• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ragnars kvæði - Ragnars táttur

 

CCF 2 Ba

TSB E 156

(Ør. 74-102 = TSB D 401)

 

1 Vilja tær nú lýða

mínum orðum á,

kongur ræður fyri Upplandum,

væna dóttur ár.

 

Borgarhørtur byggir tað tornið fríða,

enn er hon fagrari Randarsól,

hon kann allar fuglalistir at týða.

 

2 Kongurin eigur eina dóttur

við miklum mentarprýði,

tí hon ber øll lásini

at øllum borgarliði.

 

3 Átti hann sær so væna dóttur

bæði við spekt og prýði,

tí situr hon í hásæti

yvir øllum borgarliði.

 

4 Moyar fóru á skógvi[n] burtur,

byggja skuldu sal,

eg fái ikki tal á teim,

tí tær eru mangar í tali.

 

5 Hann læt henni salin byggja

av tað(!) skínandi gull,

sjálvur leiðir hann sína dóttur

fróður í huga full.

 

6 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

Tóra er gingin á skógvin burtur

við fylgismoyum tólv.

 

7 Moyar vóru á skógvi burtur,

hvílu vildu tiggja,

tær sóu eitt so lítið væl

niður fyri sær liggja.

 

8 Moyar fóru á skógvin burtur,

høvdu gull til fíggja,

tá mundi tær so lítið væl

niður fyri sær síggja.

 

9 Moyar fóru av skógvi burtur

finna orm av grandi,

ofta hendist av marglæti

angist og mikil vandi.

 

10 Moyar vóru á skógvi burtur,

funnu orm av andi(!),

ofta hendist av marglæti

angist og mikil vandi.

 

11 Moyar vóru á skógvi burtur

bæði við gleði og gleim,

tóku tær tann hin frænarorm,

førdu til húsa heim.

 

12 Tóku tær tann hin frænarorm,

bóru til húsa heim.

ofta hendist av marglæti

angist og mikil mein.

 

13 Tóku tær tann hin frænarorm,

løgdu í kistu niður,

hann vóks skjótt á skamri stund,

og bæði mikil og digur.

 

14 Góvu honum fingurgull,

løgdu í kistu niður,

hann vóks skjótt á skamri stund,

bæði mikil og digur.

 

15 Nógvar vóru moyarnar,

salin skuldu byggja,

ormurin fekk ikki inni rúmd

í moynnasali at liggja.

 

16 Tóku tær tann hin frænarorm,

løgdu hann út fyri sól,

hann vóks skjótt á skamri stund,

og sporl yvir høvdið dró.

 

17 Løgdu tær út tann frænarorm,

tær sluppu av angist og vanda,

hægri reisti hann buktir upp,

enn høgar borgir standa.

 

18 “Tann vil eg nú kongason

mína dóttur geva,

vega vil tann frænarorm

og skilja so moy við trega.

 

19 Tann vil eg nú blíðum soni

mína dóttur jáa,

vega vil tann frænarorm

og skilja so moy við trá.”

 

20 Greivin kemur inn árla morgun,

vekir upp dreingir snarar:

“Nú vilja vit tann ormin gesta,

leingi hevur moynna varðað.”

 

21 Vundu upp síni silkisegl

útav glæstriskeið,

ormin hoyrdu teir blása,

tá ið teir komu mitt á leið.

 

22 Ormin hoyrdu teir blása,

tá ið teir komu mitt á fjørð,

óttast tók tá greivanum

alt um sín saðilgjørð.

 

23 Ormin hoyrdu teir blása

av miklum ódnar sproti,

óttast tók tá greivanum

alt um sín saðilboga.

 

24 “Vendið nú um vára silkisegl,

eykið os ei tann vanda,

ormurin má for vára skyld

so leingi for moynni standa.

 

25 Vindið upp vár silkisegl,

eykið os ei tann váða,

ormurin má for vára skuld

leingi for moynni ráða.”

 

26 Enn tað frætti Ragnar kongur,

sonur Sjúrðar Ring,

ormurin liggur við moynnasal,

hann ber mers í kring.

 

27 Ragnar læt sær klæði skera

bæði av tjøru og stein,

tí hann skuldi av ormins eitur

ikki fáa mein.

 

28 Ragnar læt sær klæði skera

bæði av tjøru og sand,

tí hann skuldi av ormins eitur

ikki fáa grand.

 

29 Ragnar kemur inn árla morgun,

vekir upp dreingir snarar:

“Nú vilja vit tann ormin gesta,

leingi hevur moynna varðað.”

 

30 Ragnar kemur inn árla morgun,

vekir upp dreingir bestu:

“Nú vilja vit við friðum fara,

mildu Mariu treysti.”

 

31 Ganga teir til stranda[r] oman

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

teir drógu sín knørr úr neysti.

 

32 Vinda upp síni silkisegl

út av glæstriskeið,

ormin hoyrdu teir blása,

tá ið teir komu mitt á leið.

 

33 Ormin hoyrdu teir blása,

tá ið teir komu skamt til landa,

Ragnar bað tá sínar menn

so kátan mjøðin blanda.

 

34 Ormin hoyrdu teir blása,

tá ið teir komu skamt til lands,

Ragnar bað tá sínar menn

so kátan drekka [til] hans.

 

35 “Heilir eru allir mínir menn,

teir skulu mínum bondum greiða,

meðan eg gangi upp á land

tann urðarseið at veiða.”

 

36 “Allir vilja vil fylgja tær

og fremja so tín vilja,

tað er ikki eins mans føri

hans høvur frá búki at skilja.”

 

37 “Heilir eru allir mínir menn,

teir skulu mínum skipum festa,

meðan eg gangi upp á land

at snakka við ókunnigar gestir.”

 

38 Ragnar gongur í grasgarði,

sum ormurin fyri lá,

hann var mikil og ógvuligur,

kongurin undrast á.

 

39 “Eg veki teg upp, tín frænarorm,

ansar tú nakað mær,

frætti tað Tóra Borgarhjørt,

eg stjalist ei á tær.”

 

40 “Hvør er so hin hugdjarvi,

ið meg vekir úr blundi?

Hann man Tóru akta sær,

tað unniliga sprund.

 

41 Hvør er so hin hugdjarvi,

ið meg vekir úr dvala?

tann man Tóra akta sær,

tann Borgarhjørt at hava.”

 

42 Ragnar høgg so stórt eitt høgg,

at øllum tykti undur,

hann høgg tann hin frænarorm

av í miðjum sundur.

 

43 Ragnar vá av orminum,

maðurin var hann heppin,

hann fór undan við skaftinum,

men svørðið tað stóð eftir.

 

44 Hann fór úr teimum tjørgaðu klæðum,

legði sær íhjá,

aftur í reytt skarlak,

so vænur var garpi at sjá.

 

45 Hann fór úr teimum tjørgaðu klæðum,

legði á heyggin hvíta,         

aftur í reytt skarlak,

so vænur var garpi at líta.

 

46 Moyar standa í glasglugga,

blanda mjøð í skál,

snarliga skundar hann síni ferð

aftur til skipa at gá.

 

47 Moyar standa í glasglugga,

blanda mjøð og vín,

s[n]arliga kvaðst hann skunda sær

aftur til skipin sín.

 

48 Trælurin vappar allan dag,

hvílu vildi tiggja,

hann kom har so síðla á kvøld,

ið orm sá deyðan liggja.

 

49 Trælurin vappar allan dag,

beinini tóku at møða,

ikki tordi so vendilókur

deyðan ormin røra.

 

50 Toygdi hann seg so langan út,

til beltið sprakk um miðju,

tá fekk hann tað góða svørð,

sum Ragnar bar frá smiðju.

 

51 Hann tók tað hitt búna svørð,

kongi bar til handa:

“Eg havi vigið tann frænarorm,

og skilt tykra dóttur frá vanda.”

 

52 Tað er enn, sum ofta er,

langt er at vera inni,

Tóra er riðin til hallar heim

faðir og móður at finna.

 

53 Tað er enn sum ofta fyrr,

“Helladir” út at inna,

Tóra er riðin til hallar heim

faðir og móður at finna.

 

54 “Tú lat tær ikki illa líka,

hóast eg gifti teg træli,

mannin tann, ið ormin vá,

*dóttir mín  hin* sæla.”

 

55 “Trúgv ikki, trúgv ikki, faðir mín,

hvat ið tann trælin segði,

hann var av øllum mætari,

ið spjót í ormin legði.

 

56 Eg sá tann, ið ormin vá,

hann var ólíkur træli,

hann var sær av øðrum londum,

kongasonurin sæli.”

 

57 Kongurin læt tá tingið setja,

so er virðin vendur,

hann stóð hægstur á tinginum,

ið skaftið bar í hendi.

 

58 Ragnar lyfti durunum,

maðurin var hann baldur:

“Mær var lagað at eiga moy

allan hennara aldur.”

 

59 Ragnar lyfti durunum,

maðurin var hann fríður:

“Mær var lagað at eiga moy

allar hennara tíðir.”

 

60 Ragnar lyfti durunum,

maðurin var hann ríkur,

tá varð trælur úr hásæti koyrdur

ytst til hurðarbríkur.

 

61 Ragnar lyfti durunum,

trælinum vildi sút,

tað visti eingin innan halla[r],

hvar ið hann smeittist út.

 

62 Enntá var tað Ragnar kongur,

fell upp á síni knæ,

meðan hann Tóru Borgarhjørt

til ekta[r] festi sær.

 

63 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song,

Ragnar og hans vív.

 

64 Tað er enn sum ofta fyrr,

tað kom til so brátt,

frúnna sókti helsótt

hesa somu nátt.

 

65 Lógu tey í síni song,

tey snakka um tað bæði:

“Tú skalt tær ta jomfrú biðja,

ið væl nýtir míni klæði.

 

66 Tú skalt tær ta jomfrú biðja,

býr fyri sunnan hav,

væl er hon av ættum komin,

men lítla hevur hon makt.”

 

67 Frúgvin varð løgd á songarstokk,

blikna tók tann ríka:

“Seint man eg,”segði Ragnar kongur,

“fáa mær brúður slíka.”

 

68 Frúgvin varð løgd á songarstokk,

blikna tók tann balda.

“Seint man eg,”segði Ragnar kongur,

“fáa mær brúður aðra.”

 

69 Árla var um morgunin,

sól tók fagurt at skína,

Ragnar gekk av hallini út

frá deyðari drotning síni.

 

70 Eystan undir kirkjuni,

sum dreingir eyka tala(!),

døkkur var tann dimmi dagur,

niður í mold at fara.

 

71 Eystan fyri kirkjuna,

sum dreingir eyka fold,

gróvu teir tað hitt ljósa lík

niður í døkka mold.

 

72 Gróvu teir tað hitt ljósa lík

niður í døkka fold,

Ragnar stóð og sá hará,

hann sortnaði sum ein mold.

 

73 Tí svaraði Ragnar kongur,

á gravarbakka stóð:

“Tað verður ikki, meðan eg livi,

eg elski mær annað fljóð.”

 

(Ørindini 74-102 = TSB D 401 Kráku táttur)

 

74 Ikki fekk tá Ragnar kongur

frið nátt ella dag,

fyrr enn hann hevði knørri[n] smíðað,

suður yvir hav.

 

75 Sveinar ríða í landið upp,

breyðið skuldu baka,

Hákar risi fyri ráddi,

hann eigur dóttur spaka.

 

76 Sveinar ríða í landið upp,

breyðið skuldu sníða,

Hákar risi fyri ráddi,

hann átti dóttur fríða.

 

77 Aftur koma sveinarnir,

lítið høvdu vunnið:

»Vit hava sæð ta stoltu jomfrú,

og tílíka onga finna.

 

78 Vit hava sætt ta stoltu jomfrú,

bæði við spekt og kæti,

átøk var hon tygara drotning,

hevði hon havt hennara mæti.«

 

79 Tí svaraði Ragnar kongur,

talar orðum blítt:

»Ótíð var hon væl vorðin,

væn tó ikki var slík.

 

80 Biðið hana koma til skips í morgin,

hava við sær svein,

hava tann svein, sum ikki er svein,

og koma so búgvin heim.

 

81 Biðið hana koma til skips í morgin,

hava við sær klæði,

vera klædd og ikki klædd,

og koma so búgvin bæði.«

 

82 Sveinar ríða í landið upp,

breyðið skuldu baka,

Hákar risi fyri ráddi,

hann eigur dóttur spaka.

 

83 Sveinar ríða í landið upp,

breyðið skuldu sníða,

Hákar risi fyri ráddi,

hann átti dóttur fríða.

 

84 »Hann biður teg koma til skips í morgin,

hava við tær svein,

hava tann svein, sum ikki er svein,

og koma so búgvin heim.

 

85  »Hann biður teg koma til skips í morgin,

hava við sær klæði,

vera klædd og ikki klædd,

og koma so búgvin bæði.«

 

86 Árla var um morgunin,

báran brýtur á bylgju,

hon kembir sítt hár og beið til leik,

hon býður sín rakka fylgja.

 

87 Frúgv steig innar snekkjunnar borð,

tað mundi ongan vara,

orm bar hon í eyga á sær,

dóttir Sjúrðar snara.

 

88 Ragnar yrkir orðum á,

talar við frúnna blítt:

»Sigið mær sannan faðir at tær,

eg spyrji teg eiti títt.»

 

89 «Haki kall er faðir at mær,

hvønn dag goymi eg geit,

Kráka eri eg kallað sjálv,

tað er til navns at leita.»

 

90 «Silkiserk og skarlak reytt,

alt í einum knýti,

tak við Kráka kalsdóttir,

og vita, um tú nýtir.»

 

91 Skarlaksstakk og búgvin skógv,

alt í einum knýti,

tak við, Kráka Kalsdóttir,

og vita, um tú nýtir.

 

92 Silkiserk og skarlak reytt

javnt við jørðina dregur:

«Oftari havi eg geitir goymt

enn farið í búgvin klæði.»

 

93 Skarlaksstakk og búgvin skógv

javnt við jørðina dró:

«Oftari havi eg geitir goymt

enn farið í búgvin skó.»

 

94 Stakkur hennara stóð á jørð,

fóturin var sum leika,

meðan situr Ragnar kongur

við reyðar kinnar og bleikar.

 

95 «Tú ert ikki kalsdóttir,

tó at tú sigur so,

mætari maður er faðir at tær,

tað síggi eg á brún og brá.»

 

96 Ragnar yrkir orðum á,

talar við frúnna blítt:

«Sigið mær sannan faðir at tær,

eg spyrji teg eiti títt.»

 

97 «Sjúrður frægi var faðir at mær,

hann stóð í ormins blóði,

Ásla eri eg kallað sjálv,

frú Brynhild var mín móðir.»

 

98 Kallin kemur á bakkan oman,

rópar at væl hart:

«Tær hava tikið mína sæla dóttur,

greiðið hana aftur snart!«

 

99 Kallin kemur á bakkan oman,

rópar alvæl hátt:

«Tær hava tikið mína sæla dóttur,

greiðið hana aftur brátt!»

 

100 Settu teir frúgv í lyfting upp,

við so mikið noss,

góvu kallinum gull og fæ:

«Frúgv skal fylgja oss!»

 

101 Tóku teir frúgv í lyfting upp,

settu millum dreingir.

Eg kann ikki kvøða tað,

ið ort er ikki longur.

 

102 Settu hana á kvinnubonk,

hann ímillum dreingir.

Eg kann ikki kvøða tað,

ið ort er ikki longur.

 

Borgarhjørtur byggir tað tornið fríða,

enn er hon fagrari Randarsól,

hon kann allar fuglalistir at týða.

 

CCF 2 Ba

TSB E 156

(Ør. 74-102 = TSB D 401)

 

Handrit: Handrit Schrøters av Sjúrðar kvæði 1818. Ny kgl. Saml. 345, 8vo. Nr. 5, s. 111.

 

Útgávur:

1. Chr. Matras (ed.): J. H. Schrøters optegnelser af Sjúrðar kvæði (Færoensia 3) 2. 45.

2. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 218.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 4. bind, s. 19

 

Heimild: Úr Suðuroy. J.H. Schrøter, 1818

 

D 401 Krákutáttur (Man told about beautiful peasant girl sends for her and marries her)

D: Ragnar, ein prinsur, leitar eftir dóttur Sjúrðar kongs, sum er horvin. Ein drongur (cD: dvørgur), ið hann møtir, sigur honum frá um eina vakra smalugentu. F: Tænarar Ragnars fara av skipi hansara á land, og tá ið teir koma aftur, siga teir frá tí vøkru gentu, teir hava hitt. Ragnar sendir boð eftir henni og leggur á hana serligar treytir: tá ið hon kemur, skal hon hvørki vera ílatin ella nakin, hvørki einsamøll ella í fylgi við nøkrum. Gentan greiðir hár sítt oman yvir seg og hevur hundin við sær. D, F: Ragnar spyr gentuna, hvør ið hon er, og hon svarar við kávalótum, men at enda viðgongur hon, at Sjúrður, kongur, er faðir sín. Ragnar fer heim við henni og giftist við henni.

á føroyskum: CCF 2B ør.74-102, C: II, D (Krákutáttur), F ør.63-88, G ør.71-94 (eisini á donskum)

E 156 Ragnars kvæði (Man kills serpent and gets maiden as reward)

Ein lítil ormur verður fangaður, men brátt veksur hann til stóran orm og verður húskinum ein plága.

Boð verða send víða um, at hann, ið drepur ormin, skal vinna eina brúður. (D, F: Ein maður bjóðar seg fram, men megnar tað ikki, D: verður dripin.) So frættir ein maður um hetta og ger av at royna at vinna á orminum. (F, N: Hann mettar klæði síni við tjøru og sandi.) Hann berjist við ormin og drepur hana. Hann fær eina gentu at giftast við. cN: Hann gevur gentuni krakk, tí hann er longu trúlovaður. F: Stutt eftir brúdleypið doyr tann unga brúðurin.

á føroyskum: CCF 2 A, B ør. 1-73, C: I, D Ragnars táttur, E Ragnars táttur, F ør. 1-62, G ør. 1-70 (eisini á donskum og norskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019