• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Hjálmars kvæði

 

CCF 16 Ca

I Ørvaroddur (Ikki í TSB)

II Arngríms synir TSB E 90

 

I Ørvaroddur

 

1 Gevið ljóð og hoyrið væl til,

hvat ið eg vil kvøða,

rímarin hevur hoyrt tær nevna

Ørvaroddins søgur.

 

Nú fellur at ríma, yvir tann breiða fjørð,

            har liggur bóndin deyður í døkkari jørð,

            nú fellur at ríma.

 

2 Ríma um teir fostbrøður tríggjar,

hvør úr sínum ríki,

tæntu við Ingivarðs kongins hoff,

so fáur var teirra líki.

 

3 Ein er svenskur, annar er danskur,

norskur er tann triði,

Oddur, Hjálmar og Ásbjørn prúð

so frægir í dreingjaliði.

 

4 Sigtún staður í Svøríki

kongasætið var,

har lá við ein bóndagarður,

ið ongan avling bar.

 

5 Har búði á ein bóndamaður,

góður er borin til evna,

átt hevur hann ein ungan son,

Hjálmar skulu vit nevna.

 

6 Hann lærdi sín son í høviskum siðum

til krígs og orlogsmøði:

“Til tú kemur í manndóms ár,

tað dettur so dagur av degi!

 

7 Tá skalt tú innleggja æru og prís,

títt fedranni land uppbyggja,

tí tú arvar ikki góðs eftir meg,

sum fátækur manst tú tiggja.”

 

8 “Arvi eg kun tín fátækdóm,

trý fár og so ein kúgv,

eg vil forsjóna tín aldurdóm,

uppbyggja várt egið búgv.”

 

9 Tað hendi seg, hann var átjan ár,

hans faðir á havi sigldi,

ongulin var teirra livibreyð,

og Hjálmar fylgja vildi.

 

10 Hildu teir í havið út

við so mikil klang,

bjargamál sang í hvørjum hamri

við teirra frýdasang.

 

11 Leggja síðla heim til lands,

mánin tók at skína,

gingin er Hjálmars gamli faðir

for hallardyrnar sínar.

 

12 Eftir kom Hjálmar og fiskin bar,

reiddu til aftansmat,

talar nú til sín unga son,

meðan hann for borði sat:

 

13 “Statt upp, Hjálmar, frískur til mót,

girð teg við títt svørð,

ríð so heim til kongins slott,

og vita hvøssu fer!

 

14 Gleð tú meg, og statt for teg,

og stríð for landsins æru,

Ingivarð kongur í Svøríki

so væl kann við tær vera.”

 

15 Hjálmar varð so illa við,

hann vildi sín heiður ei gloyma,

so gingu teir til songar at sova,

sóu har sínar dreymar.

 

16 Hatar vaknar árla morgun,

sigur sín dreymin frá:

“Eg fór høgt í loftið upp,

ljós bæði undur og á.

 

17 Tað er mín deyð, eg tað væl veit,

tí eg eri nú so gamal,

men hoyr tað, Hjálmar, pá mítt síðsta,

legg míni eygun saman!”

 

18 Hjálmar vaknar árla morgun,

segði nú alt hann visti:

“Eg var mær við gleði og gott,

so brádliga eg tað misti.”

 

19 “Tá ið tú kemur for harra borð,

vilja teg allir háða,

tú kemur til veldi við teirri frukt,

sum kortar tínar dagar.

 

20 Statt upp, Hjálmar, girð tín hest,

tak títt svørð og spjót,

hoyr tú meg, og ríð tín veg,

Sigtún stað ímót.

 

21 Vita tað, Hjálmar, sonur mín,

hvat slekt tú manst av vera,

ikki skalt tú svørð, ei spjót

mót norskum og donskum bera!”

 

22 Út varð loystur gangarin,

Hjálmar skuldi á ríða,

prýddur var hann við skarlak

niður á miðal síðu.

 

23 Hjálmar reið til Sigtún heim

við so nýtum orðum,

hann gekk seg í kongins sal,

sum alt sat fólk yvir borðum.

 

24 “Hoyr tú, Ingivarð, Svøríkis kongur,

tað er eingin vandi,

tænastu vil eg rekka tær

bæði á sjógv og landi.”

 

25 Kongurin so til orða tekur,

gull bar seg á hond:

“Hvussu ert tú á navni nevndur,

hvar byggir tú lond?”

 

26 “Hatar eitur mín faðir,

Hilda er mín móðir,

sjálvur eiti eg Hjálmar kappi,

hvørki systir, ei bróðir.”

 

27 “Tú skalt vera vælkomin,

vilt tú mítt land beskerma,

her koma bæði Kurar og Eistar,

vítt um ríkið sverma.”

 

28 Kongurin talar til skeinkjaran

alt foruttan ekka:

“Skonk honum vín í vegligt horn,

bið hann sita og drekka!”

 

29 Inn kom ein av kongins monnum,

tekur Hjálmar at lasta:

“Tú ert ikki mentur harnisk at bera,

svørð í hondum kasta.”

 

30 Hesin sami riddari,

Hjálmar skemdi við orð,

nevndur er riddarin Boldavísi,

høgsti við kongins borð.

 

31 Kongurin so til orða tók,

eg geri tað ei at loyna:

“Tað plaga allir nýkomnir

avreksroysni royna.”

 

32 Tí svaraði Hjálmar kappi:

“Mítt skal roysnið vera,

flýggja mær skip og tríati mans,

so skal eg eitt útlag gera.”

 

33 “Her liggur fyri ein finskur kappi,

komin er her at kríggja,

nevndur teirra anførari:

Kusi, er grummur til víggja.”

 

34 Legði hann skip frá landi út

alt fyri uttan gaman,

møtti honum tann finski kappi,

tá bar báðum saman.

 

35 Tá svaraði Hjálmar kappi,

frá man frættast víða:

“Statt upp, Kusi, og verj títt lív,

vilt tú við ærum bíða!”

 

36 Hjálmar steig á skipið inn,

tríati honum fylgdu,

bardu niður tann finska tropp,

sum teir sjálvir vildu.

 

37 Feldu niður á skipabunka

alt tað fólkameingi,

Kusi sjálvur sprakk for borð,

tá hann hevð fiktast leingi.

 

38 Átjan Finnar tók hann til fanga,

síðan alt hann drap,

tveir vóru falnir av Hjálmars liði,

sjálvur fekk hann eitt sár.

 

39 Kusi hevði í sínum skipi

nakrar fangar í ráði,

teir vóru allir av donskum blóði,

teim gav Hjálmar náði.

 

40 Hjálmar stendur á bunkanum,

studdi seg við sítt svørð:

“Hvaðan ert tú av ættum komin,

hvar stendur tín ferð?”

 

41 “Eg skuldi meg til Garðaríki

at heinta tað skinnalast,

Kusi tók meg og míni børn

og bant oss her so fast.

 

42 Nera skalt tú nevna meg,

og her mínir synir tveir,

Harðtórir og Ásbjørn prúði,

so skalt tú nevna teir.

 

43 Hetta er Bera, dóttir mín,

bæði von og tekk,

hennara móðir er kongins dóttir,

ið eg til ektar fekk.”

 

44 Hjálmar kemur úr stríðum heim

við sínar átjan fangar,

kongur glaður í hjarta var,

tí hann var sloppin av vanda.

 

45 “Nera við sínar synir tveir

havi eg givið frið

at fara aftur til Danmarkar,

kongurin, gev tað við!”

 

46 Vendu aftur til Danmarkar,

sum teir vóru frá,

men Ásbjørn fylgdi Hjálmari eftir

til hans deyðadag.

 

47 Nú er komin ein annar floti,

Kusa deyða at hevna,

svaraði riddarin Boldavísi:

“Hvat mundi Hjálmar gegna?”

 

48 Vreiður Hjálmar kappin var,

hann kundi ei spott undganga:

“Aftur skal eg mót Finna troppi

fremstur í speisi standa.”

 

49 Har kom boð í leirin fram,

at Hatar lá fyri deyða:

“Skunda tær, frægur Hjálmar kappi,

at lukka tín faðirs eyga!”

 

50 Hjálmar krevur sendisvein,

hann vildi sín stalbróður finna:

“Ásbjørn, statt í stríð for meg,

eg má mín faðir finna!”

 

51 Hjálmar kom til faðir sín,

áðrenn hann ond uppgav,

hann avskeð tók og kysti hans munn,

og legði hann í sín grav.

 

52 Ásbjørn stóð fyri Hjálmars troppi,

Bølvísi har íhjá,

finnarnir bæði skutu og stungu

og svørð í lofti brá.

 

53 Ein kom fram av finnunum,

Ásbjørn ætlaði at fella,

tá kom Hjálmar í stríðið fram,

hann brá sín skjøld ímillum.

 

54 Hjálmar fekk so ónt eitt sár,

hann mátti til jarðar níga,

finnurin og Ásbjørn prúði

um hans likam stríða.

 

55 Ásbjørn stóð við Hjálmars kropp,

hann vildi derfrá ei venda,

hann brúkti bæði makt og móð,

og læt góð venskab kenda.

 

56 Ásbjørn steig yvir Hjálmars kropp,

sum hann lá á jørð,

høgdi so finnins høvur av,

alt við sítt búgvið svørð.

 

57 Ásbjørn ríður í herin fram,

letur ei høggum spara,

fimmti og sjeyti fyri hvørt høgg

hann sturtaði niður til jarðar.

 

58 Bølvísi mátti víkja tilbaka,

har sum hann skuldi verja,

men Ásbjørn stóð so manniliga,

hann mundi teir niður berja.

 

59 Ríða teir til hallar heim,

inn fyri kongin at stá,

Bølvísi ræður eitt orð for seg:

“Hjálmar er fallin frá!

 

60 Hjálmar flýddi úr stríð í dag,

hann tordi ei hjá at standa,

setti tann danska knekt for seg,

at eyka oss meiri vanda.”

 

61 Tann skálk hann gjørdi at verri mein,

í tað hann mundi ráða,

segði, at Hjálmar aktaði

ta svensku krúnu at fáa.

 

62 Tí varð hann stoyttur úr Sigtúns stað,

Ásbjørn við honum vendi,

bant hann niður á hestins bak,

hann kundi ei sita yvir enda.

 

63 Riðu so á skógvin fram

fast av miklum móði,

løgdu seg inn til Ásgrím unga,

til sárið aftur gróði.

 

64 Hetta frætti Hjálmar kappi,

meðan hann sjúkur lá,

har vóru komnir norskir troppar,

Svøríkis krúnu at fá.

 

65 Oddur er teirra formaður,

hann sló teir svensku út,

inni kníptur er kongurin

bæði við sorg og sút.

 

66 Oddur sló tann svenska tropp,

sum Boldavísi førdi,

ætlaði konginum banahøgg,

um hann ímóti rørdi.

 

67 Hjálmar klæðist for síni song,

hann lysti ei longur at liggja:

“Nú lystir meg til Sigtún heim

tann sterka Odd at síggja.”

 

68 Ásbjørn talar til Hjálmar kappa:

“Vit eru her tveir kappar,

hvat kunnu vit mót Oddi birta

við allar sínar troppar.”

 

69 “Eg skal honum bjóða í kamp,

vil hann mót mær stríða,

tú skalt standa og síggja til,

men ikki í stríðið ríða.”

 

70 Tað var reystur Hjálmar kappi,

heim í garðin fór,

síðan gekk í hallina inn,

sum Oddur sat við borð.

 

71 Oddur so til orða tekur,

smílist undir lín:

“Hvaðan eru hesir miklu menn,

ið koma her inn til mín?”

 

72 “Hjálmar skalt tú nevna meg,

eg eri av svenskum monnum,

handa kalla teir Ásbjørn prúð,

danskur er hann av sonnum.”

 

73 Hjálmar so til orða tekur:

“Sig mær eiti títt,

hvat vilt tú til Svøríki,

tað er ikki heimið títt?”

 

74 “Eg eri føddur í Noregi,

Odd skalt tú meg kalla,

eg havi tjúgu kongar veitt,

eg havi teir midlar allar.

 

75 Nú eri eg komin í Svøríki,

her lystir meg at sita,

Svøríkis krúnu skal eg bera,

tað skulu allir vita.

 

76 Tí eri eg kallaður Ørvaroddur,

mín bogi er hvørs mans rís,

píluna kalla teir deyðsins boð,

mítt svørð er skaðin vís.”

 

77 “Eg vil fyri mítt fedrannaland”,

Hjálmar ræður at svara,

“standa í stríð mót sjálvum tær,

ta svensku krúnu spara.”

 

78 Frættist so heim, at Hjálmar skuldi

mót Ørvaroddi fara,

kongurin gleddist í hjartanum,

hann læt sína vreiði fara.

 

79 Kallaðu Hjálmar Svøríkis skjøld,

sum hann høvdu happað longur,

fullu for honum allir í knæ,

sum hann hevði verið ein kongur.

 

80 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

løgdu sínar bardagar

skamt frá kongins høll.

 

81 “Fyrst skulu vit við bogum skjóta,

síðan við svørðum svinga,

øksin skal á hálsin gá,

spjótið í hjartað stinga.”

 

82 Oddur spenti boga sín,

ilskan ikki treyt,

hann ætlaði Hjálmar deyðamein,

men bogin gekk for skeyt.

 

83 Oddur sprakk á føtur upp,

grummur og harður til víggja,

tað voldi alt hans ivriga sinni,

hann kundi ei longur bíða.

 

84 Oddur brá sín brand á loft,

men Hjálmar lá á knæ,

Ásbjørn greip í Oddins akslir,

bardust ein heilan dag.

 

85 Oddur fell til jarðar niður,

svørð av honum gekk,

tað var hin ungi Ásbjørn prúð,

ið allan sigurin fekk.

 

86 Tá hann fell til jarðar niður,

skulvu hamrar og fjøll,

men Oddur var alt sterkari,

tá hann til jarðar fell.

 

87 Hann var bæði stívur og sterkur,

yvrið hevði hann blóð,

hann var so stórur, tá hann sat,

sum menskur maður stóð.

 

88 Upp steig reystur Hjálmar kappi,

leit millum sínar menn:

“Hoyr tú, reystur Ørvaroddur,

vilt tú stríðast enn?”

 

89 Oddur svaraði og segð nei:

“Latið nú stríðið falla,

sláið os heldur í stalbrøðralag,

og ríðið so heim til hallar!”

 

90 Riðu teir til hallar heim

bæði við gleði og gleim,

úti stendur Svøríkis kongur,

fagnar øllum teim.

 

91 Setti hann teir í hásætið,

alt fyri uttan kvíðu:

“Ørvaroddur skal hægstur vera

og sita við mína síðu.

 

92 Hjálmar skal sita Oddi næst,

Ásbjørn Hjálmari hjá,

nú er Svøríki mannað væl,

sum fyrr bar tunga trá.”

 

93 Inn kom Gunnhild, kongins drotning,

ræður í høll at vitja:

“Leingi skal vár sæla dóttir

í sínum búri sita!”

 

94 “Hoyr tú Gunnhild, drotningin,

vit, hvat eg man teinkja,

heinta mína dóttur í hallina inn,

mjøð fyri teir at skeinkja!”

 

95 Inn kom Ingibjørg, kongins dóttir,

mjøð fyri teir at bera,

Hjálmar henni um hjartað lá,

so tung man sorgin vera.

 

96 Hjálmar var seg so deiligur,

sum sól skín bjart á dag,

klókur í ráðum, listir kundi,

mildur av sinnalag.

 

97 Drekka teir við kongins borð

bæði við gleði og gaman,

tríggir av tann nordiska verð

vóru komnir í selskap saman.

 

98 Ásbjørn býður Ørvaroddi

sína systur at ekta,

Oddur vil ei við tilboð taka,

hann vildi mót kempum fekta.

 

99 “Kvinnur skjøtti eg ikki um,

eg lovi ei burt mín tró,

eg vil heldur blant reystar garpar

smyrja mítt svørð við blóð.”

 

100 “Oddur skal stríðast uttanlands

við mínar bestu sveinar,

Hjálmar og Ásbjørn eftir vera

at verja landið heima.”

 

            Nú fellur at ríma, yvir tann breiða fjørð,

            har liggur bóndin deyður í døkkari jørð,

            nú fellur at ríma.

 

 

II. Arngríms synir

 

 

1 Arngrímur eigur eina borg,

stendur á høgum fjalli,

ellivu eigur hann synir sær,

tann tólvti er riddarin snjalli.

 

2 Ellivu eigur hann synir sær,

kunnu væl beita brandi,

Angantýr er ein avrekskappi,

komin av Bjarnalandi.

 

3 Ellivu eigur hann synir sær,

kunnu væl beita knívi,

Angantýr er ein avrekskappi,

komin av Bjarnalívi.

 

4 Ellivu eigur hann synir sær,

heima í heygi býr,

ein er kappin yvir teim,

hann eitur Angantýr.

 

5 Angantýr situr í hásæti,

talar við sínar dreingir:

“Hvar vita tit mín javnlíka,

tað havi eg hugsað leingi?”

 

6 Sveinar svara sínum harra:

“Hví spyrjið tær svá?

Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á.

 

7 Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á,

hoyrt havi eg gitið, Svøríkis kongur

væna dóttur ár.

 

8 Svøríkis kongur dóttur eigur,

føgur er hon sum sól,

so er at líta á jomfrúkinn,

sum droyrin drýpur á snjó.

 

9 Hon ber ikki bleika brá

undir sínum gula hári,

heldur enn tann fagrasta summarsól,

fagurt skín um várið.”

 

10 “Er hon so von og tekkilig,

sum tú sigur frá,

hagar skal eg streingja míni

bønarorðini á.

 

11 Hagar skal eg streingja míni

bønarorðini á,

biðja dóttur Svøríkis kong,

tað stendst hvat av ið má.”

 

12 So letur kappin Angantýr

síni skipini gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

13 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

14 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Svøríkis land.

 

15 Hagar ið tann snekkjan

kendi fagurt land,

læt hann síni akker falla

á so hvítan sand.

 

16 Læt hann síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrst steig kappin Angantýr

sínum fótum á land.

 

17 Fyrst steig kappin Angantýr

sínum fótum á land,

sló hann sínar tjaldbúðir

skamt frá sjóvarstrand.

 

18 Gingu teir frá strondum niðan

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

teir settu knørr í neystið.

 

19 Mitt í miðum grasagarði

aksla síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn.

 

20 Og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn,

sum Svøríkis kongur við borðið sat

við monnum hundrað fimm.

 

21 Kongurin so til orða tekur,

lítur at gyltum brandi:

“Hvøssu eita tit miklir menn,

hvar eru tit av landi?”

 

22 “Hetta eru Arngríms synir,

ellivu brøður reystir,

sjálvur eiti eg Angantýr,

kappin tann hin besti.”

 

23 Kongurin so til orða tekur,

kann væl tungu skilja:

“Hvat eru tíni ørindi,

og hvat man kappin vilja?”

 

24 “Eg vil tiga sum menskur maður,

til eg havi fingið mat.”

Upp sprakk reystur Hjálmar kappi

úr beinki, sum hann sat.

 

25 Angantýr og ellivu brøður

settust at drekka vín:

“Sit væl, reystur Svøríkis kongur,

gev mær dóttur tín!”

 

26 “Oddur stendur í stríð í dag,

og Ásbjørn sjúkur liggur,

bíða nú, kappin Angantýr,

inntil hann heilsu tiggur!”

 

27 Angantýr stendur for breiða borði,

mælir á tungu inni:

“Sigið mær antin nei ella ja,

eg biði ei annað sinni!”

 

28 “Er hann nakar av mínum monnum,

Ingibjørg vil forsvara,

eg svørji honum trygdareið,

hann skal mína dóttur hava.”

 

29 Hjálmar situr í tvørbeinki,

frá man frættast víða:

“Eg skal taka mítt skjøld og svørð,

for Ingibjørg vil eg stríða.”

 

30 Leingi sat hann Svøríkis kongur,

áðrenn hann tordi tala:

“Heintið mín dóttur í hallina inn,

sjálv for seg at svara!”

 

31 “Takk havi mín sæli faðir,

ið mær andsvar gav,

Hjálmar kappa av Svøríki

hann kjósi eg mær.

 

32 Eg havi ikki Angantýr,

hann er so leitt eitt trøll,

so er faðir og so er móðir,

og so er hirðin øll.”

 

33 “Tað sær eg á tær, Hjálmar kappi,

tú manst ognast vív,

kom á hólm og berst mót mær

eina so lítla tíð!

 

34 Tað sær eg á tær, Hjálmar kappi,

tú manst ognast sprund,

kom á hólm og berst mót mær

eina so lítla stund!”

 

35 Svaraði kappin Hjálmar

alt for uttan vanda:

“Vit skulum okkum til Samsoy,

har skal stríðið standa.”

 

36 Ásbjørn talar Hjálmari til:

“Hví gjørdi tú tíð ei langa,

inntil eg kundi frískur verða,

í stríð við tær at standa?”

 

37 “Bíða heima, søtin mín,

eg vænti teg aftur at finna,

Ørvaroddur fylgir mær,

hann berjist ikki minna.”

 

38 Vundu upp síni silkisegl,

út í havið settu,

Ingibjørg græt so møðiliga,

hon stóð á landi eftir.

 

39 Eftir stóð frúgvin Ingibjørg,

tað hitt væna fljóð,

Hjálmari setti hon ring á hond,

áðrenn hann heiman fór.

 

40 Løgdu teir at oynni inn,

hugdu sær til frama,

berserkir vóru Arngríms synir,

Hjálmars liði bana.

 

41 Tá svaraði Ørvaroddur:

“Tú ert av góðum kyni,

tú skalt ríða mót Angantýr,

men eg mót Arngríms synum.”

 

42 Allir ríða Arngríms synir

niðan við eini á:

“Nú skal Oddur lívið lúta,

Hjálmar er ikki hjá!”

 

43 Oddur reið mót Arngríms synum,

royndi góðan grip,

hann sló allar ellivu brøður

niður for eina sipan.

 

44 Hjálmar kappi og Angantýr

berjast á oynni niðri,

deyðir eru teirra menn

allir av skipaliði.

 

45 Bardust fullar tógva dagar,

hvørgin sigur fekk,

inntil tann hin triðja,

sól til viðar gekk.

 

46 Bardust fullar tógva dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar rann.

 

47 Inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar rann,

tá fell kappin Angantýr,

tann hin raski mann.

 

48 Hjálmar slerdi Angantýr

niður for sín fót:

“Hjálmar, gev mær drekka í dag,

tí tað er dreingja bót!”

 

49 “Gjarna gevi eg tær drekka

út av mínum runni,

hoyr tað, kappin Angantýr,

í dag havi eg teg vunnið!”

 

50 Hornið helt hann fyri hann,

tann hin ríki Álvur,

hitt var tann hin heidni hundur,

hann stakk hann undir hjálmin.

 

51 Tað var reystur Hjálmar kappi,

sínum svørð brá,

hann kleyv kappan Angantýr

sundur í lutir tvá.

 

52 Oddur kom seg so síðla heim,

sum Hjálmar sat við strand:

“Hjálmar, hví ert tú bleikur sum bast

við eiturblásin and?”

 

53 Oddur kom seg so síðla heim,

sum Hjálmar sat undir steini:

“Hjálmar, hví ert tú bleikur sum bast?

Hvat er tær, seggur, á meini?”

 

54 “Hann spilti mína brynjuna

og spretti mítt holdið hvíta,

eitur var í svørðinum,

tað mundi í hjarta níta.”

 

55 “Tú drístaði teg pá brynju tína,

gjørd var út av stál,

her standi eg í skjúrtu míni,

ikki havi fingið sár.

 

56 Tú drístaði teg pá brynju tína,

gjørd var av silvuri reina,

her standi eg í skjúrtu míni,

ikki havi fingið skeinu.

 

57 Tú drístaði teg pá brynju tína,

gjørd var av silvuri hvíta,

her standi eg í skjúrtu míni,

ógvuligur at líta.”

 

58 Tá svaraði Hjálmar kappi,

áðrenn hann ond uppgav:

“Eg lýddi ikki faðirs ráð,

tí lati eg lív í dag.”

 

59 Reyðan ring av armi dró,

tá hann fleyt í blóði,

sendi frúnni Ingibjørg,

tí hinum væna fljóði.

 

60 Reyðan ring av armi dró,

meðan hann kundi tala,

sendi frúnni Ingibjørg,

hann bað hana liva sæla.

 

61 Oddur tók upp Hjálmars lík,

bar tað niður til strand,

vant upp segl í húnbor hátt,

hann sigldi til Svøríkis land.

 

62 Hann førdi tað inn at glæstriborg,

yvirsmurt við blóð,

Ingibjørg risti kross fyri sær,

hon doyði har, sum hon stóð.

 

63 Tey fóru bæði í eina grøv,

Hjálmar og hans vív,

alla ævi Ørvaroddur

syrgdi fostbróður sín.

 

64 Kongurin tók við Oddins hond,

gav honum gangin hægst,

setti hann aftur í hásætið,

at sita sær manni næst.

 

65 Ásbjørn prúð so tryggur var,

hann vildi halda lovað,

livandi seg í jørðina gróv,

hann vildi hjá Hjálmari sova.

 

66 Oddur eina korta tíð

lýddi á kongamálum,

síðan keddist honum við

at drekka av silvurskálum.

 

67 Oddur livdi eftir ein,

hann keddist nú við sítt lív,

kvittaði burt í ókunn lond,

hvar hann kundi náa í stríð.

 

68 Hoyrt havi eg av gomlum sagt,

at Arngrímur dóttur hevði,

hon skuldi Odd av lívi taka,

hevna sín bróður deyða.

 

69 Oddur skuldi av Arngrími

høvur av herðum lagt,

tí skuldi Hervík hans lívi týna,

um tað er sannheit sagt.

 

70 Men tað er mær so væl bekent,

at Oddur í Russlandi doyði,

men tað stóð ei fyri mínum eygum,

hvør ið hans lívið legði.

 

CCF 16 Ca

I Ørvaroddur (Ikki í TSB)

II Arngríms synir TSB E 90

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók, Dansk Folkemindesamling 68  Nr. 8, s. 97

 

Útgávur: 

1. R. Long: Sandoyarbók I, s. 53

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 413.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 6. bind, s. 135

 

Heimild: Úr Sandoy. Gregers Gregersen, Grias við Á (1748-1827), Húsavík 1821

 

E 90 Arngríms synir (Brothers in rivalry fight and are both killed)

D. F: Brøðurnir Hjálmar og Angantýr biðja báðir ein kong um dóttur hansara. Kongsdóttirin verður spurd og velur Hjálmar. Brøðurnir báðir rúka saman at berjast, og Hjálmar fær deyðamein. D: Pápi teirra kemur, og tá ið hann finnur Hjálmar í andaleypi, drepur hann Angantýr. F: Hjálmar drepur Angantýr.

Áður enn Hjálmar doyr av sárum sínum, biður hann vinin Ørvarodd, sum hevur hjálpt honum í bardaganum við at drepa brøður Angantýr, um at geva kongsdóttrini ringin hjá sær. Hon doyr av sorg. S: Bønarorð Angantýrs til kongsdóttrina verða kveistrað burtur, og hann og tíggju brøður hansara fara í bardaga við kong. Kongur verður særdur og biður tænara sín Odd hjálpa sær. Oddur drepur allar ellivu brøðurnar.

á føroyskum: CCF 16 A ør. 58-113, B ør. 1-59, C: II (eisini á donskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019