• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Álvur kongur

 

CCF 14 Fa

TSB E 58

 

1 Álvur kongur og rekkar hans,

gitið man vera tess,

teir vóru ikki fleiri saman

enn níggju synir og seks.

 

            Fuglin í fjøruni hann eitur más,

            silkiknept er húgva hans,

            er knept um hans hár.

            Fuglin í fjøruni.

 

2 Teir skjóta sínum sjódreka

út á saltan maka,

har kom maður á bergið oman:

“Kongur, veit mær farið!”

 

3 “Hoyr tú tað, tú ungi maður,

farið skalt tú fá,

vilt tú standa í allan dag

og stýra mót bylgju blá?

 

4 Hoyr tú tað, tú ungi maður,

farið veiti eg tær,

vilt tú standa í allan dag

og stýra tann sjó for mær?”

 

5 Tá var veður á sjónum hart,

ódnir mátti kalla,

so stýrdi hann Jústin jall,

at hvørgum borði hallar.

 

6 Tá var veður á sjónum hart,

ódnir mátti líta,

so stýrdi hann Justin jall,

at frá dreiv mjøllin hvíta.

 

7 Talaði hann Álvin kongur,

skipið vant í streymar:

“Heilir, allir mínir menn,

tit sigið mær tygra dreymar!”

 

8 Tá svaraði Jústin jall,

hann brast fyrstur á orði:

“Hoyr tú, kongurin, harri mín,

fátt kann feigum forða!

 

9 Tað var mín hin fyrsti dreymur,

tá eg heiman fór,

logi leikar um allar teir,

við Álvin kongin vóru.

 

10 Tað var mín hin annar dreymur,

tá eg heiman sigldi,

logi leikar um allar teir,

við Álvin kongin fylgdu.

 

11 Tað var mín hin triði dreymur,

tá eg gekk heiman av,

allir stoyttust av drekans borð,

gingu har allir í kav.”

 

12 Tá svaraði Álvur kongur,

skipið vant í droyra:

“Heilir, allir mínir menn,

meg lystir ei dreymar at hoyra!”

 

13 Vøn var teirra snekkja,

hon kendi fagurt land,

kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand.

 

14 Teir kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Álvin kongur

sínum fóti á land.

 

15 Fyrstur steig hann Álvin kongur

sínum fóti á land,

albrynjaður Justin jall

undir hans høgru hond.

 

16 Albrynjaður Justin jall

undir hans høgru hond,

tá var illi Ásmund kong

riðin til sjóvarstrond.

 

17 “Tú ver vælkomin, Álvin kongur,

góður vinur mín,

lidnir eru fimtan vetur,

síðan eg væntaði tín.”

 

18 Tá svaraði Álvur kongur,

væl kundi tungu skilja:

“Hevur mín mágur sent mær boð,

hvat man hann mær vilja?”

 

19 “Ver vælkomin, Álvin kongur,

vilt tú mær tað trúgva,

lidnir eru fimtan vetur,

síðan eg læt veitslu búgva.

 

20 Í mín garð har stendur ein stova,

takt við hvíta lín,

har skalt tú, Álvur, inni sova

við øllum rekkum tín.

 

21 Í mín garð har stendur ein stova,

takt við marmor bjarta,

har skalt tú, Álvur, inni sova

við øllum tínum rekkum.”

 

22 Tá svaraði Álvur kongur:

“Má eg ráða sjálvur,

mær skal niðan til hallar fylgja

rekkasveigurin hálvur.”

 

23 Gingu tá frá strondum niðan

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

teir drógu sín knørr í neystið.

 

24 Mitt í miðjum grasagarði

aksla teir sítt skinn,

og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn.

 

25 Og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn,

sum Ásmund kongur á borði sat

við *manna hundrað fimm.

 

26 Ásmundur talar til skeinkjaran

alt foruttan ekka:

“Skonk honum vín og væl gott horn,

tú bið hann sita og drekka!”

 

27 Og so tekur falsarin

kerið út í hond,

so gekk hann í kjallaran,

sum mjøður lá í bland.

 

28 So skeinkir hann falsarin

mjøðin út í vín,

fyrstur sovnaði Álvur kongur

fram úr sessi sín.

 

29 So skeinkir hann falsarin

mjøðin út í høll,

fyrstur sovnaði Álvur kongur,

síðani hirðin øll.

 

30 Falsarin gongur for Ásmund:

“Nú er liðið sovnað,”

Ásmundur talar til falsaran:

“Tú lat ikki mjøðin dovna!”

 

31 Enntá mintist Ásmundur,

hvat verið hevði fyrr,

kyndi eld á báðar galvar,

stokkar fyri dyr.

 

32 Kyndi eld á báðar galvar,

stokkar fyri gátt,

brendi inni Álvin kong

á teirri somu nátt.

 

33 Hvør var stokkur av stáli groyptur,

riðin í harðar knútur,

rekkar Álvs vóru innibyrgdir,

náddi nú eingin út.

 

34 Hvør var stokkur av stáli groyptur,

riðin við harðar grattar,

rekkar Álvs vóru innibyrgdir,

náddi nú eingin at sleppa.

 

35 Vaknaði fyrsti av rekkum hans,

tekur eldur at rúka:

“Her er roykur á henda royk,”

hann legðist so tryggur at sova.

 

36 Vaknaði annar av rekkunum,

tá tók eldur at brenna:

“Mín er skjúrtan sveittastorkin,

hita man hon kenna.”

 

37 Vaknað triði av rekkunum,

tá var skamt til dags:

“Nú taka vára hjálmar at renna

rætt sum skyggjað vaks.”

 

38 Síðan vaknaði Jústin jall:

“Oss er kyndur eldur.

Vekið sjálvan kongin upp,

tað man oss fýsa heldur!”

 

39 Seinast vaknaði Álvur kongur,

verið hevði í leiki:

“Takið vára reyða skjold

og berið borgum á neipum!”

 

40 Sveinar gingu í hallarkálv,

........ tókti undur,

borgin brast í fýra lutir,

neipar gingu sundur.

 

41 Hvør var stokkur av stáli groyptur,

riðin við harðar knútar,

rekkar Álvs vóru innibyrgdir,

náddu nú allir út.

 

42 Hvør var stokkur við stáli greiptur,

riðin við harðar grettar,

rekkar Álvs vóru innibyrgdir,

náddu nú allir at sleppa.

 

43 Tað var reysti Álvur kongur,

lítið mundi honum tað,

hann slapp út á víðan vøll

við øllum rekkum sínum.

 

44 So reið reysti Álvin kongur,

fór ikki hart við verki:

“Setið nú á teir kongar fimm!”

Sætti var jals son sterki.

 

45 So reið reysti Álvur kongur,

fór ikki hart við vákni:

“Setið nú á teir kongar fimm,

allir saman í sókni!”

 

46 Og so ríður Álvur kongur

reystiliga fram,

klývur hvønn um tvørar herðar,

móti honum rann.

 

47 Klývur hvønn um tvørar herðar,

móti honum rann,

eftir stóð hann Ásmund kongur

við sín triðja mann.

 

48 Ásmundur gongur í grasagarð,

úr skjúrtu vant hann sveita:

“Eg veit eingi sýnari ráð,

nú er á Óðin at heita.”

 

49 Ásmundur gongur í grasagarð,

reyðargull á hond,

níggju ferðir í lúður blæsur,

hann heitir á Óðin kong.

 

50 “Tólv merkur í reyðargulli

vil eg geva tær,

kemur tú fram á grønan vøll

og loysir høvur av mær.”

 

51 Har kom maður á leikvøll fram,

eingin ið hann kendi,

eygað hevði hann eitt í heysi,

finskan boga í hendi.

 

52 Har kom maður á leikvøll fram,

hann vigaði eggjateini,

eygað hevði hann eitt í heysi,

knept var brók á beini.

 

53 “Tólv merkur í reyðargulli

skalt tú geva mær,

gangi eg fram á grønan vøll

at loysa høvur av tær!”

 

54 Tað var reysti Álvur kongur,

lítið mundi honum tað tálma,

hann høgg niður av Óðins høvur

tvinnar gyltar hjálmar.

 

55 Tað var illi Óðin kongur,

vildi ei undan flýggja,

setir aftur á høvur sítt

fýra hjálmar nýggjar.

 

56 Tað var reysti Álvur sterki,

lítið mundi honum tað tálma,

hann høgg niður av Óðin kongi

fýra nýggjar hjálmar.

 

57 Tað var illi Óðin kongur,

vildi ei undan flýggja,

setti aftur á høvur sítt

átta hjálmar nýggjar.

 

58 Tað var reysti Álvur kongur,

lítið mundi honum tað tálma,

høgdi niður av Óðins høvdi

átta nýggjar hjálmar.

 

59 Óðin stoyttist í jørðina niður

undir kápu blá,

hann kom upp á baki hans,

gav honum banasár.

 

60 Óðin stoyttist í jørðina niður,

undan sínum vendi,

hann kom upp á baki hans,

sjálvan kongin feldi.

 

61 Hann kom upp á baki hans,

hann kundi tað ikki vara,

geirin kom tá for hans bryst,

deyður fall hann til jarðar.

 

62 Nú skal lætta ljóði av,

eg kvøði ikki longur á sinni,

nú skal taka upp annan tátt,

vilja tit leggja í minni!

 

63 Gingu teir frá strondum niðan,

Ringur og Dopul prúði,

teimum fylgdi Rókurin svarti,

og Hálvdan blæs í lúður.

 

64 Tá svaraði Rókurin svarti,

kinn bar hann so reyða:

“Nú skal standa stríð um stund,

at hevna mín harras deyða!”

 

65 Tað var reysti Rókurin svarti,

lítið mundi honum tað tálma,

hann høgg niður av Óðins høvdi

tvinnar gyltar hjálmar.

 

66 Tað var illi Óðin kongur,

vildi ei undan flýggja,

setir aftur á høvur sítt

fýra hjálmar nýggjar.

 

67 Tað var reysti Rókurin svarti,

lítið mundi honum tað tálma,

hann høgg niður av Óðins høvdi

fýra gyltar hjálmar.

 

68 Tað var illi Óðin kongur,

vildi ei undan flýggja,

setti aftur á høvur sítt

átta hjálmar nýggjar.

 

69 Tað var reysti Rókurin svarti,

lítið mundi honum tað tálma,

hann høgg niður av Óðins høvdi

átta gyltar hjálmar.

 

70 Nakin flýddi Óðin kongur

aftur í jørðina niður:

“Tær gevi eg, Rókurin svarti,

lív og fagran sigur.”

 

71 Tað var reysti Rókurin svarti,

helt undir grønar líðar:

“Tí gavst tú mær grið og frið,

tú tordi ikki mær at bíða.”

 

72 So ríður hann Rókurin svarti

reystiliga fram,

klývur hvønn um tvørar herðar,

móti honum rann.

 

73 Hann kleyv hvønn um tvørar herðar,

móti honum rann,

eftir stóð hann Óðin kongur

við sín triðja mann.

 

74 Tá svaraði Rókurin svarti,

fyrsta orðið tá:

“Einum hálsi vildi eg náað,

áðrenn eg vendi frá.”

 

75 Ásmundur so til orða tók,

annað orðið tá:

“Í hvat hálsi vilt tú náa,

áðrenn tú vendi frá?”

 

76 Aftur svaraði Rókurin svarti,

tagt hevði leingi:

“Tínum hálsi vildi eg náað,

ongum geitadreingi.”

 

77 Tað var reysti Rókurin svarti,

sínum svørði brá,

hann kleyv illa Ásmund kong

sundur í lutir tvá.

 

78 So ríður hann Rókurin svarti

gjøgnum grøna lund,

hvørki gól tá eftir honum

høkur ella hund.

 

79 So ríður hann Rókurin svarti

gjøgnum grøna líð,

hvørki gól tá eftir honum

høkur nimman hýð.

 

80 So ríður hann Rókurin svarti

við so miklan ófrið,

tað er mær av sonnum sagt,

hann hevndi í níggjunda lið.

 

81 Nú kann eg ikki kvøða longur,

kent var tað mær:

Rókurin svarti hevndi Álv

í níggjunda knæ.

 

            Fuglin í fjøruni hann eitur más,

            silkiknept er húgva hans,

            er knept um hans hár.

            Fuglin í fjøruni.

 

CCF 14 Fa

TSB E 58

 

Handrit: Koltursbók. Føroyamálsdeildin. No. 12, p. 71.

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 394.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 6. bind, s. 87

 

Heimild: Úr Koltri. Thomas S.P. Rasmussen (1822-1908 ), Koltri, fyri 1848.

 

E 58 Álvur kongur (Man killed by his father-in-law is revenged by his warriors)

cF, S: Álvur ger av at fara at vitja verfaðir sín, Ásmund kong, hóast kona hansara ávarar hann. F: Á vegnum kemur skipið í ódnarveður. F, S: Kongur býður honum at vera væl komin, men um náttina setir hann eld á húsini, sum Álvur svevur í (S: eftir ráðum Óðins). S: Álvur doyr, men menn hansara hevna hann. F: Tað eydnast Álvi og monnum hansara at bróta seg út úr húsunum, og síðani verður bardagi. Óðin er uppií, tá ið Álvur verður dripin, men menn hansara hevna hann.

á føroyskum: CCF 14 (eisini á svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019