• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Risin og moyggin

 

Risin og moyggin

 

CCF 165 C

TSB E 160

 

1 Risin burtur av garði gekk,

- undir mína hond -

bustað hár á herðum hekk.

- Annað land,

vil ikki frægur fylgja mær

í annað land.

 

2 Risin burtur av garði dró,

bustað hár um herðar stóð.

 

3 Hann bankar pá dyrnar undir skinn:

“Statt upp, jomfrú, og lat meg inn!”

 

4 “Eg lati ongan inn um sinn,

eg havi ongan stevnt har inn.”

 

5 “Statt tú upp, og lat meg inn,

kongasonur er komin at biðja tín!”

 

6 “Ert tú kongasonur teg so klók,

so lat meg hoyra altarbók!”

 

7 “Lítið kann eg ta bók at sjá,

betur kann eg mína harpu at slá.”

 

8 “Hví stendur tú so leingi,

tú slær ei harpustreingir?”

 

9 “Kalt veður tekur at dríva,

frystir eru streingir mínir.

 

10 Kalt er veður, fellur á,

frystir eru mínir streingir smá.”

 

11 “Leika tú teg við liljublað,

einki fært tú annað av mær!

 

12 Leika tú teg við liljukvist,

sig, tú hevur ta jomfrú mist!

 

13 Leika tú teg við liljuskara,

slíkan veg skulu fleiri fara!”

 

14 Risin heim í garðin dró,

úti hans móðir fyri honum stóð.

 

15 “Vælkomin, risin, sonur mín,

hvar er hin væna moyggin tín?”

 

16 “Har stóð fyri naglar tvá,

mín fótur brann, eg kundi ikki ná.

 

17 Har stóð fyri naglar fimm,

mín fótur brann, eg slapp ikki inn.”

 

18 “Ikki gjørdi so faðir tín,

tá ið hann kom at biðja mín.

 

19 Sveik hann ikki tað mjúka skinn,

miðjan veggin gekk hann inn.

 

20 Kundi tú ikki um dyrnar gá,

so kundi tú niður um ljóaran gá.”

 

21 Risin fekk so stóra sorg,

hann flytti burt av teirri borg.

 

22 Risin fekk so stóra trá,

- undir mína hond -

hann sprakk av harmi, sum hann lá.

- Annað land,

vil ikki frægur fylgja mær

í annað land.

 

CCF 165 C

TSB E 160

 

Handrit: Savn Jakob Jakobsens 1887 (Føroya landsbókasavn, Tórshavn): Foliohandrit hjá Kristiani Joensen av Sandi, nr. 5.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 195.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 28. bind, s. 29.

 

Heimild: Úr Sandoy: Kristian Joensen (1843-1924), Sandi, 1887.

 

E 160 Risin og moyggin (Maid refuses to let giant into her house)

Ein genta er einsamøll inni, meðan hini í húskinum eru í kirkju. Ein risi kemur at royna at vinna hana og biður hana lova sær inn. (F, cN: Hann letst at vera kongssonur.)

Hon biður hann syngja ein sálm fyri sær fyrst, men hann sigur seg vilja spæla á hørpu í staðin fyri. (cN: Hann so ger, men hon vil kortini ikki lata hurðina upp, cN: Hon ræðir hann burtur við at sletta vígivatn, F: hann sigur kuldan hava fryst streingirnar, so hann fær ikki spælt.)

At enda noyðist risin at fara. Tá ið hann kemur heim aftur, sigur mamma hansara pápa hansara vera frægari mann: tá ið hann royndi at vinna seg, megnaði hann at sleppa inn í húsið (F, cN: ígjøgnum ljóaran.) F: Eftir miseydnaðu royndina doyr risin av sorg.

á føroyskum: CCF 165 (eisini á norskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019