• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ragnarlykkja ella Viljorms kvæði

 

Ragnarlykkja - Viljorms kvæði

 

CCF 12 E

TSB E 81

 

1 Kristin heitir Viljorms systir, 

henni komst barn á hond, 

føddist ikki frægari 

í øllum suðurlondum. 

 

Sótu tey sytskin tvey 

við ta grønu lund, 

sum fagurt tjald neig uttan við Oyrasund. 

 

2 Føddist ikki frægari 

í øllum suðurlondum, 

ei stendst bróður festnarband, 

vandi er komin á hond. 

 

3 "Hoyr tú Viljormur bróðir mín, 

eg beri um teg trá, 

hví fert tú ikki um londini 

tær javngott vív at fá?" 

 

4 Viljormur so til orða tekur 

fyrsta orðið tá: 

"veitst tú nakra ríka frú, 

sum mær er sámi at fá?" 

 

5 "Tað er so mong í vorum landi 

konga dóttir og jalla, 

girnast ta, ið annar eigur, 

tað mann lukkast valla." 

 

6 "Hvar veitst tú í hesum landi 

so vælborið vív, 

ið mær er sámi at sova hjá 

um eina aftantíð? 

 

7 Hvar veitst tú í hesum landi 

so vælborið sprund, 

ið mær er sámi at sova hjá 

um eina aftanstund?" 

 

8 "Hoyr tað Viljormur bróður mín, 

um enn tað líkar tær illa, 

tað er so mangt eitt góðs mans barn, 

ið ikki vil vera tín frilla. 

 

9 Girtlands kongur dóttur eigur 

væna og so vísa, 

kundi tú hana til ektar fá, 

tú kundi títt lív væl prísa. 

 

10 Girtlands kongur dóttur eigur, 

hava hana menn á orði, 

henni er stólur af gulli gjørdur 

framman at kongins borði. 

 

11 Girtlands kongur dóttur eigur 

væna og so mæta, 

einans er hon arvingi 

til góðs og lond at gæta. 

 

12 Hon ber ikki bleika brá 

undir sínum gula hári 

heldur enn hin fagrasta summarsól, 

ið fagurt skín um várið." 

 

13 "Er hon so væn og tekkilig, 

sum tú sigur frá, 

hagar skal eg streingja mínum 

bønarorðum á. 

 

14 Hagar skal eg streingja mínum 

bønarorðum á, 

biðja dóttur Girtlands kongs, 

tað standist hvat av ið má." 

 

15 So letur hann Viljormur 

síni skipini gera, 

allar letur hann streingirnar 

af reyðargulli vera. 

 

16 Bræddir vóru brandar, 

skorin var hvør stokk, 

stavn og stýri af reyðargulli, 

so var segl í topp. 

 

17 Vindur hann upp síni silkisegl, 

gul við vovin rand, 

strikar ei á bunka niður 

fyrr enn við Girtland. 

 

18 Hagar ið teirra snekkja 

kendi fagurt land, 

læt hann sini akker falla 

á so hvítan sand. 

 

19 Læt hann síni akker falla 

á so hvítan sand, 

fyrstur stígur Viljormur 

sínum fótum á land. 

 

20 Fyrstur stígur Viljormur 

sínum fótum á land, 

sló so sínar tjaldbúðir 

skamt frá sjóvarstrand. 

 

21 Ganga teir frá strondum niðan, 

ríkir menn og reystir, 

lunnar brustu og jørðin skalv, 

teir settu knørr í neystið. 

 

22 Úti í miðjum grasgarði 

akslar hann sítt skinn, 

og so búgvin gongur hann 

í høgar hallir inn. 

 

23 Og so búgvin gongur hann 

í høgar hallir inn, 

sum Girtlands kongur fyri borði sat 

við monnum hundrað fimm. 

 

24 Viljormur gekk í høllina inn, 

í forðum var sá siður, 

hann hevur nú alt í einum orði, 

heilsar og hann biður. 

 

25 Viljormur stendur á hallargólvi, 

ber upp kvøðu sína: 

"sit væl reysti Girtlands kongur, 

tú gev mær dóttur tína." 

 

26 Leingi sat hann Viljormur 

hugsaði um tey ráð, 

hvussu hann skuldi Viljormi 

eitt hánligt andsvar fá. 

 

27 "Tað er ikki tann rennari 

sunnan úr Lokanslund, 

ið ikki kemur til Girtlanda 

til at biðja sær sprund. 

 

28 Tað er ikki tann rennari 

og ei tann rennara son, 

ið ikki kemur til Girtlanda 

til at biðja sær konu." 

 

29 Upp steig reystur Viljormur, 

sló úr sínum gamni: 

"hesin sami rennari 

tykist vera tin javni." 

 

30 Kongurin leyp um borðið fram 

við sín fima fót, 

sló so stong fyri hallardyr, 

at eingin náddi út. 

 

31 Tað gjørdi reysti Viljormur, 

tað var mest af trega, 

brá hann upp sínum bitra brandi 

og kongin ætlaði at vega. 

 

32 Bardust teir tá innan hallar, 

slíkt var mikil vandi, 

sundur gekk Viljorms góða svørð 

millum hans beggja handa. 

 

33 Bardust teir tá innan hallar, 

slíkt var mikið undur, 

tá gekk Viljorms góða svørð 

í tógva luti sundur. 

 

34 Tað mundi hoyrast uttan hallar, 

hvat hann vá við knívi, 

hundrað heilt og hartil hálvt 

teir tóku so drong af lívi. 

 

35 Nú skal falla niður um stund 

og standa við sama ætt, 

til hann Hergeir ungi 

faðir síns deyða frættir. 

 

36 Mælti tá Hergeirs føðursystir, 

var sveipað í hvíta lín: 

"tú vilt ongar hevndir gera 

eftir sæla faðir tínum." 

 

37 Tí svaraði Hergeir ungi: 

"tú kant mítt mál væl skilja, 

eg eigi hvørki vinir ei frændur 

mær til Girtlands at fylgja." 

 

38 Tað var Hergeirs føðursystir, 

hon letur so orðum svara: 

"heita skal á mínar fornu vinir, 

teir nýju lata fara. 

 

39 Tað er ikki ein ella tveir 

staddir í tí verki: 

Sjúrður og snarpi Nornagestur, 

Brandur og Virgar sterki." 

 

40 So letur hann Hergeir 

síni skipin gera, 

allar letur hann streingirnar 

av reyðargulli vera. 

 

41 Bræddir vóru brandar, 

skorin var hvør stokk, 

stavnur og stýri af reyðargulli, 

so var segl í topp. 

 

42 Vindur hann upp síni silkisegl, 

gul við vovin rand, 

strikar ei á bunka niður 

fyrr enn við Girtland. 

 

43 Hagar ið teirra snekkja 

kendi fagurt land, 

lótu teir síni akker falla 

á so hvítan sand. 

 

44 Lótu síni akker falla 

á so hvítan sand, 

fyrstur steig Hergeir Viljormsson 

sínum fótum á land. 

 

45 Fyrstur steig Hergeir Viljormsson 

sínum fótum á land, 

Sjúrður og snarpi Nornagestur 

undir hans høgru hond. 

 

46 Gingu teir frá strondum niðan, 

í herklæðum vóru klæddir, 

reyðargull hjálm á høvdi bóru, 

teir vóru fyri ongum ræddir. 

 

47 Uppi í miðjum grasgarði 

aksla teir síni skinn, 

og so búnir ganga teir 

í høgar hallir inn. 

 

48 Uppi í miðjum grasgarði 

aksla teir síni bond, 

gingu so í høllina inn 

við búgvið svørð í hond. 

 

49 Tá svaraði Girtlands kongur, 

fyrst á orði svá: 

"hví eru tit so herklæddir, 

hvar stevna tit tomur á?" 

 

50 "Plaga so allir høviskir sveinar 

at føra skjøld og svørð, 

sig mær reystur Girtlands kongur 

hvar mín faðir er." 

 

51 Tað er reystur Girtlands kongur, 

letur so orðum byrja: 

"hann havi eg af lívi tikið, 

tú tarft ei eftir at spyrja." 

 

52 "Tá eg for af suðurlondum, 

bjóst eg ei við frið, 

kongur, kom af høllini út, 

og brynja nú alt títt lið." 

 

53 Kongurin krevur sín sendisvein, 

gott er at taka til evna: 

"tú skalt fara á landið út 

fólkið saman at stevna." 

 

54 Hann læt sær tað liðið samla 

valdra manna son, 

eingin hann á Girtlandi 

eftir sat hjá konu. 

 

55 Hann fór sær á heiðin lond 

at samla saman djór 

af teim átjan Blálondum, 

sum eingin skín á sól. 

 

56 Har kom mangur maður saman 

undir kongins hond, 

har komu teir Jaktnir tolv 

niðan frá Lurkustrond. 

 

57 Har kom mangur maður saman, 

so kvøði eg til enda, 

har kom Tórur úr Trøllabotnum, 

bar hamar og tong í hendi. 

 

58 Har kom mangur maður saman, 

so eg tað nú lúki, 

har kom kongins systurson, 

bar átta høvur á búki. 

 

59 Ragnarlykkja fyri kongi stendur, 

heldur um svørðið langa: 

"hann skal eingin koma í dag, 

ið ikki skal aftur ganga." 

 

60 Ragnarlykkja fyri kongi stendur, 

heldur um svørðsins enda: 

"sá kemur eingin higar í dag, 

ið ikki skal aftur venda. 

 

61 Árla var um morgunin, 

tað roðar fyri sól, 

tá hevði reysti Girtlands kongur 

brynjað út hundrað tolv. 

 

62 Brandur tokar í herin fram 

bæði af grimd og reiði, 

møtti honum vondur Ragnarlykkja, 

hann vendi aftur úr teirri. 

 

63 Ragnarlykkja fyri kongi stendur, 

heldur um svørðið langa: 

"sá kemur eingin higar í dag, 

ið ikki skal aftur ganga." 

 

64 Virgar tokar í herin fram 

bæði af grimd og reiði, 

møtti honum vondur Ragnarlykkja, 

hann vendi aftur úr teirri. 

 

65 Mælti tá Sjúrður Sigmundarson, 

stóð har skamt ífrá: 

"betra høvdum vær heima sitið, 

vær fingum ei kongin at sjá." 

 

66 Tað var hin snarpi Nornagestur, 

hann ei vildi undan flýja, 

setur niður á Sjúrðar høvur 

trinnar hjálmr nýjar. 

 

67 Sjúrður tokar í herin fram 

bæði af ilsku og reiði, 

møtti honum vondur Ragnarlykkja 

hann vendi aftur úr teirri. 

 

68 Tað var vondur Ragnarlykkja, 

fátt mundi honum tálma, 

klývur niður af Sjúrðar høvdi 

trinnar gyltar hjálmar. 

 

69 Tað var hin snarpi Nornagestur, 

hann vildi ei undan flýja, 

enn setur hann á Sjúrðar høvur 

seks gyltar hjálmar nýjar. 

 

70 Sjúrður riður í herin fram 

bæði af ilsku og reiði, 

møtti honum vondur Ragnarlykkja, 

hann vendi aftur úr teirri. 

 

71 Tað var vondur Ragnarlykkja, 

fátt mundi honum tálma, 

klývur niður af Sjúrðar høvdi 

seks forgyltar hjálmar. 

 

72 Tað var hin snarpi Nornagestur, 

hann vildi ei undan flýja, 

enn setur hann á Sjúrðar høvur

 

níggju hjálmar nýjar. 

 

73 Sjúrður ríður í herin fram, 

tykist í tí tattur, 

eg svørji tann eið á mína trú, 

nú vendi hann ikki aftur. 

 

74 Teir høgga títt, teir líva lítt, 

troða jørð til kálva, 

dvørgamál sang í hvørjum hamri, 

vørildin tóktist skelva. 

 

75 Gestur ríður í herin fram, 

hann vildi tað útinna, 

spreiddi sundur Girtlandsher, 

tekur lið at tynna. 

 

76 Tað var Brandur Víðferi, 

ríður á grønan vøll, 

hjó af høvdini seks og sjey, 

tey fuku mót kongins høll. 

 

77 Tað var Brandur Víðferi, 

hann reið í herin fram, 

hjó af høvdini seks og sjey 

og feldi ein merkismann. 

 

78 Sjúrður gav so vont eitt høgg, 

øllum tókti undur, 

hjó so vondan Ragnarlykkju 

í miðjum kníjum sundur. 

 

79 Tað var vondur Ragnarlykkja, 

læt ikki á sær finna, 

stubbarnar setti hann niður í jørð 

og bardist ikki minna. 

 

80 "Tað segði mær so mangur maður, 

at eg bar høvdið hægri, 

nú má eg á stubbum ganga, 

nú eri eg ein mun lægri." 

 

81 Teir høgga títt, teir líva lítt, 

ei var barna gaman, 

so hvørt stykki av hann høggur, 

so hvørt rennur tað saman. 

 

82 Svaraði snarpi Nornagestur, 

stóð har skamt ífrá: 

"tú fært ikki dripið hann, 

fært tú ei onnur ráð." 

 

83 Høgga títt, teir líva lítt, 

klúgva tað stálið reina, 

hann risti kross í stubbarnar, 

tá støkk av í beini. 

 

84 Blóð sprakk undan naglarót, 

tá ið Sjúrður spenti alva, 

hann kleyv Ragnars gylta hjálm 

og búkin niður í nalva. 

 

85 Tað var hin snarpi Nornagestur, 

læt ikki ráðini tróta, 

ógvuliga ríður avstað 

herin sundur at bróta. 

 

86 Fram kom Tórur af Trøllabotni 

við hamri í hondum vá, 

tað var hin snarpi Nornagestur, 

hjó hans høvur frá. 

 

87 Virgar ríður í herin fram 

við Mimaring í hond, 

so vá hann teir Jaktnir tólv 

niðan frá Lurkastrond. 

 

88 So reið Hergeir Viljormsson 

víðan vegin fram, 

klývur hvønn um tvørar herðar, 

ið móti honum rann. 

 

89 Klývur hvønn um tvørar herðar, 

ið móti honum rann, 

eftir stóð tá Girtlands kongur 

við sín triðja mann. 

 

90 Tað var Girtlands kongurin, 

kreyp undir borgarlið: 

"mín kæri Hergeir, 

tú gev mær nú grið." 

 

91 "Slíkan skalt tú griðin 

av mær nú fá, 

sum tú læt mín sæla faðir 

við sínum lívi ná." 

 

92 Tað var Hergeir Viljormsson, 

sínum svørði brá, 

síðan kleyv hann Girtlands kong 

sundur í luti tvá. 

 

93 Síðan kleyv hann Girtlands kong 

sundur í luti tvá, 

báðar hansara sveinarnar 

legði hann honum hjá. 

 

94 Teir løgdu niður á Girtlandi 

alt valdra manna lið, 

tóku bæði skært og skreyt, 

riðu so heim við frið. 

 

95 So riðu teir frændurnir 

ígjøgnum grøna lund, 

hvørki gól tá eftir teim 

heykur ella hundur.

 

CCF 12 E

TSB E 81

 

Uppruni: V.U. Hammershaimb: “Færøiske kvæder I”, 1851.

 

Útgávur:

1. V.U. Hammershaimb: “Færøiske kvæder I”, 1851, s. 131

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 360.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 5. bind, s. 143

 

Heimild: V.U. Hammershaimb (1819-1909), Sandavági.

 

E 41 Ragnarlykkja ella Viljorms kvæði (Man revenges his father’s death on the king of Gautland)

Viljormur ætlar sær til Girtlands at hevna seg inn á kong, sum hevur dripið faðir hansara. Hann fær nógvar av bestu stríðsmonnunum við sær, teirra millum Sjúrð.

Girtlands kongur savnar hermenn (F, cN: teirra millum fleiri skrímsl. Sjúrður drepur ein av fremstu riddarum kongs.) Eftir tógvið stríð vinnur Viljormur. Hann drepur kong, hóast hann biður um náði. cN: Drotningin býður Viljormi eiturdrykk, men hann skilir vandan og ger av við drotningina.

á føroyskum: CCF 12 Aa ør. 30-71, Ab ør. 28-68, B ør. 34-106, C ør. 38-84, E ør. 35-95 (eisini á norskum)

E 81 Viljorms kvæði (Suitor is rejected and killed by maiden’s father)

Systir Viljorms (frábr. C: mamma, D: kona) fær barn við honum og mælir honum til at finna sær sjálvum konu. Hon biður hann bera upp bønarorð fyri dóttur Girtlands kongi.

Viljormur siglir til Girtlands og biður kong um dóttur hansara. Hann fær háðandi svar. Kongur byrgir fyri hallardyrnar, og menn hansara leggja á Viljorm, sum verður dripin.

á føroyskum: CCF 12 Aa ør.1-29, Ab ør.1-27, B ør.1-33, C ør.1-37, D, E ør.1-34 (bert á føroyskum). Eisini nevnt ”Ragnarlykkja”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019