• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ragnars kvæði (Fyrsti táttur)

 

CCF 2 C

TSB E 156

(Annar táttur str. = TSB D 401)

 

101 Ikki kostaði Ragnar kongur

minna til enn tá,

børurnar av reyðargulli

letur hann henni slá.

 

102 Børurnar av reyðargulli

letur hann henni gera,

merkið av tí skæra silvur,

korsið til at bera.

 

103 Tóku tey tað hitt ljósa lík,

settu í døkka stað,

síðan breiddu tey omaná

tann “Oxenar”(!?) blá.

 

104 Eystan fyri kirkjuna,

sum dreingir reyka(!) fold,

gróvu teir tað hitt ljósa lík

niður í døkka mold.

 

105 Eystan fyri kirkjuna,

sum dreingir eyka tala,

dimmur er hesin ljósi dagur,

niður í mold at fara.

 

106 Gróvu teir tað hitt ljósa lík

niður í døkka fold,

Ragnar stendur á gravarbakka,

hann sortnaði sum ein mold.

 

107 Ragnar stendur á gravarbakka,

hann sortnaði sum eitt blóð:

“Tað verður ikki á míni ævi,

eg festi annað fljóð!”

 

108 Ragnar kongur frá kirkju ríður,

hann mælir ikki mál,

mangan gleðir hann fátækan,

hann skeinkir mjøð av skál.

 

109 Ragnar kongur frá kirkju ríður,

hann mælir ikki orð,

mangan gleðir hann fátækan

alt yvir sítt breiða borð.

 

 

Annar táttur

 

(=Kráku táttur TSB D 401)

 

1 Hvørki fær hann Ragnar kongur

frið nátt ella dag,

fyrr enn hann hevði knørrin smíðað

eystur yvir hav.

 

2 Hvørki fær hann Ragnar kongur

dag ella nætur ró,

fyrr enn hann hevði knørrin smítt,

siglt tann salta sjó.

 

3 Glaður leggur Ragnar kongur,

skipini undir flaka,

sveinar sendi hann upp á land,

breyðini skuldu baka.

 

4 Glaður leggur Ragnar kongur

skipini undir dún,

sveinar sendi hann upp á land

heim í Áka tún.

 

5 Teir sóu eitt so fagurt vív,

kemur hon inn og rann;

sveinar upp á moynna stardu,

meðan breyðið brann.

 

6 Teir sóu eitt so fagurt vív,

eingin ið tað kendi,

sveinar upp á moynna stardu,

meðan breyðið brendi.

 

7 Har kom ein av sveinunum,

legði seg fram á stokk,

fór so at um nakrar stundir,

fekk hár úr moynnar lokk.

 

8 Har kom ein av sveinunum,

eingin ið tað varði,

fór so at um nakrar stundir,

fekk lokk úr moynnar hári.

 

9 Hann fekk ein lokk úr moynnar hári,

sveipar innan í klút,

síðan ber hann Ragnari

tað til skipa út.

 

10 “Vit sóu eitt so fagurt vív,

kom har inn og rann,

sveinar upp á moynna stardu,

meðan breyðið brann.

 

11 Vit sóu eitt so fagurt vív,

eingin á tað kendi,

sveinar upp á moynna stardu,

meðan breyðið brendi.

 

12 Vit sóu eitt so fagurt vív

við alt sítt spekt og kæti,

álík var hon tygara brúður,

hevði tað verið hin mæta.”

 

13 Tá svaraði Ragnar kongur:

“Halda tit meg fyri spott,

tit skulu allir av lívi takast,

heingjast í gálgan upp.”

 

14 Tá svaraði Ragnar kongur,

bæði av ilsku og bræði:

“Tit skulu allir á gálgan fara

at turka tykra klæði.”

 

15 Sveinur brýtur tasku upp,

hann sigur honum frá,

hárið er sum spunnið gull,

mikið undrast á.

 

16 “Farið tykur til hallar heim,

frúnni sigið frá,

bið hana koma til skipa út,

eg vil hana sjálva sjá!

 

17 Bið hana koma til skipa út,

hava við sær klæði,

vera so klædd og ikki klædd,

og koma so búgvin bæði!

 

18 Bið hana koma til skipa út,

hava við sær svein,

hava tann svein, ið ei er svein,

og koma so búgvin heim!”

 

19 Fóru teir til hallar heim,

frúnni søgdu frá:

“Hann biður teg koma til skipa út,

hann vil teg sjálvur sjá.

 

20 Hann biður teg koma til skipa út,

hava við tær klæði,

hava tey klæði, ei er klæði,

og koma so búgvin bæði.

 

21 Hann biður teg koma til skipa út,

hava við tær svein,

hava tann svein, ið ei er svein,

og koma so búgvin heim.”

 

22 Árla var um morgunin,

sólin roðar í lund,

hon kembir sítt hár, hon beit í leyk,

hon kallar sín lítin hund.

 

23 Árla var um morgunin,

sólin roðar á bylgju,

hon kembir sítt hár, hon beit í leyk,

hon biður sín rakka fylgja.

 

24 Frú varð flutt til skipa út,

eingin ið tað varði,

skel bar hon í eyga á sær,

dóttir Sjúrðar snara.

 

25 Frúgvin fór til skipa út,

hon hevði við sær klæði,

hevði tey klæði, sum átti klæði,

og komu so búgvin bæði.

 

26 Frúgvin fór til skipa út,

hon hevði við sær svein,   

hevði tann svein, sum átti svein,

komu so búgvin heim.

 

27 Ragnar stendur á skipabunka,

hann tekur hana í favn:

“Hoyr tað, tú mín veldiga søta,

sig mær títt faðirsnavn!”

 

28 Haki kall er faðir at mær,

tar hann goymir geit,

Kráka eri eg kallað sjálv,

so er til navns at leita.”

 

29 Tí svaraði Ragnar kongur

fyrsta orðið tá:

“Tú ert ikki kalsdóttir,

tað kann eg væl sjá.”

 

30 Hann kom henni við stakk og skó,

alt í einum knýti:

“Far í, Kráka kalsdóttir,

vita, um tú nýtir!”

 

31 Silkiserk og skarlak reyð,

skógvurin stóð sum leika,

enntá situr Ragnar kongur,

reyðar kinnar og bleikar.

 

32 Ragnar skundar á skipabunka,

hann tekur hana í favn:

“Hoyr tað, tú mín veldiga søta,

sig mær títt faðirsnavn!”

 

33 “Haki kall er faðir at mær,

tar hann goymir geit,

Kráka eri eg kallað sjálv,

so er til navns at leita.”

 

34 Tá svaraði Ragnar kongur,

skortar hann ikki fía:

“Tú ert ikki kalsdóttir,

tað kann eg væl sía.”

 

35 Kallin kemur á bakkan oman,

rópar hvølt og hart:

“Tað hevur mína dóttur tikið,

hann greiði hana aftur snart!

 

36 Kallin kemur á bakkan oman,

rópar hvølt og brátt:

“Tað hevur mína dóttur tikið,

hann greiði hana aftur skjótt!”

 

37 Frúgvin varð flutt til skipa út

við so lítið rós,

góvu kalli gull og fæ:

“Frúgvin skal fylgja os.”

 

38 Vindur hann síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við England.

 

39 Ragnar ríður í Englandi,

mongum [tykir] illa har,

allir ríða honum tað fyri tenn,

at hann hevði lágan *sal.

 

40 Ragnar ríður í Englandi,

mongum illa tókti,

allir ríða honum tað fyri tenn,

at hann hevði Krákudóttur.

 

41 Ragnar drekkur í Englandi,

tað fell so væl í lag,

hann festi frúnna Ingibjørg

pá tann sama dag.

 

42 Ragnar fer til skipa út

festari frúu frá,

betri unnar hann Krákudóttur,

aftur hann hana sá.

 

43 Ragnar stendur á skipabunka,

hann tekur hana í favn:

“Hoyr tað, til mín veldiga søta,

sig mær títt faðirsnavn!”

 

44 “Sjúrður fótur er faðir at mær,

roðar í ormsins blóði,

Ásla eri eg kallað sjálv,

frú Brynhild var mín móðir.”

 

45 Ragnar stendur á skipabunka,

tekur hana í favn:

“Sig mær nú, mín veldiga søta,

hví tú duldi títt faðirsnavn?”

 

46 Svaraði Ásla Sjúrðardóttir.

væl kann gripum goyma:

“Tí duldi eg mítt faðirsnavn,

eg vildi títt sinni royna.”

 

47 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ei bunkan niður

fyrr enn við Suðurland.

 

48 Vindur hann upp síni silkisegl,

so er greint fyri mær,

hana førir Ragnar kongur

á Suðurland við sær.

 

49 Livdu saman í ríkinum,

glað for uttan mein,

áttu barn og alv av sær

ungan sonin ein.

 

50 Livdu saman í ríkinum,

sum søgur ganga frá,

áttu born og alv av sær,

ungar synir tvá.

 

51 Livdu saman í ríkinum,

skortaðu ikki fíggja,

áttu børn og alv av sær

ungar synir tríggjar.

 

CCF 2 C

TSB E 156

(Annar táttur str. = TSB D 401)

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c II [2].

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 223.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 4. bind, s. 33

 

Heimild: Úr Suðuroy. J.H. Schrøter

 

D 401 Krákutáttur (Man told about beautiful peasant girl sends for her and marries her)

D: Ragnar, ein prinsur, leitar eftir dóttur Sjúrðar kongs, sum er horvin. Ein drongur (cD: dvørgur), ið hann møtir, sigur honum frá um eina vakra smalugentu. F: Tænarar Ragnars fara av skipi hansara á land, og tá ið teir koma aftur, siga teir frá tí vøkru gentu, teir hava hitt. Ragnar sendir boð eftir henni og leggur á hana serligar treytir: tá ið hon kemur, skal hon hvørki vera ílatin ella nakin, hvørki einsamøll ella í fylgi við nøkrum. Gentan greiðir hár sítt oman yvir seg og hevur hundin við sær. D, F: Ragnar spyr gentuna, hvør ið hon er, og hon svarar við kávalótum, men at enda viðgongur hon, at Sjúrður, kongur, er faðir sín. Ragnar fer heim við henni og giftist við henni.

á føroyskum: CCF 2B ør.74-102, C: II, D (Krákutáttur), F ør.63-88, G ør.71-94 (eisini á donskum)

E 156 Ragnars kvæði (Man kills serpent and gets maiden as reward)

Ein lítil ormur verður fangaður, men brátt veksur hann til stóran orm og verður húskinum ein plága.

Boð verða send víða um, at hann, ið drepur ormin, skal vinna eina brúður. (D, F: Ein maður bjóðar seg fram, men megnar tað ikki, D: verður dripin.) So frættir ein maður um hetta og ger av at royna at vinna á orminum. (F, N: Hann mettar klæði síni við tjøru og sandi.) Hann berjist við ormin og drepur hana. Hann fær eina gentu at giftast við. cN: Hann gevur gentuni krakk, tí hann er longu trúlovaður. F: Stutt eftir brúdleypið doyr tann unga brúðurin.

á føroyskum: CCF 2 A, B ør. 1-73, C: I, D Ragnars táttur, E Ragnars táttur, F ør. 1-62, G ør. 1-70 (eisini á donskum og norskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019