• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ragnarlykkja ella Viljorms kvæði

 

Ragnarlykkja ella Viljorms kvæði

 

CCF 12C

TSB E 81 (ør. 1-33)

TSB E 41 (ør. 34-84)

 

1 Kirstin eitur Viljorms móðir,

henni komst barn á hand,

tað fanst ikki frægari frúgv

í øllum Nøríkis land.

 

            Grani bar gullið av heiði,

            brá hann sínum brandi av vreiði,

            Sjúrður vann av orminum.

            Grani bar gullið av heiði.

 

2 Kirstin eitur Viljorms móðir,

henni komst børn á síðu,

tað fanst ikki frægari frúgv

í øllum Nøríkis ríki.

 

3 Viljormur situr í hásæti

og talar til sínar dreingir:

“Hvar vitið tær mín javning vera?

Hugsað havi eg leingi.”

 

4 Viljormur situr í hásæti

og talar til sínar menn:

“Hvar vitið tær mín javning vera?

Hugsað havi eg enn.”

 

5 “Hoyrt havi eg gitið um Girtlands kong,

eigur dóttur vísa,

bæð klók og kenslustór,

kann sítt lív væl prísa.

 

6 Hoyrt havi eg gitið um Girtlands kong,

eigur dóttur mæta,

bæði klók og kenslustór,

kann sítt land væl gæta.

 

7 Girtlands kongur dóttur eigur,

hava hana menn við orði,

henni er stólur av gulli gjørdur

fram av kongins borði.

 

8 Henni buðust mangir menn,

kongasynir og jallar,

hon var seg so biðlavond,

hon segði burtur allar.

 

9 Henni buðust mangir menn,

riddar og so sveinar,

hon var seg so biðlavond,

bað teir sita heima.”

 

10 “Er hon so von og tekkilig,

sum tær sigið frá,

hana streingi eg heiti mítt,

tað stendur mær hugur á.

 

11 Hana skal eg biðja,

tað stendur mær hugur á,

biðja dóttur Girtlands kong,

tað standist hvat av ið má.”

 

12 So letur hann Viljormur

síni skipini búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

13 So letur hann Viljormur

búgva skipini stór,

bæði letur hann á tey laða

virtur og so bjór.

 

14 Bæði letur hann á tey laða

virtur og so bjór,

tó hann siglir í fimtan vetrar,

fattast hann ei fóður.

 

15 Ganga teir til strandar oman

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

tá knørr var drigið úr neysti.

 

16 Bræddu reyðar brandar,

borðini vóru ný,

forgyltir leikaðu ringarnir

upp í miðal ský.

 

17 Bræddu reyðar brandar,

skorin var hvør stokk,

stevnið og stýrið av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

18 Vant hann upp síni silkisegl,

gul og vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Girtlands land.

 

19 Vant hann upp síni silkisegl

bæði gul og blá,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn á Girtlands vág.

 

20 Lítil svein í markina út

goymir smalur og geit,

hann sær skip eftir havi koma,

havnir vil tað leita.

 

21 Allar rekur hann smalur sínar

saman á grønan vøll,

síðan akslar hann kápu blá,

hann gár í kongins høll.

 

22 Síðan akslar hann kápu blá,

hann gár í kongins høll:

“Eg eri meg av einum luti

vísari enn tær øll.

 

23 Eg eri meg av einum luti

vísari enn tær øll,

eg sær skip eftir havi koma,

seglini hvít sum mjøll.”

 

24 “Sært tú skip eftir havi koma,

seglini gul og blá,

vera má ein av høvdingum,

at biðja dóttur vár.”

 

25 Higar teirra snekkjur

kendu fagurt land,

kastar sínum akkerum

á so hvítan sand.

 

26 Kastar sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Viljormur

sínum fótum á land.

 

27 Fyrstur stígur Viljormur

sínum fótum á land,

tólv brynjaðir aðilsmenn

undir hans høgru hand.

 

28 Uppi í miðjum grasagarði

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í hallina høgu inn.

 

29 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Girtlands kongur á borði sat

við *manna hundrað fimin.

 

30 Viljormur stendur á hallargólvi,

ber fram kvøðu sína:

“Sit væl, reysti Girtlands kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

31 Leingi sat hann Girtlands kongur,

tonkti seg til ráð,

hvøssu hann skuldi Viljormi

eitt hániligt andsvar fá.

 

32 “Tað eru og so rennarar,

eystan er lopin um oy,

ikki skal koma til Girtlanda

at festa sær eitt moy.

 

33 Tað eru og so rennarar,

ei tað aðalsbarn,

ikki skal koma til Girtlanda,

sum tykist at vera javni.”

 

34 Viljormur stendur á hallargólvi,

skjýtur upp við gamni:

“Hesin sami rennari tykist

at vera tín javni.”

 

35 Tað var frægur Girtlands kongur,

hevði so fríðan fót,

setti spjót fyri hallardyr,

so eingin náddi út.

 

36 Bardust teir í hallini inni

av so miklum vanda,

sundur gekk Viljorms búgvin brand

mítt ímillum hans handa.

 

37 Frættist tað av hallini út,

hvøssu mangan hann vá við knívi,

hundrað heilt og hartil hálvt,

teir tóku tann drong av lívi.

 

38 Hetta frætti Virgar,

hann heldur á ringinum reyða:

“Nú skal standa stríð í dag,

og hevna mín bróður deyða!”

 

39 Svaraði Virgars móðursystir,

var sum mála bylgja:

“Tú hevur hvørki vinir ei frændur,

tær til Girtlands at fylgja.”

 

40 Til svaraði Virgar,

hann var sum mála bylgja:

“Eg havi bæði vinir og frændur,

tær ei vita 'vilgie'.

 

41 Svaraði hann Virgar,

hann var sum mála bylgja:

“Eg havi bæði vinir og frændur,

mær til Girtlands at fylgja.

 

42 Eg havi meir enn ein ella tveir,

gitið er av tí verki:

Sjúrður og snarpi Nornagestur,

Brandur og Virgar sterki.

 

43 Eg veit meir enn ein ella tveir,

eg eri meir enn sjálvur triði:

Sjúrður og snarpi Nornagestur,

Brandur fylgir við.”

 

44 So letur hann Virgar

sínum skipum búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

45 So letur hann Virgar

búgva skipini stór,

bæði letur hann á tey laða

virtur og so bjór.

 

46 Bæði letur hann á tey laða

virtur og so bjór,

tó hann siglir í fimtan vetrar,

fattast hann ikki fóður.

 

47 Ganga teir til strandar oman

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

tá knørr var drigið úr neysti.

 

48 Bræddu reyðar brandar,

skorin var hvør stokkur,

stevnið og stýrið av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

49 Bræddu reyðar brandar,

borðini vóru blá,

stevnið og stýrið av reyðargulli,

har skein sólin á.

 

50 Vant hann upp síni silkisegl,

gul og vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Girtland.

 

51 Vant hann upp síni silkisegl,

bæði gul og blá,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn á Girtlands vág.

 

52 Lítil svein í markina út

goymir smalur og geit,

hann sær skip eftir havi koma,

havnina vil tað leita.

 

53 Allar rekur hann smalur sínar

saman á grønan vøll,

síðan akslar hann kápu blá,

hann gár í kongins høll.

 

54 Síðan akslar hann kápu blá,

hann gár í kongins høll:

“Eg eri mær av einum luti

vísari, enn tær eruð øll.

 

55 Eg eri mær av einum luti vísari,

enn tær eruð øll,

eg sær skip eftir havi koma,

seglini hvít sum mjøll.”

 

56 “Sært tú skip eftir havi koma,

havnina vil tað stevna,

hetta man vera Virgar,

sín bróður deyða at hevna.”

 

57 Higar teirra snekkjur

kendu so fagurt land,

kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand.

 

58 Kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Virgar

sínum fótum á land.

 

59 Fyrstur steig hann Virgar

sínum fótum á land,

tólv brynjaðir aðilsmenn

undir hans høgru hand.

 

60 Tólv brynjaðir aðilsmenn

undir hans høgru hand,

teir slerdu sínar herbúðir

skamt við sjóvarstrand.

 

61 Har var mikið manna saman

undir kongins hond,

har var av teim jatnum tólv,

tóku tann bulka strong.

 

62 Har var mikið manna saman,

nú lati eg av fúka,

har kom kongins systurson

bar fýra høvur á búki.

 

63 Har var mikið manna saman,

nú lati eg av venda,

har kom Tórur trøllabani,

hann bar hamar í hendi.

 

64 Til svaraði Brandur,

hann stóð har skamt ífrá:

“Vær kalla slíkt miklar mentir vera,

vit skulu kongin sjá.”

 

65 Brandur tokar í herin fram,

bæði av ilsku og vreiði,

møtir hann vándu Ragnarlykkju,

vendi aftur í teirri.

 

66 Møtir hann vándu Ragnarlykkju,

mongum illa greiddi,

mátti so tilbaka heim

við sorg og sára meingi.

 

67 Ragnar gár for kongin,

dregur út svørðið langa:

“Tað kemur eingin higar í dag,

sum ikki skal aftur venda.”

 

68 Til svaraði Virgar,

stóð har skamt ífrá:

“Vit kalla slíkt miklar mentir vera,

vit skulu kongin sjá.”

 

69 Virgar tokar í herin fram

bæði av ilsku og vreiði,

møtir hann vándu Ragnarlykkju,

hann vendi aftur í teirri.

 

70 Møtir hann vándu Ragnarlykkju,

mongum illa greiddi,

mátti so tilbaka heim

við sorg og sára meingi.

 

71 Ragnar gár for kongin

og ræður for konga kníggja:

“Her kemur eingin higar í dag,

sum ikki skal aftur flýggja.”

 

72 Til svaraði Sjúrður,

hann stóð har skamt ífrá:

“Vær halda slíkt miklar mentir vera,

vit skulu kongin sjá.”

 

73 Sjúrður tokar í herin fram

bæði av ilsku og vreiði,

møtu hann vándu Ragnarlykkju,

hann vendi ikki aftur í teirri.

 

74 Ragnar høgg so 'fornu' fast,

øllum tað tóktist undur,

høggur niður á Sjúrðar høvur

tvinnar hjálmar sundur.

 

75 Tað var hin snarpi Nornagestur,

læt ikki á sær síggja,

setir aftur á Sjúrðar høvur

tvinnar hjálmar nýggjar.

 

76 Sjúrður høgg so 'fornu' fast,

øllum tóktist undur,

hann høgg vándu Ragnarlykkju

av um kníggjum sundur.

 

77 Ragnar datt á vøllin niður,

læt ikki á sær finna,

setti stubban niður í jørð,

og bardist ei tess minni.

 

78 Tað var vánda Ragnarlykkja,

var bæði stórur og sterkur,

átjan alin var ryggur hans

upp frá saðil og hesti.

 

79 Tað var frægur Sjúrður,

sínum svørði brá,

hann kleyv vándu Ragnarlykkju

sundur í lutir tvá

 

80 So ríður hann Sjúrður

reystiliga fram,

klývur hvønn um tvørar herðar,

ímót honum rann.

 

81 So ríður hann Sjúrður

ígjøgnum grønan lund,

einki gól tá eftir honum

heykur ella hund.

 

82 So kvittar hann Sjúrður

ígjøgnum grøna líð,

einki gól tá eftir honum

heykur *nimman hýð.

 

83 Sjúrður vann tað slagið,

og so var sagt ífrá,

tað var eingin av Ragnars monnum,

sum eftir livdi tá.

 

84 Kvøðið havi eg kvæði mítt,

við góðum orðum skjaldrað,

danisveinar, gevið ljóð,

men trælar tiga allir!

 

            Grani bar gullið av heiði,

            brá hann sínum brandi av vreiði,

            Sjúrður vann av orminum.

            Grani bar gullið av heiði.

 

CCF 12C

TSB E 81 (ør. 1-33)

TSB E 41 (ør. 34-84)

 

Manuscript: Hanus Hanusson: Fugloyarbók (fyri 1854). AM Access. 4a, nr. 4, s. 65.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 355.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 5. bind, s. 130

 

Heimild: Úr Fugloy. Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík, fyri 1854.

 

E 41 Ragnarlykkja ella Viljorms kvæði (Man revenges his father’s death on the king of Gautland)

Viljormur ætlar sær til Girtlands at hevna seg inn á kong, sum hevur dripið faðir hansara. Hann fær nógvar av bestu stríðsmonnunum við sær, teirra millum Sjúrð.

Girtlands kongur savnar hermenn (F, cN: teirra millum fleiri skrímsl. Sjúrður drepur ein av fremstu riddarum kongs.) Eftir tógvið stríð vinnur Viljormur. Hann drepur kong, hóast hann biður um náði. cN: Drotningin býður Viljormi eiturdrykk, men hann skilir vandan og ger av við drotningina.

á føroyskum: CCF 12 Aa ør. 30-71, Ab ør. 28-68, B ør. 34-106, C ør. 38-84, E ør. 35-95 (eisini á norskum)

E 81 Viljorms kvæði (Suitor is rejected and killed by maiden’s father)

Systir Viljorms (frábr. C: mamma, D: kona) fær barn við honum og mælir honum til at finna sær sjálvum konu. Hon biður hann bera upp bønarorð fyri dóttur Girtlands kongi.

Viljormur siglir til Girtlands og biður kong um dóttur hansara. Hann fær háðandi svar. Kongur byrgir fyri hallardyrnar, og menn hansara leggja á Viljorm, sum verður dripin.

á føroyskum: CCF 12 Aa ør.1-29, Ab ør.1-27, B ør.1-33, C ør.1-37, D, E ør.1-34 (bert á føroyskum). Eisini nevnt ”Ragnarlykkja”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019