• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ormar Tóraldssons kvæði

 

Ormar Tóraldssons kvæði

 

CCF 24 E

TSB E 118

 

1 Viljið tær nú lýða á,

ljóð geva mær,

Tórólv nevni eg høvdingan,

yvir tí landi ræður.

 

- Ólavur kongur herjar hann mót trøllum,

hans eru segl af silki reyð,

Ormurin rennur, árar leika í tollum.

 

2 Átt hevur hann ein ungan son,

Ormar skulum vær nevna,

vænur er hann og vøxtrarligur,

kann væl dreingjum stevna.

 

3 Hann var seg á leikvøllum

burtur við øðrum sveini,

so ofta teir tá reiðir vóru,

stóð teim stríð af meini.

 

4 Tað var á tí sama degi,

sum Ormar á skógvin reið,

faðir hans fekk helsóttina

mitt á síni leið.

 

5 Tað síggi eg á sjálvum mær,

at hel er komin í hendi;

heintið mær mín unga son,

ímeðan eg hann kann kenna.

 

6 Tórólvur talar til sveinanna

tógva ella tríggja,

heintið mær Ormar sonin mín,

nú vil eg hann síggja.

 

7 Hann var fimur á fótunum,

ið tey boðini bar

haðan á teir leikvøllir,

sum Ormar fyri var.

 

8 Hoyr tú, Ormar Tórólvsson,

skjót tann leik af hendi,

gakk fram fyri faðir tín,

meðan hann teg kennir.

 

9 Svaraði Ormar Tórólvsson,

skeyt tann leik af hendi:

heilur var mín sæli faðir,

tá ið eg á leikvøllir rendi.

 

10 Inn kom Ormar Tórólvsson,

fellur á síni knæ:

Krist signi teg, mín sæli faðir,

hvat viljið tær nú mær?

 

11 Hoyr tað mín hin sæli sonur,

legg tær væl í minni,

trinni vildi eg heilræðini

lagt fyri teg á sinni.

 

12 Hoyr tað Ormar, sonur mín,

hvørt stendur tín ferð,

evri veit eg ætlaran,

tú hevur í ráðagerð.

 

13 Evri veit eg ætlaran,

tú hevur í ráðagerð:

Ólavur kongur í Noregi

so væl man við teg vera.

 

14 Ormar, legg tær væl í minni,

tann veg vil eg tær vísa:

Ólavur kongur fyri Noregi ræður,

tann harra skaltú prísa.

 

15 Hvør tann bøn, ið hann teg biður,

hon skal vera ja,

men leggja árar á Ormin langa,

far tú ikki tað.

 

16 Men leggja árar á Ormin langa,

far tú ikki tað,

tí kongurin heilur til himna fer,

men dreingir søkka í kav.

 

17 Hoyr tað Ormar, sonur mín,

tað mæli eg um minni,

legg teg heldur for helli Dolls,

gríp tann greppin inni.

 

18 Hvat heldur tú ert í víggi staddur,

ella í høviskum talvi,

annar heldur enn sjálvur tú

skal rósa tínum alvi.

 

19 Hvat heldur tú ert í víggi staddur,

ella í tungum stríði,

annar heldur enn sjálvur tú

skal rósa tínum lívi.

 

20 Ormar leyt at hyggja á,

hans faðir mundi doyja,

síðan gróv hann dreyg í heyg,

sum dreingir dalin hoyja.

 

21 Mánadagin í páskaviku

sigldi hann út í hav,

hann kom ikki aftur til landana,

fyrr enn sankta Mikkjals dag.

 

22 Vundu teir upp síni silkisegl

gull við vovin rand,

strikaðu ei á bunkan niður,

fyrr enn við Noregis land.

 

23 Hegar ið teirra snekkja

kendi fagurt land,

læt hann síni akker falla

á so hvítan sand.

 

24 Læt hann síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrstur steig Ormar Tórólvsson

sínum fótum á land.

 

25 Fyrstur steig Ormar Tórólvsson

sínum fótum á land,

so hann Ásbjørn bróðir hans

undir hans høgru hond.

 

26 Mitt í miðjum grasagarði

axla teir sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

27 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Ólavur kongur at borði sat

við mann og hundrað fimm.

 

28 Kongurin situr fyri breiða borði,

mong eru dømin vond:

hvaðan er hesin framandi maður,

hvar byggir hann lond?

 

29 Tí svaraði Ormar sterki,

smílist undir lín:

Tórólvur af Harðarholti

var sannur faðir mín.

 

30 Kongurin talar til sínar menn,

biður teir allar tiga:

fyrst er at geva manni mat,

síðan tíðindi at spyrja.

 

31 Kongurin talar til Einar unga:

stíg um borðið fram,

lat hann sita, ið komin er,

tí eldri sýnist hann.

 

32 Lat hann sita, ið komin er,

tí eldri sýnist hann,

spar gleði um tann ókenda,

tí úlvur er ókend mann.

 

33 Upp stóð Einar Tambarskelvi,

tók tey orð til vanda:

tað má vera mikil maður,

eg skal fyri uppstanda.

 

34 Einar sprakk um borðið fram,

bæði af ilsku og reiði,

manga dýra veislugávu

breyt hann sundur í teirri.

 

35 Tað var Einar Tambarskelvi

sprakk um borðið fram,

allur tann hin brúni mjøður

á hallargólvið rann.

 

36 Kongurin situr í hásæti,

lítur á skikkju fríða:

hvat skulum vær til skemtunar hava,

hesi jólini líða?

 

37 Svaraði Jákub erkibisp,

smílist undir lín:

tað er siður á hesum landi

at halda jólaglýmur.

 

38 Einar sprakk um borðið fram,

kappin tann hinn mæti,

triði maður frá konginum

Ormar gekk úr sæti.

 

39 Bardust teir tá innan hallar,

so er greint fyri mær,

eingin stóð mót Ormari

meir enn eina siftu ella tvær.

 

40 Bardust teir tá innan hallar,

af dró barna gaman,

møttust Einar og Ormar ungi,

tá bar báðum saman.

 

41 Bardust teir á hallargólvi,

so er greint fyri mær,

Einar stóð fyri Ormari

fullar siftur tvær.

 

42 Bardust teir á hallargólvi,

mátturin við teim vex,

Einar stóð mót Ormari

væl fullar siftur sex.

 

43 Bardust teir á hallargólvi,

er mær ei á tí hól,

Einar stóð mót Ormari

væl fullar siftur tólv.

 

44 Bardust teir á hallargólvi,

slíkt má garpar kalla,

Einar mátti til jarðar níga,

annar fór at falla.

 

45 Tá var brak í breiðu høll,

tá ið Einar leyt at falla,

kappin mátti til jarðar ganga,

slíkt mega kappar kallast.

 

46 Kongurin so til orða tók,

letur reiði renna:

tær skuluð eingir af mínum monnum

Einari hetta um kenna.

 

47 Er her nakar af mínum monnum,

Einari kennir á,

hann skal hanga í hægsta træ,

sum rótum rennur frá.

 

48 Er her nakar af mínum monnum,

Einari skomm til kennir,

hann skal hanga í hægsta træ,

sum upp frá rótum rennur.

 

49 Síðla var um aftanin,

alt gekk fólk til borða,

so var sagt at Einar beiddi

Ormari fyrst til orða.

 

50 Kongurin kemur út árla morgun,

fell so væl í lag:

leggja árar á Ormin langa

skuluð tit fara í dag.

 

51 Svaraði Ormar Tórólvsson,

fell á síni knæ:

hvor tann bøn, ið tú meg biður,

hon skal vera ja.

 

52 Hvor tann bøn, ið tú meg biður,

hon skal vera ja,

men leggja árar á Ormin langa

fari eg ikki í dag.

 

53 Leggja árar á Ormin langa

fari eg ikki í dag,

tí kongurin heilur til himna fer,

men dreingir søkka í kav.

 

54 Hoyr tað kongurin, harri mín,

tað mæli eg um minni,

leggjum os heldur for helli Dols,

vær grípum tann greppin inni.

 

55 Drógu knorr á lunni oman,

eina gylta skeið,

vundu segl í húnborar hátt,

skjótur rann knørrur leið.

 

56 Ólavur kongur Tryggvason

siglir norður við landi,

hann hevur skakað á skamri stund

so mongum bitrum brandi.

 

57 Ólavur kongur Tryggvason

hann siglir norður fyri Ytra,

hann hevur skakað á skamri stund

so mongum brandi bitrum.

 

58 Helli síggja teir undan koma,

yvir stóð fjallið langa,

sóu ein so grimman risa

fyri hellisdurum standa.

 

59 Helli sóu teir undan koma

undir tí fjalli há',

sóu ein so grimman risa

fyri hellisdurum stá.

 

60 Dollur tók sín jarnnokka,

út á sjógvin knógvar,

Ólavur læt tá eftir honum

bæði sigla og rógva.

 

61 Dollur tók sín jarnnokka,

út á sjógvin fór,

Ólavur læt tá eftir honum

bæði sigla og ró.

 

62 Kongurin skeyt sín búna brand,

dró hann undan skinni,

heitur nú á sannan gud,

tá fór Dollur inn.

 

63 Tí svaraði Ólavur kongur,

mælir ið fyrsta sinni:

hvør skal fara til hallar heim

og grípa tann greppin inni?

 

64 Svaraði Ormar Tórólvsson,

mælir af tungum sinni:

eg skal fara til hallar heim

og grípa tann greppin inni.

 

65 Falli eg fyri risanum,

og eri eg hartil feigur,

tær skuluð ei af tigara monnum

spilla garpar fleiri.

 

66 Hegar ið teirra snekkja

kendi fagurt land,

lótu síni akker falla

á so hvítan sand.

 

67 Lótu síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrstur steig Ormar Tórólvsson

sínum fóti á land.

 

68 Ormar gekk frá strondum niðan,

ætlaði sær til stríð,

esping undir hendi á sær,

tí vøtnini vóru víð.

 

69 Ormar gekk frá strondum niðan,

honum var ikki kunnig leið,

esping undir hendi á sær,

tí vøtnini vóru breið.

 

70 Tað var Ormar Tórólvsson

inn í hellið sá,

tað náddi ikki menskur maður

upp, sum Dollur lá.

 

71 Tað var Ormar Tórólvsson,

inn í hellið hyggur,

tað náddi ikki menskur maður

upp. hvar Dollur liggur.

 

72 Hoyr tú Dollur, segi eg tær,

tú hygg við tínum eygum tvinnum,

her er boð frá Ólavi kongi

at grípa teg greppin inni.

 

73 Tí svaraði Dollur,

mong eru dømin vond:

hvossu eitur tú, ungi maður,

hvar byggir tú lond?

 

74 Ormar skaltú nevna meg,

satt at siga tær,

Tórólvur af Harðarholti

var sannur faðir at mær.

 

75 Svaraði Ormar Tórólvsson,

smílist undir lín:

hevur tú ikki hoyrt frá tí,

at Ásbjorn er bróðir mín?

 

76 Ruku saman á hellisgólvi,

báðir vóru grammir,

so fullu fjøll fyri teirra fótum,

sum teir høvdu troðið í dammir.

 

77 Bardust teir á hellisgólvi

bæði af grimd og reiði,

so tradkaðu teir hellisgólvið,

sum teir høvdu troðið í leiri.

 

78 Bardust henda dag at kvoldi

á tí sama sinni,

Dollur gjørdist í tøkum frekur,

tussanum stóð til at vinna.

 

79 Bardust teir tá innan hallar,

Ormar komst á knæ:

gud og signaður Ólavur kongur

veri nú við mær.

 

80 Eg skal tæna Ólavi kongi

lívs og allan aldur,

um eg verði hiðani leysur,

segði tann menjarbaldur.

 

81 So var, at Ormar sterki

mikið megin fekk,

varpaði risan á hellisgólv,

so hálsur úr liði gekk.

 

82 Dollur skar so sára við,

tá ið hann gav upp ond,

hetta hoyrdi kongurin

niður til sjóvarstrond.

 

83 Svaraði ein af sveinunum,

svór á sína trú:

siglið aftur til landana,

tí deyður er Ormar nú.

 

84 Hetta var ikki feigmans róp,

eg hoyrdi á hesum bragdi,

signað verði tann móðirin,

matin í munnin lagdi.

 

85 Vegið fekk hann Dollin

við sínum slíðraknívi,

síðani tænti hann Ólavi kongi,

so leingi hann var á lívi.

 

86 Ormar fekk alt risans skreyt,

rívur upp grót og grund,

tríggjar steinar í barm á sær,

hvør stóð meira enn pund.

 

87 Kongurin liggur á skipinum,

leingist honum at bíða,

sær nú Ormar Tórólvsson

niður úr fjalli skríða.

 

88 Tað var Ormar Tórólvsson,

skeyt tann leik af hendi:

harri, her eru gávurnar,

ið Dollur tigum sendi.

 

89 Tí svaraði Ólavur kongur,

snarliga hann sær vendi:

sí[ð]stur mundi hann Dollur

senda mær skattin henda.

 

90 Kongur stendur á bunkanum,

ljómin af honum skín:

tak við gávu og kristnari trú,

eg gevi tær systur mína.

 

91 Svaraði Ormar Tórólvsson,

lítur seg upp í fjøll,

so mant tú við øllum fara,

smækkast verøldin øll.

 

92 Skal eg taka við kristnari trú,

tað geri eg alvæl treyður:

eg skoyti ei, hvat beinini tola,

síðan eg eri deyður.

 

93 Ólavur kongur Tryggvason,

siglir suður fyri Ytra;

hann hevur skakað á skamri stund

so mangan brandin bitran.

 

94. Sigla teir til Trándheims suður,

svørð á hjálmi bresta,

tá var einki annað at gera

enn kongins systur at festa.

 

CCF 24 E

TSB E 118

 

Uppruni: V.U. Hammershaimb: ”Færøiske Kvæder II”, 1855

 

Útgávur: 

1. V.U. Hammershaimb: “Færøiske Kvæder II”, 1855 s. 74

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 515.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 8. bind, s. 52.

 

Heimild: V.U. Hammershaimb (1819-1909), Sandavági, 1855

 

E 118 Ormar Tóraldssons kvæði (Man kills giant and gets treasure for his king)

Íslendski riddarin Ormar er farin í tænastu hjá Ólavi kongi í Noregi. Pápi hansara hevur mælt honum til tað, men til at vara seg fyri at sigla við skipi kongsins ”Orminum Langa”.

Kongur býður Ormari vera væl komnum. Hann stríðist við fremsta riddara kongs og vinnur á honum. Kongur biður hann fara um borð á skip sítt, men Ormar sýtir og bjóðar sær til at gera av við ein risa í staðin fyri. Teir fara av stað til risahellið, og Ormar fer einsamallur inn. Risin er um at vinna á honum, men tá ið hann biður til Gud, fær hann nýggja megi. Hann drepur risan og fer aftur til kongs við øllum dýrgripum hansara. Kongur rósar avreksverki hansara. Frábrigdi B-E: Hann giftist systur kongs.

á føroyskum: CCF 24 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019