• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sigmundar kvæði

 

CCF 22 E

TSB E 30

 

I

 

1 Í Noregi býr ein menskur mann,

Ólavur Tryggason eitur hann.

 

            Noregis menn, teir dansa væl í friðum,

            stillið ydur allar riddarar og Noregis menn,

            teir dansa væl í friðum.

 

2 Kongurin heitir pá sveinar tvá:

“Tú bið hann Sigmund for meg inn gá!”

 

3 Fyrr enn sum tað var talað orð,

fyrr var Sigmundur inn for borð.

 

4 Inn kemur Sigmundur, stedist for borð:

“Mín náðigi harri hevur sent nú orð.”

 

5 “Tú skalt fara til Føroyar,

tær skal fylgja Tambar.

 

6 Tú skalt fara til Føroyar vestur,

tær skal fylgja Tambar prestur.”

 

7 “Í Føroyum býr ein menskur mann,

Tróndur í Gøtu so eitur hann.

 

8 Hvat heldur er hann tann kappin reysti,

ella er hann tann djevulin treysti?”

 

9 “Ikki er hann tann kappin reysti,

ei heldur er hann tann djevulin treysti.”

 

10 Kongurin tekur í Sigmundar hand:

“Eg gevi tær helvtin av Føroya land.'“

 

11 Valdi so út av 'luira leib'

tað besta skip, á Noregi fleyt.

 

12 Sigmundur sigldi tá út í hav,

næstan skútan gekk í kav.

 

13 Teir sigldu í dagar, teir sigldu í tvá,

áðrenn teir fingu Føroyar at sjá.

 

14 Teir sigldu í dagar, teir sigldu í tríggjar,

áðrenn teir fingu Føroyar at síggja.

 

15 Tann fjórða dagin teir Føroyar sá,

beint inn á Gøtu helt hann tá.

 

16 Sjógvurin brýtur í streymi strítt,

einki aktar Sigmundur slíkt.

 

17 Sjógvurin brýtur sum boðafles,

stýrir so inn um Mjóvanes.

 

18 Sjógvurin gjørdist gulur og bláur,

sandurin inn á tiljunum lá.

 

19 Sandurin inni á bunkanum lá,

bylgjan breyt at stóru rá.

 

20 Sigmundur dregur av sær handskar smá,

sjálvur má hann til stýri gá.

 

21 Sigmundur stendur við róðrinum móður:

“Nú er Tróndur vorðin óður.”

 

22 Tá mundi boðist meiri vandi,

skútan mundi gingið í landið.

 

23 Skútan mundi gingið í land

líka beint inn á Gøtu sand.

 

24 Mánan ein og dagar tvá

Sigmundur inni fyri Gøtu lá.

 

25 “Um enn tað kostar lív og and,

vær náum ikki inn á Gøtu sand.

 

26 Vær náum ikki inn á Gøtu sand,

Tróndur reisir ímót os gand.

 

27 Tróndur ger os mikið mein,

bannað verði hann til búk og bein!

 

28 Tróndur ger os mikil ófús,

bannað verði hann og alt hans hús!”

 

29 Sigmundur tekur til orða svá,

hann vendi síni skútu haðan frá.

 

 

II.

 

30 Nú skal taka upp annan tátt,

og sigla so til Svínoyar brátt.

 

31 Sigmundur sigldi um Svínoyarfjørð,

skútan bognaði sum ein gjørð.

 

32 Skútan bognaði sum ein gjørð,

Jarnnakkin sortnaði sum ein jørð.

 

33 Í Svínoy býr ein menskur mann,

Bjarni bóndi so eitur hann.

 

34 Ikki komu teir til Svínoyar fyrr,

aftur vóru stongdar bóndans dyr.

 

35 “Eg havi ikki verið í Svínoy fyrr,

nú skal bróta bóndans dyr.”

 

36 Sigmundur tekur til knívar smá,

so listiliga letur hann lokur frá.

 

37 Flóðið leyp í serki fram:

“Tú ger ikki gomlum manni skamm!

 

38 Sigmundur, tú ert ein kempa skjøn,

tú ger tað fyri mína bøn!”

 

39 Sigmundur gerst í hjarta blíð:

“Bóndin, far í klæði ný!”

 

40 Tað var bóndans fyrsta orð,

hann bað breiða dúk á borð.

 

41 Tað var bóndans annað orð,

hann bað seta mat á borð.

 

42 Tað var bóndans triðja orð,

hann bað seta drekka á borð.

 

43 Tað var bóndans fjórða mál:

“Mín kæri Sigmund, drekk av skál!”

 

44 Tað gjørdu teir í gamni mest,

ótu og drukku í dagar seks.

 

45 Tað gjørdi Sigmundur, meðan hann var har,

kristnaði bóndan og alt hans var.

 

46 “Tú flýddi mær lívið, tað gjørdi tú væl,

Tróndur læt slá tín faðir í hel.”

 

47 Sigmundur tekur til orða svá,

hann vendi síni skútu haðan ífrá.

 

48 Sigmundur sigldi um Svínoyarfjørð,

skútan bognaði sum ein gjørð.

 

49 Sjógvurin brýtur í streymi strítt,

einki aktar Sigmundur slíkt.

 

50 Sjógvurin brýtur sum boðafles,

aldan heim um Gøtunes.

 

51 Sjógvurin gjørdist gulur og bláur,

sandurin inni á tiljunum lá.

 

52 Sandurin inni á bunkanum lá,

bylgjan breyt at stóru rá.

 

53 Sigmundur dregur av sær handskar smá,

sjálvur mátti hann til stýri gá.

 

54 Sigmundur stendur við róðrið móður:

“Nú er Tróndur vorðin óður.

 

55 Um enn tað kostar lív og and,

vær náum ikki inn á Gøtu sand.

 

56 Vær náum ikki inn á Gøtu sand,

Tróndur reisir imót os gand.

 

57 Tróndur ger os mikið mein,

bannað verði hann til búk og bein!

 

58 Tróndur ger os mikið ófús,

bannað verði hann og alt hans hús!”

 

59 Sigmundur tekur til orða svá,

hann vendi síni skútu haðan ífrá.

 

 

III.

 

60 Nú skal taka upp triðja tátt,

sigla so til Dímunar brátt.

 

61 Sigmundur sigldi um Dímunarfjørð,

skútan bognaði sum ein gjørð.

 

62 Skútan bognaði sum ein gjørð,

Jarnnakkln sortnaði sum ein jørð.

 

63 Í Dímun býr ein menskur mann,

Øksur bóndi eitur hann.

 

64 Sigmundur við síni ljósu hand

stakk sítt glavint fyrstur á land.

 

65 Tríati favnar var bergið hátt,

Sigmundur lesti á 'viia tot'.

 

66 Í Kleivini har lógu garpar tveir,

bráðan bana fingu teir.

 

67 Sigmundur við sínum kjortil reyð,

reikar hann um Skorarheyg.

 

68 Út kemur Dímunarbóndin á ný:

“Eg sær mann í kjortil reyð.

 

69 Eg sær mann á henda hátt,

hann var ikki her á jólanátt.”

 

70 Tá gjalt um Øksur og alt í senn,

hann leyp um borg við tíggju menn.

 

71 Øksur gekk av borgarlið,

breiðari øksi stríddist við.

 

72 Teir stríddust í dagar, teir stríddust í tvá,

hvørgin kann sigur av øðrum fá.

 

73 Teir stríddust í dagar, teir stríddust í tríggjar,

hvørgin kann sigur av øðrum síggja.

 

74 Tann fjórða dagin at kvøldi,

tá mundi øks á Sigmund fella.

 

75 “Nú skal taka upp listir for seg,

sum Óla Tryggason lærdi meg.”

 

76 Sigmundur vá við opnum skildi,

fóturin av, og hondin fylgdi.

 

77 Tað var bóndans síðsta orð:

“Tú snúgv mær høvur mót Grønuskor!

 

78 Ta bøn vil eg av tær tiggja,

norður á Dímun vil eg liggja.”

 

79 Sigmundur tekur til orða svá:

“Tey vilkor kanst tú væl fá.”

 

80 Á Lítlu Dímun varð hann vigin,

á Stóru Dímun varð hann grivin.

 

            Noregis menn, teir dansa væl í friðum,

stillið ydur allar riddarar og Noregis menn,

            teir dansa væl í friðum.

 

CCF 22 E

TSB E 30

 

Handritt: Fugloyarbók (fyri 1854) AM Access. 4a. Nr. 44, s. 201.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 464.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 7. bind, s. 87.

 

Heimild: Úr Fugloy. Hanus Hanusson (1794-1854), sjeyndi Hanus í Útistovu, Hattarvík.

 

E 30 Sigmundar kvæði (Sigmundur as missionary on the Faroe Islands)

Ólavur kongur sendir Sigmund til Føroya at doypa fólkið.

Fyrst ætlar Sigmundur sær at fara til Trónd, men við gandi ger Tróndur storm, og Sigmundur sleppur ikki til hansara. Síðani fer hann til aðra oyggj og heldur til hjá einum bónda, sum verður doyptur og alt húskið hansara við.

Sigmundur heldur leiðina fram til brøttu bergini í Dímun. Hann megnar at klíva í bjørgunum, kemur sær í bardaga við bóndan og menn hansara har og drepur teir allar.

á føroyskum: CCF 22 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019