• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Blikimans kvæði

 

Blikimans kvæði

 

CCF 117 C

TSB E 37

 

1 Eg veit eina rímuna,

loyni tað hvør ið kann,

gjørd um kongin Blikimann,

tann erliga borin mann.

 

2 Blikimann vaknar á miðjari nátt,

sigur sín dreym so brátt:

“Undarligt hevur fyri meg borið

alla hesa nátt.”

 

3 Svaraði frúgvin Vendilmjá,

hon rodnaði sum ein droyri:

“Hoyr tú, kongurin, harri mín,

tú lat meg dreymin hoyra!”

 

4 “Eg droymdi, eg var á Ribbaldaheiði,

har var kyndur eldur,

har kom Illfar, kempan sterk,

við øllum sínum frændum.

 

5 Eg droymdi, eg var á Ribbaldaheiði,

har var kynt eitt bál,

har kom Illfar, kempan sterk,

við so mikið skrál.

 

6 Har kom Virgar Valintsson,

ein tann besti,

ormar tveir á svørði hans,

møttust teir á hesti.

7 Virgar hevur verið mín fostursonur,

eingin annar í landi,

hvar eg verði í víggi staddur,

ger hann mær ongan vanda.

 

8 Virgar hevur verið mín fostursonur,

eingin annar í heimi,

hvar eg verði í víggi staddur,

ger hann mær einki meinið.”

 

9 “Hevur Virgar verið tín fostursonur,

ráðið fyri tínari búð,

fyrstur man hann í ráðum vera,

skilja títt høvur frá búk.”

 

10 Blikimann talar við sínar menn,

tógva ella tríggjar:

“Loysið mær út mín gangara grá,

tí nú lystir meg at ríða!”

 

11 Blikimann talar við sveinarnar:

“Tit leggið mær skip í kav,

ongum skal eg griðin geva,

hvør ið mær møtir í dag.”

 

12 Tað var kongurin Blikimann,

hann ríður fram yvir skóg,

hann fann undir eikini liggja

miklan mann og stóran.

 

13 Tað var kongurin Blikimann,

hann gyrdi seg við sítt svørð:

“Statt upp, hertugin í Ósvík,

ver teg nú her!”

 

14 Svaraði hertugin í Ósvík,

hann vildi [ei] undan herja:

“Lova mær at søkja mítt skjold og svørð,

so skal eg mót tær berjast!”

 

15 Svaraði kongurin Blikimann

bæði av grimd og reiði:

“Lovi eg tær at søkja títt skjold og svørð,

so hevur tú lið væl meiri.”

 

16 Hertugin reiv upp eikina,

so er greint fyri mær,

so sló hann til konungin,

Blikimann fell á knæ.

 

17 Tað var kongurin Blikimann,

sínum brandi rúgvar,

snarliga brá hann búgvin brand,

hertugan í Ósvík klúgva.

 

18 Teir søgdu frá, ið har vóru hjá,

at ongar hevði hann glógvar,

men hevði hann havt sítt skjold og svørð,

so hevði hin fallið á lógva.

 

19 Tað var kongurin Blikimann,

hann heim í garðin fór,

úti frúgvin Vendilmjá

fyri honum stóð.

 

20 Inn kemur kongurin Blikimann,

hann turkar sítt svørð í dúki:

“Eg havi hertugan í Ósvík vigið,

skilt hans høvur frá búki.”

 

21 Svaraði hon frúgvin Vendilmjá,

kinn ber hon so reyða:

“Hevur tú hertugan í Ósvík vigið,

tað verður tín egin deyði.”

 

22 “Eg havi hertugan í Ósvík vigið

við mínum gylta svørði,

nú er ikki aftur at taka,

gerningin er gjørdur.”

 

23 Illfar gongur fyri Tíðrik av Bern,

tað er til vinir at gegnast:

“Frændi mín, læna mær nakrar menn,

eg vil mín faðir hevna.”

 

24 Tí svaraði Tíðrikur

í fyrsta orði tá:

“Hvussu nevnir tú mannin tann,

ið tín faðir vá?”

 

25 Illfar svaraði sínum frænda,

tekur til orða svá:

“Blikimann nevni eg kongin tann,

ið mín faðir vá.”

 

26 “Blikimann nevnir tú kongin tann,

ið tín faðir vá,

tú manst ikki, meðan tú livir,

sigur av honum fá.”

 

27 Illfar svaraði sínum frænda,

hann heldur á kylvurunni:

“Ofta hevur vaksið ungum hvølpi

hvassar tenn í munni.”

 

28 Tíðrikur talar við sínar menn

fríður í sævarbylgju:

“Hvør av tykum vestmenningum

vil frænda mínum fylgja?”

 

29 Allir hildu hond fyri munn,

teir ‘firða’ sær við ‘helli’,

tregur er hvør at falla á fót,

síggja vil tá á vølli.

 

30 Tíðrikur so til orða tekur,

leggi sær [hvør] í minni:

“Svarið mær antin nei ella já,

eg biði ikki triðja sinni!”

 

31 “Virgar skal vera vár formaður,

reystastur ein av dreingjum,

høgga so fast á báðar hendur,

standa so væl og leingi.”

 

32 Fimmti hovmenn skrivaðir vóru,

settir við brynjuserki:

Tíðrikur lænti frænda sínum

reyðargullvovið merki.

 

33 Fimti hovmenn skrivaðir vóru,

settir á brynjutátti,

Tíðrikur lænti frænda sínum

níggju hundrað og átta.

 

34 Teir settust í sínar saðlarnar,

hestarnir renna og láta,

villir fóru humlingar,

reystir menn og kátir.

 

35 Fremstur reið Høgni Júkason,

fyrstur í teirra flokki,

ríkur maður so var hann nevndur,

hann situr á Fanndals fossi.

 

36 Teir slógu sítt tjald í grønari mørk

við hógv og hyggju stór,

høgar síggja teir borgir standa

morgun fyri sól.

 

37 Teir slógu sítt tjald í grønari mørk við hógv og hyggju full, høgar síggja teir borgir standa taktar við reyðargull.

 

38 Virgar so til orða tekur:

“Til tess høvum vit evni,

sendið fram eitt sendiboð,

tit svíkið ikki fólk í svøvni!”

 

39 Virgar eigur skósvein tann,

fyrr var hann nevndur í treytum,

valla finst so fljótur hestur,

ið honum tordi at loypa.

 

40 Sendiboð fór til Sikilsoy

konginum ber fram vón:

“Væl siti tú, kongurin Blikimann,

nú beri eg tær vón.

 

41 Nú er komin í oddabragð,

gott er at taka til evna,

Illfar ungi, Tíðriks frændi,

tí sonur vil faðir sín hevna.

 

42 Nú er komin í oddabragð,

væl kann beita brandi,

Illfar ungi, Tíðriks frændi,

frægastur ein í landi.”

 

43 “Betri var tann *reiðraunga

liggja undir eld og eimi

enn ríða innan grøna lund,

reystar kempur royna.

 

44 Hann ger ikki, tann *reiðraungi,

‘firða’ mær ‘í hell’,

spretti eg fingur í ennið á honum,

so liggur hann deyður á vølli.

 

45 Tað er eingin í verøldin[i],

eg ræðist nakað fyri,

uttan Vídrik Verlandsson,

hann er ikki her.”

 

46 Blikimann talar við sínar menn,

tógva ella tríggjar:

“Heintið mær inn mína skemtarbók,

nú vil eg hana síggja!

 

47 Mangar havi eg orrustur havt,

tríggjar og hartil eina,

fekk eg ei á vølli sár,

tað hevur mín [bók] frá greinað.

 

48 Mangar havi eg orrustur havt,

tríggjar og hartil átta,

fekk eg ei á vølli sár,

tað hevur mín [bók] frá váttað.

 

49 Mangar havi eg orrustur havt,

men nú man verða verri,

alt hevur verið so fagnarfrítt,

men av ber henda snerra.

 

50 Tí Virgar veit mín ‘filgjursvøvn’

og eingin annar í landi,

hvar eg verði í stríði staddur,

ger hann mær ongan vanda.”

 

51 “Tú ríð í morgin í oddabragð

at sneiða tær brynjuserkir,

ber so mót í brósti á tær,

tú legg ikki hjartað eftir!

 

52 Tú ríð í morgin í oddabragð

at sneiða tær brynjur bjartar,

ber so mót í brósti á tær,

tú hav ikki eitt kálvahjarta!”

 

53 Tað var kongurin Blikimann,

hann svaraði sum ein mann:

“Eg møti í morgin í høvdingsstríð,

um hestur meg bera kann.”

 

54 Sendiboð fór frá Sikilsoy,

frá kongi ber hann bón:

“Sit væl, Virgar Valintsson,

nú beri eg tær vón!”

 

55 Blikimann klæðir sínar menn

yvir háls og herðar:

“Havið tit nakað manndómsroysni,

so latið tað býtt alt verða!”

 

56 Teir stíga á hestar og ríða sum mest

[um] díkar og bleytar mýrar,

har mátti væl síggjast átjan hundrað

sitja í saðli dýra.

 

57 Fuglar og so alskyns dýr

flyktust har í víggi,

Blikimann kongur og Vølunds evni

møttust teir í stríði.

 

58 Blikimann kongur og Vølunds evni

møttust teir í stríði,

teim bar saman á Ribbaldaheiði,

standa mót snúnum ríðum.

 

59 Blikimann veitir høgg so tung

bæði títt og ofta,

ikki gat Virgar meiri gjørt

enn bera sítt skjold á lofti.

 

60 Ýla taka úlvhundar,

ei mátti ørnin lasta,

hundrað heilt og hartil hálvt,

tað fell í fyrsta kasti.

 

61 Fuglar og so alskyns dýr

flyktust har í víggi,

Blikimann kongur og Vølunds arvi

møttust teir í stríði.

 

62 Blikimann kongur og Vølunds arvi

møttust teir í stríði,

teim bar saman á Ribbaldaheiði,

at standa mót snúnum ríðum.

 

63 Blikimann veitir høgg so tung

bæði títt og ofta,

ikki gat Virgar meiri gjørt

enn bera sítt skjold á lofti.

 

64 Ýla taka úlvhundar,

ei mátti ørnin lasta,

hundrað heilt og hartil hálvt

fell í annað kasti.

 

65 Tá ið Blikimann hetta sá,

at honum var fallið alt liðið:

“Tað sigist so frá í ævintýri,

menn eiga um nætur grið.”

 

66 Svaraðu allir Berings menn:

“Vit elva os ongan váða,

Virgar er vár formaður,

hann skal fyri griði ráða.”

 

67 Síðan reið fram Blikimann kongur

undir tað fenið fríða,

har møtir honum kempan tann,

hann læt fyri honum níga.

 

68 Hann hjó tað í fyrsta sinni

hans skegg og høgra oyra:

“Eg vil vera tín skeggmakar,

tað tarvt eingin baðsker at leiga.”

 

69 Hann høgg tað í annað sinn

hans búk og brynju næst,

snarliga læt so riddari lív,

deyður fell kongur av hesti.

 

70 Virgar stendur á grønum vølli,

sínum roysni lovar:

“Eg havi nú skilt hans høvur frá búk,

tí má hann við friði sova.”

 

71 Svaraði fyrsti av Blikimans monnum,

hann var fyri teim øllum:

“Kærur var eg fyri harra mín,

eg hvíli á hond hans høgru.”

 

72 Svaraði annar av Blikimans monnum,

tá stóð ei til bótar:

“Hvílir tú á kongsins hond,

so snúgvist eg til fóta.”

 

73 Svaraði triði av Blikimans monnum

bæði av angist og harmi:

“Vit skulum tekja vár harras lík,

síðst eti hann ravnar.”

 

74 Hallgerð er tann heiðins kona,

hesa søgubók átti,

Illfar tók við tungulist

og øllum, ið hin átti.

 

75 Illfar tók við tungulist

og øllum, ið hin átti,

settist hann aftur í ríkið tað,

sum Blikimann kongur átti.

 

CCF 117 C

TSB E 37

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access 4).

 

Útgávur: 

1. Danmarks gamle folkeviser IV s. 693.

2. Dimmalætting 06.12-1884.

3. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 20.

4. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 27. bind, s. 147.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Poul Johannesen, Poul í Sakarisstovu  (1791-1859), Sumba, 1847.

 

E 37 Blikimans kvæði (Ominous dream comes true when man is killed by his foster-son)

F, cN: Blikimann kongur droymir ófrættakendan dreym, sum skal tulkast soleiðis, at Virgar Valintsson fer at drepa hann. F: Kongur noktar at trúgva hesum, tí Virgar er fostursonur hansara.

Sum Blikimann kemur ríðandi, hittir hann Hósvík hertuga og drepur hann. D, F, N, S: Sonur Hósvík hertuga Ulfran fer til Tíðrik kong og biður um hjálp at hevna deyða faðir síns. Kongur lænir honum nakrar av monnum sínum, teirra millum Virgar Valintsson.

Boð fara til Blikimann kong at siga honum frá, at teir fara at koma, men tað ørkymlar ikki Blikimann. Í bardaganum, sum spyrst burturúr, drepur Virgar Blikimann kong.

á føroyskum: CCF 117 (eisini á donskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019