• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sigmundar kvæði

 

CCF 22 H

TSB E 30

 

Fyrsti táttur

 

1 Ólavur kongur kristnum býður,

Gud og mildar miskunnar tíðir.

 

Noregis menn, dansum væl í friðum;

stillið ydur allar, riddara, Noregis menn,

dansið væl í friðum.

 

2 Ólavur heitir á sveina tvá:

“Heintið mær Sigmund inn til vár!”

 

3 Áðrenn teir høvdu hálvtalað orð,

tá var Sigmundur inn fyri borð.

 

4 Sigmundur fellur á síni knæ:

“Krist signi teg, harri, hvat vilt tú mær?”

 

5 Kongurin tekur í Sigmundar hond:

“Eg gevi tær helftina av Føroyja land.

 

6 “Tú skalt fara til Føroyja vestur,

tær skal fylgja Tambar prestur.

 

7 “Tú skalt fara til Føroyja land,

tær skal fylgja Tannebrand.

 

8 Í Føroyjum býr ein finskur mann,

Tróndur í Gøtu eitur hann.

 

9 Tróndur í Gøtu eitur hann,

mín kæri Sigmundur, fá mær hann.”

 

10 Sigmundur tekur til orða svá:

“Hann verður ikki góður at fáa.”

 

11 “Hvørt heldur er hann tann kappin reysti,

ella er hann í gívrum treystur?”

 

12 “Ikki er hann tann kappin reysti,

heldur er hann í gandi treystur.”

 

13 Ganga teir eftir sandi,

sum knørrur fleyt fyri landi.

 

14 Loystu út af dýrum vág,

tann besta knørr, í Noregi lá.

 

15 Sigmundur sínum skipi skeyt,

besti knørrur af Noregi fleyt.

 

16 Sjógvurin brýtur sum buðafles:

“Haldum beint á Lindisnes!”

 

17 Vindur sítt segl so høgt í rá,

siglir til Føroyja mánar tvá.

 

18 Hann siglir í ein, hann siglir í tvá,

triðja fekk hann Føroyjar at sjá.

 

19 Sjógvurin brýtur í streymi strítt,

einki aktar Sigmundur slíkt.

 

20 Sjógvurin brýtur sum buðafles,

haldum beint á Mjóvanes.

 

21 Sjógvurin gerst nú gulur og blár,

sandurin uppi á tilju lá.

 

22 Tekur at rúka sandur og sjóur:

“Nú er Tróndur vorðin óður!”

 

23 Náttina eina, dagana tvá,

Sigmundur úti fyri Gøtu lá.

 

24 “Tóat vær kostum lív og lund,

vær náum ei á Gøtusund.

 

25 “Tóat vær kostum lív og and,

vær náum ei á Gøtu sand.

 

26 Vær náum ei á Gøtu sand,

Trándur ristir mót os gand.”

 

Annar táttur

 

27 Nú skal taka upp annan tátt,

sigla út til Svínoyjar brátt.

 

28 Í Svínoy býr ein menskur mann,

Bjarni bóndi eitur hann.

 

29 Sigmundur vendir síni skútu í hav,

næst øll skútan gekk í kav,

 

30 Sjógvurin brýtur í streymi strítt,

einki aktar Sigmundur slíkt.

 

31 Sigmundur siglir Svínoyja fjørð,

skútan bognaði sum ein gjørð.

 

32. Kastar hann akker á hvítan sand,

fyrstur steig Sigmundur fótum á land.

 

33 Haraldur fellur á síni knæ:

“Fostbróðir, lat meg fylgja tær.”

 

34 “Tú fert ei á land um sinn,

tú skalt goyma skipi mín.”

 

35 Tá ið hann kom í bóndans garð,

alt lá fólk í svøvni har.

 

36 “Eg havi ei verið í Svínoy fyrr,

nú skal eg bróta bóndans dyr.”

 

37 Ei visti Bjarni av fyrr enn tá,

Sigmundur yvir hans herðum stár.

 

38 Fljóðið steig í serki fram:

“Tær megið ei gera so stóra skamm.

 

39 Tær megið ei gera so stóra skamm,

drepa inni ein gamlan mann.”

 

40 “Vil hann Bjarni kristin vera,

skal eg honum einki gera.

 

41 Bjarni, gakk á grønan vøll,

sig mær hvør mín faðir feldi.”

 

42 “Eg gav tær lív, og tað var væl,

Trándur læt slá tín faðir í hel.”

 

43 Tað var bóndans fyrsta orð:

biður nú bera mat á borð.

 

44 Tað var bóndans annað orð:

letur nú bera drekka á borð.

 

45 Einki gjørdu teir annað tá,

drukku og dansaðu í dagar tvá.

 

46 Einki gjørdi hann annað har,

kristnaði bóndan og alt, har var.

 

Triði táttur

 

47 Nú skal taka upp triðja tátt,

sigla suður til Dímunar brátt.

 

48 Sjógvurin brýtur í streymi strítt,

einki aktar Sigmundur slíkt.

 

49 Sigmundur siglir um Skúvoyarfjørð,

skútan bognar sum ein gjørð.

 

50 Á bunkanum stendur drongur treystur:

“Haldum nú millum oyja eystur!”

 

51 Sigmundur gongur í bæði borð:

“Haldum nú beint á Grønuskor.”

 

52 Haraldur fellur á síni knæ:

“Fostbróðir, lat meg fylgja tær!”

 

53 “Tú fert ei á land um sinn,

tú skalt goyma skipi mín.”

 

54 Sigmundur tekur ein kaðal í hond,

búgvið spjót tá rennir á land.

 

55 Hann skeyt upp í grønan vall,

oddurin niður í grótið gall.

 

56 Tríati favnar var bergið hátt,

Sigmundur lesti seg við ein tátt.

 

57 Á gøtum lógu garpar tveir,

bráðan bana fingu teir.

 

58 Sigmundur veit sær onga neyð,

reikar heim á Skorarheyg.

 

59 Inn kom húsfrú Guðrun á gátt:

“Eg sá mann á henda hátt.

 

60 “Sært tú mann á henda hátt,

hann var ikki her á jólanátt.

 

61 Hann var ikki her á jólanátt,

nú er ei at sova brátt.”

 

62 Øssur leyp eftir skreppum ný,

fýra tunnur gingu tarí.

 

63 Kastar so øllum vápn ísenn,

loypur í borg við níggju menn.

 

64 Níggju menn og málmarar tólv,

taka nú allir at verja borg.

 

65 Øssur stendur við borgarlið,

breiðari øxi hann studdist við.

 

66 Vá hann seg inn, vann hann seg frá,

eystan á borgini vá hann seg á.

 

67 Eystan á borgini vá hann seg á,

mann vá hann frá Øssuri tá.

68 Mann vá hann frá Øssuri tá,

Øssur stóð og sá hará.

 

69 Øssur stóð og sá hará:

“Ei skulu fleiri fara svá.

 

70 Ei skulu fleiri fara svá!”

Báðir ruku saman tá.

 

71 Bardust í dagar, bardust í tvá

hvørgin kundi sigur av øðrum fá.

 

72 “Nú skal taka listir fyri seg,

sum Ólavur kongur lærdi meg.”

 

73 Hann vá til við opnum skildi,

fóturin af, so hondin fylgdi.

 

74 Øssur talar av miklari trong:

“Tær skuluð føra meg vestur á drang!”

 

75 Tað var Øssurs síðsta orð:

“Høvdið skal venda á Grønuskor.

 

76 Ta boð skalt tú av mær tiggja:

vestur á drangi skalt tú liggja.”

 

77 Í Suðuroy var Sigmundur dripin,

norður í Skúvoy var hann grivin.

 

CCF 22 H

TSB E 30

 

Uppruni: V.U. Hammershaimb: “Færøiske Kvæder II”, 1855

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 474.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 7. bind, s. 110.

 

Heimild: V.U. Hammershaimb (1819-1909), Sandavági, 1855.

 

 

 

E 30 Sigmundar kvæði (Sigmundur as missionary on the Faroe Islands)

Ólavur kongur sendir Sigmund til Føroya at doypa fólkið.

Fyrst ætlar Sigmundur sær at fara til Trónd, men við gandi ger Tróndur storm, og Sigmundur sleppur ikki til hansara. Síðani fer hann til aðra oyggj og heldur til hjá einum bónda, sum verður doyptur og alt húskið hansara við.

Sigmundur heldur leiðina fram til brøttu bergini í Dímun. Hann megnar at klíva í bjørgunum, kemur sær í bardaga við bóndan og menn hansara har og drepur teir allar.

á føroyskum: CCF 22 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019