• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Tíðriks kappar

 

Tíðriks kappar

 

CCF 174 C

TSB E 10

TSB E 119

 

1 Tíðrikur eitur Tatnarson,

hann býr út í Bern,

hann kann so væl við vápnum fara,

sigist í hesum kvæði.

 

Rennur og rennur folin mín

á grønari grund,

mín ber ei á lund,

stíg at dansa stund.

Kátur loypur folin mín

á grønari grund.

 

 

2 Tíðrikur situr í síni búð,

býst um við ljóð:

“Hvar vita tit í øðrum londum

gull og valdra tjóð?”

 

3 Allir drýptu høvdið niður,

eingin tordi tala,

uttan Brandur hin víðføri,

hann kvaðst ikki við at svara.

 

4 “Ísin eigur eina búð,

stendur á høgum fjalli,

ellivu eigur hann synir av sær,

tólvti er Sjúrður snjalli.

 

5 Ellivu eigur hann synir av sær,

men Sjúrður er kempan reysta,

siga so allir, at Ísin kongur

hann situr so væl á hesti.

 

6 “Hoyr tú, Brandur hin víðføri,

tú hevur farið so víða,

langa leið til Bertingar

tú skalt fyri Ísin ríða.”

 

7 Brandur tók sítt svørð í hond,

upp í saðilin steig,

langa leið til Bertingar

hann eina for Ísin reið.

 

8 “Eg fari ikki á skógvin fram

at fremja tína ferð,

tað liggur fyri á skógnum burt

Áka risa her.”

 

9 Tað var Virgar Valintsson,

talar so for sær:

“Hvat gera allir kongsins menn,

hví fara teir ikki við tær?”

 

10 Virgar reið á skógvin burt,

sínum kempum ífrá,

risin var tá sovnaður,

í fyrsta svøvni lá.

 

11 Virgar leyp við báðum fótum

á risans bringu breiða,

risin snarliga á føtur leyp

sína jarnstong at reiggja.

 

12 “Hoyr tað, Virgar Valintsson,

drep nú ikki meg,

so mikið reyðargull

vil eg geva tær.”

 

13 Ganga teir á skógvin fram,

teir sóu tann steinin standa:

“Gakk har, Virgar Valintsson,

njót tær skatt til handa!”

 

14 Svaraði Virgar Valintsson,

klæddur var í skreyt:

“Mær tykist tað ei vera eins mans føri

at flytta tann heyg á breyt.”

 

15 Risin tók undir við aðrari hond,

tað var honum eingin treyt,

tað gjørdi hann á skamri stund,

hann bar hann burtur á breyt.

 

16 Virgar brá tá Mimmaringi,

sjálvum sær at eira,

so hjó hann í risans lær,

at tað neit inn í beinið.

 

17 Virgar brá tá Mimmaringi

av so miklum alvi,

hann høgg risans høvur av,

so oddurin stóð í talvi.

 

18 Virgar rópar til sínar menn,

hann rópaði alvæl hátt:

“Vit skulu ríða til Bertingar

hesa somu nátt.”

 

19 Sjúrður stendur í víngørðum,

hyggur út í hav,

hann sær gull og glitramerki

eftir havi fara.

 

20 Sjúrður er gingin úr víngørðum

inn á hallargólv:

“Komnir eru higar í dag

Tíðriks garpar tólv.”

 

21 “Hoyr tú, Sjúrður, kempan reyst,

tú kanst mítt mál væl skilja,

era teir komnir Tíðriks garpar,

hvat munnu teir vilja?”

 

22 “Seti eg í veð mítt skjøld og svørð,

og alt tað gull, eg ár,

teir vilja vinna Bertingar

og hava á tí ráð.

 

23 Seti eg í veð mítt skjøld og svørð

og so tað gullið reyð,

teir vilja vinna Bertingar

og ráða tygara deyð.”

 

24 “Hoyr tað, Sjúrður, kempan reyst,

siga skalt tú mær,

hvat er teirra vápnatal,

so kunnugt er tað tær.”

 

25 “Tað skrivast í tað fyrsta skjøld,

skrivast í ‘Lejin’ sterka,

krúnan út av reyðargull,

tað er kong Tíðriks merki.

 

26 Tað skrivar í tað annað skjøld,

skrivar í gullið bjarta,

tað førir Høgni Júkason,

ið høgt bar hilmar hjarta.

 

27 Tað skrivast í tað triðja skjøld,

skrivar sín brand so frægur,

førir hin ungi Hildibrand,

tí hann ber lund so høga.

 

28 Tað skrivar í tað fjórða skjøld,

skrivar ein hamar og tang,

tað førir Virgar Valintsson,

nú gerst mín ríma lang.

 

29 Tað skrivar í tað fimta skjøld,

sigur hann Húgmar reysti,

hann var bæði vitur og vænur,

tar ið hann situr á hesti.

 

30 Tað skrivar í tað sætta skjøld,

lýsir um leið so víða,

førir hann Brandurin víðføri,

ið væl kann dyst at ríða.

 

31 Tað skínur í tað sjeynda skjøld,

skrivar í djørvi mong,

eigur hann ungi Humlingur,

tann raskasti valdra drongur.

 

32 Tað skrivar í tað áttunda,

skrivar í djørvi m . . . .

eigur hann Humlingur Hornbogason,

tann             . . . . . .

 

33 Tað skínur í tað níggjunda,

skrivar í djørvi líki,

eigur hann harri Sitrin jall,

hann fyri stýrir í ríki.

 

34 Tað skrivar í tað tíggjunda skjøld,

hann kann væl beita brandi,

eigur hann reysti Villifer,

sum frægastur er í landi.

 

35 Tað skrivar í tað ellivta skjøld,

tað er so mikil vandi,

førir hann harra Stútin

sunnan úr Ísalandi.

 

36 Tíðrikur var tað tólvta skjøld,

vil eg fyri tær greina,

hann kann allar listir tær,

ið hann vil sjálvur royna.

 

37 Tað skínur í tað trettanda,

væl grovligur at líta,

eigur hann Atli Buðlason,

ið væl kann brynju slíta.”

 

38 “Hoyr tað, Sjúrður, kempan reyst,

tú ert dreingja maki,

tú skalt fara til Tíðriks garpar,

skatt av teimum taka.”

 

39 Sjúrður gár í hallina inn,

ræður for borði standa:

“Gongur her nakar skattur út,

eftir fomum vanda?”

 

40 “Her gongur eingin skattur út,

ei er til tess vón,

fyrri skulu vit, Ísin kongur,

draga svørð úr spón.”

 

41 Tí svaraði ungi Humlingur,

hann var nýtur drongur:

“Kastið terning fram á borð,

og vitið hvussu gongur!”

 

42 Teir kastaðu terning fram á borð,

tá fell skemtan víða,

tá fell unga Humling til,

hann skuldi mót Sjúrði ríða.

 

43 Kastaðu terning fram á borð,

tá fell skemtan víða,

Sjúrður leyp á saðil og hest,

ið Humlingur skuldi á ríða.

 

44 Kastaðu terning fram á borð,

tá fell skemtan svá,

Sjúrður reið seg haðan burt,

so glaður við gangarar tvá.

 

45 Humlingur gár for Virgar:

“Lána mær Skemming skjóta,

hann skal ikki, tann torparasvein,

tann góða gangara njóta.”

 

46 “Tú kalla hann ongan torparasvein,

tó hann søkir elli,

eg svørji tann eið á mína trúgv,

hans líki er ikki á vølli.

 

47 Tú kalla hann ongan torparasvein,

tó hann elli søkir,

eg svørji tann eið á mína trúgv,

hans líki sá eingin á føtur.

 

48 Eg láni ikki Skemming burt,

um tú setir í veð

alt títt gull og ljósa fæ

og tínar borgir við.”

 

49 “Eg skal seta tær veð so gott,

unnast mær tað lív,

alt mítt gull og ljósa fæ

og mínar borgir við.

 

50 Eg skal seta tær veð so gott,

unnast mær ta kraft,

alt mítt gull og ljósa fæ,

um hesturin kemur ei aftur.”

 

51 Tað var hin ungi Humlingur,

bað leggja sær saðil á,

so reið hann á Sjúrðar fund,

sum føtur bera má.

 

52 Tað var hin ungi Humlingur,

hann læt á skógvin ríða,

Sjúrður vendi sínum hesti á leið:

“Her skal eg tær bíða.”

 

53 Humlingur rendi mót Sjúrði tá,

tey hini stóru undur,

hestarnir fóru aftur um døv,

og skøftini gingu sundur.

 

54 Sjúrður sínum svørði brá

av so góðum alvi,

enn fekk hann tann besta hest,

sum borin var undan talvi.

 

55 Sjúrður so til orða tekur,

gott er í honum evni:

“Sig mær ætt og eiti títt,

hvussu skal eg teg nevna?”

 

56 “Eg sigi tær ikki eiti mítt,

fyrr enn tú sigur mær títt,

Tíðriks garpar *brigða mær,

tað er ikki frítt.”

 

57 “Sjúrður skalt tú nevna meg,

Sigmundar son,

Hjørdis drotning,

móðir nevnd er hon.”

 

58 “Humling skalt tú nevna meg,

Hornboga son,

tað varð mær til móður sagt,

at drotning nevnd varð hon.”

 

59 “Er hann so sannur faðir tín,

frændi manst tú vera,

tú skalt ikki hesa skomm

av Tíðriks køppum bera.

 

60 Tak tú mína silvurreim,

bint um mínar lendar,

fest meg við ta stóru eik,

sum frammi í skógnum stendur!

 

61 Tak tú mína silvurreim,

bint meg við eina eik,

ríð so aftur til Tíðriks kappar,

sig, tú vanst tann leik!”

 

62 Humlingur loysti hans silvurreim,

hann bant hans hendur at,

Virgar saðlar sær annan hest,

hann reið, í loyningum sat.

 

63 Virgar søkir sær annan gangar,

reið, í loyningum sat,

tí hann vildi forvitast,

hvussu teim gekk at.

 

64 Humlingur gekk í hallina inn,

stoyttist inn for borð,

Sjúrður stendur í skógnum burtur,

talar ikki eitt orð.

 

65 “Hoyr tað, ungi Humlingur,

tú far nú ikki við tant,

tað var út av vilja gjørt,

at tú hann Sjúrða bant.”

 

66 Virgar vendi sínum hesti á leið,

hann læt á skógvin skunda,

Sjúrður reiv upp eik við rót,

síðan leyp hann undan.

 

67 Mitt úti pá Bertingum,

har dansa tær rasku heltar,

har dansar Sjúrður Snaransvein

við eikini undir belti.

 

68 Sjúrður gekk í hallina inn,

hann var dreingja maki,

undraðust allir kongsins menn,

hvar hann bar eik á baki.

 

Rennur og rennur folin mín

á grønari grund,

mín ber ei á lund,

stíg at dansa stund.

Kátur loypur folin mín

á grønari grund.

 

CCF 174 C

TSB E 10

TSB E 119

 

Handrit: a: Kvæðabók hjá Hans Paul Johan-Petersen (1837) II, nr. 11 (Føroya landsbókasavn, Tórshavn); b: úr savni  Jakob Jakobsens  1904 (Føroya lands- bókasavn, Tórshavn), heimild: Niels Jakob Mikkelsen, Niklas undir Fossi (1823-1907), Sumba.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 249.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 28. bind, s. 54.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Hans Paul Johan-Petersen f. í Sandvík, Hanus í Lopra (um 1814-1886), Lopra 1837.

 

E 10 Tíðriks kappar (Sivard defeats kinsman but pretends to have lost)

Sjúrður spyr kongsins menn, hvør teirra vil berjast móti sær. Menninir kasta terningar um tað, og luturin fellur á Humling unga. Hann lænir ross Virgars Valintssonar til bardaga. Sjúrður vinnur hann og krevur rossið. Honum verður kortini greitt, at Humlingur er skyldmaður hansara, og hann ger av, at hann kann látast, sum hann hevur vunnið. Hann letur seg binda í eitt eikitræ. Humlingur kemur aftur og sigur seg hava bundið Sjúrð í eitt eikitræ. Virgar trýr honum ikki og fer sjálvur at vita. Tá ið Sjúrður sær hann nærkast, torir hann ikki at vera verandi longur, hálar eikina upp við rót og fer til gongu til hús við henni. Um kvøldið dansar hann við eikini hangandi í miðjureimini.

á føroyskum: CCF 174 A ør. 24-61, B ør. 44-100, C ør. 19-68 (eisini á donskum og svenskum)

E 119 Tíðriks kappar (Vidrik defeats a giant)

Tíðrikur kongur spyr menn sínar, um teir vita um nakran, sum er javnlíki hansara. Ein av monnum hansara nevnir Ísin kong, og Tíðrikur ger av at fara til borg Ísins. Men kongsins merkisberi sýtir fyri at fara, tí ein risi býr á leiðini.

Virgar Valintsson bjóðar sær til at fara hagar. Hann finnur risan í fasta svøvni, vekur hann og berjist við hann. Risin biður fyri lívinum og lovar ríkidømi sítt afturfyri. Virgar Valintsson høggur høvdið av risanum.

á føroyskum: CCF 174 A ør. 1-22, B ør. 1-48, C ør. 1-17 (eisini á donskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019