• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Jallgríms kvæði

 

Jallgríms kvæði

 

CCF 19 C

TSB E 21

 

1 Eina veit eg rímuna,

gjørd við nýtum orðum,

Jallgrímur og Havgrímur

ræðu fyri í forðum.

 

Latum dans dynja dreingir,

stoltsliga stígum í ring,

stendur hon væl frúva.

 

2 Jallgrímur og Havgrímur,

ræðu við búnum brandi,

hin var sær á Upplondum,

men hesin á Bjarmalandi.

 

3 Løgdu sær so ráðini við,

sum fornir gjørdu í forðum,

tað skal eingin kongur stýra

her um Heroyar norður.

 

4 Har komu niður á Bjarmaland

fimmti riddarar reystir,

tá svaraði Havgrímur:

“Hvørjir eru hesir gestir?”

 

5 Svaraði ein av sveinunum,

smílist undir lín:

“Haraldur kongur av Noregi

sendi meg til tín.

 

6 Kongurin hevur oss higar sent,

ikki við so blíðum,

antin skalt tú landið skatta

ella ímóti stríða.”

 

7 Havgrímur so til orða tekur,

mælir tunga at inna:

“Her hevur eingin skattur gingið

alt tað, ið frægir minnast.

8 Eg eri alin á Bjarmalandi,

giti ei landið skatta,

ikki skal hann Haraldur kongur

fregna tað og frætta.”

 

9 Bóru burt hans borðbúnað,

gjørt var av silvuri reina,

takið nú tann høvdinga,

og berið út á teinum.

 

10 Løgdu teir hendur á Havgrím unga,

ætlaðu út at bera,

hann vá upp sín bitra brand,

ið væl kundi brynjur skera.

 

11 Hann brá upp sín bitra brand,

er mær ei á tí hól,

eg svørji tann eið við mína trúgv,

hann feldi riddarar tólv.

 

12 Sveinar riðu for kongin heim,

við so nýtum orðum:

“Enn ræður Grímur á Bjarmalandi,

sum hann hevur ráðið í forðum.”

 

13 Kongurin so til orða tekur,

heldur á búnum knívi:

“Eina skal eg Noregi stýra,

um eg eri á lívi.”

 

14 Kongurin so til orða tekur,

við sínum gula hári:

“Vit skulum gista Bjarmaland,

tá ið líður at vári.”

 

15 Hetta frætti jallurin,

uppi situr í fjøllum:

“Haraldur hevur Noregi hálvt,

nú vil hann ráða øllum.”

 

16 Jallgrímur klæðist árla morgun,

man meg rætt um minna:

“Nú lystir meg á Bjarmaland,

fornar vinir at finna.”

 

17 Út varð loystur gangarin,

undir  hallarvegg,

prýddur var hann við skarlak,

niður á hóvaskegg.

 

18 Prýddur var hann við skarlak,

niður á miðja síðu,

forgyltur var saðilin,

Jallgrímur skuldi á ríða.

 

19 Jallgrímur ríður í grasagarð,

loysir av saðilgjørð:

“Hvat er títt á Bjarmalandi?

frætti eg av í fjør.”

 

20 Jallgrímur ríður í grasagarð,

letur so orðum byrja:

“Hvat er títt á Bjarmalandi?

tað er fyrst at spyrja.”

 

21 Haraldur kongur av Noregi,

ræð mót oss at herja,

brynjaði hann út fimmti kempur,

væl mundi eg meg verja.

 

22 Her er komin ein annar gestur,

niður frá høgum fjøllum,

alin er upp blant Bjarmatussar,

og líkastur er hann trøllum.

 

23. Alin er upp blant Bjarmatussar,

líkastur er hann trøllum,

hann vil mína sæla dóttur

føra upp mót fjøllum.

 

24 Hann er eingin á Bjarmalandi,

honum torir at møta,

hvør ið kemur í holt við hann,

blóðug verður gøta.

 

25 Havgrímur kemur út árla morgun,

fátt man feigum forða,

hann sær nú tann fjallatussa

niður úr fjøllum spora.

 

26 Hundar tóku at goyja hátt,

greppurin dró at garði,

stígur á legg við stinnum alvi,

fór ei um við fári.

 

27 Hundar tóku at goyja hátt,

greppur at garði dró,

stígur so sterkt á stinnan legg,

hann jørð um kálvar vóð.

 

28 Hundar tóku at goyja hátt,

greppur at garði dregur,

stígur so sterkt á stinnan legg,

hann jørð um kálvar vegur.

 

29 Veggir allir svignaðu,

hvar hann kom í tún,

hurðar allar klovnaðu,

áðrenn hann fekk rúm.

 

30 Beinkir allir brotnaðu,

hvar hann gekk í sæti,

Jallgrímur so til orða tekur:

“Slíkt er trølla læti.”

 

31 Beinkir allir brotnaðu,

hvar hann settist niður.

Jallgrímur so til orða tekur:

“Slíkt er trølla siður.”

 

32 Tá svaraði hann fjallatussi,

kinn bar hann so balda:

“Eg haldi tað ei vera kongaligt,

ið ikki skal kempum halda.”

 

33 Risin so til orða tekur,

lítur seg út til bíggjar:

“Hvar er frúgvin Ingibjørg,

nú vil eg hana síggja?”

 

34 Havgrímur so til orða tekur:

“Eg havi ráð og minni,

tú sært ikki Ingibjørg

enn á hesum sinni.”

 

35 Risin gjørdist grimur í grønum,

er mær ei á tí hól,

tríati sló hann reystar kempur,

fullu á hallar gólv.

 

36 “Sjálvur skal eg mær sømdir lúka,

frúgv á máli finna,”

hann gekk seg í høga loft,

hann mundi tað útinnað.

 

37 Risin kemur í salin inn,

svarar so frá sær:

“Hoyr tú frúgvin Ingibjørg,

vilt tú játtast mær?”

 

38 “Kjaftur tín er ógvuligur,

nasarnar eru langar,

so eru tíni kjálkabein,

sum fjórðingsvegur at ganga.

 

39 Kjaftur tín er ógvuligur,

ennið tað er fatt,

nasarnar eru sum neystadyr,

hartil sigi eg satt.

 

40 Skeggið er sum sótið svart,

hongur niður á bringu,

neglirnar rætt sum bukkahorn,

alin fram av fingri.

 

41 Skeggið er sum sótið svart,

hongur niður á beltið,

eyguni sum tjarnir tvær,

og tonn sum í villini gølti.”

 

42 Risin so til orða tekur,

hevur ei fleiri orð,

hann tók frúnna Ingibjørg,

og ripti fram um borð.

 

43 Hann tók frúnna Ingibjørg

undir kápu blá,

Jallgrímur sprakk úr hásæti,

hann sínum brandi brá.

 

44 Risin tók ta bjørtu brúður,

út á grønan vøll,

Jallgrímur gav so vont eitt høgg,

hinum í heysin gell.

 

45 Risin misti frú frá favn,

niður á fold so fríða,

Jallgrímur hana á hestin tók,

burt á skógv at ríða.

 

46 Jallgrímur hana á hestin tók,

burt á skógv at ríða:

“hoyr tú frægur frúnnar faðir,

tú skalt við risan stríða.”

 

47 Jallgrímur hana á hestin tók,

spennir á saðilgjørð,

plaga so allir riddarar ríða,

gangari rennur á jørð.

 

48 Bardust fullar tógvar dagar,

hvørgin sigur fekk,

inntil tann hin triðja,

ið sól til viða gekk.

 

49 Bardust fullar tógvar dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

ið sól til viða rann.

 

50 Inntil tann hin triðja,

ið sól til viða rann,

tá fell kappin Havgrímur,

tann hin raski mann.

 

51 Risin reið av garði burt,

hann føtur í fjallið setti:

“Ikki skal jallur á Upplondum

við æru liva eftir.”

 

52 Ein kom maður í høllina inn

millum stavs og veggjar:

“Skunda tær, reystur Haraldur kongur,

landið undir teg leggja.

 

53 Skunda tær nú Haraldur,

glaður í gulmærs gangi,

deyður er nú tann høvdingi

oss hevur forðað leingi.”

 

54 Hann legði undir seg ríkið alt,

fram við sjóvarstrond,

síðan helt hann haðan burt,

og ríður á Upplond.

 

55 Jallgrímur kemur út árla morgun,

sær nú kongsins dreingir,

talar hann nú til sínar menn:

“Roynið nú bogastreingir.”

 

56 Jallgrímur ríður út árla morgun,

kappin tann hin raski,

fimmti vóru teir kongsins menn,

fullu í fyrsta kasti.

 

57 Jallgrímur rópar á sínar menn:

“Spennum vára bogar,

ikki skal Haraldur hárfagri

so upplendingar kúga.”

 

58 Jallgrímur ríður á grønum vølli

sum aðrir reystir menn,

so feldi hann Haralds garpar,

hundrað um í senn.

 

59 Átjan vóru teir sveinarnir,

boðini bóru heim:

“Jallgrímur ræður á Upplondum,

so frægur hilmir ein.”

 

60 Nú skal brynja út annað lið,

vera til víggja førur,

ríða so til Upplanda,

og spenna á saðilgjørð.

 

61 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

riðu so á skógvin burt,

fram fyri fagran hól.

 

62 Jallgrímur kemur út árla morgun,

sær nú kongsins dreingir,

talar hann nú til sínar menn:

“Spennum bogastreingir.”

 

63 Jallgrímur ríður út árla morgun

sum aðrir reystir menn,

so feldi hann Haralds greppar,

hundrað um ísenn.

 

64 Jallgrímur ríður á grønum vølli,

royndi góðar gripir,

feldi niður av Haralds monnum,

tíggju for hvørja sipun.

 

65 Jallgrímur ríður á grønum vølli

við sínum brandi bjarta,

ein fleyg ørvin fyri hans bróst

tá neit inn at hjarta.

 

66 Úr sær reiv hann blóðiga ørv,

alvæl sum hann kundi,

sendi hana aftur í Haralds lið,

so mangur lívið týndi.

 

67 Jallgrímur so til orða tekur,

eg havi felt úr liði,

gerið sum fyrst í fyrndartíðum,

gevið nú ongum grið.

 

68 Teir høgga títt, teir líva lítt,

duplur hanga við stengur,

maktast ungi Jallgrímur,

í víggi har hann stendur.

 

69 Jallgrímur ríður á grønum vølli,

nú tekur liðið at tynna,

“glaður eg ríði at kvøldmálum,

mína brúður at finna.”

 

70 Dagur tók at kvølda,

teir sóu risan renna,

oman skruddu dalir og fjøll

tá hann ræð teir at kenna.

 

71 Eg havi staðið í stríð í dag,

og vegið so mangan mann,

nú síggi eg tann fjallatussa,

eg meini hann vil mær ann.

 

72 Eg havi staðið í stríð í dag,

og vunnið tann sigurin prúð,

eg eri møddur og illa særdur,

sova vil eg nú.

 

73 Ongan skalt tú søtan sova,

so leingi sum brandar bíta,

fyrr enn eg fái Ingibjørg,

sum væn er á at líta.

 

74 Hann legði inn at Jallgrími unga,

sigst í hesum tátti,

harðliga við beinum bankar,

fór ikki um við sátti.

 

75 Riðu saman á grønum vølli,

frá man frættast víða,

so rann sveitti um belti hans,

sum elvur í fossinum stríða.

 

76 Jallgrímur gav so vont eitt høgg,

tað tók at rúka av skalla,

tað er ei so undarligt

um eg í dag man falla.

 

77 Hevði eg ikki for mínum brósti

følt tað tunga mein,

ikki skuldi tú fjallatussi

boðini borið heim.

 

78 Jallgrímur reidjar svørð íkring,

vegur við vápn á skildir,

so hjó hann til fjallatussan,

eggin beinið kildi.

 

79 Risin sipaði jarnstongina

við so miklari ferð,

Jallgrímur fekk so ont eitt slag,

at heilin dreiv á jørð.

 

80 Gylsteinur sær úr heri brá,

væl kundi brynjur skera:

“Ikki skal frúgvin Ingibjørg

risans brúður vera.”

 

81 Gylsteinur seg frá heri reið,

við sínum brandi brá,

hann kleyv henda grima risa

sundur í lutir tvá.

 

82 Tað var reystur Haraldur kongur,

gav honum gávur góðar:

Bjarmalandið yvir at ráða,

og Ingibjørg væna fljóð.

 

83 Gylsteinur festi Ingibjørg,

so er komið til mín,

síðan førdi hann Haraldi kongi

skatt og gull í skrín.

 

CCF 19 B

TSB E 21

 

Uppruni: V.U. Hammershaimb: “Færøiske kvæder II”, 1855

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 444.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1999) 7. bind, s. 33

 

Heimild: V.U. Hammershaimb (1819-1909), Sandavági.

 

E 20 Jallgríms kvæði (Warriors successfully defending their countries against invading king are killed by giant)

Noregs kongur, Haraldur Hárfagri, roynir at leggja Havgríms landslut undir seg, men Havgrímur vinnur á kongsins monnum.

Ein risi er um at taka dóttur Havgríms, tá ið Jallgrímur rippir hana frá honum og rýmir við henni. Risin drepur Havgrím, hvørs landslutur síðani verður lagdur inn undir land Harald kongs.

Haraldur roynir at leypa á landslut Jallgríms við, men hóast Jallgrímur er særdur, eydnast honum at verja sítt, til risin kemur og krevur dóttur Havgríms aftur. Hann drepur Jallgrím, ið er illa komin.

Ein av monnum Haralds kongs drepur risan og fær bæði dóttur Havgrím og landslut Jallgríms.

á føroyskum: CCF 19 A og C (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019