• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ragnarlykkja ella Viljorms kvæði

 

Ragnarlykkja ella Viljorms kvæði

 

CCF 12 Ba

TSB E 81 (ør. 1-33)

TSB E 41 (ør. 34-106)

 

1 Kristin eitur Viljorms systir,

henni komst barn á hand,

føddist ikki frægari

í alt suðurland.

 

Sótu tey systkin tvey

            í tann grøna lund,

            sum fagurt tjaldur

fram við Oyrarsund.

 

2 Føddist ikki frægari

í alt suðurland,

ei stendst bróður festnarband,

vandi er komin á hand.

 

3 Viljormur so til orða tekur

fyrsta orðið tá:

“Veitst tú nakra ríka frú,

mær sámir at sova hjá?

 

4 Hvar veitst tú í hesum landi

so vælborið vív,

mær er sámi at sova hjá

um eina aftantíð?

 

5 Hvar veitst tú í hesum landi

so vælborið sprund,

mær er sámi at sova hjá

um eina aftanstund?”

 

6 “Hoyr tað, Viljormur, bróðir mín,

hóast tær líkar tað illa,

tað er so mangt eitt góðsmans barn,

ikki vil vera tín frilla.

 

7 Girtlands kongur dóttur eigur

væna og so vísa,

kanst tú hana til ektar fá,

hon kann títt lív væl prísa.

 

8 Girtlands kongur dóttur eigur

væna og so mæta,

einans er hon arvingin til

guls og landa at gæta.

 

9 Girtlands kongur dóttur eigur,

hava hana menn við orði,

henni er stólur av gulli gjørdur

framman for kongins borði.

 

10 Hon ber ikki bleika brá

undir sínum gula hári,

heldur enn tann fagrasta summarsól,

ið fagurt skín um várið.”

 

11 “Er hon so von og tekkilig,

sum tú sigur frá,

hagar streingi eg eiti mítt,

tað stendst hvat av, ið má.

 

12 Er hon so von og tekkilig,

sum tú sigur til,

hagar streingi eg eiti mítt,

tað stendst hvat av, ið vil.”

 

13 So letur reystur Viljormur

síni skipini gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

14 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

15 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Girtland.

 

16 Higar ið tann snekkjan

kendi fagurt land,

læt hann síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

17 Læt hann síni ankør falla

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Viljormur

sínum fótum á land.

 

18 Fyrstur stígur Viljormur

sínum fótum á land,

slógu sínar *tjaldbúðir

fram við sjóvarstrand.

 

19 Ganga teir frá strondum niðan

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

teir settu knørr í neystið.

 

20 Mitt í miðjum grasagarði

aksla síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

21 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Girtlands kongur við borðið sat

við monnum hundrað fimm.

 

22 Viljormur gekk í hallina inn,

í forðum var tann siður,

hevur alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

23 Viljormur stendur á hallargólvi,

ber upp kvøðu sína:

“Sit væl, reystur Girtlands kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

24 Leingi sat hann Girtlands kongur,

hugsaði um tey ráð,

hvussu hann skuldi Viljormi

eitt hániligt andsvar fá.

 

25 “Tað er ikki tann rennari

sunnan úr Lokans lund,

ikki kemur til Girtlanda

at biðja sær sprund.

 

26 Tað er ikki tann rennari

sunnan úr Lokans líð,

ikki kemur til Girtlanda

at biðja sær vív.

 

27 Tað er ikki tann rennari,

ei tann rennarason,

ikki kemur til Girtlanda

at biðja sær konu.”

 

28 Viljormur so til orða tekur,

sló úr sínum gamni:

“Hesin sami rennarason

hann tykist vera tín javni.”

 

29 Upp steig reystur Girtlands kongur,

hevði ei fleiri orð,

sló so tólv av Viljorms monnum,

høvur fell for borð.

 

30 Tað gjørdi reystur Viljormur,

tað var mest av trega,

brá so upp sín bitra brand,

kongin ætlaði at vega.

 

31 Bardust teir tá innanhallar,

slíkt er mikil vandi,

sundur gekk Viljorms góða svørð

millum hans beggja handa.

 

32 Bardust teir tá innanhallar,

slíkt var mikil undur,

tá gekk Viljorms góða svørð

í tógva lutir sundur.

 

33 Tað mátti hoyrast uttanhallar,

hvat hann vá við knívi,

hundrað heilt og hartil hálvt,

teir tóku so drong av lívi.

 

34 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar sínar,

til at hennara stundum leið,

hon føddi ein svein so fínan.

 

35 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar taldar,

til at hennara stundum leið,

hon føðir ein svein so baldan.

 

36 Tað var tá, sum oftum er,

dult er døpult mein,

frúgvin er gingin í høgaloft,

hon føðir ein ungan svein.

 

37 Sveipar hon hann í klæði væl,

væl skal ríkum falla,

síðan bað hon presti bera,

Hergeir bað hon kalla.

 

38 Barnið varð borið frá kirkju heim

aftur for móður sín,

meira læt hon røkta tað

enn alt sítt gull í skrín.

 

39 Hann vaks upp hjá síni móður

innan for hallargrund,

tað segði mær so mangur maður,

hon duldi hann, alt hon kundi.

 

40 Hann vaks upp hjá síni móður

innar for hallargáttir,

tað segði mær so mangur maður,

hon duldi, alt hon mátti.

 

41 Hann vaks upp hjá síni móður,

Gud gav honum vekst,

meira vaks hann í ein mánað

enn onnur børn í seks.

 

42 Hann var seg á leikvøllum

burt blant aðrar dreingir,

hvønn tann tíð teir vreiðir vóru,

stóð teim stríð av meingi.

 

43 Hann var seg á leikvøllum

burt blant aðrar sveinar,

hvønn tann tíð teir vreiðir vóru,

stóð teim stríð á meini.

 

44 Niður settust sveinarnir,

vreiðir ið teir vóru:

“Líkari var tín faðir at hevnt

enn berja oss so stórum.”

 

45 Niður settust sveinarnir,

vreiðir vóru báðir:

“Líkari var tín faðir at hevnt

enn berja oss so sára.”

 

46 Hann kastaði svørð og herklæði,

hann lysti ei longur at leika,

so gekk hann fyri sína móður

við reyðar kinnar og bleikar.

 

47 “Hoyr tað, mín hin sæla móðir,

sig mær satt ífrá,

hvussu var hann á navni nevndur,

ið mín faðir vá?”

 

48 “Eg kann ikki sannari

siga tær ífrá,

tað var sjálvur Girtlands kongur,

ið tín faðir vá.”

 

49 Hon fekk honum tey herklæði,

øll vóru í blóði drigin:

“Her skalt tú síggja tey herklæði,

hvar í tín faðir er vigin.”

 

50 “Hoyr tað, mín hin sæla móðir,

tú kanst mítt mál væl skilja,

eg havi hvørki vinir ei frændur,

mær til Girtlands fylgja.”

 

51 Tað er hansara sæla móðir,

letur so orðum svara:

“Heiti eg á mínar fornu vinir,

teir nýggju lati eg fara.

 

52 Tað er ikki ein ella tveir,

staddir eru í tí verki:

Sjúrður og snarpi Nornagestur,

Brandur og Virgar sterki.”

 

53 So letur Hergeir Viljormsson

síni skipini gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

54 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

55 Vundu upp síni silkisegl

gull við vovin brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Girtland.

 

56 Higar ið tann snekkjan

kendi fagurt land,

lótu síni akker falla

á so hvítan sand.

 

57 Lótu síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrst steig Hergeir Viljormsson

sínum fótum á land.

 

58 Fyrst steig Hergeir Viljormsson

sínum fótum á land,

Sjúrður og snarpi Nornagestur

undir hans høgru hand.

 

59 Ganga teir frá strondum niðan

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, jørðin skalv,

teir settu knørr í neystið.

 

60 Ganga teir frá strondum niðan,

hørðum vóru klæddir,

reyðargullhjálm á høvdi bóru,

vóru av ongum ræddir.

 

61 Mitt í miðjum grasagarði

akslar síni bond,

tóktist mær sum reyður logi

læk á riddarins hond.

 

62 Mitt í miðjum grasagarði

akslar síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn.

 

63 Og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn,

sum Girtlands kongur við borðið sat

við monnum hundrað fimm.

 

64 Tí svaraði Girtlands kongur

fyrsta orðið tá:

“Hví eru tit so herklæddir

hvar stevna tit tomur á?”

 

65 “Plaga so allir høviskir sveinar

at føra skjøld og svørð,

sigið mær, reystur Girtlands kongur,

hvar mín faðir er!”

 

66 Tað er reystur Girtlands kongur,

letur so orðum byrja:

“Hann havi eg av lívi tikið,

tørvt ei eftir spyrja.”

 

67 “Tá eg fór av suðurlondum,

buddist eg ei við frið,

kongurin, kom av hallini út,

brynja út alt títt lið!”

 

68 Kongurin krevur sín sendisvein,

gott er at taka til evna:

“Tú skalt fara á heiðin lond,

fólki saman stevna.”

 

69 Hann læt sær tað liðið samla,

valdra manna son,

ongan tann av Girtlandi

eftir átti konu.

 

70 Hann fór seg á heiðin lond

at samla saman djór

av teim átjan Blálondum,

sum eingin skín í sól.

 

71 Har kom mangur maður saman

undir kongins hand,

har komu teir jatnir tólv

niðan frá Lurkustrand.

 

72 Har kom mangur maður saman,

so kvøði eg frá vendi,

har kom Tórur úr Trøllabotni,

bar hamar og tong í hendi.

 

73 Har kom mangur maður saman,

so greiði eg frá lúki,

har kom kongins systurson,

bar átta høvur á búki.

 

74 Ragnarlykkja liggur for kongins knæ,

heldur um svørðið langa:

“Hann skal eingin koma í dag,

ikki skal aftur ganga.”

 

75 Ragnarlykkja liggur for kongins knæ,

heldur um svørðsins enda:

“Hann skal eingin koma í dag,

ikki skal aftur venda.”

 

76 Árla var um morgumn,

roðar fyri sól,

tá hevði reystur Girtlands kongur

brynjað út hundrað tólv.

 

77 Hergeir ríður í herin fram,

bæði av ilsku og reiði,

møtti honum vándur Ragnarlykkja,

hann vendi aftur í teirri.

 

78 Fram kom Tórur í Trøllabotni,

hamar í hondum hagdi,

hann hjó mann av Hergeirs liði

í hvørjum viðurbragdi.

 

79 Tað var tá sum oftum er,

mangur er illa greiddur,

Hergeir ræð teim aftur at venda,

hann var av sorgum beiddur.

 

80 Tað var snarpi Nornagestur,

vildi ei undan flýggja,

setir niður á Sjúrðar høvur

trinnar hjálmar nýggjar.

 

81 Sjúrður ríður í herin fram

bæði av ilsku og bræði,

møtti honum vándur Ragnarlykkja,

hann vendi aftur í teirri.

 

82 Tað er vándur Ragnarlykkja,

fátt mundi honum tálma,

klývur niður av Sjúrðar høvdi

trinnar gyltar hjálmar.

 

83 Tað er hin snarpi Nornagestur,

vil ei undan flýggja,

setir niður á Sjúrðar høvur

seks par gyltar hjálmar.

 

84 Sjúrður ríður í herin fram

bæði av ilsku og bræði,

møtti honum vándur Ragnarlykkja,

hann vendi aftur í teirri.

 

85 Tað er vándur Ragnarlykkja,

fátt mundi honum tálma,

klývur niður av Sjúrðar høvdi

seks par gyltar hjálmar.

 

86 Tað var snarpi Nornagestur,

vildi ei undan flýggja,

setir niður á Sjúrðar høvur

níggju par hjálmar nýggjar.

 

87 Sjúrður ríður í herin fram

bæð av ilsku og bræði,

møtti honum vándur Ragnarlykkja,

hann vendi ei aftur úr teirri.

 

88 Høgga títt og líva lítt,

hvørgum mundi bella,

hoyrast mátti langan veg,

sum svørð á brynjum gella.

 

89 Høgga títt og líva lítt,

troða jørð við kálva,

bjargamál sang í hvørjum hamri,

vørildin tók at skelva.

 

90 Sjúrður gav so stórt eitt høgg,

øllum tókti undur,

hjó so vánda Ragnarlykkju

í miðjum kníggjum sundur.

 

91 Tað var vándur Ragnarlykkja,

læt ikki á sær finna,

stubbarnar setti hann niður í jørð,

hann bardist ikki minna.

 

92 “Tað segði mær so mangur maður,

at eg bar høvdið hægri,

nú má eg á stubbum ganga,

nú eri eg ein mun lægri.”

 

93 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

sínum svørði brá,

kleyv so vánda Ragnarlykkju

sundur í lutir tvá.

 

94 Tað er snarpi Nornagestur,

letur ei ráðum dvína,

spreiddi sundur Girtlands her,

hvør sín endan týna.

 

95 Fram kom Tórur í Trøllabotni,

hamar í hondum vá,

tað var hin snarpi Nornagestur,

ið høgdi hans høvur frá.

 

96 Brandur ríður í herin fram,

letur á randi rúka,

hann vá kongins systurson,

høvur av herðum fúka.

 

97 Virgar ríður í herin fram

við Mimmaringi í hand,

so vá hann teir jatnir tólv

niðan frá Lurkustrand.

 

98 So ríður Hergeir Viljormsson

víðan vegin fram,

klývur hvønn um tvøra,

ímót honum rann.

 

99 Klývur hvønn um tvøra,

ímót honum rann,

eftir stóð tá Girtlands kongur

við sín triðja mann.

 

100 Tað var reystur Girtlands kongur,

kreyp undir borgarlið:

“Mín kæri Hergeiri,

tú gev mær grið!”

 

101 “Slíkan skalt tú griðin

av mær tiggja,

sum tú lætst mín sæla faðir

av sínum lívi byggja.

 

102 Slíkan skalt tú griðin

av mær fá,

sum tú lætst mín sæla faðir

av sínum lívi gá.”

 

103 Tað var Hergeir Viljormsson,

sínum svørði brá,

hann kleyv reystan Girtlands kong

sundur í lutir tvá.

 

104 Hann kleyv reystan Girtlands

kong sundur í lutir tvá,

báðar hansara sveinarnar

legði hann honum hjá.

 

105 So riðu teir frændurnir

gjøgnum grøna lund,

hvørki gól tá eftir teim

heykur ei nimman hund.

 

106 So riðu teir frændurnir

gjøgnum grøna líð,

hvørki gól tá eftir teim

heykur ei nimman hýð.

 

            Sótu tey systkin tvey

            í tann grøna lund,

            sum fagurt tjaldur

fram við Oyrarsund.

 

CCF 12 Ba

TSB E 81 (ør. 1-33)

TSB E 41 (ør. 34-106)

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk folkemindesamling 68, Nr. 7, s. 88

 

Útgávur: 

1. R. Long: Sandoyarbók I, s. 48.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 350.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 5. bind, s. 116

 

Heimild: Úr Sandoy, Hans Erichsen, Eiriks-Hanus (1780-1861), Sandi 1821.

 

E 41 Ragnarlykkja ella Viljorms kvæði (Man revenges his father’s death on the king of Gautland)

Viljormur ætlar sær til Girtlands at hevna seg inn á kong, sum hevur dripið faðir hansara. Hann fær nógvar av bestu stríðsmonnunum við sær, teirra millum Sjúrð.

Girtlands kongur savnar hermenn (F, cN: teirra millum fleiri skrímsl. Sjúrður drepur ein av fremstu riddarum kongs.) Eftir tógvið stríð vinnur Viljormur. Hann drepur kong, hóast hann biður um náði. cN: Drotningin býður Viljormi eiturdrykk, men hann skilir vandan og ger av við drotningina.

á føroyskum: CCF 12 Aa ør. 30-71, Ab ør. 28-68, B ør. 34-106, C ør. 38-84, E ør. 35-95 (eisini á norskum)

E 81 Viljorms kvæði (Suitor is rejected and killed by maiden’s father)

Systir Viljorms (frábr. C: mamma, D: kona) fær barn við honum og mælir honum til at finna sær sjálvum konu. Hon biður hann bera upp bønarorð fyri dóttur Girtlands kongi.

Viljormur siglir til Girtlands og biður kong um dóttur hansara. Hann fær háðandi svar. Kongur byrgir fyri hallardyrnar, og menn hansara leggja á Viljorm, sum verður dripin.

á føroyskum: CCF 12 Aa ør.1-29, Ab ør.1-27, B ør.1-33, C ør.1-37, D, E ør.1-34 (bert á føroyskum). Eisini nevnt ”Ragnarlykkja”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019