• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sveinur í Vallalíð

 

CCF 173 C

TSB E 96

 

1 Adalús situr í Breiðabý,

føgur er hon sum lilja,

hon kann talv og rúnarmál,

og reyðargull kann hon spinna.

 

Fuglin í fjøruni,

við sítt nevið reyða,

mangt var djórið í høviska fugli,

hevur hann greitt frá deyða.

Fuglin í fjøruni.

 

2 Hon kann talv og rúnarmál,

gull kann hon væl spinna,

tað er so mangur stoltsriddari,

ið frúnna torir at biðja.

 

3 Henni buðust mangir menn,

kongasynir og jallar,

hon var seg so biðlavond,

hon segði burtur allar.

 

4 Henni buðust mangir menn,

riddar og so sveinar,

hon var seg so biðlavond,

hon bað teir sita heima.

 

5 Henni beyðst Sveinin í Vallarlíð,

vil ta frúnna lova,

á teirri somu náttini

á hennara armi sova.

 

6 Henni beyðst Sveinin í Vallarlíð,

vil ta frúnna fá,

á teirri somu náttini

at sova hennara armi hjá.

 

7 Adalús stendur á hallargólvi

við fylgismoyggjar báðar:

“Eg giftist ei á hesum sinni,

sjálv má eg mær ráða.”

 

8 Adalús stendur á hallargólvi

við fylgismoyggjar tólv:

“Eg giftist ei á hesum sinni,

má eg ráða mær sjálv.”

 

9 Mangur tykir skemri tíð

at vera í fimtan vetur,

enn hann tykir harra Svein

í eina kvøldsetu.

 

10 “Hoyr tað, mín hin sæla dóttir,

eyka mær ongan vanda,

at tú noktar hvørjum ráð,

sum tær býðst til handa.”

 

11 “Hoyr tað, mín hin sæli faðir,

tær talið nú ei um slíkt,

tað tær tykir at vera í ráði,

sum mær tykir vera líkt.”

 

12 Har kom Viljorm ungi

bæði við skart og skreyt,

kongurin tók hans kvøðu *væl

og fylgdi honum langt á breyt.

 

13 Har kom Viljorm ungi

bæði við skreyt og skart,

kongurin tók hans kvøðu *væl

og gekk honum allarnæst.

 

14 Adalús stendur á hallargólvi,

klædd í silki smá:

“Nú er komin riddarin tann,

ið mær stár hugur á.”

 

15 Tað var frúgvin Adalús,

hon rekkir hond yvir borð,

lystiligt var at lýða á

teirra festnarorð.

 

16 Viljormur rekkir henni

hondina fram,

lystiligt var at lýða á

teirra festnarband.

 

17 Væl varð teim til brúdleyps ætlað

av so miklum meingi,

kom so mangur hovmaður til,

sum fjøður á fuglaveingi.

 

18 Væl varð teim til brúdleyps ætlað,

tá var ei at tvørra,

átjan *borgum ið boðið varð,

tólv hundrað á hvørji.

 

19 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

bæði gingu í eina song,

Viljorm og hans vív.

 

20 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

síðan hvør sum boðin var

haðan heim til sín.

 

21 Drukkið varð teirra brúdleypið,

bæði við gleði og gaman,

mánan á teirri nevndu stund,

tey vóru ikki longur saman.

 

22 Hetta frætti harra Svein

aftur í Vallarlíð,

fest er frúgvin Adalús,

tað ynniliga vív.

 

23 Hetta frætti harra Svein

aftur í Vallarland,

fest er frúgvin Adalús

og Viljorm í hand.

 

24 Hetta frætti harra Svein

aftur í Vallarlund,

fest er frúgvin Adalús,

tað ynniliga sprund.

 

25 Hetta frætti harra Svein

aftur í Vallarlíð,

fest er frúgvin Adalús,

og vóks har við eitt stríð.

 

26 Hann gár inn, og hann gár út,

eingin sær hann leika,

hann gár fyri sína sæla móður

við reyðar kinnir og bleikar.

 

27 “Hoyr tað, mín hin sæli son,

hví heldur tú teg ikki kátan,

hvat heldur ert tú av sóttum sjúkur,

ella hava tínir *frændur teg látið*?”

 

28 “Eg hirði ei um at verið sóttarsjúkur,

ei heldur at látið lív,

fest er frúgvin Adalús,

tað ynniliga vív.

 

29 Eg hirði ei um at verið sóttarsjúkur,

mist tað góðs og lond,

fest er frúgvin Adalús

Viljorm í hond.

 

30 Eg hirði ei um at verið sóttarsjúkur,

mist bæði garð og grund,

fest er frúgvin Adalús,

tað ynniliga sprund.”

 

31 “Hoyr tað, mín hin sæli son,

ber ei um tað trá,

far tú teg til Danmarkar,

eitt javngott vív at fá!”

 

32 “Um enn eg fari til Danmarkar,

javngott vív at biðja,

hann skal ikki frúnna njóta,

má eg á lívi vera.

 

33 Ikki skal hann frúnna njóta,

má eg á lívi vera,

vinna skal eg neisur um stund,

sigur til at bera.”

 

34 Út kom Viljorm ungi

við silkiskjúrtu smá,

har stóð Svein í Vallarlíð,

gav honum banasár.

 

35 Spjótið rendi hann ígjøgnum hann,

og vann har stríðið ný,

síðan skundar harra Svein

sær aftur í Vallarlíð.

 

36 Sára græt frú Adalús,

tó hon var ikki hvøll,

henni runnu móðig tár

niður á grønan vøll.

 

37 Sára græt frú Adalús,

skarlak undir skinn,

meðan teir bóru Viljorm

í kirkjudyrnar inn.

 

38 Tóku tá tað ljósa lík

og bóru í kirkjuna inn,

sjálvar ringdu klokkurnar,

tað tendraðust ljósini fimm.

 

39 Tóku tá tað ljósa lík

og settu á kirkjugátt,

sjálvar ringdu klokkurnar,

tað tendraðust ljósini átta.

 

40 Tóku tá tað ljósa lík,

settu á kirkjugólv,

sjálvar ringdu klokkurnar,

tað tendraðust ljósini tólv.

 

41 Hon tók upp úr blóði

ta silkiskjúrtu smá:

“Hana skal eg goyma,

so leingi sum eg má.

 

42 Hana skal eg goyma,

so leingi sum eg má,

hetta skal verða tann sigursskjúrta

til unga son í ár.”

 

43 Frúgvin seg við barni gongur

níggju mánar taldar,

til at henna[r] *stundum leið,

føðir ein svein so balda[n].

 

44 Frúgvin seg við barni gongur

níggju mánar sínar,

til at henna[r] *stundum leið,

føðir ein svein so fína[n].

 

45 Tað var tá sum oftum er,

duld eru døpul mein,

frúgvin er gingin í høgaloft,

 føðir ein unga[n] svein.

 

46 Tað var tá sum oftum er,

duld er døpul huga,

frúgvin er gingin í høgaloft,

føðir ein svein so prúðan.

 

47 Læt hon hann til kirkju bera,

og honum geva navn,

kallaði hann ung Viljorm,

sítt rætta faðirsnavn.

 

48 Svein varð *borin frá kirkju heim

aftur til móður sín,

meiri læt hon røkta hann

enn alt sítt gull í skrín.

 

49 Svein varð *borin frá kirkju heim,

*settur á móður knæ,

meiri læt hon røkta hann

enn alt sítt gull og fæ.

 

50 Svein varð *borin frá kirkju heim,

*settur á móður fang,

meiri læt hon røkta hann

enn alt sítt gull í spang.

 

51 Svein varð *borin frá kirkju heim,

*settur síni móður hjá,

meiri læt hon røkta hann

enn alt sítt gull hon *ár.

 

52 Meiri læt hon røkta hann

enn alt sítt gull hon *ár,

áðrenn hann nam á gólvi ganga,

sleit hann skarlaksklæði.

 

53 Hann vóks upp hjá síni móður,

hon gav honum ‘nujib’,

meiri vóks hann í einum ári

enn onnur børnini trý.

 

54 Hann vóks upp hjá síni móður,

Gud gav honum vøkst,

meiri vóks hann á einum ári

enn onnur børn í seks.

 

55 Hann vóks upp hjá síni móður,

hon gav honum eyð,

meiri vóks hann í einum ári,

enn onnur børn í sjey.

 

56 Hann vóks upp hjá síni móður,

hon gav honum *leika á gólv,

meiri vóks hann í einum ári,

enn onnur bøm í tólv.

 

57 Hann vóks upp hjá síni móður

skjótt og ikki leingi,

til hann gjørdist í høggum tung

og bardi kongsins dreingir.

 

58 Vóru úti á leikvøllinum

og allir frúnnar frændur,

hvønn tann tíð teir reiðir vóru,

stóðst teim stríð á hendur.

 

59 Vóru úti á leikvøllinum,

og allir frúnnar dreingir,

hvønn tann tíð teir reiðir vóru

stóðst teim stríð á meingi.

 

60 Niður settust sveinarnir,

reiðir og teir vóru:

“Líkari var tær faðir at hevnt

enn berja os so stóran.”

 

61 Niður settust sveinarnir,

og reiðir vóru báðir:

“Líkari var tær faðir at hevnt

enn berja os so sára.”

 

62 Sveinurin kastar kelvið niður,

og niður á døkka fold,

tá ið hann hoyrdi sín faðirs deyð,

hann sortnaði sum ein mold.

 

63 Kastar hann svørð og herklæði,

hann lystir ei longur at leika,

hann gár for sína sælu móður

við reyðar kinnar og bleikar.

 

64 Tað var Viljorm ungi,

heim í garðin fór,

úti hansara sæla móðir

fyri honum stóð.

 

65 “Hoyr tað, mín hin sæla móðir,

spyrja vil eg teg,

varð mín faðir við váknum *vigin,

dult hevur tú fyri meg.

 

66 Hoyr tað, mín hin sæla móðir,

sig mær satt ífrá,

hvat fell hann for hvassa svørð,

ella doyði hann á strá?”

 

67 “Hoyr tað, mín hin sæli son,

av sorgini eri eg mødd,

faðir tín varð við váknum vigin,

áðrenn tú vart *føddur.”

 

68 Hon tók upp ta skjúrtuna,

øll var við blóði drigin:

“Her skalt tú síggja tey merki stór,

tín faðir varð í vigin.”

 

69 “Hoyr tað, mín hin sæla móðir,

sig mær satt ífrá,

hvat var hann á navni nevndur,

ið mín faðir vá?

 

70 Hvat var hann á navni nevndur,

ið mín faðir vá,

hvat fell hann for hvassa svørð,

ella doyði hann á strá?”

 

71 “Eg kann ikki sannari

siga tær ífrá,

tað var Sveinin í Vallarlíð,

ið tín faðir vá.

 

72 Tað var Sveinin í Vallarlíð,

ið tín faðir vá,

tað verður ikki, meðan tú livir,

tú sømdir av honum fár.”

 

73 Viljormur svaraði síni móður,

alt hvat sum hann kann:

“Oftum hevur vaksið ungur hvølpur

við hvassar tennir rann.”

 

74 Viljormur svarar síni móður,

alt hvat sum hann kundi:

“Oftum hevur vaksið ungur hvølp

við hvassar tennir í munni.”

 

75 Hann var ikki meir enn tólv ár,

býr seg út at ríða,

keypir bæði skjold og svørð,

mót harra Svein at ríða.

 

76 Viljormur letur á tingið stevna,

bæði skjótt og brátt,

biður til Sveinin í Vallarlíð

bæði dag og nátt.

 

77 Tað var Sveinin í Vallarlíð,

klæðist alvæl ný:

“Nú skal fara til tinga í dag

og aldri undan flý.”

 

78 Tað var Sveinin í Vallarlíð,

fyrst fór hann í ringabrynju,

klæðir seg í skrúður tá,

og so reið hann fagur á sinni.

 

79 So var Sveinin í Vallarlíð

til útreiðina fús,

klæðist innan høgaloft

alt med eitt kertiljús.

 

80 So var Svein í Vallarlíð

til útreiðina prúður,

fyrst fór hann í ringabrynju

uttan yvir í skrúður.

 

81 Tað var Sveinin í Vallarlíð,

klæðist alvæl ný:

“Nú skal ríða til tinga í dag,

og aldri undan flý.”

 

82 Tað var Sveinin í Vallarlíð,

rennir sín gangar[a] í skóg:

“Hvør hevur hetta tingið sett?

og vár gangari er móð.”

 

83 Viljormur stendur á tingi upp,

eingin ið hann kendi,

gullborin hjálma á høvdi bar

og svenskan boga í hendi.

 

84 Viljormur stendur á tingi upp

við silkikneptari húgvu,

kinnin reyð sum hummarsklógv,

eygað sum í dúgvu.

 

85 “Hoyr tað, Sveinin í Vallarlíð,

tað tali eg til tín,

ongar havi eg bøtur fingið

til sæla faðir mín.”

 

86 Svaraði Svein í Vallarlíð,

hann spretti so lítið skegg:

“Tú skalt fáa lambið tað,

sum lágt [er] og loðið um legg.”

 

87 “Hoyr tað, Sveinin í Vallarlíð,

tað tali eg til tín,

aðrar vil eg bøtur hava

til sæla faðir mín.”

 

88 Tað var Viljormur ungi,

sínum svørði brá,

hann kleyv Sveinin í Vallarlíð

sundur í lutir tvá.

 

89 Hann vá Sveinin í Vallarlíð,

við so frítt eitt mót,

við aðrari hendi hans systurson

hann sendi ígjøgnum við spjót.

 

90 Tað var Viljorm ungi,

heim í garðin fór,

úti hansara sæla móðir

fyri honum stóð.

 

91 “Ver vælkomin, sæli sonur,

higar heim til mín,

hevur tú nakrar bøtur fingið

til sæla faðir tín?”

 

92 “Lítlar havi eg bøtur fingið,

sum tær tykist *mun,

eg vá Sveinin í Vallarlíð

og so hans systurson.”

 

93 Viljorm stendur á hallargólvi,

turkar sítt svørð í dúki:

“Eg havi vigið tann stoltsriddar

og skilt hans høvur frá búki.”

 

94 “Er tað satt og ikki lygn,

alt sum tú sigur mær,

eingin svein í Danmark

var betur lovað enn tær.

 

95 Hoyr tað, mín hin sæli son,

hvat eg sigi tær tá,

far tú teg í garðin heim,

frú Hermintrú at fá!”

 

96 Tað var Viljormur ungi,

heim í garðin fór,

úti frúgvin Hermintrú

fyri honum stóð.

 

97 “Hoyr tú, frúgvin Hermintrú,

hvat eg sigi tær tá,

eg møtti Sveinin í Vallarlíð,

og sjálvur eg hann vá.”

 

98 “Vá tú Sveinin í Vallarlíð,

 hans systursonin tá við,

so væl verði teg tá higar komið,

og sjálva meg at biðja.”

 

99 Tað var Viljormur ungi,

hann leyp yvir songarstokk,

myntist við frúnna Hermintrú,

og síðan reið hann burt.

 

100 Av gulli var hans saðil,

og silvur var hans boksl,

glaður ríður Viljormur

í Breiðabýar heim.

 

101 Hetta frætti tá kongurin

eystur yvir hav,

at hann Viljorm ungi

hevði sovið hjá *frúnnar arm.

 

102 At hann ungi Viljormur

hevði sovið hjá *frúnnar arm,

vigið Sveinin í Vallarlíð,

tað ríka jalsins barn.

 

103 Fimtan letur hann herskipini

út á sjógvin ganga,

annaðslíkt skal eftir koma

undan ein loynitanga.

 

104 Fimtan letur hann herskipini

út á sjógvin gá,

annaðslíkt skal eftir koma

við skjoldir og brynju blá.

 

105 Skutu teir síni skipini

har í tað myrka hav,

líka kerdu teir seg eftir

um náttin ella dag.

 

106 Kastar hann sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig tá kongurin

sínum fótum á land.

 

107 Fyrstur steig tá kongurin

sínum fótum á land,

tólv brynjaðir adilsmenn

undir hans høgru hand.

 

108 Ikki visti Viljormur av

fyrr enn sum tá,

komin var tann kongurin

við alt sítt lið, hann ár.

 

109 Viljormur rennir í herin fram,

á ta mannatrongd,

fimmti vá hann edilingar

og ruddi fyri sær gongd.

 

110 So reið hann Viljormur

beinan vegin fram,

hann klývur hvønn um tvørar herðar,

ímóti honum rann.

 

111 Hann klývur hvønn um tvørar herðar,

ímóti honum rann,

eftir [stóð] tá kongurin

við sín triðja mann.

 

112 Kongurin er kropin

nú undir borgarlið:

“Mín kæri Viljormur,

gev mær nú grið!

 

113 Mín kæri Viljormur,

gev mær nú grið,

hetta bað eg ongan

kongasonin fyrr!

 

114 Eg gevi tær við strondum oman

skip og seglið reyða,

hálvt mítt ríki, meðan eg livi,

og alt eftir mín deyða.

 

115 Eg gevi tær við strondum oman

skip og seglini *tey reyðu*,

hálvt mítt ríki, meðan eg livi,

frú Hermintrú tar við.”

 

116 “Hevði ikki frú Hermintrú

verið mær so blíð,

her skuldi tú, kongurin,

so látið títt lív.

 

117 Hevði ikki frú Hermintrú

verið mær so góð,

her skuldi eg, kongurin,

sætt títt hjartablóð.”

118 Væl varð teim til brúdleyps ætlað

av so mikið meingi,

kom so mangur hovmaður til,

sum fjøður á fuglaveingi.

 

119 Væl varð teim til brúdleyps ætlað,

tá var ei at tvørra,

átjan *borgum boðið varð,

og tólv hundrað á hvørji.

 

120 Drukkið varð teirra brúdleypið,

og kátt var teirra lív,

bæði gingu í eina song,

Viljorm og hans vív.

 

121 Gingu so bæði í eina song,

Viljormur og hans vív,

síðan *fór hvør, sum boðin var,

haðan heim til sín.

 

122 Kongurin aftur til ríkið fór

við ongum sigur á hendi,

hevði sorg og mikil harm,

sínar ævir til enda.

 

123 Adalús situr í Breiðabý,

drekkur tann mjøðin reina,

tað ráddu ei færri fyri hans borð

enn væl fimm hundrað sveinar.

 

Fuglin í fjøruni,

við sítt nevið reyða,

mangt var djórið í høviska fugli,

hevur hann greitt frá deyða.

Fuglin í fjøruni.

 

CCF 173 C

TSB E 96

 

Handrit: Hanus Hanusson: Fugloyarbók (fyri 1854), nr. 69 (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 220.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 34. bind, s. 115.

 

Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík.

 

E 96 Sveinur í Vallalíð (Man is killed by unsuccessful rival and revenged by his son)

D, F, Í: Sveinur í Vallalíð vil giftast við Adalus, men hon velur at giftast við Viljormi. Sveinur er ógvuliga eljusjúkur og skjótt aftan á, at Viljormur er giftur við Adalus, drepur hann hann.

Adalus eigur son og kallar hann upp eftir pápanum. D, F, Í, S: Tá ið ungi Viljormur er tilkomin, sigur mamma hansara honum, hvør ið drap faðir hansara. Hann sendir Sveini í Vallalíð boð um at møta sær á tingi. Sveinur ber seg undan at rinda Viljormi skaðabøtur fyri deyða faðirs hansara, og Viljormur drepur Svein. Hann sigur mammu síni, at nú er faðir hansara hevndur. cD, F: Viljormur lokkar systur Svein (F: konu). Beiggi hennara (F: pápi) kemur at hevna seg. Viljormur drepur hann (F: eirir honum, aftan á at hann hevur dripið allar menn hansara).

Viljormur giftist við kvinnuni, sum hann lokkaði.

á føroyskum: CCF 173 (eisini á donskum, íslendskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019