• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Kjartans tættir

 

CCF 23 C

TSB E 103

 

Fyrsti táttur

 

1 Ríða út av Hjarðarholti

reystar kempur tvær,

fyrstur reið Bolli Tollaksson,

tá ið Kjartan var ikki har.

 

Leggið nýjar árar út,

tað flýtur ein snekkja for hertugans garða,

hon er seg av almvið og eikin hin harða,

leggið nýjar árar út.

 

2 Ríða út av Herðarholt

reystar kempur báðar,

fyrstur reið Bolli Tollaksson,

tá ið Kjartan var ikki hjá.

 

3 Kjartan legði at Leygará,

mongum tað væl tótti,

snarIiga runnu ástir saman

við Guðruna Ósvivs dóttur.

 

4 Kjartan gongur for faðir sín,

leitar við hann ráð:

Væn er Guðrun Ósvivs dóttir

eg vil ta jomfrú fá.

 

5. Sømir tað øllum høviskum kallum

læra bæði tukt og sinni.

“Líkari var mín sæli son

tín veldiga harra at finna.”

 

6 Svaraòi Kjartan Ólavsson

av so góðum treysti:

“Finna skal eg mín veldiga harra

á hesum sama heysti.”

 

7 Kjartan gongur við Guðrun at tala,

tað mátti eingin hoyra,

segði frúnni ætlan sín,

hon rodnaði sum ein droyri.

 

8 Leggur hann hendur um frúnnar háls,

mælir við hana so blíðum:

“Ísland skal eg á sumri hava,

væl máttú mín bíða.”

 

9 Lat tær góðan hugin siga,

aftur man eg koma,

elska tær ikki annan mann,

ei heldur eg mær konu.

 

10 Lat tær Guðrun hugin siga,

aftur komi eg við lív,

elska tær ikki annan mann

ei heldur eg mær vív.

 

11 Tað var Guðrun Ósvivsdóttir

ið reyðargull bar á hond,

fylgir hon Kjartani Ólavssyni

niður á sjóvarstrond.

 

12 So letur Kjartan Ólavsson

síni skipini búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

13 So letur Kjartan Ólavsson

búgva skipin stór,

bæði letur hann í tey laða

virtin og so bjór.

 

14 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við ráum brann,

strikar ei á bunka niður

fyrr enn við Noregs land.

 

15 Strikar ei á bunka niður

fyrr enn við Noregis vág,

har lá Grímur innan fyri,

spælir í brynju blá.

 

16 “Hoyr tú Bolli ToIlaksson

eg geri tað ei at loyna;

gakk á sund við griman mann,

har skaltú teg royna.”

 

17 Svarar tá Bolli Tollaksson,

hann lítur á henda mann:

“Flestalt er hann av gívrum treystur,

eg royni ei sund við hann.”

 

18. Far tú teg til Íslands aftur,

heilsa fólki heim,

eg skal mær á sundið út

at fremja lítlan gleim.

 

19 Tú heilsa Guðrun Ósvivsdóttur

av so góðum treysti:

Ísland skal eg á sumri hava,

áðrenn tað tekur at heysta.

 

20 Bolli vindur upp síni segl,

út í havið setti,

Kjartan legðist á sundið út,

at fremja leikir eftir.

 

21 Bolli vindur upp síni segl,

bæði gul og blá

strikar ei á bunka niður

fyrr enn við Íslands vág.

 

22 Kastar hann sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig Bolli Tollaksson

sínum fótum á land.

 

23 Fyrstur steig Bolli Tollaksson

sínum fótum á land,

tá var Guðrun Ósvivsdóttir

riðin niður til strand.

 

24 Tá var Guðrun Ósvivsdóttir

riðin niður til strand:

Hvar er Kjartan Ólavsson,

hví kemur hann ikki á land?

 

25 Tú tarft ei Guðrun Ósvivsdóttir

eftir honum at fregna,

Kjartan er í Noregi

so glaður við kongsins tegnar.

 

26 Kjartan er í Noregi,

fáir finnast slíkir,

hann hevur fest eina norska frú,

hon er ikki tygara líki.

 

27 Guðrun snúðist Bolla frá,

var reið og ikki góð:

vont er slíkum rakkum at trúgva,

tár á kinnum stóð.

 

28 Bolli legði at Leygará,

mongum illa tótti,

snarliga runnu ástir saman

við Guðruna Ósvivsdóttur.

 

29 Tað var Bolli Tollaksson,

tók sær frú at festa

snarliga læt til brúdleyp bjóða

læt ikki leingi fresta.

 

30 Øllum letur Bolli Tollaksson

í sítt brúdleyp bjóða,

uttan Ólavi Kjartans faðir,

ið væl kann randir rjóða.

 

31 Drukkið var teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu so bæði í eina song

Bolli og hans vív.

 

Annar táttur

 

32 Drukkið var teirra brúdleypið

mangur fór glaður av,

eg kvøði um Kjartan Ólavsson,

í Noregi hann var.

 

33 Spæla teir á sundinum,

báðir reystir seggir,

Kjartan kennir møði á sær,

biður at landi leggja.

 

34 Kjartan læt at landi leggja

sóu tað konur og menn,

grimur maður á sundi spælir

í hvørjari veglund enn.

 

35 Grímur gár fyri Ólav kong,

strýkur sær um ennið,

“mætir eru íslendingar,

vilja oss inni brenna.”

 

36 Kjartan gongur fyri Ólav kong

svør á sína trúgv nú:

“Allir vilja vit íslendingar

taka við kristnari trú.”

 

37 Mælti tað Kjartan Ólavsson,

hann slær tað í ein gleim:

“Allir kristnast vær íslendingar

uttan Fróðar ein.”

 

38 Tað var Torkil erkibisp,

heldur á gyltum horni,

allar kristnaði hann íslendingar

á einum summarmorgni.

 

39 “Eg kristni teg, Kjartan Ólavsson,

væl í góðan tíma,

tak við kristnari trúgv av gudi,

eg gevi tær systur mína?”

 

40 Svaraði Kjartan Ólavsson,

konginum illa tókti:

“Harri eg taki ei tygara systur,

tað frættir ei Ósvivs dóttir.”

 

41 Svaraði Ingibjørg kongsins systir,

talar eitt orð for sær:

“Vilt tú Kjartan Ólavsson,

skiljast nú frá mær?”

 

42 Hon tók upp úr mjøldrekkju

Kjartani mentir gav

silvur og teir dýru slíðrar,

gripur av gulli var

 

43 Hon gav honum tað góða svørð

við gyltar slíðrar at binda,

hann var aldri í víggi sárur

ið bar tann brand við lendar.

 

44 Tað var Ingibjørg kongsins systir,

ið gull bar sær á hond,

fylgdi hon Kjartani Ólavssyni

niður til sævarstrond.

 

45 Har mundi hvørt frá øðrum skiljast,

báðum illa tótti:

“Kjartan, eg fylgi ei longur tær,

tað frættir ei Ósvivsdóttir.”

 

46 Sig tú tíni grannkonu,

tú kemur til Íslands aftur,

hon, teg elskaði í Noregi,

var ikki av træla ættum.

 

47. Kjartan vindur upp síni segl,

bæði gul og blá,

strikar ei á bunka niður

fyrr enn við Íslands vág.

 

48. Strikar ei á bunka niður

fyrr enn við Íslands vág,

har lá Kálvur innan fyri,

vindur upp segl í rá.

 

49. Kastar sínum akkerum

á so hvítan sand;

fyrstur steig Kjartan Ólavsson

sínum fótum á land.

 

50. Fyrstur steig Kjartan Ólavsson

sínum fótum á land,

tá var Guðrun Ósvivsdóttir

riðin niður til strand.

 

51. Har komu frúvur og jomfrúvur

at keypa skrúð og lín

har kom Tóra Kjartans systir

og fagnaði bróður sín.

 

52. Revna situr undir faldinum,

alt sømir henni væl,

Kjartan kom frá strondum niðan,

snart var teim til tal.

 

53 Revna situr undir faldinum,

væl sømir henni klæði:

“Mentarlín og høvuðgull

tey vil eg hava bæði.”

 

54 Svaraði Kálvur hennara bróðir,

kundi væl tukt og æru:

“Mentarlín og høvuðgull,

tað sømir teg ei at bera.”

 

55 Hann gav henni mentarlín

høvuðgullini tvey;

mangur fær tað øðrum er ætlað,

eingin tað øðrum er eyðið.

 

56 Hann gav henni mentarlín,

høvuðgullini bæði,

mangur fær hvat øðrum er ætlað

eingin tað, ið øðrum er lagaò.

 

57 Hann gav henni gull og fæ,

so tað silvurið brenda;

Guðruni var ikki hjarta lætt,

tá ið hon sá skeinkin henda.

 

58 Kjartan gongur fyri faðir sín,

leitar við hann ráð:

“Von er Revna systir Kálvs,

eg vil ta jomfrú fá.”

 

59 Tað var Kjartan Ólavsson,

tók sær frú at festa,

snarliga læt til brúdleyp bjóða,

ei var longur at fresta

 

60 Teir drekka bæði úti og inni,

gott skal slíkum gegna;

Kjartan saknar úr máldrikki

svørð við kongins tegna.

 

61 Teir stjólu burt hans góða svørð

burtur úr lodnum skeiðum,

stungu aftur í slíðra tá,

brandin tann hin deiga.

 

62 Kjartan kemur inn árla morgun,

sær tey merki stór:

“Eg havi stuldur og rán at lýsa,

tað merkir dømi stór.”

 

63 Teir leita bæði úti og inni

hvør til sama verka,

fingu ein mann at leita har,

teir kalla hann Ólav sterka.

 

64 Teir leita bæði úti og inni,

hvør í sínar vráir,

burtur vóru Tórhalvs børn

og Bitlusynir báðir.

 

65 Kjartan kemur inn árla morgun

lítst hann um so víða:

“Eg havi so mikil ørindi

burt á skóg at ríða.”

 

66 Kjartan leyp á vøllin fram,

bæði við ilsku og vreiði;

hann bað saðla sær horsið tað,

hann burtur á skógin reið.

 

67 “Tú ver væl um teg Kjartan mín,”

Knútur mælir av sonnum,

“teir hava á tær illan hug,

tú statt for Leygarmonnum.”

 

68 Teir skulu fáa so tungligt gjald,

og hvør skal annan svíkja,

fyrri skal eg láta lív,

enn burtur av veginum víkja.

 

69 Guðrun gongur for Bolla inn,

fellur for honum í knæ:

“Unni eg Kjartani væl við tí

nú hevur tú skommir tvær.”

 

70 Guðrun gongur fyri Bolla inn,

fellur honum til kníggja:

“Bolli eg veri tær ikki tekk,

so leingi eg Kjartan síggi.”

 

71 Sára græt Guðrun Ósvivsdóttir

av so tungum stríði:

“Tú skalt ongan søtan sova,

meðan Kjartan er á lívi.”

 

72 Bolli leyp á vøllin fram

bæði av ilsku og vreiði,

hann bað saðla sær horsið tá,

hann burt á skógin reið.

 

73 Kjartan vá fimtan brynjumenn,

rennur í randir sveiti:

“Skjótt er einum av at máa,

heljarnar at veita.”

 

74 Tað var Kjartan Ólavsson,

tað fann hann til ráð:

stígur nú á tað deiga svørð,

við hvønn mann hann vá.

 

75 Aftur vá hann aðrar fimtan,

rennur í randir sveiti:

“Hví stendur tú, Bolli frændi

vilt ongum dugna veita?”

 

76 Aftur vá hann triðja fimtan,

rennur í randir sveiti:

“Hví stendur tú Bolli frændi,

vil hvørgum dugnað veita?”

 

77 Bolli leyp á vøllin fram,

tað var dreingja ferð,

hann stakk Kjartan Ólavsson

ímillum buls og herða.

 

78 Mælti tað Kjartan Ólavsson,

tá ið hann fell í knæ:

“Hetta hevur tú Bolli frændi,

leingi ætlað mær.”

 

79 Kjartan liggur á grønum vølli,

sær seg um so víða:

“Einki skuluð tit Bolla gera

meðan hann er á lívi.”

 

80. Bolli stendur á grønum vølli,

lítur seg um so víða:

“Eg má ikki gera so ont

at tað má mær jú líða.”

 

81. Tá var grátur í Herðarholti,

bæði av konum og kvendum;

Tórhals børn og Bitlusynir

niður til strandar rendu.

 

82. Tórhals børn og Bitlusynir

niður til strandar rendu;

Bitlusynir skútu fingu,

út av Hvamsfjørð vendu.

 

83. Tað var Ólavur faðir hans,

læt sær byggja borg,

síðani livdi hann ævi sína

alla út við sorg.

 

CCF 23 C

TSB E 103

 

Uppruni: V.U. Hammershaimb: „Færøiske Kvæder II“, 1855.

 

Útgávur:  

1. V.U. Hammershaimb: „Færøiske Kvæder II“, 1855 s. 62

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 488.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 7. bind, s. 145.

 

Heimild: V.U. Hammershaimb (1819-1909), Sandavági.

 

E 103 Kjartans tættir (Woman is deceived into deserting her lover and later causes his death in desperation)

Kjartan fær tokka til Guðruna og vil giftast við henni. Pápi hansara mælir honum til at vera eina tíð við norska hovið fyrst. Kjartan lovar Guðruni, at hann fer at vera henni trúgvur, og síðani fer hann til Noregs saman við vininum Bolla.

Nakað seinni kemur Bolli einsamallur aftur til Íslands, meðan Kjartan verður verandi. Fyri Guðruni letst Bolli, sum Kjartan hevur funnið aðra unnustu í Noregi, og Guðrun giftist Bolla.

Tá ið Kjartan kemur heim, giftist hann aðrari gentu í staðin fyri. Guðrun kennir seg lumpaða og sigur við Bolla, at hon er ikki før fyri at elska hann, so leingi Kjartan er á lívi. So drepur Bolli Kjartan. Áðrenn hann doyr, biður Kjartan um ikki at verða hevndur.

á føroyskum: CCF 23 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019