• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sigmundar kvæði

 

CCF 22 D

TSB E 30

 

I

 

1 Í Noregi býr ein kristin mann,

Ólavur Tryggason eitur hann.

 

            Noregis menn, dansið væl í friðum,

            stillið tygur allar, riddarar,

Noregis menn, dansið væl í friðum!

 

2 Ólavur kongur yvir Noregi býður,

Gud og milda Mariu stígir.

 

3 Ólavur kongur veitslu beyð,

Gud og milda Mariu moy.

 

4 Kongurin heitir á sveinar tvá:

“Tær biðið Sigmund fyri meg inngá!”

 

5 Áðrenn teir høvdu hálvtalað orð,

fyrr var Sigmundur inn fyri borð.

 

6 Sigmundur fellir á síni knæ:

“Náðigi harri, hvat viljið tær?”

 

7 “Tú skalt fara til Føroya vestur,

og tær skal fylgja Tambar prestur.

 

8 Tú skalt fara til Føroya í ár,

og tær skal fylgja prest Tambar.

 

9 Í Føroyum býr ein menskur mann,

Tróndur í Gøtu eitur hann.

 

10 Í Føroyum býr tann garpin reysti,

og hann er sær tann gívurin treysti.”

 

11 “Ikki er hann tann kappin reysti,

heldur er hann tann gívurin treysti.”

 

12 Kongurin tekur í Sigmundar hand:

“Eg gevi tær helvtina av Føroya land.”

 

13 Sigmundur sínum skipi skeyt,

besti knørr av Noregi fleyt.

 

14 Vundu upp segl í húnar hátt,

sigldu so til Føroya brátt.

 

15 Hann legði út í tað villa hav,

næstan skútan gekk í kav.

 

16 Hann sigldi í dagar, hann sigldi í tvá,

fyrr enn hann kundi Føroyar sjá.

 

17 Hann sigldi í dagar, hann sigldi í tríggjar,

fyrr enn hann kundi Føroyar síggja.

 

18 Tað fyrsta hann mundi Føroyar sjá,

beint á Mjóvanes stýrdi hann tá.

 

19 Sjógvarnir bróta sum boðafles,

heldur nú beint á Mjóvanes.

 

20 Sjógvurin gjørdist gulur og bláur,

sandurin inni á tilju lá.

 

21 Sjógvurin gjørdist boða líkt,

einki óttast Sigmundur slíkt.

 

22 Tríggjar dagar og nætur tvá

Sigmundur fyri Gøtu lá.

 

23 “Tó ið tað kostar lív og lund,

vær náum ikki inn á Gøtu sund.

 

24 Tó ið tað kostar lív og and,

vit náum ikki inn á Gøtu sand.

 

25 Vær náum ikki inn á Gøtu sand,

Tróndur reisir mót okkum gand.”

 

26 Sigmundur stendur við stýri móður:

“Nú er hann Tróndur vorðin óður.”

 

27 Sigmundur var til ilsku fús:

“Bannaður verði Tróndur og alt hans hús!”

 

28 Sigmundur dró av sínar handskar smá,

sjálvur man hann til stýri gá.

 

29 Sigmundur tekur so uppá:

“Tær vendið nú skútuna haðan frá!”

 

 

II

 

30 Nú skal taka upp annan tátt,

og sigla norð til Svínoyar brátt.

 

31 Í Svínoy býr ein menskur mann,

Bjarni bóndi eitur hann.

 

32 Vundu upp segl í húnar hátt,

sigldu so til Svínoyar brátt.

 

33 Sjógvarnir bróta sum boðafles,

nú fór hann norð fyri Mjóvanes.

 

34 Sigmundur sigldi Svínoyarfjørð,

skútan bognaði sum ein gjørð.

 

35 Skútan bognaði sum ein gjørð,

'Jadnagjer' sortnaði sum ein jørð.

 

36 Kastar hann akker á hvítan sand,

fyrst steig Sigmundur fótum á land.

 

37 Tá ið hann kom í bóndans garð,

øll lá fólk í svøvni har.

 

38 Sigmundur dró út sínar knívar smá,

so listiliga letur hann lokur frá.

 

39 “Eg havi ikki verið í Svínoy fyrr,

nú skal bróta upp bóndans dyr.”

 

40 Ei visti Bjarni av, fyrr enn tá

Sigmundur yvir hansara herðum stár.

 

41 Fljóðið steig í serki fram:

“Vinn ikki gomlum manni skamm!

 

42 Gerið tygum ikki tann skamm,

at tær drepið ein gamlan mann!”

 

43 “Vil hann Bjarni kristin vera,

so skal eg honum einki gera.”

 

44 Tað var bóndans fyrsta orð:

hann bað breiða dúk á borð.

 

45 Tað var bóndans annað orð:

hann bað bera mat á borð.

 

46 Tað var bóndans triðja orð:

hann bað bera drekka á borð.

 

47 Har var bæði gleði og gaman,

Bjarni og Sigmundur drukku til saman.

 

48 Tað var teirra gleði mest,

teir ótu og drukku í dagar seks.

 

49 Tað var teirra gaman í,

teir drukku og dansaðu í dagar ní.

 

50 Tað gjørdi Sigmundur, meðan hann var har,

kristnaði Bjarna og alt hans var.

 

 

III

 

51 Nú skal taka upp triðja tátt

og sigla suður til Dímunar brátt.

 

52 Í Dímun býr ein menskur mann,

Øksur bóndi eitur hann.

 

53 Vant hann segl í húnar hátt,

og siglir suður til Dímunar brátt.

 

54 Hann legði sítt skip í villa hav,

næstan skútan gekk í kav.

 

55 Sjógvarnir bróta sum boðafles,

nú fór hann suður fyri Mjóvanes.

 

56 Sjógvurin gjørdist gulur og bláur,

sandurin inni á tilju lá.

 

57 Sjógvurin gjørdist boða líkt,

einki óttast Sigmundur slíkt.

 

58 Sigmundur siglir um Skúvoyarfjørð,

skútan bognaði sum ein gjørð.

 

59 Sigmundur gongur í ymsi borð,

heldur nú beint á Grønuskor.

 

60 “Vær skulum fara vestur í rætt,

har er fyri fjøruslætt.”

 

61 Torbjørn tekur í Sigmundar hand:

“Lova mær nú fyrst á land!”

 

62 “Eg lovi tær ei upp um sinn,

tú skalt goyma skipini mín.”

 

63 Kastar upp svørð í fríðan hjall,

oddurin niður í grótið gjall.

 

64 Tríati favnar var bergið hátt,

Sigmundur lesti seg við ein tátt.

 

65 Á gøtuni lupu garpar tveir,

bráðan bana fingu teir.

 

66 Sigmundur veit sær onga neyð,

reikar heim á Skorarheyg.

 

67 Inn kom húsfrú Gyða á gátt:

“Eg sá mann á henda hátt.”

 

68 “Sært tú mann á henda hátt,

hann var ikki her á jólanátt.

 

69 Sært tú mann á gøtu vestur,

tað man vera ókunnigur gestur.”

 

70 Øksur gekk á borgarlið,

breiðari øksi hann studdist við.

 

71 Flýggjar øllum vápn í senn,

loypur í berg við níggju menn.

 

72 Níggju menn og málmarar tólv,

taka nú allir at verja borg.

 

73 Øksur, gakk á grønan vøll,

sig mær, hvar mín faðir fell!”

 

74 “Eg gangi ei á grønan vøll

at siga tær, hvar tín faðir fell.”

 

75 Sigmundur vegur seg til og frá,

vestan av borgini vá hann seg á.

 

76 Vestan av borgini vá hann seg á,

mann vá hann frá Øksuri tá.

 

77 Øksur stóð og sá hará:

“Ei skulu fleiri falla so.”

 

78 “Vilt tú, Øksur, kristin vera,

so skal eg tær einki gera.”

 

79 “Eg gav tær lív, og tað var væl,

Tróndur læt slá tín faðir í hel.”

 

80 Sigmundur reiggjar brandi á loft:

“Hetta brigdar tú mær oft.”

 

81 Tað var ikki barnagaman,

Sigmund og Øksur bórust saman.

 

82 Bardust fullar dagar tvá,

hvørgin kundi sigur av øðrum fá.

 

83 Bardust fullar dagar tríggjar,

hvørgin vildi undan flýggja.

 

84 Fyrst tann triðja dag á kvøldi

tá mundi Øksur Sigmund fella.

 

85 “Nú skal taka til listir tær,

sum Ólavur kongur kendi mær.”

 

86 Hann vá seg til, hann vá seg frá,

hann vá hand frá Øksuri tá.

 

87 Sigmundur høgdi við opnum skildri,

fóturin av, og hondin fylgdi.

 

88 Sigmundur høgdi við opnum *til,

fóturin av, og hondin við.

 

89 Sigmundur vá tá allar í senn,

ikki vil Øksur kristna seg enn.

 

90  Øksur talar so fyri sær:

“Hetta hevði eg ætlað mær.”

 

91 Øksur talar av miklari trongd:

“Tú skalt flyta meg vestur í Drong.

 

92 Ta bøn vil eg av tær tiggja,

vestur í Drangi vil eg liggja.”

 

93 Tað var bóndans síðsta orð:

“Høvdið skal venda mót Grønuskor.

 

94 Høvdið til og føturnir frá,

so eg man aftur á Skorini sjá.”

 

95 Í Skúvoy har varð Sigmundur gitin,

suður í Hvalvík varð hann dripin.

 

96 Hann kom til Suðuroy á illari stund,

og honum at deyða var Tórir Hund.

 

Noregis menn, dansið væl í friðum,

            stillið tygur allar, riddarar,

Noregis menn, dansið væl í friðum!

 

CCF 22 D

TSB E 30

 

Handrit: Savnið hjá Schrøter, 1827. AM 972, 4to, A.

 

Útgávur:

1. Antiqvarisk Tidsskrift 1849-51, p.78.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 461.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 7. bind, s. 79.

 

Heimild: Úr Norðoyggjum. Ónevndur bóndi 1827.

 

E 30 Sigmundar kvæði (Sigmundur as missionary on the Faroe Islands)

Ólavur kongur sendir Sigmund til Føroya at doypa fólkið.

Fyrst ætlar Sigmundur sær at fara til Trónd, men við gandi ger Tróndur storm, og Sigmundur sleppur ikki til hansara. Síðani fer hann til aðra oyggj og heldur til hjá einum bónda, sum verður doyptur og alt húskið hansara við.

Sigmundur heldur leiðina fram til brøttu bergini í Dímun. Hann megnar at klíva í bjørgunum, kemur sær í bardaga við bóndan og menn hansara har og drepur teir allar.

á føroyskum: CCF 22 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019