• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Tíðriks kappar

 

Tíðriks kappar

 

CCF 174 B

TSB E 10

TSB E 119

 

1 Tíðrikur situr í síni høll,

biður geva gott ljóð:

“Hvar vitið tit í aðrari høll

tílíka avrekstjóð?”

 

2 Allir sótu kongsins menn,

eingin tordi tala,

uttan Brandurin víðferi,

hann ræður fyrstur at svara.

 

3 “Ísin eigur eina borg,

stendur á høgum fjalli,

ellivu eigur hann synir av sær,

tann tólvti er ridđdarin snjalli.

 

4 Ellivu eigur hann synir av sær,

ein er riddarin mesti,

væl er hann til vápna borin,

leikar við svørði best.

 

5 Tað liggur ein kempa á Birtingsskógv,

gitið man vera víða,

hoyr tað, reystur Tíðrikur kongur,

hann torir tín fullvæl bíða.”

 

6 “Hoyr tú, Brandurin víðferi,

tú hevur farið víða,

allar vegir til Birtingar

skalt tú fyri ríða.”

 

7 Brandurin tók við merkisstong,

fyri [við] hyggju hann reið,

tá hann kom á Birtingsskógv,

tá vendi hann hesti á leið.

 

8 Tá ið hann kom á Birtingsskógv,

tá vendi hann hesti við:

“Hvar eru tit nú, kongsins menn,

takið nú tykkur við!

 

9 Eg føri ikki longri fram

í dag mín harras merki,

har býr fyri hesi høll

hin langabeinrisin sterki.”

 

10 Svaraði Virgar Valintsson:

“Eg skal á skógvin ríða,

um enn tit viljið, kongsins menn,

í sama stað mín bíða.”

 

11 Virgar læt á skógvin standa,

Tíðriks køppum frá,

tá var risin sovnaður,

á víðum vølli lá.

 

12 Svaraði Virgar Valintsson,

hann er drongur fríður:

“Statt á føtur og ver títt lív,

eg vil ikki á teg níða!”

 

13 Svaraði Virgar Valintsson,

hann er drongur hagur:

“Statt á føtur og gyrð tín hest,

risin, ert tú maður!”

 

14 Svaraði risin Akival,

tikin til góða at evna:

“Hvaðan ert tú, mikla kempa,

hvussu skal eg teg nevna?”

 

15 “Virgar skalt tú nevna meg,

ei man móðin tróta,

frægir nevna mín flóta hest,

teir kalla hann Skemming skjóta.

 

16 “Tað koma ei so mangir saman,

at eg ræðist menn,

ríð av skógv, tú ungi maður,

tí sova vil eg enn!”

 

17 Tað var Virgar Valintsson,

hann dró sítt svørð frá síðu:

“Eg skal teg úr blundi vekja,

tað skal spyrjast víða.”

 

18 Virgar læt tá Skemming leypa

fyri hans brynju breiða,

risin leyp so leysur á føtur,

sína jarnstong at reiða.

 

19 Risin treiv um jarnstongina,

reiggjaði hann henni hátt,

Virgar vendi hesti við

og bar seg undan brátt.

 

20 Risin reiggjaði jarnstongini,

ilt var skap at eggja,

hon kom seg í jørðina fast,

ímillum hamra tveggja.

 

21 Virgar treiv um Mimmaring

av so grimmum huga,

sipaði so til Akival,

væl mundi høggið duga.

 

22 Virgar treiv um Mimmaring,

hann brá sær av hendi,

høgdi so til Akival,

at eggin beinið kendi.

 

23 “Skomm fái tú, Virgar Valintsson,

og so títt svørð við síðu,

eg havi fingið sár í dag,

harav so yppist ein kvíða.

 

24 Hoyr tú, Virgar Valintsson,

drep nú ikki meg,

heimræði mítt og tað reyðargull

gevi eg til teg.

 

25 Hoyr tú, Virgar Valintsson,

høgg meg ikki til deyða,

eg skal vísa tær húsið tað,

sum glógvar í gullinum reyða.”

 

26 Risin gekk eftir skóginum fram,

við so mikið mein,

vísti honum á húsið tað,

sum alt í gulli skein.

 

27 “Her sært tú tað húsið standa,

mikil er manna sorg,

her er inni meira gull,

enn Tíðrikur eigur í borg.

 

28 Her liggur for durum ein stórur steinur,

hann er ikki lættur at lyfta,

enn leggi eg tær treytir á,

tú skalt hann burtur syfta.

 

29 Hoyr tú, Virgar Valintsson,

tú ert maðurin ungur,

tú skalt taka steinin burt,

hóast hann er tungur.”

 

30 Svaraði Virgar Valintsson:

“Hetta er mikil villa,

tað plagar eingin kempa góð

sína styrki á steinar at spilla.

 

31 Hoyr tú, risin Akival,

tú ert maður meiri,

tú skalt taka á steinin fyrst

og royna so roysni fleiri.”

 

 

32 Risin tók á steinin tann,

tað var honum eingin treyt,

tað gjørdi hann á skamri stund,

hann flutti tað berg av breyt.

 

33 “Hoyr tú, Virgar Valintsson,

tú gakk í hellið inn fyrst,

tak so út tað reyðargull

so glaður við góðari lyst!”

 

34 Tað var Virgar Valintsson,

hann kundi væl vinkir fleiri:

“Risin, gakk í hellið inn fyrst,

tí tú ert maður meiri!”

 

35 Tað var risin Akival,

hann inn um dyrnar sá,

Virgar høgg við báðum hondum

risanum høvur frá.

 

36 Virgar tók tað reyðargull,

ið risin hevði at ráða,

síðan reið av Birtingsskógv

og vendi hesti frá.

 

37 Síðan reið av Birtingsskógv

og vendi hesti við,

høvur og hond av risanum,

og reið so heim við frið.

 

38 Tók hann so tað risablóð

og smurdi saðil og hest,

reið so aftur til Tíðriks kappar:

“Risin hevur meg hvest.”

 

39 Tíðrikur so til orða tekur:

“Slíkt er mikil villa,

vit skulum ríða til hallar heim,

og ei fleiri kempur spilla.”

 

40 Svaraði Virgar Valintsson,

heldur á búnum stáli:

“Her skalt tú síggja tað risahøvur,

ið dreingir gita á máli.”

 

41 “Hevur tú vigið risan í dag,

tað skal spyrjast víða,

allar vegir til Birtingar

skalt tú undan ríða.

 

42 Allar vegir til Birtingar

skalt tú fyri gá,

sita yvir mítt breiða borð,

hægstur við kongsins ráð.”

 

43 Førdu burt tað reyðargull

alt fyri uttan sorg,

glaðir riðu Tíðriks kappar

fram fyri Brattingsborg.

 

44 Sjúrður klæðist árla morgun,

hann ber lov og prís,

hann gekk seg í vígskarð,

mangt var hann har vís.

 

45 Sjúrður gekk í vígskarð,

heldur á gyltum horni,

hann sá gull og glitramerki

á føgrum summars morgni.

 

46 Sjúrður gekk aftur úr vígskarði

og inn á hallargólv:

“Her eru komnir út í várt land

Tíðriks kappar tólv.

 

47 Eg seti ikki minni við,

enn alt tað gull, eg ár,

teir vilja vinna Birtingar

og sigur av tykkum fá.”

 

48 “Hoyr tú, Sjúrður Sigmundarson,

tú ert dreingja maki,

tú skalt ríða for Tíðrik kong,

skatt av dreingjum taka!”

 

49 Sjúrður leyp á gangaran sín

av so góðum huga,

reið so fram fyri Tíðriks kappar,

væl mundi drongur duga.

 

50 Sjúrður gekk í høllina inn,

eingin ið hann kendi,

uttan Virgar Valintsson,

hann eyguni at honum rendi.

 

51 Sjúrður gekk í høllina inn,

hann ræð for borði at standa:

“Gongur her nakar skattur av

eftir fornum vanda?”

 

52 “Her gongur eingin skattur av,”

Tíðrikur segði: “Nei,

fyrr skulu allir Ísans synir

draga svørð av skeið.

 

53 Her gongur eingin skattur av

eftir fornum vanda,

heilsa so Ísans sonum heim,

vit plaga hann heldur at heimta.”

 

54 Sjúrður gekk av høllini út,

hugsar um ongan vanda,

loysti ein hest frá hallardurum,

tók sær skatt til handa.

 

55 Hann loysti sín hest frá hallardurum,

søgur ganga frá,

síðan reið av garði burt

við sínar gangarar tvá.

 

56 Sjúrður reið av garði burt,

við sínar gangarar flótu,

tað er mær av sonnum sagt,

tað mundi Humlingur njóta.

 

57 Svaraði Humlingur Stútason,

hann er drongur nýtur:

“Kastið terning fram á borð,

vitið, hvør happið lýtur!”

 

58 Talv varð borið í høllina inn,

mikið man sterkum loyna,

so var sagt, at Stútason

hann skuldi roysni royna.

 

59 Teir kastaðu terning fram á borð,

frá man frættast víða,

luturin fell unga Humlingi til,

hann skuldi mót Sjúrði ríða.

 

60 “Hoyr tú, Virgar Valintsson,

tú læna mær Skemming skjóta,

latið ikki tann turpalasvein

mín góða gangara njóta!”

 

61 “Tú kalla hann ikki ein turpalasvein,

hóast hann søkir elli,

tú hevur ei, Humlingur Stútason,

Sjúrðin roynt á vølli.

 

62 Tú kalla hann ikki ein turpalasvein,

hóast hann elli søkir,

tú hevur ei, Humlingur Stútason,

Sjúrðin roynt á føti.”

 

63 “Eg skal seta tær veður so gott

alt fyri uttan mein,

alt mítt gull og leysafæ,

kemur ei Skemmingur heim.

 

64 Eg skal seta tær veður so gott

alt fyri uttan sorg,

alt mítt gull og leysafæ,

mín arv av Brattingsborg.”

 

65 “Hav tú sjálvur títt gull og fæ,

og Brattingsborg at njóta,

eg taki ongan pant í dag

fyri hann Skemming skjóta.”

 

66 “Eg eigi bæði svørð og skjold,

eg misti mín gangara fríða,

Sjúrð skal eg til jarðar fella,

tað skal frættast víða.”

 

67 “Um enn eg læni tær gangaran mín,

ið dreingir Skemming kalla,

tað svørji eg við Mimmaring,

tú førir hann ei til hallar.”

 

68 Út varð loystur Skemmingur

út av Brattingsborg,

Humlingur leyp í saðilin upp,

glaður for uttan sorg.

 

69 Humlingur reið frá borgini,

frá man frættast víða,

Skemmingi tókti tað undarligt vera,

honum stóðu sporar við síðu.

 

70 Humlingur reið eftir veginum fram,

tykist Sjúrðin kenna:

“Tað batar ei tínum turpalasveini

undan mær at renna.

 

71 Tú tarvt ikki ríða undan mær,

tú hin gamli kall,

eg skal taka mín hest ígenn

og geva so tær eitt fall.”

 

72 Sjúrður vendi sín hest íkring

av so grimmum huga,

riðu saman á grønum vølli,

tóktust ei lítið duga.

 

73 Riðu saman á grønum vølli,

við so miklari makt,

settu spjót mót saðilgjørðum,

Humling úr saðli sprakk.

 

74 “Eru tað frægastir Tíðriks kappar,

so kunnu dystin ríða,

statt á fold og gyrð tín hest,

enn skal eg tín bíða.”

 

75 Riðu saman á øðrum sinni,

av so grimmum huga,

tað var Humlingur Stútason,

hann gekk for saðilboga.

 

76 “Eru tað frægastir Tíðriks kappar,

so kunnu dystin ríða,

statt á fold og gyrð tín hest,

enn skal eg tín bíða!”

 

77 Riðu saman í triðja sinni,

alt fór eftir vari,

spjótið setti hann undir hann

og lyfti hann út úr saðli.

 

78 Spjótið setti hann undir hann

og lyfti hann út úr saðli,

Sjúrður fekk tann besta hest,

borin var undir alvi.

 

79 “Nú havi eg vunnið sigur av tær,

og Skemmingur hann er mín,

sig mær, frægur gøvugur garpur,

allar ættir tínar.”

 

80 “Eg sigi tær ikki eiti mítt,

fyrr enn tú hevur sagt mær títt,

Tíðriks kappar brigða mær tað,

tað verður ikki frítt.”

 

81 “Sjúrð skalt tú nevna meg,

Sigmundar son,

Hjørdis drotningin,

mín móðir væri hon.

 

82 Sjúrð skalt tú nevna meg,

Sigmundar svein,

Hjørdis drotningin,

hon bar meg í heim.”

 

83 “Humling skalt tú nevna meg,

ein kempa gæv og fín,

kong Abulant, tað harða stál,

so kallaðist faðir mín.”

 

84 “Ert tú Humlingur Stútason,

so tak tín hest við hendi,

hartil svørð og herklæði,

tú ert mín nærskyldi frændi.

 

85 Tak tú okkara skjaldareimar,

bint mínar hendur og lendar

fastan við ta stóru eik,

frammi á skóginum stendur.

 

86 Tak tú okkara skjaldareimar

og bint meg til ta eik,

ríð teg aftur til Tíðriks kappar,

og sig, tú vanst tann leik!”

 

87 Humlingur reið til hallar heim,

kastar sítt svørð á borð:

“Nú stendur Sjúrður við eikina bundin,

hann talar ikki eitt orð.

 

88 Bundið havi eg tann gamla kall

fastan við eina eik,

tikið havi eg mín hest ígenn,

og vunnið havi eg tann leik.”

 

89 Tað svaraði Virgar Valintsson,

tí hann væl Sjúrðin kendi:

“Voldi tað vilji, men ikki makt,

at tú mundi Sjúrðin binda.”

 

90 Tað svaraði Virgar Valintsson,

hann vildi alting vita:

“Eg skal ríða á skógvin fram,

at vita hvussu Sjúrður man liva.”

 

91 Virgar leyp í saðilin upp

yvir leysan loga,

so reið hann á skógvin fram,

av so grimmum huga.

 

92 “Sjúrður er ein starblindur svein,

sær ikki sítt spjót til enđa,

tó síggi eg Virgar á Skemmings bak,

við Mimmaringi í hendi.”

 

93 Sjúrður hugsar við sjálvum sær,

tá hann sá Virgar ríða:

“Hittir meg Virgar bundnan í dag,

hann høggur mær riv frá síðu.”

 

94 Tá ið Sjúrður hetta sá,

at Virgar at honum skundar,

rívur hann upp ta stóru eik,

og síðan leyp hann undan.

 

95 Svaraði Virgar Valintsson:

“Hetta mundi eg ana,

annar maður enn Stútason,

ið Sjúrði varð at bana.”

 

96 Tíðrikur stendur í høgari høll,

sær fram yvir skóg,

hann sær *Sjúrð Sigmundarson,

ta stóru eik hann dró.

 

97 Tíðrikur stendur í høgari høll,

sá seg út av borg,

Sjúrður dró ta stóru eik,

tað var honum eingin sorg.

 

98 Tíðriks kappar og Ísans synir

riðu saman til ting,

 gleddust saman á Brattingsborg

og slógu í ein ring.

 

99 Tað var ein dans á Brattingsborg,

har dansaðu riddar og heltar,

har dansaði Sjúrður Sigmundarson

við eikini undir sítt belti.

 

100 Har dansaðu bæði riddar og sveinar,

frá man frættast víða,

eingin reystari enn Sjúrður

var við eikirót við síðu.

 

CCF 174 B

TSB E 10

TSB E 119

 

Handrit: a: Savn hjá Svend Grundtvig (Dansk Folkemindesamling 68) Johannes Clemensen 1852; b: Johannes Clemensen: Sandoyarbók (Dansk Folkeminde-

sam ling 68), nr. 47.

 

Útgávur:

1. Danmarks gamle Folkeviser  IV, udgivne af Svend Grundtvig, 1883, s. 617.

2. V.U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I, s. 223.

3. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 244.

4. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 28. bind, s. 41.

 

Heimild: Úr Sandoy: Johan Michael Hentze, Jóhan í Uttastovu (1787-1840), Sandi 1822.

 

E 10 Tíðriks kappar (Sivard defeats kinsman but pretends to have lost)

Sjúrður spyr kongsins menn, hvør teirra vil berjast móti sær. Menninir kasta terningar um tað, og luturin fellur á Humling unga. Hann lænir ross Virgars Valintssonar til bardaga. Sjúrður vinnur hann og krevur rossið. Honum verður kortini greitt, at Humlingur er skyldmaður hansara, og hann ger av, at hann kann látast, sum hann hevur vunnið. Hann letur seg binda í eitt eikitræ. Humlingur kemur aftur og sigur seg hava bundið Sjúrð í eitt eikitræ. Virgar trýr honum ikki og fer sjálvur at vita. Tá ið Sjúrður sær hann nærkast, torir hann ikki at vera verandi longur, hálar eikina upp við rót og fer til gongu til hús við henni. Um kvøldið dansar hann við eikini hangandi í miðjureimini.

á føroyskum: CCF 174 A ør. 24-61, B ør. 44-100, C ør. 19-68 (eisini á donskum og svenskum)

E 119 Tíðriks kappar (Vidrik defeats a giant)

Tíðrikur kongur spyr menn sínar, um teir vita um nakran, sum er javnlíki hansara. Ein av monnum hansara nevnir Ísin kong, og Tíðrikur ger av at fara til borg Ísins. Men kongsins merkisberi sýtir fyri at fara, tí ein risi býr á leiðini.

Virgar Valintsson bjóðar sær til at fara hagar. Hann finnur risan í fasta svøvni, vekur hann og berjist við hann. Risin biður fyri lívinum og lovar ríkidømi sítt afturfyri. Virgar Valintsson høggur høvdið av risanum.

á føroyskum: CCF 174 A ør. 1-22, B ør. 1-48, C ør. 1-17 (eisini á donskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019