• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Kjartans tættir

 

CCF 23 B

TSB E 103

 

1 Ríða teir í Hjarðarholti

reystar kempur tvær,

fyri reið Bolli Tollaksson,

tí Kjartan var ikki har.

 

            Leggið nýggjar árar út!

            Tað flýtur ein snekkja for hertugans garða,

            hon er seg av almvið og eikin tann harða.

            Leggið nýggjar árar út!

 

2 Ríða teir í Hjarðarholti

reystar kempur tvá,

fyri reið Bolli Tollaksson,

tá Kjartan var ikki hjá.

 

3 Kjartan gekk at Leygará,

øllum tað væl tókti,

snarliga runnu ástir saman

við Guðrunu, Jósups dóttur.

 

4 Kjartan gekk at Leygará,

tey skuldu gegnast góð,

segði frúnni ætlan sín,

hon rodnaði sum eitt blóð.

 

5 Kjartan gekk at Leygará,

tað mundu flest øll hoyra,

segði frúnni ætlan sín,

hon rodnaði sum ein droyri.

 

6 Kjartan gongur for faðir sín,

leggur við hann ráð:

“Von er Guðrun, Jósups dóttir,

eg vil ta jomfrú fá.”

 

7 Svaraði Ólavur faðir hans,

hin vitri og hin svinni:

“Far teg heldur til Noregis

tín veldiga harra at finna!”

 

8 Svaraði Kjartan Ólavsson

av so góðum treysti:

“Eg skal finna mín veldiga harra

á hesum sama heysti.

 

9 Hoyr tú, Guðrun, Jósups dóttir,

lat ikki hug tín  resta,

Ísland skal eg á sumri hava,

áðrenn tað tekur at heysta.”

 

10 So letur Kjartan Ólavsson

síni skipini gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

11 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

12 Higar ið tann snekkjan

kendi fagurt land,

læt hann síni akker falla

á so hvítan sand.

 

13 Læt hann síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrst steig Kjartan Ólavsson

sínum fótum á land.

 

14 Fyrst steig Kjartan Ólavsson

sínum fótum á land,

so hann Bolli Tollaksson

undir hans høgru hand.

 

15 So hann Bolli Tollaksson

undir hans høgru hand,    

slógu sínar herbúðir

skamt frá sjóvarstrand.

 

16 Grímur kemur út árla morgun,

gull ber [seg] á hand,

hann sær slignar herbúðir

skamt frá sjóvarstrand.

 

17 Grímur so til orða tekur,

ei vildi undan renna:

“Heitstórir eru íslendingar,

vilja os inni brenna.”

 

18 Svaraði Kjartan Ólavsson,

gull ber seg á hand:

“Bolli, far á sundið út,

at royna roysni við hann!”

 

19 Svaraði Bolli Tollaksson,

hann sá á henda mann:

“Eg fari ikki á sundið út

at royna roysni við hann.”

 

20 Svaraði Kartan Ólavsson:

“Gevið ei slíkt í geyma,

eg skal fara á sundið út

at leika í stríðar streymar!”

 

21 Leiktu teir á sundinum,

søgur ganga av,

Grímur hann var frægari maður,

helt Kjartani leingi undir kav.

 

22 Tað var tá, sum oftum er enn,

ilt er skap at eggja,

Kjartan tóktist til møði kenna,

biður at landi leggja.

 

23 Kjartan læt at landi leggja,

sóu tað mangir menn,

Grímur spælir á sundi úti

í hvørji veglund enn.

 

24 Kjartan læt at landi leggja,

sóu tað mangir dreingir,

Grímur spælir á sundi úti

í hvørji veglund leingi.

 

25 Tí svaraði Ólavur kongur,

gull ber seg á hand:

“Grímur hann er frægari maður

heimi í vára land.”

 

26 Tí svaraði Ólavur kongur,

gull ber seg á hondum:

“Grímur hann er frægari maður

heimi í vára londum.”

 

27 Kjartan snúðist av hallini út,

so er greint fyri mær,

so gekk hann til strandar oman,

sum Bolli fyri var.

 

28 Svaraði Kjartan Ólavsson,

sló so upp í gleim:

“Bolli, far til Íslanda

og heilsa fólki heim!

 

29 Heilsa Guðrunu, Jósups dóttur,

hon læt ikki hug sín resta,

Ísland skal eg á sumri hava,

áðrenn tað tekur at heysta.”

 

30 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Ísland.

 

31 Higar ið hansara snekkjan

kendi fagurt land,

læt hann síni akker falla

á so hvítan sand.

 

32 Læt hann síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrst steig Bolli Tollaksson

sínum fótum á land.

 

33 Fyrst steig Bolli Tollaksson

sínum fótum á land,

tá var Guðrun, Jósups dóttir,

riðin niður til strand.

 

34 Tá var Guðrun, Jósups dóttir,

riðin niður til strand:

“Hvar er Kjartan Ólavsson,

hann kemur ei fyrst á land?”

 

35 “Tú tarvt ikki Guðrun, Jósups dóttir,

eftir honum fregna,

Kjartan er í Noregi

so glaður við kongins tegnar.

 

36 Kjartan er í Noregi,

fáir finnast slíkir,

hann hevur fest eina norska frú,

hon er ikki tygara líki.”

 

37 Svaraði Guðrun, Jósups dóttir,

sveipar at sær skinn:

“Vant er slíkum rakkum at trúgva”,

tárar stóðu á kinn.

 

38 Svaraði Guðrun, Jósups dóttir,

rodnaði sum eitt blóð:

“Vant er slíkum rakkum at trúgva”,

tár á kinnum stóð.

 

39 Bolli gekk at Leygará,

øllum illa tókti,

snarliga runnu ástir saman

við Guðruni Jósups dóttur.

 

40 Tað var Bolli Tollaksson,

hann fell pá síni knæ,

meðan hann Guðruna, Jósups dóttur,

til ektar festi sær.

 

41 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Bolli og hans vív.

 

42 Tí svaraði Ólavur kongur,

svarar so frá sær:

“Hvat vilt tú, Kjartan Ólavsson,

til roysni kjósa tær?”

 

43 Svaraði Kjartan Ólavsson,

kann væl tungu skilja:

“Fullvæl geri eg roysni tað,

ið tygur er til vilja.”

 

44 Tí svaraði Ólavur kongur,

gull ber seg á hand:

“Álvur er her norðanfyri,

ræður for vára land.”

 

45 Tí svaraði Ólavur kongur,

gull ber seg á hondum:

“Álvur er her norðanfyri,

ræður for vára londum.”

 

46 So læt Kjartan Ólavsson

síni skipini gera,

allar læt hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

47 Vindur hann upp síni silkisegl,

fáir finnast slíkir,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn á Garðaríki.

 

48 Hildu oman av Noregi

eina morgunstund,

sjógvurin var sum í bál at líta,

skeiðir dynja í lund.

 

49 Hildu oman av Noregi

eina morguntíð,

sjógvurin var sum í bál at líta,

skeiðir dynja í.

 

50 Kjartan sigldi av Noregi,

fáir finnast slíkir,

átjan tók hann herskipini

út av Garðaríki.

 

51 Átjan førdi hann herskipini

aftur til Noregis land,

tókti tað vera eina avreksgerð

øllum frændum hans.

 

52 Átjan førdi hann herskipini

aftur á Tróndheims vág,

bæði við gull og brent silvur,

silkiseglum blá.

 

53 Kastaðu síni akkerini

á so hvítan sand,

tá var Kristin, kongins systir,

riðin niður til strand.

 

54 “Krist signi Kjartan Ólavsson,

hann stígur fyrstur á land!”

Sló so sínar tjaldbúðir

undir hans høgru hand.

 

55 Tað er Kristin, kongins systir,

sló tað upp í gleim,

svørji tann eið á mína trúgv,

hon leiddi hann til hallar heim.

 

56 Tað er frúgvin Kristin,

hon snúðist burt av breyt,

læsir upp ta kistuna,

full var innan við skreyt.

 

57 Hon tók upp úr altriki,

Kjartani møttul gav,

silvur var av dýrum steinum,

gripur av gulli var.

 

58 Hon tók upp úr altriki

gilstein upp at binda,

hann fær ikki í víggi sár,

ið ber tann branda linda.

 

59 Fær hon Kjartani møttulin,

høvurgullini tvey,

mangur fær tað øðrum er ætlað,

eingin tað øðrum er eyð[ið].

 

60 Hon tók upp úr altriki

høvurgullini bæði,

mangur fær tað øðrum er ætlað,

eingin tað øðrum er lagið.

 

61 Út kemur Jákup erkubisp,

heldur á gyltum horni,

allar kristnar hann íslendingar

á føgrum summarmorgni.

 

62 Út kemur Jákup erkubisp,

heldur sær á gleim,

allar kristnar hann íslendmgar

uttan Fróðar ein.

 

63 “Eg kristni teg, Kjartan Ólavsson,

væl í góðan tíma,

tak við Gudi og kristnari trúgv,

eg gevi tær systur mína!”

 

64 Svaraði Kjartan Ólavsson,

konginum illa tókti:

“Eg havi ikki tína systur,

frættir ei Jósups dóttir.

 

65 Taki eg við kristnari trúgv,

tað geri eg treyður,

eg skoyti ei, hvat beinini tola,

síðan eg eri deyður.”

 

66 Svaraði Kjartan Ólavsson,

tungan bar so snjalla:

“So manst tú at við øllum fara,

smækkast verøldin øll.”

 

67 Tað er Kristin, kongins systir,

reyðargull ber á hand,

fylgdi Kjartani Ólavssyni

niður til sjóvarstrand.

 

68 “Heilsa tíni vinkonu,

tú kemur til Ísland heim,

tann, teg elskaði í Noregi,

var ikki av trælagrein!

 

69 Heilsa tínari vinkonu,

tú kemur til Íslands aftur,

tær beyðst ástir í Noregi,

var ikki av trælaættum!”

 

70 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Ísland.

 

71 Kjartan sigldi av Noregi,

sum sólin roðar víða,

har liggur Álvur innanfyri,

Kjartans systur at bíða.

 

72 Higar ið teirra snekkjan

kendi fagurt land,

lótu síni akker falla

á so hvítan sand.

 

73 Lótu síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrst steig Kjartan Ólavsson

sínum fótum á land.

 

74 Fyrst steig Kjartan Ólavsson

sínum fótum á land,

tá var Revna, systir Álvs,

riðin niður til strand.

 

75 Revna situr undir faldinum,

væl sømdi henni klæði:

“Møttul tín  og høvurgull

vil eg hava bæði.”

 

76 Álvur bað hana sita í lag:

“Fær ikki alt teg lystir!

Gav honum, Kjartan Ólavsson,

kæra kongins systir.”

 

77 Hann gav henni møttulin

og høvurgullini bæði

mangur fær tað, øðrum er ætlað

eingin tað, øðrum er lagað.

 

78 Hann gav henni møttulin

og høvurgullini tvey

mangur fær tað, øðrum er ætlað,

eingin tað, øðrum er eyð[ið].

 

79 Revna gekk í hallina inn,

fell pá síni knæ,

sýnir Guðrunu møttulin,

ið Kjartan henni gav.

 

80 Sýnir Guðruni møttulin,

høvurgullini tvey,

mangur fær tað øðrum er ætlað,

eingin tað øðrum er eyð[ið].

 

81 Sýnir hon Guðruni møttulin

og høvurgullini bæði,

mangur fær tað øðrum er ætlað,

eingin tað øðrum er lagað.

 

82 Kjartan gongur for faðir sín,

sigur honum frá:

“Tað er Revna, systir Álvs,

eg vil ta jomfrú fá.”

 

83 Tað var Kjartan Ólavsson,

hann tók sær frú at festa,

snarliga læt til brúdleyps ætla,

læt ei longur fresta.

 

84 Tað var brúdleyp, ið boðið varð,

ikki mátti tvørra,

báðum borgum boðið varð,

tólv hundrað úr hvørji.

 

85 Tað var Kjartan Ólavsson,

fell pá síni knæ,

meðan hann Revnu, systur Álvs,

til ektar festir sær.

 

86 Drukkið varð teirra brúdleypið,

hirðin var so fegin,

sum tann fuglur, á viði situr,

væri á ljósum degi.

 

87 Drukkið varð teirra brúdleypið

snart og ikki leingi,

reið so mangur hovmann til

sum fjøður á fuglaveingi.

 

88 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Kjartan og hans vív.

 

89 Gingu bæði í eina song

Kjartan og hans vív,

síðan fór hvør, sum boðin var,

haðani heim til sín.

 

90 Hon varð sett á beinkir,

hann á kallbekk,

mangur ríkur riddari

ímillum teirra gekk.

 

91 Hon varð sett á beinkir,

hann ímillum dreingir,

reið so mangur hovmann til

sum fjøður á fuglaveingi.

 

92 Drekka teir í Hjarðarholti

alt fyri uttan ekka,

tá varð Guðrun, Jósups dóttir,

sjúk og sár av ekka.

 

93 Drekka teir í Hjarðarholti

bæði úti og inni,

drekka mjøð og kláran vín

so glaðir á hvørjum sinni.

 

94 Guðrun gekk í hallina inn

millum stalls og veggja:

“Ólavs rekkar sigurin bera,

tit munnu inni liggja.”

 

95 Guðrun gekk í hallina inn,

fell pá síni knæ:

“Eg verði tær ikki, Bolli, tekk,

so leingi eg Kjartan sær.”

 

96 Guðrun gekk í hallina inn,

heldur á brúnum knívi:

“Eg verði tær ikki, Bolli, tekk,

meðan Kjartan er á lívi.”

 

97 Drekka teir á Hjarðarholti

bæði úti og inni,

drekka mjøð og kláran vín

so glaðir á hvørjum sinni.

 

98 Guðrun gekk í hallina inn

millum stalls og veggja:

“Ólavs rekkar sigurin bera,

tit munnu inni liggja.”

 

99 Guðrun gekk í hallina inn,

fell pá síni knæ:

“Eg verði tær ikki, Bolli, tekk,

so leingi eg Kjartan sær.”

 

100 Guðrun gekk í hallina inn,

heldur á brúnum knívi:

“Eg verði tær ikki, Bolli, tekk,

meðan Kjartan er á lívi.”

 

101 Drekka teir í Hjarðarholti

bæði úti og inni,

drekka mjøð og kláran vín

so glaðir á hvørjum sinni.

 

102 Guðrun gekk í hallina inn

millum stalls og veggja:

“Ólavs rekkar sigurin bera,

tit munnu inni liggja.”

 

103 Guðrun gekk í hallina inn,

fell pá síni knæ:

“Eg verði tær ikki, Bolli, tekk,

so leingi eg Kjartan sær.”

 

104 Guðrun gekk í hallina inn,

heldur á brúnum knívi:

“Eg verði tær ikki, Bolli, tekk,

meðan Kjartan er á lívi.”

 

105 Bolli legði ráðini,

hvussu hann skuldi tala,

keyptir vóru Tóralds menn

brandin burt at stjala.

 

106 Keyptir vóru Tóralds menn

for gull og drostin dýra,

stjólu Kjartans góða svørð

burtur úr lodnum slíðrum.

 

107 Stjólu Kjartans góða svørð,

sámiligt var at eiga,

stungu honum aftur í lodnar skeiðir

tílíkan brandin deiga.

 

108 Kjartan kemur inn árla morgun,

studdist á skjøldin fríða:

“Eg havi stuldir á at lýsa,

dømi her merki í.

 

109 Burtur er mítt góða svørð,

sámiligt var at eiga,

stungið er aftur í lodnar skeiðir

tílíkan brandin deiga.”

 

110 Teir leitaðu bæði úti og inni,

næst á sjógv og sandi,

burtur vóru Hóralds menn,

og Bitlusynir av landi.

 

111 Teir leitaðu bæði úti og inni, 

hvør til sína vrá,

burtur vóru Hóralds menn,

og Bitlusynir báðir.

 

112 Teir leitaðu bæði úti og inn,

hvør til sína verka,

fingu ein mann at leita við,

teir kalla hann Ólav sterka.

 

113 Teir leitaðu bæði úti og inn,

næst á sjógv sum sandi,

var ikki gott at finna tað svørð,

burt var flutt av landi.

 

114 Kjartan kemur inn árla morgun,

studdist á skjøldin fríða:

“Nú lystir meg sum áðrenn í dag

burt á skógvin ríða.”

 

115 “Ríður tú á skógvin burt,”

Knútur mælir av bræði.

“Vokta teg fyri Hóralds synum,

tú stendur for deyðaráði!

 

116 Ríður tú á skógvin burt,”

Knútur mælir á sonnum.

“Vokta teg væl fyri Hóralds synum,

tú stendur for deyðamonnum!”

 

117 Kjartan reið eftir vegnum fram,

sum skógvurin fullur kreyp,

tríggjar reisur á hvørjum degi

seg úr heri breyt.

 

118 Kjartan reið eftir vegnum fram,

sum skógvurin fullur var,

tríggjar reisur á hvørjum degi

seg úr heri skar.

 

119 Kjartan reið í herin fram

við so frítt eitt mót,

meðan stóð Bolli Tollaksson

og styðjast fram á spjót.

 

120 For hvønn tann mann, ið Kartan vá,

hann steig á oddin deiga,

skjótt er einum av at máa,

heljarmenn at oyða.

 

121 Tríggjar vá hann reystar kempur

allar í randarsveita:

“Hví stendur tú, Bolli, so,

vilt ongan dugnað veita?”

 

122 For hvønn tann mann, ið Kjartan vá,

hann steig á oddin deiga,

skjótt er einum av at máa,

heljarmenn at oyða.

 

123 Tríggjar vá hann reystar kempur

aftur í randarsveita:

“Hví stendur tú, Bolli, so,

og ongan dugnað veitir?”

 

124 For hvønn tann mann, ið Kjartan vá,

hann steig á oddin deiga,

skjótt er einum av at máa,

heljarmenn at oyða.

 

125 Tríggjar vá hann reystar kempur

aftur í randarsveita:

“Hví stendur tú, Bolli, so,

vil hvørgum dugnað veita?”

 

126 Upp steig Bolli Tollaksson,

so illa mundi hann gera,

stakk so Kjartan Ólavsson

millum rivs og herða.

 

127 Svaraði Kjartan Ólavsson,

tá hann fell á knæ:

“Hatta hevði tú, Bolli, frændi,

fyri ætlað mær.”

 

128 Svaraði Kjartan Ólavsson

av so tungun stríði:

“Tit skulu einki Bolla skaða,

so leingi hann er á lívi.”

 

129 Svaraði Bolli Tollaksson:

“Einki man um tað varða,

eg man ikki gera so ilt,

at meg man nakað skaða.”

 

130 Tá var grátur í Hjarðarholti

bæði av gomlum og ungum,

Bitlusynir skútu fingu

yvir um Hvamsfjørðtungu.

 

131 Tá var grátur í Hjarðarholti

bæði av konum og kvendum,

Bitlusynir skútu fingu,

yvir um Hvamsfjørð rendu.

 

132 Tað var Ólavur, faðir hans,

kastar reið í borg,

alla sína ævina

ta livdi hann við sorg.

 

Leggið nýggjar árar út!

            Tað flytur ein snekkja for hertugans garða,

            hon er seg av almvið og eikin tann harða.

Leggið nýggjar árar út!

 

CCF 23 B

TSB E 103

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. DFS 68, Nr. 58, s. 597.

 

Útgávur:  

1. R. Long: Sandoyarbók II, s. 161.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 481.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 7. bind, s. 128.

 

Heimild: Úr Sandoy. Johan Michael Hentze, Jóhan í Uttastovu (1787-1840), Sandi, 1822.

 

E 103 Kjartans tættir (Woman is deceived into deserting her lover and later causes his death in desperation)

Kjartan fær tokka til Guðruna og vil giftast við henni. Pápi hansara mælir honum til at vera eina tíð við norska hovið fyrst. Kjartan lovar Guðruni, at hann fer at vera henni trúgvur, og síðani fer hann til Noregs saman við vininum Bolla.

Nakað seinni kemur Bolli einsamallur aftur til Íslands, meðan Kjartan verður verandi. Fyri Guðruni letst Bolli, sum Kjartan hevur funnið aðra unnustu í Noregi, og Guðrun giftist Bolla.

Tá ið Kjartan kemur heim, giftist hann aðrari gentu í staðin fyri. Guðrun kennir seg lumpaða og sigur við Bolla, at hon er ikki før fyri at elska hann, so leingi Kjartan er á lívi. So drepur Bolli Kjartan. Áðrenn hann doyr, biður Kjartan um ikki at verða hevndur.

á føroyskum: CCF 23 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019