• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Álvur kongur

 

CCF 14 D

TSB E 58

 

1 Eina veit eg rímuna

gjørd er út í Frans,

tað vóru ikki frægari saman

enn Álvur og rekkar hans.

 

            Gyltan spora veri mitt fótaspenni,

            so temji eg mín gangara góða, lati renna.

 

2 Álvur kongur og rekkar hans

hava tað menn við orði,

har mátti eingin ganga til borðs,

sum ognar 'orine aabori'.

 

3 Álvur kongur og rekkar hans

hoyrt havi eg gitið tess,

tey vóru ikki færri saman

enn níggju sinni seks.

 

4 Draga teir sínar sjódrekarnar

oman úr tøttum neysti,

tá stóð fast í *knarrarhæli,

men tá gekk fram og goysti.

 

5 Draga teir sínar sjódrekarnar

oman á saltan maka,

maður kom á bergið oman:

“Og kongur veit mær far.”

 

6 “Hoyr tú tað ungi maður,

farið skalt tú fá,

vilt tú standa í allan dag

stýra tann bylgju blá.

 

7 Hoyr tað tú ungi maður,

farið veit eg teg,

vilt tú standa í allan dag

og stýra sjó for meg?”

 

8 Hildu so í havið út,

sum ei var tá at fíra,

so mundi hann Justan jallur

sjálvur ganga at stýra.

 

9 So var veður á sjónum hart,

at ódnum mátti líta,

so stýrdi hann Justan jallur,

at frá dró mjøllin hvíta.

 

10 So var veður á sjónum hátt,

ódnin mátti kalla,

meðan stýrdi hann Justan jallur

at hvørgum borð at halla.

 

11 So var veður á sjónum hátt,

ógvuligt at líta,

tá stýrdi hann Justan jallur,

at beinir knørrir flýta.

 

12 Til svaraði Álvur kongur

av so miklum vanda:

“Hvat er hetta fyri hestarið,

sum eftir havi ganga?”

 

13 “Hetta eru eingi hestarið,

ei heldur onnur ross,

tað eru ramar illgerðir,

sum reistar [eru] eftir oss.

 

14 So var veður á sjónum hátt,

ódnin eftir stóð,

so stýrdi hann Justan jall,

úr skjúrtu vant hann blóð.

 

15 So stýrdi hann Justan jall,

úr skjúrtu vant hann blóð:

“Tað kenni eg á sjálvum mær,

ei verður ferðin góð.”

 

16 So var veður á sjónum hátt,

aldan reisist frá grunni,

voldi tað óndi Ásmundur kongur,

illgerningar kundi.

 

17 Átta dagar Álvur kongur

í eysturmáli stendur,

so stýrdi hann Justan jall,

at blóði vant hendur.

 

18 Átta dagar Álvur kongur

í eysturmáli stóð,

so stýrdi hann Justan jall,

úr skjúrtu vant hann blóð.

 

19 So var veður á sjónum hátt,

snekkjan fleyt í streymi:

“Hoyrið oss allir mínir menn,

sigið mær tygara dreymar!”

 

20 Svaraði reysti Justan jallur,

fyrstur var hann á orðum:

“Fyrstur má eg mínar dreymar siga,

fátt má feigum forða.

 

21 Tað var mín hin fyrsti dreymur,

tá ið eg heima fór,

eldur leikar á øllum teim,

við Álvi kongi vóru.

 

22 Tað var mín hin annar dreymur,

tá ið eg heima sigldi,

eldur leikar á øllum teim,

ið Álvi kongi fylgdu.

 

23 Tað var mín hin triði dreymur,

tá ið eg heima var,

allir stoyttust á drekans borð

og duttu so niður í kav.”

 

24 So var veður á sjónum hart,

snekkjan fleyt í droyra:

“Hoyrið oss allir mínir menn,

meg lystir ei dreymir hoyra.”

 

25 Higar teirra tann snekkja

kendi fagurt land,

kastaðu akkerum sínum

á so hvítan sand.

 

26 Kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Álvur kongur

sínum fótum á land.

 

27 Fyrstur steig hann Álvur kongur

sínum fótum á land,

tað var hin illi Ásmundur,

ríður niður til strand.

 

28 “Ver vælkomin Álvur kongur

higar nú til mín,

drekk nú hvat tær betur líkar

mjøðin ella vín.

 

29 “Ver vælkomin Álvur kongur

vilt tú mær tað trúgva,

lidnir eru fimtan vetur,

síðan eg læt veitslu búgva.

 

30 Í grasgarði stendur ein stova,

takt við marmarsteini,

har skal Álvur inni hvíla

við øllum tínum sveinum

 

31 Í grasgarði stendur ein stova

takt við marmar 'getrer'

har skalt tú Álvur inni hvíla

'vi ødl tui neagri feer'.”

 

32 Tí svarað Álvur kongur:

“Má eg ráða sjálvur,

mær skal fylgja frá strandir

ein rekka 'sainri' hálvur.

 

33 Ganga teir frá strandum niðan,

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

tá knørr var drigin í neystið.

 

34 Upp í miðjum grasgarði

har aksla teir síni skinn,

og so búnir ganga teir

í stórar borgir inn.

 

35 So skeinkir hann falsarin

mjøðin út í vín,

fyrstur sovnaði Álvur kongur

fram úr sessi sín.

 

36 Og so skeinkir hann falsarin

mjøðin inn í hall,

fyrstur sovnaði Álvur kongur,

síðan hirðin all.

 

37 Falsarin gongur fyri kongin:

“Nú er liðið sovnað.”

Kongurin talar til falsaran:

“Tú [lat] ikki mjøðin dovna!”

 

38 Enntá mintist Ásmundur kongur,

hvat verið hevði fyrr:

“Laðið eld í báðar galvar,

og stokkar fyri dyr!

 

39 Laðið eld í báðar galvar

stokkar fyri dyr,

brennið so inni Álvun kong

alt hans valda lið!”

 

40 Vaknaði fyrsti av rekki Álvi,

tá tók eldur at loga:

“Her er royk av 'hende reig',”

løgdu seg søtir at sova.

 

41 Vaknaði annar av rekkum Álvi,

tá tók eldur at brenna:

“Mín er skjúrtan av sveittan storkin,

til hita má eg kenna.”

 

42 Vaknaði triði av rekki Álvi,

tá var økt til dags:

“So tóku várir hjálmar at renna

rætt sum skyggið vaks.”

 

43 Síðstur vaknaði Justan jallur:

“Tygum er kyndur eldur,”

vekir sjálvan kongin upp,

“Tað má tykkum fýsa heldur”.

 

44 “Vak upp, vak upp, Álvur kongur,

sveinar eru komnir í vanda,

eldur er lagdur í báðar galvar,

og stokkar fyri durum standa.”

 

45 Tí svaraði Álvur kongur

verið hevði leikum:

“Takum vára breiða skjøldur,

berið borgir av neipum!”

 

46 Tí svaraði Álvur kongur

braka tók í høll:

“Mundu ikki neipir staðið við,

hevði inni verið Bjørn.”

 

47 Sveinar gingu í borgarkálvi,

øllum tóktist undur,

borgir brutu í tógva lutir,

neipir gingu sundur.

 

48 Stokkar vóru hvør av stáli gjørdir

við harðum groyptar knút,

rekkar Álvs vóru innibyrgdir,

náddu nú allir út.

 

49 Stokkar vóru hvør av stáli gjørdir

groyptir við hørðum grettir,

rekkar Álvs vóru innibyrgdir

náddu nú út at sleppa.

 

50 Reystur var sagdur Álvur kongur,

væl má á honum skína,

hann kom út á víðan vøll har

við øllum rekkum sína.

 

51 Og so ríður hann Álvur kongur,

so reystiliga fram,

klývur hvønn um tvørar herð[ar],

sum móti honum rann.

 

52 Klývur hvønn um tvørar herðar,

ímóti honum rann,

eftir stóð tá Ásmundur kongur

við sín triðja mann.

 

53 Ásmundur gongur í grasgarði víða

gongur 'savn tigie geavu’,

'Rerur í loga' í lúða blæsur,

hann hevði dýra Óðans navn.

 

54 “Hoyr tú Óðin nasadjarvi,

dugnað veit tú mær,

tólv merkur í reyðargulli

vil eg geva nú tær.”

 

55 Óðin hvarv úr sessi burtur,

hann var maðurin versti,

hann kom aftur í øðrum líki

á einum kolsvørtum hesti.

 

56 Óðin hvarv úr sessi burtur

fáir finnast slíkir,

hann kom aftur í øðrum líkt,

í flogdreka líki.

 

57 Og so ríður Álvur kongur,

reystiligur fram

klývur hvønn um tvørar herðar,

sum móti honum rann.

 

58 Klývur hvønn um tvørar herðar,

móti honum rann,

eftir stóð hann Óðin kongur

við sín triðja mann.

 

59 Óðin stoyttist í jørðina niður

undan brynju blá,

hann kom upp á baki hans,

gav honum banasár.

 

60 Óðin hvarv úr sessi burtur

undir brynjubelti,

hann kom upp á baki hans,

Álvin kong hann feldi.

 

61 Ganga teir frá strondum niðan,

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

tá knørr var drigin í neystið.

 

62 Ganga teir frá strondum niðan,

Rókur og Ringur prúði,

Steffan á so mangan hátt,

Hálvdan blæs í lúður.

 

63 Ganga teir frá strondum niðan,

grimt var teim í huga,

ríva upp stóra eikikelvi,

tykja ei vínið duga.

 

64 “Kongurin gav oss gull og silvur

mangar ringar reyðar,

standið nú so manniliga

hevnið vár harras deyða!

 

65 Kongurin gav oss gull og silvur

mangar ringar bjartar,

standið nú so manniliga

hevnið vár harras hjarta.”

 

66 Og so ríður Rókurin svarti

reystiligani fram,

klývur hvønn um tvørar herð[ar],

móti honum rann.

 

67 Klývur hvønn um tvørar herð[ar],

móti honum rann,

eftir stóð hann Óðin kongur

við sín triðja mann.

 

68 Tað var reysti Óðin kongur

stoyttist í jørðina niður:

“Teg biði eg nú Rókurin svarti

lív og fagran sigur.”

 

69 Tí svaraði Rókurin svarti,

helt undir grønan líð:

“Tí gavst tú mær lív og frið,

tordi ei mín at bíða.”

 

70 So ríður hann Rókurin svarti

gjøgnum grønan líð,

einki gól tá eftir honum

heykur og ella hýð.

 

71 So ríður hann Rókurin svarti

igjøgnum grønan lund,

einki gól tá eftir honum

heykur ella hund.

 

72 Eg kann ikki kvøða meir,

enn kvøðið er for meg,

Rókurin svarti hevndi Sniolv

í níggjunda liði.

 

            Gyltan spora veri mítt fótaspenni,

            so temji eg mín gangara góða, lati renna.

 

CCF 14 D

TSB E 58

 

Handrit: Hanus Hanusson: Fugloyarbók (fyri 1854). AM Access. 4a, nr. 96, s. 392.

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 387.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 6. bind, s. 67

 

Heimild: Úr Fugloy. Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík, fyri 1854.

 

E 58 Álvur kongur (Man killed by his father-in-law is revenged by his warriors)

cF, S: Álvur ger av at fara at vitja verfaðir sín, Ásmund kong, hóast kona hansara ávarar hann. F: Á vegnum kemur skipið í ódnarveður. F, S: Kongur býður honum at vera væl komin, men um náttina setir hann eld á húsini, sum Álvur svevur í (S: eftir ráðum Óðins). S: Álvur doyr, men menn hansara hevna hann. F: Tað eydnast Álvi og monnum hansara at bróta seg út úr húsunum, og síðani verður bardagi. Óðin er uppií, tá ið Álvur verður dripin, men menn hansara hevna hann.

á føroyskum: CCF 14 (eisini á svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019