• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Álvur kongur

 

CCF 14 C

TSB E 58

 

1 Álvur kongur og rekkar hans,

gitið man vera tess,

teir vóru ikki færri saman

enn níggju reisir seks.

 

2 Álvur stendur á hallargólvi,

mælir um sín vilja:

“Mín hevur mágur sent mær boð,

hvat man hann mær vilja?”

 

3 Svaraði hans dýra drotning,

silki situr og tvinnar:

“Um tú finnur faðir mín,

har mást tú lítið vinna.”

 

4 Svaraði hans dýra drotning,

silki situr og vevur:

“Um tú finnur faðir mín,

har kanst tú lítið gera.”

 

5 Inn kemur ein kolatrælur,

tekur til at lúgva:

“Ringt er veður av skýum í dag,

tað kunnu ei fuglar flúgva.”

 

6 Til svaraði kolatrælur,

tungu bar so balda:

“Ringt er veður av skýum í dag,

tað kunnu ei fuglar halda.”

 

7 Til svaraði Álvur kongur,

so er sagt, hann segði:

“Hann kemur ei í ferð við mær,

ið hasi orðini segði.”

 

8 Til svaraði Álvur kongur,

so er sagt fyri mær:

“Hann kemur ei í ferð við mær,

ið hasi orðini bar.”

 

9 Inn kemur ein kolatrælur,

tekur til at lúgva:

“Gott er veður á skýum í dag,

har kunnu fuglar flúgva.”

 

10 Inn kemur ein kolatrælur,

tungu ber so balda:

“Gott er veður á skýum í dag,

so gott munnu fuglar halda.”

 

11 Tóku teir tann flóðdreka,

skutu út í hav.

Har kom maður og mælir so:

“Kongurin, veit mær far!”

 

12 “Hoyr tú tað, tú mikli maður,

farið veiti eg tær,

vilt tú standa í allan dag

og stýra tann sjó hjá mær.”

 

13 So var veður á sjónum hart,

at ódnir mátti kalla,

so stýrir hann kolatrælur,

at báðum borðum hallar.

 

14 So var veður á sjónum hart,

at ódnir mátti heita,

so stýrir hann kolatrælur,

at inn dreiv mjøllin hvíta.

 

15 Justinus tók kolatræl

og varpar niður í skut:

“Nógvir eru slíkir stýrimenn

her í havi út.”

 

16 Justinus tók kolatræl,

varpar niður í kjøl:

“Nógvir eru slíkir stýrimenn

upp í hesari ferð.”

 

17 So var veður á sjónum hart,

at ódnir mátti kalla,

so stýrir hann Justin jallur,

at hvørgum borði hallar.

 

18 So var veður á sjónum hart,

at ódnir mátti heita,

so stýrir hann Justin jallur,

at frá dreiv mjøllin hvíta.

 

19 Áslakur stóð í grasgarði,

reyðargull bar á hendi,

so tók hann tær ørnir tvær

og út í havið sendi.

 

20 Svaraði lítil smásveinur

á bunka sum hann stendur:

“Hvat er tað fyri grimir hestar

yvir havið ganga?”

 

21 “Hetta eru eingir hestar,

hetta eru eingi ross,

hatta eru ramar illgerningar,

reistar móti oss.”

 

22 Justin jallur tók rúnarkelvi,

varpar út á sjógv,

einki máttu illgerningar,

tað slætnaði sum á lógv.

 

23 Áslakur gekk í grasgarði,

reyðargull bar á hendi,

hann tók aftur ørnir tvær

og út á sjógvin sendi.

 

24 Tað var lítil smásveinur,

á bunka sum hann stendur:

“Hvat er tað fyri grimir hestar,

yvir havið ganga?”

 

25 “Hetta eru eingir hestar,

hetta eru eingi ross,

hetta eru ramar illgerningar,

reistar móti oss.”

 

26 Justin jallur tók rúnarkelvi,

varpar út á sjógv,

einki mátti illgerningar,

tað slætnaði sum á lógv.

 

27 Áslakur gekk í grasgarði,

reyðargull bar á hendi,

hann tók triðju ørnir tvær

og út á sjógvin sendi.

 

28 Svarað lítil smásveinur,

á bunka sum hann stendur:

“Hvat er tað fyri grimir hestar,

yvir havið ganga?”

 

29 “Hetta eru eingir hestar,

hetta eru eingi ross,

hetta eru ramar illgerningar,

reistar móti oss.”

 

30 Justin jallur tók rúnarkelvi,

varpar út á sjógv,

einki máttu illgerningar,

tað slætnaði sum á lógv.

 

31 Kastaði síni akkeri

á so hvítan sand,

tá var illi Áslakur

riðin niður til strand.

 

32 “Vel vælkomin, Álvur kongur,

higar nú til mín,

lopnir eru fimtan vetur,

síðan eg væntaði tín.

 

33 Ver vælkomin, Álvur kongur,

ver vælkomin her,

lopnir eru fimtan vetur,

síðan eg læt veitslu gera.

 

34 Tað stendur ein borg í grasagarð,

groypt við harðar greppar,

har skal Álvur inni drekka

við allar sínar rekkar.”

 

35 Til svaraði Álvur kongur:

“Tað skal eg ráða mær sjálvur,

ikki skal mær fylgja meira

enn rekka sveigurin hálvur.”

 

36 Álvur er gingin í glæstriborg

við allar sínar rekkar,

kongurin talar til falsaran:

“Tú gev teim sterkt at drekka!<

 

37 So skeinkir hann falsarin

mjøðin og vín,

fyrstur sovnaði hann Álvur kongur

fram úr sessi sínum.

 

38 So skeinkir hann falsarin

mjøðin út í høll,

fyrstur sovnaði Álvur kongur

og síðan hirðin øll.

 

39 Falsarin gár fyri kongin:

“Nú er liðið sovnað.”

“Tað skal kosta høvur títt,

letur tú mjøðin dovna.”

 

40 Enn tá mintist Áslakur,

hvat verið hevði fyrr,

hann kyndi eld í báðar galvar,

legði stokkar fyri dyr.

 

41 Stokkar eru av stáli gjørdir,

groyptir við harðar greppar,

Álvur og rekkar inni vóru,

teir náddu ei út at sleppa.

 

42 Vaknaði fyrsti av monnum Álvs,

tá tók eldur at rúka:

“Her rýkur eldur á henda eld;”

hann legði seg sekan at sova.

 

43 Vaknaði annar av monnum Álvs,

tá tók eldur at loga:

“Her rýkur eldur á henda eld;”

hann legði seg sekan at sova.

 

44 Vaknaði triði av monnum Álvs,

tá tók eldur at brenna:

“Skjúrta mín er sveittastorkin,

hitan má hon kenna.”

 

45 Seinast vaknar Justin jall,

tá var økt til dags,

tá tóku teirra hjálmar at renna

rætt sum skyggið vaks.

 

46 Til svaraði Justin jall:

“Oss er kyndur eldur,

vekjum sjálvan kongin upp,

tað fýsir oss heldur.”

 

47 Stokkar eru av stáli gjørdir,

groyptir við hørðum greipum:

“Takið nú bæði skjøld og svørð

og berið nú borg av neipum!”

 

48 Gingu teir í galvin fram

við skjøld og brynju blá,

tað var henda mikla borg,

á grønum vølli lá.

 

49 Gingu teir í galvin fram,

tóku á so fast,

tað var henda mikla borg,

í tógva lutir brast.

 

50 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

tá hevði illi Áslakur

brynjað út hundrað tólv.

 

51 Álvur stendur á grønum vølli,

spentur við gyltar gjarðir,

ein kom geirin fyri hans bróst,

deyður fell hann til jarðar.

 

52 Allar feldi hann Álvs menn

við stál og stinnum brandi,

ein bar livandi boðini

oman aftur til strandar.

 

53 Allar vá hann Álvs menn

við stál og brandi bjarta,

ein bar livandi boðini

oman til Rókin svarta.

 

54 Hoyrast mátti langt á leið,

Rókurin blæs í lúður,

riðu teir tá frá strondum niðan

Finnur og Hálvdan prúði.

 

55 Hoyrast mátti langt á leið,

tá Rókurin blæs í lúður,

riðu teir tá frá strondum niðan

Steffan og Rókurin reyði.

 

56 Riðu teir frá strondum niðan

Steffan og Rókurin reyði,

rivu upp stóru eikikelvi

og slógu mann til deyða.

 

57 Til svaraði Rókur svarti,

heldur á ringi reyða:

“Standið nú so menniliga,

hevnið harra deyða!”

 

58 Til svaraði Rókur svarti,

heldur á ringi bjarta:

“Standið nú so menniliga,

havið ei kálvahjarta!”

 

59 Rivu upp stóru eikikelvi,

slerdu mann til heljar,

dvørgamál sang í hvørjum fjalli,

verøldin tók at skelva.

 

60 So ríður hann Rókur svarti,

gjørdi góðar gripir,

feldi niður av øllum nú

tíggju fyri hvørja sipun.

 

61 So ríður hann Rókur svarti,

ongum gav hann grið,

Áslakur er kropin

undir borgarlið.

 

62 Áslakur stendur í grasagarði,

sorgina mundi hann troyta,

hann visti sær eingi onnur ráð

uttan á Óðin at heita.

 

63 Áslakur stendur í grasagarði,

reyðargull bar á hond,

hann visti sær eingi onnur ráð,

heitir á Óðin kong.

 

64 “Hoyr tú, Óðin, æsa kongur,

vilt tú hjálpa mær?

Tólv merkur í reyðargulli

vil eg geva tær.

 

65 Tólv merkur í reyðargulli

tað skal vera títt,

vilt tú, Óðin, æsa kongur,

loysa høvur mítt?”

 

66 Ein kom maður á leikvøll fram,

eingin ið hann kendi,

hann hevði eyga eitt í heysi,

finskan boga í hendi.

 

67 Ein kom maður á leikvøll fram,

so er frá at greina,

hann hevði eyga eitt í heysi,

knepta brók á beini.

 

68 Tað var reysti Rókur svarti,

vildi ei undan flýggja,

hann kleyv burt av Óðins høvdi

tríggjar hjálmar nýggjar.

 

69 Tað var reystur Óðin kongur,

vildi ei undan flýa,

setti aftur á høvur sítt

tríggjar hjálmar nýar.

 

70 Tað var reysti Rókur svarti,

vildi ei undan flýa,

hann kleyv burt av Óðins høvdi

tríggjar hjálmar nýar.

 

71 Tað var reysti Óðin kongur,

vildi ei undan flýa,

setti aftur á høvur sítt

tríggjar hjálmar nýar.

 

72 Tað var reysti Rókur svarti,

vildi ei undan flýa,

hann kleyv burt av Óðins høvdi

tríggjar hjálmar nýar.

 

73 Tað var reysti Rókur svarti,

hann kendi ongum hóv,

hann hjó av honum hjálmar,

hann nakin eftir stóð.

 

74 Hann hjó av honum hjálmar,

brynjuna av spretti,

nakin stóð hann Óðin kongur

á jørðini eftir.

 

75 Tað var reystur Óðin kongur,

fór í jørðina niður:

“Tær gevi eg nú, Rókur svarti,

lukku og fagran sigur.”

 

76 Tað var reysti Rókur svarti,

sínum svørði brá,

síðan kleyv hann Áslak kong

sundur í lutir tvá.

 

77 Eg kann  ikki kvøða tað,

hini kvøða ei við,

Rókurin hevndi harra sín

í níggjunda lið.

 

78 Eg kann ikki kvøða

tað, eg ikki kann,

Rókurin hevndi harra sín

í níggjunda mann.

 

CCF 14 C

TSB E 58

 

Handrit: Savn Hammershaimbs AM, Access. 4c I [1].

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 383.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 6. bind, s. 57

 

Heimild: Úr Viðoy: Ole Olesen, Ólavur Ólavsson í Innistovu (1784-1866), Hvannasundi 1853. 

 

E 58 Álvur kongur (Man killed by his father-in-law is revenged by his warriors)

cF, S: Álvur ger av at fara at vitja verfaðir sín, Ásmund kong, hóast kona hansara ávarar hann. F: Á vegnum kemur skipið í ódnarveður. F, S: Kongur býður honum at vera væl komin, men um náttina setir hann eld á húsini, sum Álvur svevur í (S: eftir ráðum Óðins). S: Álvur doyr, men menn hansara hevna hann. F: Tað eydnast Álvi og monnum hansara at bróta seg út úr húsunum, og síðani verður bardagi. Óðin er uppií, tá ið Álvur verður dripin, men menn hansara hevna hann.

á føroyskum: CCF 14 (eisini á svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019