• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Lokka táttur

 

CCF 13 B

TSB E 114

 

1 “Eg vil hava sonin frá tær,

kanst tú ikki goyma hann fyri mær?”

 

2  Bóndin heitir á sveinar tvá:

“Biðið Høgnir fyri meg inngá!”

 

3 Áðrenn tey høvdu hálvtalað orð,

tá var Høgnir inn for borð.

 

4 “Hoyr tað, Høgnir, eg tali til tín,

tú skalt goyma sonin mín!”

 

5 Høgnir fór við sveini út,

brúður og bóndi bera sút.

 

6 Høgnir stendur á grønari grund,

svanir sjey tá flugu um sund.

 

7 Høgnir biður vera svein

mitt í knokki fjøður ein.

 

8 ”Ver harí við onga sút,

tá eg kalli, kom tá út!

 

9 Ver harí við onga pínu,

tá eg kalli, kom til mín!”

 

10 Risin loypur goyst um grund,

svanir sjey tá fóru um sund.

 

11 Tann fremsta svanin hann av beit,

hálsin niður í herðar sleit.

 

12 Tá var sveinin komin til sút,

fjøðurin smeyg úr kjafti út.

 

13 Tá var sveinin komin til pínu,

Høgnir kallaði hann til sín.

 

14 Høgnir fer við sveini heim,

brúður og bóndi fagna teim.

 

15 “Her er hin ungi arvin tín,

nú er uppi goymsla mín”

 

16 Bóndin heitir á sveinar tvá:

“Biðið Óðin fyri meg inngá!”

 

17 Óðin gekk í hallina brátt,

nevndur var hann á teirri nátt.

 

18 “Hoyr tú, Óðin, eg tali til tín,

tú skalt goyma sonin mín!”

 

19 Óðin fór við sveini út,

brúður og bóndi bera sút.

 

20 Óðin biður vera svein

mitt í akri aksið eitt.

 

21 Mitt í akri aksið eitt,

mitt í aksi byggkorn eitt.

 

22 “Ver harí við onga pínu,

tá eg kalli, kom til mín!”

 

23 Risin hevur hjarta hart sum horn,

ripar nú fangið fult við korn.

 

24 Tá var sveinin komin til sút,

byggkornið kreyp úr neva út.

 

25 Tá var sveinin komin til pínu,

Óðin kallaði hann til sín.

 

26 Óðin fer við sveini heim,

brúður og bóndi fagna teim.

 

27 “Her er hin ungi arvin tín,

nú er uppi goymslan mín”

 

28 “Eg vildi, mín Lokki væri til,

vita hvussu goymslan ganga vil.”

 

29 Lokki gekk í hallina brátt,

nevndur var hann á teirri nátt.

 

30 “Hoyr tú, Lokki, eg tali til tín,

tú skalt goyma sonin mín!

 

31 Borin til borgir og skarlak reyð,

risin troyggjar á hans deyð.”

 

32 “Skal eg goyma sonin tín,

tá mást tú lúka treytir mínar.

 

33 Tú skalt lata neystið gera,

meðan eg man burtur vera.

 

34 Víðan gluggan sker tú á,

jarnkelvi tá legg har hjá!”

 

35 Lokki fór við svein úr høll,

hann bar hann út á grønan vøll.

 

36 Lokki hann rør nú ytst á klakk,

so er í fornum frøði sagt.

 

37 Lokki hevur ikki fleiri orð,

ongul og stein hann varpar for borð.

 

38 Ongul og steinur við grunnið vóð,

snarliga hyggin hann flundru dró.

 

39 Dregur hann eina, og dregur hann tvá,

triðja hon var svørt at sjá.

 

40 Lokki biður vera svein

mitt í rogni byggkorn eitt.

 

41 “Tú ver harí við onga sút,

tá eg kalli, kom tá út!”

 

42 Lokki rør nú heim til land,

risin stár for honum pá sand.

 

43 Risin svarar so frá sær:

“Lokki, hvar hevur tú verið í dag?”

 

44 “Lítla man eg hava ró,

flakkað og farið um allan sjó.”

 

45 Risin oman sín jarnnakka skjýtur,

Lokki rópar, at hann brýtur.

 

46 Lokki rør við langa lag,

ikki vil jarnnakkin ganga úr stað.

 

47 Lokki svør á sína trú:

“Eg kann betur at stýra enn tú.”

 

48 Risin setst til árar at ró,

jarnnakkin fleyg um allan sjó.

 

49 Risin rør við langan favn,

næstum Lokka aftur um stavn.

 

50 Risin rør nú dikst á klakk,

so er í fornum frøði sagt.

 

51 Risin hevur ei fleiri orð,

ongul og stein hann varpar for borð.

 

52 Ongul og steinur við grunnið veður,

snarliga hyggin hann flundru dregur.

 

53 Dregur hann eina, dregur hann tvá,

tann triðja hon var svørt at sjá.

 

54 Lokki svør á sína list:

“Risin, gev mær handa fisk!”

 

55 Risin svaraði og segði nei:

“Nei, mín Lokki, tú fært hann ei!”

 

56 Hann setti tann fisk [millum kníggja á sær],

taldi hvørt byggkorn, í rogni var.

 

57 Tá var sveinin komin til sút,

byggkornið kreyp úr neva út.

 

58 Tá var sveinin komin til pínu,

Lokki kallaði hann til sín

 

59 “Set teg niður fyri aftan meg,

lat ikki risan síggja teg!”

 

60 Risin rør nú heim til land,

bóndin stár for honum pá sand.

 

61 Sveinin leyp so lættur á land,

ikki merkti spor í sand.

 

62 Risin leyp so tungur á land,

upp til kníggja niður í sand.

 

63 Hann leyp ígjøgnum sitt faðirs neyst,

risin eftir við fullgott treyst.

 

64 Risin stóð í glugga fastur,

jarnkelvið í heysi brast.

 

65 Kelvið fell í heysin inn,

beggja hans eygu út á kinnn.

 

66 Sveinin sipar av megni tá,

beggja hans eygu á kelvi lá.

 

67 Lokki fór við sveini heim,

brúður og bóndin fagna teim.

 

68 “Her er hin ungi arvin tín,

nú er uppi goymsla mín”

 

CCF 13 B

TSB E 114

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk folkemindesamling 68, Nr. 51b, s. 557

 

Útgávur: 

1. R. Long: Sandoyarbók II, s. 136.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 367.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 6. bind, s. 16

 

Heimild: Úr Sandoy. Simon Danielsen, Símun Dánjalsson (1793-1874), Sandi 1822.

 

E 114 Lokka táttur (The gods Odin, Hønir and Loki help farmer hide his son from giant)

(Frábr.: C, D: Ein risi leikar við terningum við ein bónda og vinnur.) Risin krevur at fáa bóndasonin, uttan so at bóndin fær fjalt dreingin fyri risanum. Bóndin ákallar Óðin, sum umskapar dreingin til eitt korn úti á akrinum, men risin finnur hann. Óðin bjargar honum kortini og kemur heim við honum.

Síðani ákallar bóndin Høgna, og hann umskapar dreingin til eina fjøður á einum svanahøvuri. Aftur finnur risin hann, men drongurin verður aftur bjargaður, nú er tað Høgni, sum fer heim við honum.

Loki lovar at fjala dreingin, og hann biður bóndan byggja neyst og seta jarnslá fyri opið. So ger Loki dreingin til eitt rognkorn í einum fiski. Tá ið risin fer út at rógva, fer Loki við honum. Risin fær rætta fiskin, men Loki krógvar dreingin, so risin ikki sær. Tá ið teir koma at landi, rennur drongurin niðan í neystið við risanum í hølunum. Men tá ið risin roynir at sleppa inn í neystið, dettur jarnsláin á hann, og hann fær ikki rørt seg. Síðani verður hann álopin og dripin.

á føroyskum: CCF 13 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019