• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ragnars kvæði - Ragnars táttur

 

CCF 2 Da

TSB E 156

(Ør. 57 – 104 Kráku táttur = TSB D 401)

 

1 Kongur búði á Suðurlondum,

hann hevði dóttur væna,

Ragnar kongur hana fekk,

í huga hevði kæran.

 

2 Moyggjar gingu at grasgarði,

lata eftir hyggju standa,

tóku tær upp ormin tann,

ið eykaði flóði vanda.

 

3 Løgdu tær hann í skrínið niður,

fingurgull íhjá,

hann vaks mikil og ógvuligur,

moyggjar undrast á.

 

4 Ormurin vaks so brádliga,

tá hann fekk gull at tiggja,

hann fekk ikki innivist

í moynnasali at liggja.

 

5 Fimtan vóru tær moyggjarnar

ormin út at draga,

hann vaks skjótt á skamri stund,

hann ringdist um borgina saman.

 

6 Tá svaraði kongurin,

hann tekur til orða svá:

“Hvør sum henda ormin vegur,

skal mína dóttur fá.”

 

7 Hetta frætti greivin

suður í sína landa(!),

ormurin er ringdur um moynnasal,

eykar flóði vanda.

 

8 Greivin gongur at *hallargátt,

vekir upp dreingir snara[r]:

“Nú skulu vit tann ormin gesta,

moy vil mongum spara.”

 

9 Lótu sær av lunni draga

eina forgylta skeið,

ormin hoyrdu teir blása hátt,

tá stutt var komið á leið.

 

10 Ormin hoyrdu teir blása hátt

við ógvuligum sprota,

ov skjótt tóktist hann yvir koma

við sínum sævarflota.

 

11 “Vendið aftur, mínir menn,

elvið os ongan váða,

ormurin man her alla ævi

leingi for moynni ráða.”

 

12 Hetta frætti Ragnar

suður í síni landa(!),

ormurin er ringdur um moynnasal

eykar flóði vanda.

 

13 Hetta frætti Ragnar,

sonur Sjúrðar Ring,

ormurin er ringdur um moynnasal,

hann ber messukring.

 

14 Ragnar gongur at hallardurum,

vekir upp dreingir snara[r]:

“Nú skulu vit tann ormin gesta,

moy vil mongum spara.”

 

15 Lótu sær av lunni draga

eina forgylta skeið,

ormin hoyrdu teir blása hátt,

tá stutt var komið á leið.

 

1ó Ormin hoyrdu teir blása hátt

við ógvuligum sprota,

ikki óttaðist Ragnar kongur

við sínum sævarflota.

 

17 Higar ið hansara snekkjan

kendi fagurt land,

kastaði hann síni akkerini

á so hvítan sand.

 

18 Kastaði hann síni akkerini

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Ragnar kongur

sínum fótum á land.

 

19 “Her skulu tit liggja, mínir menn,

undir grønari lund,

meðan eg gangi at grasgarði,

sum ormurin ríkir ond.

 

20 Her skulu tit liggja, mínir menn,

við so góðum greiða,

meðan eg gangi at grasgarði

tann urðarseið at veiða.”

 

21 Í tjøru kálkaði hann klæði síni

uttan yvir í sand,

tí hann skuldi einki fá

av ormsins eiturgrand.

 

22 Í tjøru kálkaði hann síni klæði

uttan yvir í stein,

tí hann skuldi einki fá

av ormsins eiturgrand(!).

 

23 Tjørgaður var tann klædningurin,

Ragnar sær pá tók,

síðan var hann kallaður

Ragnar loðbrók.

 

24 Ragnar gekk at grasgarði,

sum ormurin fyri lá,

bæði mikil og ógvuligur,

kongur undrast á.

 

25 “Eg veki, eg veki teg, frænarormur,

andsvar veit tú mær,

frættir tað Tóra Borgarhjørt,

eg stjalist ei at tær.”

 

26 “Hvør er hann so hugdjarvur,

meg torir vekja úr blundi?

Hans er hugur at ætla sær

tað inniliga sprundið.

 

27 Hvør er hann so hugdjarvur,

meg torir vekja úr dvala?

Hans er hugur at ætla sær

tann Borgarhjørt hin sæla.”

 

28 Ragnar vágaði at orminum,

maðurin var hann hyggin,

skaftið førdi hann heim við sær,

men vælin stóð har eftir.

 

29 Ragnar fór úr tjørgaðum klæðum

aftur í perlur hvíta,

moyggjar stóðu í glasgluggum,

fagurt var á at líta.

 

30 Ragnar fór úr tjørgaðum klæðum

aftur í møttul blá,

í ein reyðan skarlakskjóla,

vænur var garpur at sjá.

 

31 “Statt upp, Tóra Borgarhjørt,

skonk mær mjøð í skál,

enntá skulu vit skynda okum

aftur til skipa vár.”

 

32 Trælurin vappaði út og inn,

veitslu vildi fá,

hann gekk seg at grasgarði,

sum ormurin vigin lá.

 

33 Trælurin vappar út og inn,

veitslu vildi hann tiggja,

hann gekk seg so síðla á degi,

sum ormurin vigin liggur.

 

34 Tað var hesin trælurin,

hann toyggir nú seg so langan,

hann tók vælin úr ormsins hjarta

tordi ei nærri at ganga.

 

35 Hann tók vælin úr ormsins hjarta

tordi ei nærri at gá,

síðan gekk for kongin

og sigur honum frá.

 

36 Síðan gekk for kongin inn,

sigur honum frá:

“Eg havi vigið tann frænarorm,

tygara dóttur at fá.”

 

37 Árla var um morgunin,

tímin har til bar,

sjálvur er gingin kongurin

í sín dóttur sal.

 

38 “Lat tær tað ikki illa líka,

hóast eg gifti teg træli,

maðurin tann, ið ormin vá,

dóttir mín hin sæla.”

 

39 “Trúgv ikki, trúgv ikki, faðir mín,

hvat tann trælurin segði,

hann var av øllum vænari,

spjótið í ormin legði.

 

40 Eg sá tann, ið ormin vá,

hann var ikki líkur træli,

hann var seg av øðrum londum

kongasonurin sæli.”

 

41 So sat Tóra Borgarhjørt

henda dag á bekki,

hugsaði meir um sút og sorg,

hon tók ta *føðslu ikki.

 

42 Inn kom ein av sveinunum,

sigur teimum frá:

“Eg sær skip av havi koma,

ovur bylgjan blá.”

 

43 “Sært tú skip av havi koma,

ovur bylgjan blá,

tað man vera tann kongasonur,

mær verður lagað at fá.”

 

44 Ragnar lyfti upp hurðini,

fáir finnast slíkir,

trælur varð stoyttur úr hásæti

uttar í durabríkar.

 

45 Hann seg niður við durum neig,

gerst nú trælurin baldur:

“Tá skalt ikki á tíni ævi

njóta frúnnar aldur!”

 

46 Tað var reystur Ragnar kongur,

fell pá síni knæ,

meðan hann Tóru Borgarhjørt

til ekta[r] festi sær.

 

47 Drukkið varð teirra brúdleypið,

snart og ikki leingi,

reið so mangur hovmann til

sum fjøður á fuglaveingi.

 

48 Drukkið varð teirra brúdleypið

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song,

Ragnar og hans vív.

 

49 Liggja tey í seingini,

blikna tók hin væna:

“Seint man eg,”segði Ragnar kongur,

“kjósa mær drotning aðra.”

 

50 Liggja tey í seingini,

blikna tók hin dýra:

“Seint man eg,”segði Ragnar kongur,

“kjósa mær aðra slíka.”

 

51 “Tú skalt tær eina jomfrú fá,

væl nýtir mín skó,

silkiserk og skarlak reytt

jamt við jørðini dró.

 

52 Tú skalt tær eina jomfrú fá,

væl nýtir míni klæði,

silkiserk og skarlak reytt

jamt við jørðini draga.

 

53 Tað er hon Ásla Sjúrðardóttir,

býr fyri sunnan land,

væl er hon av ættum komin,

lítla hevur hon makt.”

 

54 Árla var um morgunin,

sól tók fagurt at skína,

Ragnar gekk av hallini út

frá deyðari drotning síni.

 

55 Eystan fyri kirkjuna

dreingir eyka skara,

dimmur er hesin dagur í dag

niður í mold at fara.

 

56 Eystan fyri kirkjuna

dreingir eyka á fold,

har gróv Ragnar drotning sína

niður í døkka mold.

 

Kráku táttur (= TSB D 401)

 

57 Nú skal falla niður um stund, 

eg skemti ei longur á sinni,

kvøða skulu vær annan tátt,

dreingir, leggið í minni!

 

58 Hvørki fekk hann Ragnar kongur

nátt rógv ella dag,

fyrr enn hann hevði knørrin smíðað

eystur yvir hav.

 

59 Ragnar letur snekkju smíða

við so lítlari rógv,

av gulli málar hann borðini,

tey glógva for oman sjógv.

 

60 Ragnar letur snekkju smíða

av so góðum huga,

við jarni soymaði hann hann væl,

væl skal knørrur duga.

 

61 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavnar og stýri av reyðargulli,

síðan segl í topp.

 

62 Vant hann upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn ovur land.

 

63 Higar ið hansara snekkjan

kendi fagurt land,

læt hann síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

64 Tveir vóru teir sveinarnir,

til hallar skuldu fara,

har var tann, ið fyri ráddi,

hann átti dóttur mæta.

 

65 Tveir vóru teir sveinarnir,

til hallar skuldu ríða,

har var tann, ið fyri ráddi,

hann átti dóttur fríða.

 

66 Sveinar komu til skipið aftur,

lítið hava teir vunnið:

“Vit sóu eina stolta jomfrú,

tílíka onga funnið.”

 

67 Tí svaraði Ragnar kongur,

væl kann randir *rjóða:

“Tit skulu aftur til hallar fara,

frúnni oman bjóða!

 

68 Tit biðið hana koma til skips í morgin,

hava við sær svein,

hava svein og eiga(!) svein,

og koma so búgvin heim.

 

69 Tit biðið hana koma til skips í morgin

og hava við sær klæði,

hava klæði og eiga(!) klæði,

og koma so búgvin bæði.”

 

70 Sveinar fóru til hallar heim,

ið breyðið skuldu baka,

meðan leggur Ragnar kongur

skipum undir flaka.

 

71 Sveinar fóru til hallar heim

at tala við frúu fín,

meðan leggur Ragnar kongur

skipum undir rín.

 

72 Sveinar fóru til hallar heim,

sum frúgvin fyri var,

Ragnar liggur á skipunum

so frægur í huga glaður.

 

73 “Tú statt væl, Kráka kalsdóttir,

er klædd í hvíta lín,

Ragnar kongur á skipum liggur,

býður tær heim til sín.

 

74 Hann biður teg koma til skips í morgin,

hava við tær svein,

hava svein og eiga(!) svein,

koma so búgvin heim.

 

75 Hann biður teg koma til skips í morgin

hava við tær klæði,

hava klæði og eiga klæði,

koma so búgvin bæði.”

 

76 Frúgvin stóð á hallargólvi,

skeinkir teim mjøð av skál,

hvørt eitt orð hon talaði,

tað fell sum rúnarmál.

 

77 “Tín líka hava vit onga sætt,”

sveinin mælir av sátti,

“uttan Tóra Borgarhjørt,

sum Ragnar í forðum átti.”

 

78 Árla var um morgunin,

sólin roðar í lund,

frúgvin tók sín heyk og hýð

hon kallar sín lítin hund.

 

79 Frúgvin steig í skipið inn,

mikið man um tað varða,

orm bar hon yvir eygað á sær,

dóttir Sjúrðar snara.

 

80 Ragnar gongur á skipabunka,

talar við frúnna blítt:

“Sig mær sannan faðir at tær,

tú dyl ikki eiti títt! “

 

81 “Haki kall er faðir mær,

hvønn dag goymir at geit,

Kráka eri eg kallað sjálv,

so er til navns at leita.”

 

82 “Silkiserk og skarlak reytt,

alt í einum knýti,

tak við, Kráka, kalsdóttir,

vita um enn tú nýtir!”

 

83 Silkiserk og skarlak reytt

javnt við jørðina dró:

“Ofta havi eg at geitum goymt,

ei farið í búgvin skó.”

 

84 Silkiserk og skarlak reytt

javnt við jørðina draga:

“Ofta havi eg at geitum goymt,

ei farið í búgvin klæði.”

 

85 Stakkur hennara stóð á skó,

fóturin var sum leika,

við [tað] framdi Ragnar kongur

reyðar kinnar og bleikar.

 

86 Stakkur hennara stóð á skó,

fóturin var sum lilja,

við tað framdi Ragnar kongur

ástir og góðan vilja.

 

87 “Tú ert ikki Kráka kalsdóttir,

hóast tú sigur mær so,

mætari maður er faðir at tær,

tað sær eg á brún og brá.”

                       

88 “Sjúrður frægi var faðir at mær,

hann stóð í ormsins blóði,

Ásla eri eg kallað sjálv,      

frú Brynhild var mín móðir.”

 

89 Tá svaraði Ragnar kongur,

hann talar til sveinin sín:

“Gevið kalli gull og fæ,      

frúgvin skal vera mín!”

 

90 Kallin kemur út árla morgun,           

rópar nú alvæl hátt:

“Hava tit mína dóttur burt tikið,

so greiðið hana aftur brátt!”

 

91 Tá svarði Ragnar kongur

við so mikin tros:

“Gevið kalli gull og fæ,

frúgvin skal fylgja os!”

 

92 Vant hann upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Eingland.

 

93 Higar ið hansara snekkjan

kendi fagurt land,

læt hann síni ankør fella(!)          

á so hvítan sand.

 

94 Læt hann síni ankør fella(!)

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Ragnar kongur

sínum fótum á land.

 

95 Fyrstur stígur Ragnar kongur

sínum fótum á land,

so hon Ásla Sjúrðardóttir

undir hans høgru hand.

 

96 Silki og so perlur

var eftir vegnum prangað,

ei skuldi Ásla Sjúrðardóttir

á berum jørðum ganga.

 

97 Silki og so perlur

var eftir vegnum breidd,

so varð Ásla Sjúrðardóttir

niðan til hallar leidd.

 

98 Drukkið varð teirra brúdleypið

snart og ikki leingi,

reið so mangur hovmann til

sum fjøður á fuglaveingi.

 

99 Drukkið varð teirra brúdleypið,

hirðin var so fegin,

sum tann fuglur, á viði situr,

væri á ljósum degi.

 

100 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song,

Ragnar og hans vív.

 

101 Ragnar ríður í gestaboð

bæði við gleði og kæti,

allir riðu honum for tenn,

at hann var lágur í sæti.

 

102 Ragnar ríður í gestaboð,

hann skuldi gera seg glaðan,

allir riðu honum for tenn,

at hann hevði lágan saðil.

 

103 Ragnar ríður í Einglandi

bæði við sáma og sátti,

allir riðu honum tað fyri tenn,

at hann hevði Krákudóttur.

 

104 Men tað er hon Ásla Sjúrðardóttir,

ljós er hon um enni,

eingin tann í Einglandi

líknaðist móti henni.

 

CCF 2 Da

TSB E 156

(Ør. 57 – 104 Kráku táttur = TSB D 401)

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. DFS 68, No. 69, s. 678.

 

Útgávur:  

1. R. Long: Sandoyarbók II, s. 214.

2. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 226.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 4. bind, s. 41

 

Heimild: Úr Sandoy, 1823: Hans Johannessen, Hanus í Koytu, Sandi,  (1779-1864) 

 

D 401 Krákutáttur (Man told about beautiful peasant girl sends for her and marries her)

D: Ragnar, ein prinsur, leitar eftir dóttur Sjúrðar kongs, sum er horvin. Ein drongur (cD: dvørgur), ið hann møtir, sigur honum frá um eina vakra smalugentu. F: Tænarar Ragnars fara av skipi hansara á land, og tá ið teir koma aftur, siga teir frá tí vøkru gentu, teir hava hitt. Ragnar sendir boð eftir henni og leggur á hana serligar treytir: tá ið hon kemur, skal hon hvørki vera ílatin ella nakin, hvørki einsamøll ella í fylgi við nøkrum. Gentan greiðir hár sítt oman yvir seg og hevur hundin við sær. D, F: Ragnar spyr gentuna, hvør ið hon er, og hon svarar við kávalótum, men at enda viðgongur hon, at Sjúrður, kongur, er faðir sín. Ragnar fer heim við henni og giftist við henni.

á føroyskum: CCF 2B ør.74-102, C: II, D (Krákutáttur), F ør.63-88, G ør.71-94 (eisini á donskum)

E 156 Ragnars kvæði (Man kills serpent and gets maiden as reward)

Ein lítil ormur verður fangaður, men brátt veksur hann til stóran orm og verður húskinum ein plága.

Boð verða send víða um, at hann, ið drepur ormin, skal vinna eina brúður. (D, F: Ein maður bjóðar seg fram, men megnar tað ikki, D: verður dripin.) So frættir ein maður um hetta og ger av at royna at vinna á orminum. (F, N: Hann mettar klæði síni við tjøru og sandi.) Hann berjist við ormin og drepur hana. Hann fær eina gentu at giftast við. cN: Hann gevur gentuni krakk, tí hann er longu trúlovaður. F: Stutt eftir brúdleypið doyr tann unga brúðurin.

á føroyskum: CCF 2 A, B ør. 1-73, C: I, D Ragnars táttur, E Ragnars táttur, F ør. 1-62, G ør. 1-70 (eisini á donskum og norskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019