• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ormar Tóraldssons kvæði

 

Ormar Tóraldssons kvæði

 

CCF 24 D

TSB E 118

 

1 Viljið tær nú lýða á,

ljóð geva mær,

Tórolv nevni eg kongin tann,

for Íslandi ræður.

 

            Ólavur kongur herjar hann mót trøllum,

            hansara segl eru silkireyð.

            Ormurin rennur, árar leika í tollum,

            Ólavur kongur herjar hann mót trøllum.

 

2 Átt hevur hann sær ungan son,

Ormar nevni eg hann,

hann er vænur og vakstrarligur,

væl hann bogan kann.

 

3 Ormar vaks á leikvøllum,

vant sítt svørð í droyra,

alskyns mál og fuglasang

lærir, sum fekk at hoyra.

 

4  Ormar vaks á leikvøllum

undir reyðum skildri,

lærdi allar listir tær,

ið sjálvur kjósa vildi.

 

5 Tað var enn tá Tórolvur,

skuldi til kirkju ríða,

jallin sótti heljarsótt

bæði stranga og stríða.

 

6 Tað var enn tá Tórolvur,

skeyt tann leik av hendi:

“Gakk fram fyri mín sæla son,

meðan eg hann kenni!”

 

7 Sá var fimur á fótunum,

ið tey boðini bar,

hagar nú á leikvøllir,

sum Ormar fyri var.

 

8 Tí svaraði sendisvein,

skeyt tann leik av hendi:

“Gakk fram fyri tín sæla faðir,

meðan hann teg kennir!”

 

9 Tí svaraði Ormar ungi,

skeyt tann leik av hendi:

“Heilur var mín sæli faðir,

tá eg á skógvin rendi.”

 

10 Inn kom ungi Ormar,

fell upp á síni knæ:

“Hoyr tað, mín hin sæli faðir,

í hvat vilt tú mær?”

 

11 “Hoyr tað, Ormar, sonur mín,

legg tær væl í minni,

so vil eg góð ráð leggja

fyri teg á sinni!

 

12 Til Ólav kong í Noregi,

higar vil eg tær vísa,

hoyr tað, Ormar, sonur mín,

tann mann skalt tú prísa!

 

13 Hvørja bøn, ið hann teg biður,

hon skal vera ja,

leggja árar á Ormin langa,

ger tú ikki tað.

 

14 Leggja árar á Ormin langa,

ger tú ikki tað,

kongur heilur til himla kemur,

dreingir søkka í kav.

 

15 Hoyr tað, Ormar, sonur mín,

tað sigi eg tær av,

risin býr har norðan hav,

hann ræður for gull og fæ!

 

16 Hoyr tað, Ormar, sonur mín,

tað er vandi minni,

legg teg heldur for hallardyr,

grýt tann garpin inni!”

 

17 Ormar leyt tá síggja á,

at hans mundi faðir doyggja,

gróv hann hann í heyginum,

sum dreingir dalin hoyggja.

 

18 [vantar]

 

19 Ormar reið frá kirkju heim,

ikki mælti mál,

mangan gleddi hann fátækan

eftir sín faðirs sál.

 

20 Ormar reið frá kirkju heim,

ikki mælti orð,

mangan gleddi hann fátækan

yvir sítt egið borð.

 

21 So letur Ormar Tórolvsson

sínum skipum búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

22 So letur Ormar Tórolvsson

sínum skipum gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

23 So letur Ormar Tórolvsson

búgva skipum sín,

bæði letur hann á tey laða

virtur og so vín.

 

24 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

25 Bræddar hevði hann brandar,

borðini vóru ný,

forgyltir leika ringarnir

so høgt í miðjan ský.

 

26 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull í ráum brann,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Noregis land.

 

27 Tar ið hansara snekkja

kendi fagurt land,

letur hann síni ankar falla

á tann hvíta sand.

 

28 Letur hann síni ankar falla

á tann hvíta sand,

fyrstur steig Ormar Tórolvsson

sínum fótum á land.

 

29 Ormar gekk frá strondum niðan

í silkikneptari húgvu,

kinnin var reyð sum hummarklógv,

og eygað sum í dúgvu.

 

30 Úti í miðjum grasagarði

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

31 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Ólavur kongur at borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

32 Tí svaraði Ólavur kongur,

sær bar gull á hand:

“Hvaðan er henda mikla kempa,

higar er komin í land?”

 

33 “Eg kann ikki sannari

siga tær ífrá,

Tórolvur í Herðarholti

var sanni faðir vár.”

 

34 Kongurin talar til Einar unga:

“Stíg yvir borðið fram,

lat hann sita í tínum sessi,

eldri í sínum stand!”

 

35 Kongurin talar til Einar unga:

“Stíg yvir borðið fram,

lat hann sita í tínum sessi,

hann er ókend mann!”

 

36 Upp stóð ungi Einar,

søgur ganga frá,

uttarlaga á hallargólvi

festi hann sporið á.

 

37 Upp stóð ungi Einar

bæði av ilsku og grammi,

ótal vóru tey silvursteyp,

ið sundur gingu í teirri.

 

38 Svaraði Sjúrður erkabisp:

“Hesi jolini líða,

hvat skulu vit til skemtan hava,

knútukast ella glímast?”

 

39 “Tað skulu vit til skemtan hava,

hesi jólini líða,

Einar ungi og Ormar sterki

skulu javnir glímast.”

 

40 Síðan tókust teir hondum saman,

so er greint fyri mær,

ikki stóð hann Ormari meir

enn eina syftu ella tvær.

 

41 Síðan tókust teir hondum saman,

teirra skemtan veks,

Einar stóð tá Ormari

fullar syftur seks.

 

42 Síðan tókust teir hondum saman,

er mær á tí hól,

Einar stóð tá Ormari

fullar syftur tólv.

 

43 Einar kvaðst tá undir koma,

annar fór at falla;

svaraði signaður Ólavur:

“Slíkt skulu kempur kalla.

 

44 Er her nakar av mínum monnum,

Einari hetta brá,

hann skal hanga í hægsta træ,

ið runnið er jørðum frá.”

 

45 Inn kemur signaður Ólavur kongur,

tað fell so væl í lag:

“Leggja árar á Ormin langa

tað skulu vit í dag.”

 

46 “Hvørja bøn, ið tú meg biður,

hon skal vera ja,

leggja árar á Ormin langa,

geri eg ikki tað.

 

47 Leggja árar á Ormin langa,

geri eg ikki tað,

kongur heilur til himna kemur,

dreingir søkka í kav.

 

48 Hoyr tað, signaður Ólavur kongur,

tað sigi eg tær av,

risin býr har norðan hav,

hann ræður for gull og fæ!

 

49 Hoyr tað, signaður Ólavur kongur,

tað er vandi minni,

legg teg heldur for hallardyr,

og grýt tann garpin inni!”

 

50 Ganga teir til strandar oman,

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, jørðin skalv,

tá knørrur fór úr neysti.

 

51 Vant hann upp síni silkisegl,

sigldi út í hav,

aktar ikki hvat ið hann siglir

nátt ella ljósan dag.

 

52 Ólavur kongur Tryggason

hann sigldi norður for Ytra,

hann hevur skeið úr skammum hátt,

mangan brandin bitra.

 

53 Ólavur ungi Tryggason

hann sigldi norður for landi,

leingi hevur hann á leiðini ligið,

leikar nú við brandi.

 

54 Bergið sóu teir undan koma

fram fyri fjallið langa,

sóu ein so grimman risa

fyri hallardurum standa.

 

55 Risin tekur jarnnakkar sínar,

út á sjógvin knógvar,

Ólavur kongur eftir honum

bæði at sigla og rógva.

 

56 Kongurin tekur sín svørðbúnan,

.............. helliskinn,

heitti hann á tann sanna Gud,

tá hvakk risin inn.

 

57 Tar ið hansara snekkja

kendi fagurt land,

læt hann síni ankar falla

á tann hvíta sand.

 

58 “Her skulu tit bíða mær

eina so lítla tíð,

í morgin aftur vænta meg,

tá sólin roðar í líð.

 

59 Her skulu tit bíða mær

eina so lítla stund,

í morgin aftur vænta meg,

tá sólin roðar í lund.”

 

60 [vantar]

 

61 [vantar]

 

62 Ormar gekk frá strondum niðan,

burtur við ongar sveinar,

tá hann kom for hallardyr,

tá var risin heima.

 

63 Tað var ungi Ormar,

inn um dyrnar sá,

ikki náddi menski maður

upp, sum risin lá.

 

64 Tað var ungi Ormar,

inn um dyrnar steig,

esping undir hendur á sær,

tí vøtnini vóru breið.

 

65 “Her liggur tú á eygum tínum,

tveimum ella trinnum,

her er maður frá Ólavi kongi

at grípa tann greppin inni.”

 

66 Tí svaraði risin,

sær bar gull á hendi:

“Hvaðan er henda reysta kempa,

hvaðan er hann komin av landi?”

 

67 “Eg kann ikki sannari

siga tær ífrá,

Tórolvur í Herðarholti

var sanni faðir vár.”

 

68 Tí svaraði risin,

tyktist vera kent:

“Sjálvur tann fánýti

hann hevur teg higar sent.

 

69 Tí svaraði risin:

“Tað skal eg nú gera,

eg skal seta teg pá mín tein,

til krás skalt tú vera.”

 

70 Síðan tókust teir hondum saman

bæði av ilsku og grammi,

so troða teir hellisgólv,

sum tað hevði verið ein dammur.

 

71 Tá varð brak í hallargólvi,

Ormar komst á knæ:

“Gud og signaður Ólavur kongur,

dugnað veit tú mær!

 

72 Fái eg dripið risan

við hvøssum slíðraknívi,

eg skal tjena Ólavi kongi,

meðan eg eri á lívi.

 

73 Fái eg dripið risan

við hvøssum slíðrabrandi,

eg skal tjena Ólavi kongi

altíð í hesum landi.”

 

74 Tí svaraði risin:

“Verði her enn sum fyrr,

aftur lukkast helli mítt,

og verði her ongar dyr!”

 

75 Tí svaraði Ormar,

tóktist vera komin í vanda:

“Gud og signaður Ólavur kongur,

latið tað opið standa!”

 

76 Tí svaraði risin,

talar eitt orð so brátt:

“Tann tú hevur í kjafti á tær,

hann er ikki her í nátt.”

 

77 Risin skar so sára við,

tá hann gav upp ond,

hoyrdi tað signaður Ólavur

niður til sjóvarstrond.

 

78 Tí svaraði Einar,

sær á ringin reyða:

“Siglið aftur til landanna,

Ormar hann er deyður!”

 

79 “Hatta var ikki feigans røst,

ið eg hoyrdi á bragdi,

fagnað verði móður góð,

ið mat í munnin lagdi!”

 

80 Aftur kom tá Ormar

á sín harras fund,

tríggjar steinar í barmi á sær,

ið stóð næstan pund.

 

81 Tað gjørdi hann Ormar

við so miklan gleim,

tógva gav hann Ólavi kongi,

sjálvur behelt hann ein.

 

82 Tí svaraði Ólavur kongur

væl í góðan tíma:

“Vilt tú lata kristna teg,

eg gevi tær systur mína.”

 

83 Tí svaraði Ormar:

“Við kristnum taki eg treyður;

hirði ei, hvat beinini tola,

síðan vit eru deyðir.”

 

84 Sigla teir í Tróndheim suður,

svørð á hjálmar bresta,

tá var einki annað at gera

enn kongins systur at festa.

 

85 Tar ið teirra snekkjan

kendi fagurt land,

letur hann síni ankar falla

á tann hvíta sand.

 

86 Letur hann síni ankar falla

á tann hvíta sand,

fyrstur steig tá Ólavur kongur

sínum fótum á land.

 

87 Tað var enn tá Ormar,

fell upp á síni knæ,

meðan hann ríku kongins systur

til ektar festi sær.

 

88 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu so bæði í eina song

Ormar og hans viv.

 

89 Fimti vóru kerti tendrað,

tríati logar,

fylgdu teirri ríku frú

fyrstu nátt at sova.

 

90 Fimmti vóru kerti tendrað,

seksti voksljús,

fylgdu teirri ríku frú

í brúðarhús.

 

91 Hon var sett á beinkin,

hann á kallbekk,

mangur ríkur riddari

millum teirra gekk.

 

92 Hon var sett á beinkin,

hon ímillum dreingja,

eg kann ikki kvøða tað,

ið yrkt er ikki longur.

 

            Ólavur kongur herjar hann mót trøllum,

            hansara segl eru silkireyð.

            Ormurin rennur, árar leika í tollum.

            Ólavur kongur herjar hann mót trøllum.

 

CCF 24 D

TSB E 118

 

Handrit: Sandvíkarbók. Føroyamálsdeildin. Vol. II, Nr. 13. s. 182

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 510.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 8. bind, s. 40.

 

Heimild: Úr Suðuroy. Hans Pauli Johan-Petersen, Hanus í Lopra (1814-1886), Sandvík 1837.

 

E 118 Ormar Tóraldssons kvæði (Man kills giant and gets treasure for his king)

Íslendski riddarin Ormar er farin í tænastu hjá Ólavi kongi í Noregi. Pápi hansara hevur mælt honum til tað, men til at vara seg fyri at sigla við skipi kongsins ”Orminum Langa”.

Kongur býður Ormari vera væl komnum. Hann stríðist við fremsta riddara kongs og vinnur á honum. Kongur biður hann fara um borð á skip sítt, men Ormar sýtir og bjóðar sær til at gera av við ein risa í staðin fyri. Teir fara av stað til risahellið, og Ormar fer einsamallur inn. Risin er um at vinna á honum, men tá ið hann biður til Gud, fær hann nýggja megi. Hann drepur risan og fer aftur til kongs við øllum dýrgripum hansara. Kongur rósar avreksverki hansara. Frábrigdi B-E: Hann giftist systur kongs.

á føroyskum: CCF 24 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019