• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ragnars kvæði - Ragnars táttur

 

CCF 2 E

TSB E 156

 

1 Frúgvin kemur út árla morgun,

sær hon um seg so víða,

hon sær hetta lítla dýr

í grasi fyri sær skríða.

 

2 Tólv vóru tær moyggjarnar,

sum í tann sali bygdu,

ein høvdu tær ímillum sín,

tann ormin út at gykla.

 

3 Løgdu hann á grønan vøll,

sum roðar fyri sól,

tað var mær av sonnum sagt,

hann høvdið yvir sporli dró.

 

4 Hetta frætti hann Sjúrður,

stjúksonur Ring:

“Ormurin liggur í moynnasali,

og hann ber meg umkring.”

 

5 Hetta frætti Sjúrður frægi,

stjúksonur tá:

“Ormurin liggur í moynnasali

og *eykar frúnni *trá.”

 

6 Sjúrður stendur upp árla morgun,

vekir upp dreingir snara[r]:

“Hvar skulum vær tann ormin gesta

og moynni vanda spara?”

 

7 “Allir skulum vær fylgja tær,

og hartil erum vit fús.

tað er ikki eins mans føri

at skilja hans høvur frá búki.”

 

8 Ganga teir til strandar oman,

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin [skalv],

tá knør[ur] varð tikin úr neysti.

 

9 Løgdu út frá landinum

í eina glæstra skeið,

ormin hoyra teir blása skamt,

og vóru komnir á leið.

 

10 Ormin hoyra teir blása skamt

við ógvuligum sproti,

ov snart tóktist hann yvir koma

við sín *sævarflota.

 

11 “Vendið aftur, mínir menn,

tað eru míni ráð,

ormurin má um allar ævir

fyri moynni tá ráða!”

 

12 Hetta frætti hann Ragnar

suður á sínum landi,

ormurin liggur í moynnasali

og eykar frúnni vanda.

 

13 Ragnar stendur upp árla morgun,

vekir upp dreingir snara[r]:

“Nær skulum vær tann ormin gesta,

moynni vanda spara?”

 

14 “Allir skulum vær fylgja tær,

og til tess eru vit fús,

tað er ikki eins mans føri

at skilja hans høvur frá búki.”

 

15 Ganga teir til strandar oman,

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu og jørðin skalv,

tá knørrur varð tikin úr neysti.

 

16 Løgdu út frá landinum

í eina glæstriskeið,

ormin hoyra teir blása skamt,

og vóru komnir á leið.

 

17 Ormin hoyra teir blása skamt

við ógvuligum sproti,

ov seint tóktist hann yvir koma

við sínum *sævarflota.

 

18 Ormin hoyra teir blása skamt,

teir vóru komnir at landi,

Ragnar bað tá sínar menn

tann káta mjøðin blanda.

 

19 “Hoyrið tær, allir mínir menn,

tær skuluð míni akker festa,

meðan eg gangi her upp á land

at kanna ókunnigar gestir.

 

20 Hoyrið tær, allir mínir menn,

tær skuluð míni akker greiða,

meðan eg gangi her upp á land,

ein urðarseið at veiða.”

 

21 So bræðir hann síni klæði

við tjøru og við stein,

at hann skuldi av ormins eitur

ikki fáa mein.

 

22 So gár hann í grasgarða[r],

sum sami ormur lá,

so var hann vænur og vøkstriligur,

sum kongurin undrast á.

 

23 So bræðir hann síni klæði

við tjøru og við sand,

at hann skuldi av ormins eitur

ikki fáa at granda.

 

24 Ragnar var so hugadjarvur,

hann gekk teim ormi nær,

hann gjørdi á seg átjan buktir

og stóð sum borgar(!) har.

 

25 Ragnar var so hugadjarvur,

hann gekk teim ormi næst,

hann gjørdi á seg átjan buktir

og stóð sum borgar(!) hægst.

 

26 “Hvør er nú so hugadjarvur,

ið meg vekir úr dvala?

Hann má hava ætlað sær

*tann *Borgarhjørt at hava.

 

27 Hvør er nú so hugadjarvur,

ið meg vekir úr blund?

Hann má hava ætlað sær

tað inniliga sprund.”

 

28 Ragnar var so hugadjarvur,

hann legði at ormins hjarta,

skaftið førdi hann heim við sær,

og blóðið tað stóð har aftur.

 

29  Ragnar var so hugadjarvur,

sum so ganga søgur frá,

tá ið hann vá tann frænarorm,

í moynnasali lá.

 

30 Hann fór úr teim tjøruklæðum

aftur í perlur hvíta,

moyin stendur og sær uppá,

so fagurt var at síggja.

 

31 So gár jomfrú Borgarhjørt,

blandar mjøðin og vín,

bæði snart og skundiliga

hon ber inn fyri sveinin sín.

 

32 So gár jomfrú Borgarhjørt,

blandar mjøðin í ker,

bæði snart og skundiliga

inn fyri Ragnar ber.

 

33 Hon tekur av sín fingurring,

í tað steypið har:

“Tá ið tú kemur í onnur lond,

tá hav mítt  próvið við tær! “

 

34 Træla[r] vappa víðum um,

sum føðslu vilja tiggja,

hann kom seg so síðla dags,

sá ormin í *vegum liggja.

 

35 So gár hann fyri kongin

og sigur nú honum frá:

“Eg havi vigið tann frænarorm,

sum í moynnasali lá.”

 

36 Kongurin stendur upp árla morgun,

tíma fyri dag,

bæði snart og skundiliga

inn í sín dóttur sal.

 

37 “Lat tær ikki illa líka,

tóast tú giftist við træli,

mannin tann, ið ormin vá,

er kongasonurin sæl[i].”

 

38 “Eg sá mannin, ið ormin vá,

ólikur var hann træli,

hann var seg úr øðrum londum

ein kongasonurin sæli.”

 

39 So sat høvur á Borgarhjørti

allan dag á bekki,

meiri sat hon við sorg og sút,

og føðslu tugdi hon ikki.

 

40 Inn kom ein av sveinunum

og sigur teim øllum frá:

“Eg sær skip eftir havi koma,

og seglini gul og blá.”

 

41 “Sært tú skip eftir havi koma,

og seglini gul og blá,

tað má vera tann kongasonur,

ið mær er í lag at fá.”

 

42 Higar teirra snekkjur

og(!) kendu so fagurt land,

kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand.

 

43 Kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Ragnar kongur

sínum fótum á land.

 

44 Fyrstur steig hann Ragnar kongur

sínum fótum á land,

síðan akslar hann kápan blá,

hann gongur niður(!) frá strand.

 

45 Ragnar stendur á hallargólvi,

hann fagnar so orðum sínum:

“Sit væl, reystur kongurin,

tú gev mær dóttur tína! “

 

46 Kongurin so til orða tekur,

ræður fyrstur at svara:

“Tað anstendur, mín sæla dóttir,

hvør hon helst vil hava.”

 

47 Ragnar stendur fyri borðinum,

er klæddur í perlur hvíta,

trælur varð varpaður úr hásæti

uttar til hurðarbríka[r].

 

48 Svaraði hesin trælurin,

hann stóð har skamt ífrá:

“Tú skalt ikki frúnna njóta,

um enn eg liva má.”

 

49 Ragnar hann rekkir henni

hondina yvir borð,

so lystiligt var at lýða á

teirra fastnarorð.

 

50 Jomfrú hon rekkir tá

hondina fram,

so lystiligt var at lýða á

teirra fastnarband.

 

51 Væl var teim til brúdleyps ætlað,

av so miklum meingi,

kom so mangur hovmaður til

sum fjøður á fuglaveingi.

 

52 Væl var teim til brúdleyps ætlað,

tá var *einki at tvørra,

átjan *borgum boðið varð,*

og tólv hundrað á hvørjum(!).

 

53 Drukkið varð teirra brúdleypið,

og kátt var teirra lív,

bæði gingu í eina song

Ragnar og hansara vív.

 

54 Gingu so bæði í eina song

Ragnar og hansara vív,

síðan hvør, sum boðið varð,

haðan heim til sín.

 

55 Lógu tey í síni song,

og blikna tók hin fagra:

“Seint má eg, “segði Ragnar kongur,

“fáa drotning aðra.”

 

56 Lógu tá í síni song

bæði tey innugu vív(!),

blikna tók tann fagra frú,

og læt hon tá sítt lív.

 

57 “Tú skalt teg til drotning hava,

nýtir hon míni klæði,

silki og so skarlak

og eftir jørðini draga.

 

58 Tú skalt til tín drotning hava,

nýtir hon mín skó,

silki og so skarlak

javnt við jørðina stóð.”

 

59 Eystur undir Mariuporti,

sum dreingir *eyka fold,

har liggja væna[r] kongadøtur

grivnar í døkka mold.

 

60 Eystur undir Mariuporti,

sum dreingir *eyka tal,

har liggja væna[r] kongadøtur

grivnar í djúpan sal.

 

CCF 2 E

TSB E 156

 

Handrit: Hanus Hanusson: Fugloyarbók, fyri 1854 AM Access. 4a, nr. 70, s. 291.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 232.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 4. bind, s. 55

 

Heimild: Úr Fugloy, fyri 1854. Hans Hansen, Hanus Hanusson, úr Útistovu í Hattarvík (1794-1854)

 

E 156 Ragnars kvæði (Man kills serpent and gets maiden as reward)

Ein lítil ormur verður fangaður, men brátt veksur hann til stóran orm og verður húskinum ein plága.

Boð verða send víða um, at hann, ið drepur ormin, skal vinna eina brúður. (D, F: Ein maður bjóðar seg fram, men megnar tað ikki, D: verður dripin.) So frættir ein maður um hetta og ger av at royna at vinna á orminum. (F, N: Hann mettar klæði síni við tjøru og sandi.) Hann berjist við ormin og drepur hana. Hann fær eina gentu at giftast við. cN: Hann gevur gentuni krakk, tí hann er longu trúlovaður. F: Stutt eftir brúdleypið doyr tann unga brúðurin.

á føroyskum: CCF 2 A, B ør. 1-73, C: I, D Ragnars táttur, E Ragnars táttur, F ør. 1-62, G ør. 1-70 (eisini á donskum og norskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019