• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Lokka táttur

 

CCF 13 D

TSB E 114

 

1 Bóndin og risin leikaðu leik, 

risin vann og bóndin veik. 

 

Hvat skal mær harpan 

undir míni hond, 

vil ikki frægur fylgja mær 

á onnur lond. 

 

2 "Eg havi lúkað treytir mín', 

nú vil eg hava sonin tín. 

 

3 Eg vil hava sonin frá tær, 

uttan tú goymir hann fyri mær." 

 

4 Bóndin heitir á sveinir tvá: 

"Biðið Óðin fyri meg inngá. 

 

5 Heitið á Óðin Asakong, 

tá man goymslan gerast long. 

 

6 Eg vildi, mín Óðin veri til, 

vita hvussu goymslan ganga vil." 

 

7 Áður enn teir høvdu hálvtalað orð, 

tá var Óðin inn fyri borð. 

 

8 "Hoyr tú Óðin, eg tali til tín, 

tú skalt goyma sonin mín." 

 

9 Óðin fór við sveini út, 

brúður og bóndi bóru sút. 

 

10 Óðin biður vaksa brátt, 

akurin upp eftir eini nátt. 

 

11 Óðin biður vera svein, 

mitt í akri aksið eitt. 

 

12 Mitt í akri aksið eitt, 

mitt í aksi, byggkorn eitt. 

 

13 "Ver har í við onga pínu, 

tá ið eg kalli, kom til mín! 

 

14 Ver har í við onga sút, 

tá ið eg kalli, kom her út. 

 

15 Risin hevur hjarta hart sum horn, 

ripar nú fangið fult við korn. 

 

16 Ripar nú korn í fang á sær, 

og bitran brand í hendi bar. 

 

17 Og bitran brand í hendi bar, 

hann ætlar at høgga sveinin har. 

 

18 Tá var sveini komin til sút, 

byggkorn kreyp úr neva út. 

 

19 Tá var sveini komin til pína, 

Óðin kallar hann til sín. 

 

20 Óðin fór við sveini heim, 

bóndi og brúður fagna teim. 

 

21 "Her er ungi alvi tín, 

nú er uppi goymslan mín." 

 

22 Bóndin heitir á sveina tvá: 

"biðið Hønir fyri meg inngá!" 

 

23 "Eg vildi, mín Hønir veri til, 

vita, hvussu goymslan ganga vil." 

 

24 Áður enn teir høvdu hálvtalað orð, 

tá var Hønir inn fyri borð. 

 

25 "Hoyr tú Hønir, eg tali til tín, 

tú skalt goyma sonin mín!" 

 

26 Hønir fór við sveini út, 

brúður og bóndi bóru sút. 

 

27 Hønir gongur á grønari grund, 

svanir sjey teir flugu um sund. 

 

28 Fyri eystan flugu svanir tveir, 

niður hjá Hønir settust teir. 

 

29 Hønir biður nú vera svein, 

mitt í knokki fjøður ein. 

 

30 "Ver har í við onga pínu, 

tá ið eg kalli, kom til mín! 

 

31 Ver har í við onga sút, 

tá ið eg kalli, kom her út!" 

 

32 Skrímslið loypur á grønari grund, 

svanir sjey teir flugu um sund. 

 

33 Risin fell tá á sítt knæ, 

tann fremsta svanin fekk hann har. 

 

34 Tann fremsta svanin hann av beit 

hálsin niður í herðar sleit. 

 

35 Tá var sveini komin til sút, 

fjøður smeyg úr kjafti út. 

 

36 Tá var sveini komi til pína, 

Hønir kallaði hann til sín. 

 

37 Hønir fór við sveini heim, 

brúður og bóndi fagna teim. 

 

38 "Her er ungi alvi tín, 

nú er uppi goymsla mín." 

 

39 Bóndin heitir á sveinar tvá: 

"biði Lokka fyri meg inngá!" 

 

40 "Eg vildi mín Lokki veri til, 

vita, hvussu goymslan ganga vil!" 

 

41 Áður enn teir høvdu hálvtalað orð, 

tá var Lokki inn fyri borð. 

 

42 "Tú veitst einki av mínari neyð, 

skrímslið ætlar mín sonar deyð. 

 

43 Hoyr tú Lokki, eg talið til tín, 

tú skalt goyma sonin mín! 

 

44 Goym hann væl, so sum tú kann, 

lat ikki skrímslið fáa hann!" 

 

45 "Skal eg goyma sonin tín, 

tá mást tú lúka treytir mín'! 

 

46 Tú skalt lata neystið gera, 

meðan eg man burtur vera. 

 

47 Víðan glugga sker tú á, 

jarnkelvi legg tú har í hjá!" 

 

48 Lokki fór við sveini út, 

brúður og bóndi bóru sút. 

 

49 Lokki gongur eftir sandi, 

sum skútan fleyt fyri landi. 

 

50 Lokki rør á igsta (ytsta) klakk, 

so er í fornum frøði sagt. 

 

51 Lokki hevur ei fleiri orð, 

ongul og stein hann varpar fyri borð. 

 

52 Ongur og steinur við grunni vóð, 

snarliga hyggin hann flundru dró. 

 

53 Dregur hann eina, dregur hann tvá, 

hin triðja hon var svørt at sjá. 

 

54 Lokki biður nú vera svein, 

mitt í rogni kornið eitt. 

 

55 "Ver har í við onga pínu, 

tá ið eg kalli, kom til mín! 

 

56 Ver har í við onga sút, 

tá ið eg kalli, kom her út!" 

 

57 Lokki rør nú aftur at landi, 

risin stendur fyri honum á sandi. 

 

58 Risin mælti so orðum brátt: 

"Lokki, hvar hevur tú verið í nátt?" 

 

59 "Lítla man eg hava ró, 

flakkað og farið um allan sjó." 

 

60 Risin oman sín jarnnakka skjýtur, 

Lokki rópar, at illa brýtur. 

 

61 Lokki talar so fyri sær: 

"risin, lat meg fylgja tær." 

 

62 Risin tók sær stýri í hand, 

Lokki rør nú út frá land. 

 

63 Lokki rør við langa leið, 

ikki vil jarnnakkin ganga úr stað. 

 

64 Lokki svør við sína trú, 

"eg kann betur stýra enn tú." 

 

65 Risin setist til árar at ró, 

jarnnakkin fleyg um allan sjó. 

 

66 Risin rør við langan favn, 

næstum Lokka aftur í stavn. 

 

67 Risin rør nú á ytsta klakk, 

so er í fornum frøði sagt. 

 

68 Risin hevur ei fleiri orð, 

ongul og stein hann varpar fyri borð. 

 

69 Ongul og steinur við grunni veður, 

snarliga hyggin hann flundru dregur. 

 

70 Dregur hann eina, dregur hann tvá, 

hin triðja hon var svørt at sjá. 

 

71 Lokki svør á sína list: 

"risin, gev mær henda fisk." 

 

72 Risin svaraði og segði nei: 

"nei, mín Lokki, tú fært hann ei." 

 

73 Hann setti fisk millum kníja á sær, 

taldi hvørt korn, í rogni var. 

 

74 Taldi hvørt korn, í rogni var, 

hann ætlaði fanga sveinin har. 

 

75 Tá var sveini komin til sút, 

kornið leyp úr neva út. 

 

76 Tá var sveini komin til pína, 

Lokki kallar hann til sín. 

 

77 "Set teg niður fyri aftan meg, 

lat ikki risan síggja teg! 

 

78 Tú mást leypa so lættur á land, 

ikki merkja spor í sand!" 

 

79 Risin rør so aftur til land, 

beint ímóti hvítan sand. 

 

80 Risin rør at landi tá, 

Lokki snýr jarnnakka frá. 

 

81 Risin skjýtur afturstavn á land, 

sveinur loypur so lættur á land. 

 

82 Risin sær seg upp á land, 

sveinur stendur fyri honum á sand. 

 

83 Sveinur leyp so lættur á land, 

ikki merkti spor í sand. 

 

84 Risin leyp so tungur á land, 

upp til kníja, niður í sand. 

 

85 Sveinur leyp sum hann kundi best, 

leyp ígjøgnum faðirs neyst. 

 

86 Hann leyp ígjøgnum faðirs neyst, 

risin eftir við fullgott treyst. 

 

87 Risin stóð í glugga fastur, 

jarnkelvið í heysi brast. 

 

88 Lokki var tá ikki seinur, 

hjó av risanum annað beinið. 

 

89 Risin heldur at tí gaman, 

sárið grøddi snart til saman. 

 

90 Lokki var tá ikki seinur, 

hjó av risanum hitt annað beinið. 

 

91 Hjó av honum, hitt annað bein, 

kastaði millum stokk og stein. 

 

92 Sveinur hyggur á við gaman, 

hvussu risin leyp bæði sundur og saman. 

 

93 Lokki fór við sveini heim, 

brúður og bóndi fagna teim. 

 

94 "Her er ungi alvi tín, 

nú er uppi goymslan mín. 

 

95 Eg havi hildið trú fyri vist, 

nú hevur risin lívið mist."

 

CCF 13 D

TSB E 114

 

Uppruni: V.U. Hammershaimb: “Færøiske kvæder I”, 1851

 

Útgávur: 

1. V.U. Hammershaimb: “Færøiske kvæder I”, 1851, s. 140

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 373.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 6. bind, s. 30

 

Heimild: V.U. Hammershaimb (1819-1909), 1851

 

E 114 Lokka táttur (The gods Odin, Hønir and Loki help farmer hide his son from giant)

(Frábr.: C, D: Ein risi leikar við terningum við ein bónda og vinnur.) Risin krevur at fáa bóndasonin, uttan so at bóndin fær fjalt dreingin fyri risanum. Bóndin ákallar Óðin, sum umskapar dreingin til eitt korn úti á akrinum, men risin finnur hann. Óðin bjargar honum kortini og kemur heim við honum.

Síðani ákallar bóndin Høgna, og hann umskapar dreingin til eina fjøður á einum svanahøvuri. Aftur finnur risin hann, men drongurin verður aftur bjargaður, nú er tað Høgni, sum fer heim við honum.

Loki lovar at fjala dreingin, og hann biður bóndan byggja neyst og seta jarnslá fyri opið. So ger Loki dreingin til eitt rognkorn í einum fiski. Tá ið risin fer út at rógva, fer Loki við honum. Risin fær rætta fiskin, men Loki krógvar dreingin, so risin ikki sær. Tá ið teir koma at landi, rennur drongurin niðan í neystið við risanum í hølunum. Men tá ið risin roynir at sleppa inn í neystið, dettur jarnsláin á hann, og hann fær ikki rørt seg. Síðani verður hann álopin og dripin.

á føroyskum: CCF 13 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019