• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Arngríms synir

 

CCF 16 B

TSB E 53 (ør. 60-95)

TSB 90 (ør. 1-59)

 

1 Arngrímur eigur eina borg,

stendur á høgum fjalli,

ellivu eigur hann synir sær,

tólvti er kappin snjalli.

 

Nú siglir edilingur av norðri,

            blíður rennur byrur millum borða.

 

2 Ellivu eigur hann synir sær,

ið eikini undir býr,

ein er kappin reystur av teim,

hann eitur Angantýr.

 

3 Ellivu eigur hann synir sær,

væl kunnu beita brandi,

Angantýr er ein avrekskappi,

komin av Bjarnalandi.

 

4 Angantýr er á leikvøllum,

talar við sínar dreingir:

“Hvar vita tær mín javnlika,

tað havi eg hugsað leingi?”

 

5 Sveinar svara sínum harra

og taka til orða svá:

“Hoyrt hava vit gitið Uppsala kong,

væna dóttur ár.

 

6 Uppsala kongur dóttur eigur,

væna og so mæta,

kundi tú hana til ektar fá,

hon mundi tíni lond væl gæta.”

 

7 “Er hon so væn og tekkilig,

sum tú sigur frá,

kongadóttur eg biðja skal,

tað stendst hvat av ið má!”

 

8 So letur kappin Angantýr

síni skipini gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

9 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru ný,

gyltir leika veðurringar

upp í miðjan ský.

 

10 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykar ei á bunka niður

fyrr enn við Uppland.

 

11 Kasta sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig kappin Angantýr

sínum fótum á land.

 

12 Fyrstur steig kappin Angantýr

sínum fótum á land.

Tað er mær av sonnum sagt,

hann sakk til kníggja í sand.

 

13 Gingu teir frá strondum niðan,

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, jørðin skalv,

teir settu knørr í neystið.

 

14 Uppi í miðjum grasagarði

aksla síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høgu hallir inn.

 

15 Og so búnir ganga teir

í høgu hallir inn,

sum Upplands kongur við borðið sat

við monnum hundrað fimm.

 

16 Kongurin so til orða tekur,

hann lítur at gyltum brandi:

“Sig mær, frægur kappi reysti,

hvaðan tú ert av landi!”

 

17 “Hesir eru Arngríms synir,

ellivu brøður reystir,

sjálvur eiti eg Angantýr,

kappin man vera besti.”

 

18 Kongur aftur til orða tók,

hann kann væl tungu skilja:

“Hvat eru tykkara ørindi,

og hvat tykjast tit vilja?”

 

19 Angantýr stendur á hallargólvi,

ber upp kvøðu sína:

“Sit væl, reystur Upplands kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

20 Mælti tað Hjálmar kappin,

fyri breiða borði situr:

“Kongurin, gev mær tína dóttur,

bæði er væn og vitur!”

 

21 Leingi tagdi kongurin,

hugsaði um tann vanda,

hvøssu hann skuldi gørpum svara,

fyri breiða borði standa.

 

22 Mælti tað Upplands kongurin,

hann læt síni orð so fara:

“Leið mína dóttur í hallina inn,

sjálv fyri seg at svara!”

 

23 “Takkaður veri mín sæli faðir,

ið valið gav frá sær,

Hjálmar kappa av Svitjóðum

man eg kjósa mær.

 

24 Eg havi ikki Angantýr,

hann er so ljótt eitt trøll,

so er faðir, so er móðir,

so er hirðin øll.”

 

25 “Tað síggi eg nú, Hjálmar kappi,

at tú manst ognast vív,

kom á hólm og berst við meg

eina so lítla tíð!

 

26 Tað síggi eg, Hjálmar kappi,

tú manst ognast sprund,

kom á hólm og berst við meg

eina lítla stund!”

 

27 Svaraði reystur Hjálmar kappi

alt fyri uttan vanda:

“Vit skulum fara til Samsoyar,

har skal stríðið standa.”

 

28 Ásbjørn so til orða tók,

og tað av tungum vanda:

“Hví vilt tú ikki dvøljast so,

eg kann hjá tær at standa?”

 

29 “Bíða heima, fostbróðir,

eg vænti teg aftur at finna,

Ørvaroddur fylgir mær,

hann vil ikki berjast minni.”

 

30 Vundu upp síni silkisegl,

út í havið settu,

Ingibjørg græt so møðiliga,

hon stóð á landi eftir.

 

31 Eftir stóð frúgvin Ingibjørg,

hon var so vænt eitt fljóð,

Hjálmari setti hon ring á hond,

áður hann heiman fór.

 

32 Løgdu teir at oynni inn,

hugdu sær til frama,

berserkir eru Arngríms synir,

teir Hjálmars liði bana.

 

33 Allir ríða Arngríms synir

niðan við eini á,

halda teir seg vunnið hava

so stóran sigur tá.

 

34 Allir ríða Arngríms synir

eftir grønum vølli,

hoyrast mátti langa leið,

hvøssu oddar í gróti gjalla.

 

35 Allir ríða Arngríms synir,

grumt var teim í huga,

rivu upp eikikelvini stór,

tóktu ei váknini duga.

 

36 Mælti tað reystur Ørvaroddur:

“Tú ert av góðum kyni,

eg skal fara mót Angantýr,

og tú mót Arngríms synum.”

 

37 “Eg skal móti Angantýr

í harðari atgong røkka,

ei skal Ingibjørg frætta tað,

at eg mundi undan støkka.”

 

38 Tí svaraði Ørvaroddur,

hyggur niður fyri sær:

“Fert tú móti Angantýr,

deyðan kjósar tú tær.”

 

39 Hjálmar kappi og Angantýr

berjast á oynni niðri,

allir eru teirra menn

deyðir av skipaliði.

 

40 Teir bardust fult í dagar tvá,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

sól til viðar rann.

 

41 Inntil tann hin triðja,

sól til viðar rann,

feldi hann kappan Angantýr,

tann hin reysta mann.

 

42 Hjálmar slerdi Angantýr

niður fyri sín fót:

“Hjálmar, gev mær drekka í dag,

tað er dreingja bót!”

 

43 “Gjarna drekka gevi eg tær

út av mínum runni,

hoyr tað, kappin Angantýr,

í dag havi eg teg vunnið!”

 

44 Hornið helt hann fyri hans munn,

tann hin ríki alvi,

tað var tann heidni hundur,

hann stakk hann undir hjálmin.

 

45 Tað var reysti Hjálmar kappi,

sínum svørð brá,

hann kleyv kappan Angantýr

sundur í lutir tvá.

 

46 Oddur reið mót Arngríms synum,

royndi góðar gripir,

hann vá allar ellivu brøður,

ein fyri hvørjum sipi.

 

47 Oddur kom so síðla har,

sum Hjálmar sat við strond:

“Hjálmar, hví ert tú bleikur sum bast

við eiturblásin ond?”

 

48 Oddur kom so síðla har,

sum Hjálmar sat undir steini:

“Hjálmar, hví ert tú bleikur sum bast,

hvat er tær, seggi, at meini?”

 

49 “Hann spretti av mær brynjuna,

og spilti mítt blóðið hvíta,

eitur var í svørðinum,

í hjarta man tað níta.”

 

50 Tí svaraði Ørvaroddur,

leit seg upp mót skarði:

“Hoyr tú tað nú, Hjálmar kappi,

nú fór, sum meg vardi.

 

51 Tú troysti tær á brynju tína,

gjørd var út av stál,

enn standi eg í skjúrtu míni,

ikki fingið sár.

 

52 Tú troysti tær á brynju tína,

gjørd var av silvuri reina,

enn standi eg í skjúrtu míni,

ikki fingið skeinu.

 

53 Tú troysti tær á brynju tína,

gjørd av silvuri hvíta,

enn standi eg í skjúrtu míni,

ógvuligur at líta.”

 

54 Tí svaraði Hjálmar kappi

og tók til orða svá:

“Hoyr tú tað nú, Ørvaroddur,

flyt meg hiðan frá!”

 

55 Reyðan gullring av armi dró,

tá hann fleyt í blóði,

sendi frúnni Ingibjørg,

tí hinum væna fljóði.

 

56 Reyðan gullring av armi dró,

enn hann kundi tala,

sendi frúnni Ingibjørg,

bað hana liva sæla.

 

57 Oddur flutti kroppin heim

inn á skjøldrararmi,

frúgvin stóð í glasgluggum,

kyk sprakk hon av harmi.

 

58 Ásbjørn lá í síni song

innan hallarborg,

tað er mær av sonnum sagt,

hann doyði av sút og sorg.

 

59 Oddur kvittar haðan burt,

hann lystir ei longur at bíða,

fór hann suður í Garðaríki,

har við kempur at stríða.

 

60 Angantýr og hon jalsins frú,

moy eiga tey so mæta,

Hervík eitur dóttir teirra,

góðs og land kann gæta.

 

61 Hervík eitur dóttir teirra,

vil eg fyri ydrum greina,

hon er sær á leikvøllum

burt blant aðrar sveinar.

 

62 Hon er sær á leikvøllum

burtur hjá øðrum sveinum,

hvønn tann tíð teir vreiðir vóru,

stóð teim stríð á meini.

 

63 Niður settust sveinarnir,

vreiðir ið teir vóru:

“Líkari var tær faðir at hevna,

enn berja oss so stórum.”

 

64 Hon kastar svørð og herklæði,

lystir ei longur at leika,

gekk so inn fyri sína móður

við reyðar kinnar og bleikar.

 

65 “Hoyr tú tað, mín sæla móðir,

sig mær satt ífrá,

varð mín faðir við vápnum vigin,

ella doyði hann á strá?”

 

66 Hon gekk fram at kistuni,

sum nógv goymdi gull og fæ,

tekur upp ta skjúrtuna,

kastar henni á knæ.

 

67 Tók hon upp ta skjúrtuna,

øll var í blóði drigin:

“Her skalt tú síggja tey herklæði,

tín faðir varð í vigin.”

 

68 Tað er, Hervík jalsdóttir,

er gingin fyri móður at stá:

“Kanst tú nakað siga mær,

hvør mín faðir vá?”

 

69 Eg kann ikki sannari siga tær,

mítt ynniliga sprund,

hann fell fyri Ørvaroddi

suður í Ísanslund.”

 

70 “Hevur hann vigið faðir mín

og ellivu brøður reystar,

eg skal fara til Garðaríki

og stilla hann millum hesta.”

 

71 So letur Hervík jalsdóttir

síni skipini búgva,

allar letur hon streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

72 Vindur hon upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykar ei á bunka niður

fyrr enn við Ísansland.

 

73 Kastar hon sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrst steig Hervík jalsdóttir

sínum fótum á land.

 

74 Møtti henni jagarsveinur,

sum jagað hevði fæ:

“Hví ert tú so møðilig,

sum trøll høvdu jagað teg?”

 

75 Tað var Hervík jalsdóttir,

sínum svørð brá,

kleyv hon henda jagarsvein

sundur í lutir tvá.

 

76 Tríggjar eru gøturnar,

ein víkur ífrá,

Hervík er gingin í heyggin fram,

sum hennara faðir lá.

 

77 Hervík er gingin í heyggin fram,

sum hennar lá faðir í mold,

fátt var tá til ráð at taka,

kyk gekk hon á fold.

 

78 “Vilt tú ikki, mín sæli faðir,

brandin senda mær,

eg skal eld á heyggin seta,

brenna yvir tær.”

 

79 Ikki vildi Angantýr

heyggin lata bróta,

báðar hendur um Tyrving treiv,

hann bað sína dóttur njóta.

 

80 Hann fekk henni svørðið tað,

mikið er tað vert,

átjan alin var tað langt,

í eitri var tað hert.

 

81 Hann fekk henni svørðið tað,

nú er um tað at røða,

hvør ið skeinu av tí fær,

eingin kann hana grøða.

 

82 Hervík snúðist haðan burt

við hesum gripi sínum,

hon kom inn í hallarborg,

sum Oddur drekkur vín.

 

83 “Ver vælkomin, Hervík unga,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

84 “Lítið er mær um mjøðin tín,

alvæl minni um vín,

onnur havi eg ørindi

higar í dag til tín.

 

85 Tí kom eg av Upplondum,

búðist ei við frið,

statt upp reystur Ørvaroddur,

brynja út alt títt lið.”

 

86 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

tá hevði reystur Ørvaroddur

brynjað út hundrað tólv.

 

87 Tað var Hervík jalsdóttir,

í víggi sum hon stendur,

sparir ei sín gylta lúður,

vegur á báðar hendur.

 

88 Ríður Hervík jalsdóttir

so lystiliga fram,

hon kleyv hvønn um tvørar herðar,

móti henni rann.

 

89 Hon kleyv hvønn um tvørar herðar,

móti henni rann,

eftir stendur Ørvaroddur

við sín triðja mann.

 

90 Ørvaroddur kreyp

undir borgarlið:

“Mín kæra Hervík,

gev mær grið!”

 

91 “Slíkan skalt tú griðin

av mær fá,

sum tú lætst mín sæla faðir

av sínum lívi gá.”

 

92 Tað var Hervík jalsdóttir,

sínum svørði brá,

hon kleyv reystan Ørvarodd

sundur í lutir tvá.

 

93 Hon kleyv reystan Ørvarodd

sundur í lutir tvá,

allar hansara reystu kempur

legði hon omaná.

 

94 So ríður Hervík jalsdóttir

gjøgnum grøna lund,

hvørki gól tá eftir henni

heykur nema hund.

 

95 Vindur hon upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykar ei á bunka niður

fyrr enn við Uppland.

 

            Nú siglir edilingur av norðri,

            blíður rennur byrur millum borða.

 

CCF 16 B

TSB E 53 (ør. 60-95)

TSB 90 (ør. 1-59)

 

Handrit: Vísusavn N. Nolsøes (1851). FLB F IV vol. III, Nr. 103, s. 79.

 

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 408.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 6. bind, s. 122

 

Heimild: Úr Streymoy. Napoleon Nolsøe (1809-1877), Tórshavn 1851.

 

 

 

E 53 Arngríms synir (Daughter revenges father’s death with his own sword)

Arngrímur eigur ellivu synir og eina dóttur, Hervík. Hon frættir, at Ørvaroddur hevur dripið faðir hennara í Ísanslund, og siglir hagar (frábr. A: við beiggjanum Hjálmari).

Hon fer til grøv faðir síns og fær hann at geva sær svørðið Tyrving. Hon heldur av stað at hitta Ørvarodd og drepur hann og allar menn hansara. Hon fer aftur til Upplands (frábr. A: har hon gevur beiggjanum Angantýri svørðið).

á føroyskum: CCF 16 A ør. 1-57, B ør. 60-95 (bert á føroyskum)

E 90 Arngríms synir (Brothers in rivalry fight and are both killed)

D. F: Brøðurnir Hjálmar og Angantýr biðja báðir ein kong um dóttur hansara. Kongsdóttirin verður spurd og velur Hjálmar. Brøðurnir báðir rúka saman at berjast, og Hjálmar fær deyðamein. D: Pápi teirra kemur, og tá ið hann finnur Hjálmar í andaleypi, drepur hann Angantýr. F: Hjálmar drepur Angantýr.

Áður enn Hjálmar doyr av sárum sínum, biður hann vinin Ørvarodd, sum hevur hjálpt honum í bardaganum við at drepa brøður Angantýr, um at geva kongsdóttrini ringin hjá sær. Hon doyr av sorg. S: Bønarorð Angantýrs til kongsdóttrina verða kveistrað burtur, og hann og tíggju brøður hansara fara í bardaga við kong. Kongur verður særdur og biður tænara sín Odd hjálpa sær. Oddur drepur allar ellivu brøðurnar.

á føroyskum: CCF 16 A ør. 58-113, B ør. 1-59, C: II (eisini á donskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019