,

her hevur tú tann reyða ring,

ið risin sendi tær!”

 

35 Tað var frúgvin Dalita,

tá hon tann ringin sá,

allur hennara fagri litur

úr kinnunum brá.

 

36 Allur hennara fagri litur

úr kinnunum brá:

“Nú skal svíkja harra mín,

og sjálv leggja til ráð.

 

37 Tú bið hann búgva teir bitru væl

og gyrða seg sjálvan við svørð,

um hann hevur eitt átjan hundrað,

tílíka rákar hann ferð!

 

38 Tú bið hann búgva teir bitru væl

og gyrða sín hest við geira,

um hann hevur eitt átjan hundrað,

tarvdi honum hálva fleiri!”

 

39 Petur lítli loypur á

sín góða gangarahest,

ríður hann so í risans garð,

sum føtur bera mest.

 

40 Tað var enntá Petur lítli,

heim í garðin fór,

úti sjálvur risin

fyri honum stóð.

 

41 “Ver vælkomin, Petur lítli,

higar nú til mín!

Hvussu tók frúgvin Dalita

við bønarorðum tín?”

 

42 “Tað var frúgvin Dalita,

tá hon tann ringin sá,

allur hennara fagri litur

úr kinnunum brá.

 

43 Allur hennara fagri litur

úr kinnunum brá,

nú skal svíkja harra sín,

og sjálv leggja til ráð.

 

44 Hon bað teg búgva teir bitru væl

og spenna teg sjálvan við svørð,

um enn tú hevur eitt átjan hundrað

tílíka rákar tú ferð.

 

45 Hon bað teg búgva teir bitru væl

og gyrða tín hest við geiri,

um enn tú hevur eitt átjan hundrað,

tarvdi tær hálva fleiri.”

 

46 Samson liggur í síni song,

hann kennir so miklan bruna:

“Hoyr tað, tú mín veldiga søta,

eg hoyri hestaduna!”

 

47 Svaraði frúgvin Dalita,

tungu bar hon so snjalla:

“Hetta er ikki mikið fólk,

ið higar kemur til hallar.”

 

48 Tað var væl um midnáttstíð,

herurin trongdi inn,

Bænadit gár til hallardyr,

hann vekir upp harra sín.

 

49 Tað var væl um midnáttstíð,

herurin var á ferð:

“Statt upp, frúgvin Dalita,

tú fá mær skjøld og svørð!”

 

50 Tað er nú, sum ofta er,

gott er við góðan at ráða,

leita nú bæði úti og inni,

um teir kundu brandin fáa.

 

51 Tað var enn, sum ofta er,

illur er góður at sinna,

leita nú bæði úti og inni,

um teir kundu brandin finna.

 

52 Tað var Bænadit, skósvein hans,

snarliga hann sær vendi,

maka svørð av slíðrum dró,

sínum harra sendi.

 

53 Út reið kongurin Samson

eina morguntíð,

feldi meiri enn átjan hundrað,

glaður í grønari líð.

 

54 Út reið kongurin Samson

eina morgunstund,

feldi meiri enn átjan hundrað

í grønari lund.

 

55 Út reið kongurin Samson,

Gud vildi honum hjálpa,

feldi meiri enn átjan hundrað

við einum asinkjálka.

 

56 Tað var kongurin Samson,

heim í garðin fór,

úti frúgvin Dalita

fyri honum stóð.

 

57 “Hoyr tú, Samson, harri mín,

gott má góðum gegna,

lova mær at skeinkja vín

for teg og tínar tegnar!”

 

58 “Hoyr tú tað, mín veldiga søta,

gott má góðum gegna!

Hví skalt tú ikki skeinkja vín

for meg og mínar tegnar?”

 

59 So skeinkir hon Dalita

mjøðin út í vín,

fyrstur sovnaði Samson

fram úr sessi sín.

 

60 So skeinkir hon Dalita

mjøðin fram í høll,

fyrstur sovnaði Samson

síðan hirðin øll.

 

61 Tók hon upp tann lindarsaks,

klipti av kongi hár,

moyggjar hildu á ljósunum,

tað vóru 'Adlis' ráð.

 

62 Stakk hon út hans eygun tvá,

sveipaði tey í ein dúk,

síðan snúðist Dalita

av borgini út.

 

63 Samson liggur í síni song,

kennir so miklan trong:

“Hoyr tað, Bænadit, skósvein mín,

hví er náttin so long?”

 

64 “Hoyr tað, Samson, harri mín!

'Tann eer vinkari Haa',

út eru tygara eygun tvá,

klipt er av tygum hár.

 

65 Tygara song er í blóði drigin,­

stokkin er í sveita,

horvin er frúgvin Dalita,

sum vant er eftir at leita.”

 

66 “Hoyr tað, Bænadit, skósvein mín,

tú ert so nýtur drongur,

eg vil nú í ríkinum

ikki liva longur.”

 

67 Inni lá hann í vetrar,

inni lá hann í tvá,

inntil tann hin triðja,

honum tók at vaksa hár.

 

68 Inntil tann hin triðja,

honum tók at vaksa hár,

settist upp í síni song,

og gerst nú maður knáur.

 

69 “Tað søgdu mær mangir menn,

tá ið eg ungur var,

alt var megi í mínum hári,

tað ið Gud mær gav.

 

70 Eystan undir míni borg

har stendur ein stein so tungur,

higar gekk eg at skemta mær,

helst tá eg var ungur.

 

71 Eystan undir míni borg

har stendur ein tungur stein,

higar gekk eg at skemta mær,

helst tá eg var ein.

 

72 Hoyr tað, Bænadit, skósvein mín,

hvat eg sigi tær,

at tí sama steininum

har skalt tú leiða meg!”

 

73 Bænadit leiddi harra sín

at steininum fram,

hann hevði ikki meiri megi

enn ein annar mann.

 

74 Inni lá hann í vetrar,

inni lá hann í tvá,

inntil tann hin triðja,

tá tók at vaksa hár.

 

75 Inntil tann hin triðja

tá tók at vaksa hár,

settist upp í síni song

og gerst nú maður knáur.

 

76 “Tað søgdu mær mangir menn,

tá ið eg framdi leik,

tólv hevði eg manna megi

hvørjumegin reik.

 

77 Eystan undir míni borg

har stendur ein tungur stein,

har gekk eg at skemta mær,

tá eg var ein.

 

78 Eystan undir míni borg

har stendur ein stein so tungur,

har gekk eg at skemta mær,

helst tá eg var ungur.

 

79 Hoyr tað, Bænadit, skósvein mín,

hvat eg sigi tær,

at teim sama steininum.

har skalt tú leiða meg!”

 

80 Leiddi hann hann at steininum,

sum fimtan á garðin legði,

við aðrari síni hondini

tað syfti hann sær á rygg.

 

81 “Megina havi eg aftur fingið,

tá ið Gud mær gav,

eyguni fái eg ikki aftur

fyrr enn á dómadag.

 

82 Megina havi eg aftur fingið,

tá ið Gud mær sendi,

eyguni fái eg ikki aftur

fyrrenn vørildar enda.

 

83 Nú skal geva frú Kristini

ríkið út í vald,

vit skulu vakta villini stíg,

kanna ókunn lond.

 

84 Nú skal geva frú Kristini

ríki at forsvara:

“Hoyr tað, Bænadit, skósvein mín,

tú skalt til jomfrú fara!

 

85 Tríggjar eru tær ódnarnir,

tú skalt meg í eina leiða,

eldurin og tann djúpi sjógvur

og vatnið tað hitt breiða.”

 

86 Tað var hin ungi Bænadit,

begynnir hann til at leypa:

“Her síggi eg ein hornaljóna,

hann vil os báðar gloypa.”

 

87 “Hoyr tað Bænadit, skósvein mín,

elva tær ongan váða,

við aðrari míni hondini

skal eg hans baki kláa!

 

88 Hoyr tað, Bænadit, skósvein mín,

elva tær ongan vanda,

við aðrari míni hondini

skal eg tann ljónan fanga!”

 

89 Samson leyp á ljónans bak

hugin honum dugdi,

hann hevði ikki annað boksl

enn fingrar, treiv í munni.

 

90 Kykan reiv hann ljónan sundur,

dýrið tað hitt sterka,

tí man ofta gitið vera

Samsons roysnisverkið.

 

91 Tí man ofta gitið vera

Samsons roysnisverkið,

hvør sum kemur í skógvin fram,

hann sær hans handamerki.

 

92 Tá ið teir komu í skógvin fram,

teir komu í størri vanda,

hagar sóu teir risans borgir

á pílarum standa.

 

93 Hagar sóu teir risans borgir

á pílarum stá:

“Vóru tær allar undankiptar,

stóð eg í váða tá.”

 

94 Hoyr tað, Bænadit, skósvein mín,

sig tú mær tað sanna!

Hvussu er borgin innan skikkað

við reystar risans manna?”

 

95 Bænadit gár í hallina inn,

eingin kennir hann

uttan frúgvin Dalita,

ið reyðargull bar á hand.

 

96 Bænadit gár í hallina inn,

eingin ið hann kendi,

uttan frúgvin Dalita,

ið reyðargull bar á hendi.

 

97 “Hoyr tað, Bænadit skósveinur,

hvat eg spyrji teg!

Hvussu livir hann Samson

í gullborgum er?”

 

98 “Tú tarvt ikki minna meg

á Samsonar neyð,

Samson liggur í síni song,

eg óttist hann er deyður.”

 

99 Risin situr í hásæti,

Dalita honum hjá,

meir enn hundrað blámenn

teir sita honum hjá.

 

100 Risin og frúgvin Dalita

sita undir silkitjaldri,

drotning er hon enn sum fyrr,

men tikin við minni valdi.

 

101 Risin situr í hásæti,

Dalita honum hjá:

“Hoyr tað, frúgvin Dalita,

hví fellir tú tár?”

 

102 “Eg var mær við á í gjár,

eg skuldi míni eygun tvá,

misti eg mínar gullringar,

harfor felli eg tár.”

 

103 “Tú grætur ei um gullringar,

ei um aðrar tvá,

tú grætur um tann gamla kall,

tú kanst hann ikki sjá.

 

104 Tú grætur ei um gullringar,

ei um aðrar tríggjar,

tú grætur um tann gamla kall,

tú kanst hann ikki síggja.”

 

105 So grætur hon Dalita,

at skikkjan fleyt í droyra,

Bænadit snúðist av hallini út,

hann kundi tað ikki hoyra.

 

106 Samson liggur á skógnum burt,

leingist honum at bíða,

áðrenn hann sá sín sendisvein

aftur til sín ríða.

 

107 “Hoyr tað, Bænadit, skósvein mín,

sig mær av tí sanna!

Hvussu er borgin innan skikkað

við reystar risans manna?”

 

108 “Risin situr í hásæti,

Dalita honum hjá,

meiri enn hundrað blámenn,

teir slíta honum hjá

 

109 Risin og frúgvin Dalita

sita undir silkitjaldri,

drotning er hon enn sum fyrr,

men tikin við minni valdi.”

 

110 “Hoyr tað, Bænadit, skósvein mín,

hvat eg sigi tær,

eystan undir kirkjuni

har skalt tú grava meg.

 

111 Eystan undir kirkjuni

har liggur mín móðir,

og hann Málak, faðir mín,

men ongan átti eg bróður.”

 

112 Tað var kongurin Samson,

tekur hann til so fast,

tá kom skelkur í risans bróst,

borgin sundur brast.

 

113 Deyður fell kongurin Samson,

undir borgini stóð,

Bænadit fell í fenið niður,

hann sá sín harras blóð.

 

114 Tekur hann hann á bakið sítt,

virkið var ei lætt,

møtti honum erkibisp

kort frá kirkjustætt.

 

115 “Grát tú ikki um harra tín,

tað er frá tí frætt,

hann hevur gjørt so mikið ilt,

fyri Gudi er ikki rætt.”

 

116 Bænadit tekur harra sín,

leggur sær íhjá,

meðan hann høvdið av erkibisp

høggur herðum frá.

 

117 Eystan undir kirkjuni

sum dreingir eiga fold,

gróv hann tað hitt ljósa lík

niður í døkka mold.

 

118 Gróv hann tað hitt ljósa lík

niður í døkka mold,

Bænadit stóð og sá hará,

Hann sortnaði sum ein mold.

 

119 Bænadit reið frá kirkju heim,

ikki mælti mál,

mangan gladdi hann fátækan

eftir Samsonar sál.

 

120 Bænadit reið frá kirkju heim,

ikki mælti orð,

mangan gladdi hann fátækan

yvir sítt egið borð.

 

121 Bænadit reið frá kirkju heim,

óttaðist ongan vanda,

festi frúnna Kristina,

ríki fyri at standa.

 

122 Festi frúnna Kristina,

alt var, sum hann mátti,

settist aftur í ríkið tað,

ið sjálvur Samson átti.

 

Nú lystir meg í dansin at gá,

meðan tær rósur og liljur tær gróa væl,

nú lystir meg í dansin at gá.

 

CCF 113 B

TSB E 136

 

Handrit: Kvæðasavn úr Sandvík. Føroyamálsdeildin. Vol. I, nr. 3. s. 63

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 320

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 27. bind, s. 94.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Hans Pauli Johan-Petersen, Hanus í Lopra (um 1814-1886), Sandvík, 1837 .

 

E 136 Samsons kvæði (Giant makes Delilah hurt and desert her husband Samson, but Samson takes revenge)

Ein risi roynir at tøla Dalilu, drotning Samson kongs. Hon vísir honum frá sær, men at enda nýtir hann ein gandaring at vinna hana við. Dalila hjálpir risanum, tá ið hann loypur á Samson við einum heri, men Samson sigrar. Tá ið hann kemur heim, fær Dalila hann at drekka, til hann sovnar, og síðani stingur hon eyguni úr honum og kutar hárið, har máttur hansara býr, av honum. So rýmir hon frá honum og fer til risans.

Tá ið nakað er fráliðið, er hár Samsons grógvið aftur, og hann varnast, at hann hevur fingið mátt sín aftur. Saman við einum vini fer hann av stað at finna Dalilu. Teir koma til borg risans. Vinurin tryggjar sær, at Dalila og risin eru stødd har. Samson biður vinin síggja til, at hann verður grivin í kirkjugarðinum, og síðani skræðir hann risans borg niður.

Øll inni í henni lata lív, eisini Samson, og vinur hansara jarðar hann. Síðani giftist hann systur Samsons.

á føroyskum: CCF 113 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019