• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Greivin av Jansalín

 

Greivin av Jansalín

 

CCF 130 B

TSB E 12

 

1 Tað var greivin av Jansalín,

hann talar til faðir sín:

“Eg vil ríða meg upp á land

at royna roysni mín.”

 

2 “Eg vil geva tær hestin tann,

kanst tú hann væl at greiða,

so gongur hann tann tjúkka skara

sum eftir ta grønu heiði.

 

3 Eg vil geva tær hestin tann,

kanst tú honum væl at stýra,

so gongur hann tann tjúkka skara

sum eftir tær grønu *líðir.

 

4 Eg vil geva tær hjálmin tann,

bint hann væl í band,

so finnur tú kongin tann,

ið eitur harra Valuvant.”

 

5 Tað var greivin av Jansalín,

hann helt undir grønar *líðir,

sá hann harran Ívar blá

ímóti sær at ríða.

 

6 Møtir honum harra Ívar blá

undir so grønar *líðir:

“Ert tú ein argur herjanssonur,

hvat veg vilt tú ríða?”

 

7 “Eg eri eingin herjanssonur,

heldur enn sjálvur tú,

ert tú av góðum kongakyni,

vita, royn teg nú!”

 

8 Tað var greivin av Jansalín,

hann bindur sín hjálm í band,

hjálmurin skar so sára við,

tað hoyrdi hans faðir í land.

 

9 Tað var greivin av Jansalín,

sínum svørði brá,

hann kleyv harran Ívar blá

sundur í lutir tvá.

 

10 Jomfrú stendur í glasglugga,

sær hon út so víða,

hon sær ein so frægan kappa

á leikvøllinum ríða.

 

11 Hon sær ein so frægan kappa

á leikvøllinum ríða:

“Tílíkan vildi eg kosið mær,

hevði tað staðið til mín.”

 

12 Hann hevði upp sína høgru hond,

gav henni høgg á tenn,

blóðið dreiv í barmin niður,

sóu tað mangir menn.

 

13 Tað var greivin av Jansalín,

ríður við borgum fram:

“Er her nakar innanhallar,

ið Ívar hevna kann?”

 

14 Tað var kongurin Valuvant,

stóð í sínum kyrtli reyð:

“Hví man greivin av Jansalín

spyrjast um sín deyð?”

 

15 Tað var kongurin Valuvant,

vildi ei undan flýggja,

setir nú á høvur sítt

trinnar hjálmar nýggjar.

 

16 Tað var greivin av Jansalín,

sínum svørði brá,

tað var kongurin Valuvant,

fyri hans fótum lá.

 

17 “Hoyr tú, greivin av Jansalín,

vilt tú ikki lata meg doya,

eg gevi tær jomfrú Solitu,

mín sjálvs er festarmoy.”

 

18 “Gevur tú mær jomfrú Solitu,

festarmoynna tína,

eg gevi tær ungu Gunnhildu moy,

so væna systur mína.”

 

19 Tað var greivin av Jansalín,

reið innan grøna lund,

hvørki gól tá eftir honum

heykur ella hund.

 

20 Møtti hann sínum sæla faðir

við átjan hundrað at stríða:

“Hoyr tað, mín hin sæli sonur,

nú hevur tú undan flýað!”

 

21 “Eg vá harra Ívar blá,

illa mundi honum behaga,

hann hevur borið skjold og svørð

í allar sínar dagar.

 

22 Eg vá harra Ívar blá,

illa mundi honum líka,

hann vá niður í einum víggi

trinni kongaríki.

 

23 Tað var kongurin Valuvant,

bað meg ikki lata seg doya,

hann gav mær jomfrú Solitu,

hans sjálvs er festarmoy.

 

24 Hann gav mær jomfrú Solitu,

festarmoynna sína,

eg gav honum jomfrú Gunnhildu,

so væna systur mína.”

 

25 Tað var greivin av Jansalín,

hann var av kongakyni,

møtti honum Ísin kongur

við ellivu sínum synum.

 

26 Vænir eru Ísins synir,

hvar teir beita branđi,

men av bar greivin av Jansalín,

kappin av tí landi.

 

CCF 130 B

TSB E 12

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM. Access. 4).

 

Útgávur:

1. Danmarks gamle Folkeviser IV. Udgivet 1869-83 af Svend Grundtvig , s. 739.

2. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 83.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 28. bind, s. 14.

 

Heimild: Úr Suðuroy:  Anna Sofía Maria Joensdatter, Anna Sofía á Skála (1822-1863), Vági, 1848.

 

E 12 Greivin Gansalín (Challenger defeats opponent who gets him a bride)

Gansalín greivi sigur mammu síni (cF: pápa sínum), at hann vil sleppa at royna styrki sína í bardaga. Hon gevur honum ross, og hann fer av stað. Hann møtir manni og drepur hann, og stutt aftaná er hann í hornatøkum við ein annan mann. (D, F: Bardagin hoyrist so langt sum heim til Gansalín og teirra). Hann sigrar á mótstøðumanninum (cF: drepur hann, N: teir eru javnir), og hin bjóðar honum unnustu sína (N: systur sína; D: Gansalín tekur ikki av og kjósar sær systrina í staðin. N, F: Hin maðurin fær systur Gansalín afturfyri) - D, N: Brúdleyp verður hildið, og brúðurin (N: brúðargentan) dugir sær ikki magamát. cD, N: Hon drepur fleiri av monnunum, ið eru gestir har, cN: og hetta fær øði í Virgar Valintsson, sum drepur hana. - F: Gansalín giftist. Á heimleið við brúður síni møtir hann pápa sínum, sum er farin av stað við einum heri at hevna Gansalín, sum teir halda er dripin.

á føroyskum: CCF 130 Greivin av Jansalín (eisini á donskum og norskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019