• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Brúsajøkils kvæði

 

CCF 25 D (hevur frámerkið C í útgávuni)

TSB E 128

 

1 Tað var um eina jólatíð, 

hundar fóru í bond, 

har kom gongukall gangandi, 

við høkju undir hond. 

 

    Viðgangur: 

Ólavur kongur, herjar hann mót trøllum, 

hans eru segl av silki reyð, 

Ormurin rennur, árar leika í tollum. 

 

2 "Set teg niður, gamli maður, 

set teg mær íhjá, 

tú mant vita frá mongum at siga, 

góð eru gomul ráð. 

 

3 Hoyr tú tað hin gamli maður, 

set teg mær so nær, 

veitst tú nakrar fíggja vánir 

satt at siga mær?" 

 

4 "Eg veit ongar fíggja vánir, 

satt at siga tær, 

men úti fyri Herjalondum 

liggja oyggjar tvær. 

 

5 Úti fyri Herjalondum 

liggja oyggjar tvinnar, 

onnur eitur Sygri 

og onnur eitur Minna. 

 

6 Onnur oyggin eitur Sygri 

og onnur oyggin Minna, 

har býr inni Brúsajøkil, 

ert tú maður at vinna?" 

 

7 Ásbjørn letur sær bussu smíða 

væna og so fríða, 

kvittar norð við Herjalond, 

hesi jólini líða. 

 

8 So siglir hann Ásbjørn 

norð fyri Herjaroy, 

hvørki kom honum Gud í hug 

ella tann heilaga moy. 

 

9 So siglir hann Ásbjørn 

norð fyri Herjalond, 

hvørki kom honum Gud í hug 

ella tann heilaga ond. 

 

10 "Leggið her at landinum, 

sum fjøran hon er stutt, 

hetta man vera Brúsa høll, 

ið beint í fjøll er upp. 

 

11 Leggið her at landinum, 

sum fjøran hon er slætt, 

hetta man vera Brúsa høll, 

ið beint í fjall er sætt. 

 

12 Her skuluð tit liggja, mínir menn, 

og gera so lítið av, 

annan morgin vænta mín, 

tá ið sólin roðar úr kav. 

 

13 Her skuluð tit liggja, mínir menn, 

gera so lítið gný, 

annan morgin vænta mín, 

tá sólin roðar í ský." 

 

14 Ásbjørn gekk frá strondum niðan 

tað við ongar sveinar, 

tá ið hann kom í hellið inn, 

ikki var Brúsi heima. 

 

15 Hann stjól burt hans gull og fæ, 

so hans góðs og garðar, 

hevði hann ikki stolið hans vápnapróv, 

tá mundi tað minst um varið. 

 

16 Hann stjól burt hans gull og fæ, 

hevði ei hondum hóv, 

bar so aftur til strandar oman, 

snekkjuna lægdi í sjó. 

 

17 Tekur hann bæði gull og silvur, 

sær í byrðar at binda, 

klæði hans og vápnapróv 

hann letur at strondum rinda. 

 

18 Ásbjørn kastar byrðu sína 

niður á grønan vøll: 

"Eftir liggja handskar mínir 

heima í Brúsa høll. 

 

19 Eftir liggja handskar mínir, 

teir ljóti eg at søkja, 

er hann heima Brúsajøkil, 

tá man verða fløkja." 

 

20 Svaraði ein av sveinunum: 

"Vilt tú ráð míni tiggja, 

siglum aftur til landana, 

lat teir handskar liggja!" 

 

21 Svaraði ein av sveinunum, 

gull ber hann á hondum: 

"Mangir gerast handskar slíkir 

heima í várum londum." 

 

22 Tí svaraði Ásbjørn, 

snarliga hann sær vendi: 

"Eg havi so leingi borið teir handskar 

uppi á mínum hendi. 

 

23 Her skuluð tit liggja, mínir menn, 

gera so lítið av, 

annan morgun vænta mín, 

tá sólin roðar úr kav!" 

 

24 Ásbjørn gekk frá strondum niðan, 

tað við ongar sveinar, 

tá hann kom í hellið inn, 

tá var Brúsi heima. 

 

26 Tá svaraði Ásbjørn, 

bæði var vænur og vitur: 

"Her liggja nú handskar mínir, 

sum tú Brúsi situr." 

 

27 "Tú hevur tikið mítt gull og fæ, 

so mítt góðs og garðar, 

hevði tú ikki tikið mítt vápnapróv, 

tá mundi tað minst um vara. 

 

28 Tú hevur tikið mítt gull og fæ, 

hartil mítt skart og skreyt, 

bart tað so til strandar oman, 

næst at knørrur fleyt." 

 

29 Tí svaraði Brúsajøkil: 

“Verði her enn sum áður, 

aftur lokist helli mítt 

eingin gluggi á!" 

 

30 Tí svaraði Brúsajøkil: 

"Verði her enn sum fyrr, 

aftur lokist helli mítt, 

verði her ongar dyr!" 

 

31 So gingu teir innan halla, 

eykaðist meiri vandi, 

traðkaðu teir so hellisgólv, 

sum teir høvdu troðið í sandi. 

 

32 So tókust teir hondum saman, 

gjørdu snarpan leik, 

so troðu teir bjørgið niður 

sum tað bleyta leir. 

 

33 So var sagt, at Brúsajøkil 

mikið megin fekk, 

sipaði Ásbjørn á hallargólv, 

so hálsur av liði gekk. 

 

34 Hann tók upp hans skinn og kropp 

og kastar á hurðarás: 

"Ligg nú her," kvað Jøkil so, 

"í kvøld til øskukrás." 

 

35 Ásbjørn skar so sára við, 

tá hann gav upp ond, 

tað hoyrdu hansara sveinar 

niður við sjóvarstrond. 

 

36 Svaraði ein av sveinunum, 

so sárliga hann græt: 

"Tað hoyrdi eg á røstini, 

at Ásbjørn lívið læt." 

 

37 Svaraði annar av sveinunum, 

hetta nú hann segði: 

"Tað hoyrdi eg á røstini, 

at Ásbjørn lívið legði." 

 

38 Sveinarnir, ið eftir vóru, 

sigldu sjógvin salta, 

Ásbjørn fell í Brúsa høll, 

út gekk gáta Galta. 

 

39 Teir vundu upp síni silkisegl, 

gull við ráum brann, 

strika ei á bunka niður 

fyrr enn við Noregis land. 

 

40 Hagar ið teirra snekkja 

kendi fagurt land, 

lótu síni akker falla 

á so hvítan sand. 

 

41 Lótu teir síni akker falla 

á so hvítan sand, 

tá var Ormar Tórólvsson 

riðin niður til strand. 

 

42 Tá var Ormar Tórólvsson 

riðin niður til strand: 

"Hvar er Ásbjørn, bróðir mín, 

hann kemur ei fyrstur á land?" 

 

43 Svaraði ein av sveinunum, 

ið siglt hevði sjógvin salta: 

"Ásbjørn fell í Brúsa høll, 

so út gekk gáta Galta. 

 

44 Ormar snúðist teimum frá 

bæði av ilsku og reiði: 

"Tó skal eg til Herjalond, 

eg komi ei aftur úr teirri. 

 

45 Tí svaraði Ólavur kongur, 

mælir fyri munni á sær: 

"Kvittar tú til Herjalond, 

lat meg fylgja tær. 

 

46 Hoyr tú Ormar Tórólvsson, 

tú kvittar á Herjaroy, 

kom tú bæði Gud í hug 

og ta heiligu moy. 

 

47 Hoyr tú Ormar Tórólvsson, 

tú kvittar á Herjalond, 

kom tú bæði Gud í hug 

og so ta heiligu ond." 

 

48 So siglir hann Ormar 

norð fyri Herjaroy, 

bæði kom honum Gud í hug 

og so tann heiliga moy. 

 

49 So siglir hann Ormar 

norð fyri Herjarlond, 

bæði kom honum Gud í hug 

og tann heiliga ond. 

 

50 "Leggið nú her at landinum, 

sum fjøran hon er stutt, 

hetta man vera Brúsa helli 

beint í fjallið upp. 

 

51 Leggið nú her at landinum, 

sum fjøran hon er slætt, 

hetta man vera Brúsa helli 

ið beint í fjall er sætt. 

 

52 Her skuluð tit liggja, mínir menn, 

og gera so lítið av, 

annan morgun vænta mín, 

tá ið sólin roðar úr kav. 

 

53 Her skuluð tit liggja, mínir menn, 

gera so lítið gný, 

annan dagin vænta mín, 

tá ið sólin roðar í ský." 

 

54 Ormar gekk frá strondum niðan, 

alt fyri uttan vanda, 

vøtnini gerast bleik og blá, 

honum fyri eygum standa. 

 

55 Tað var Ormar Tórólvsson, 

gekk seg niður til strand: 

"Fáið mær higar mín lítla bát, 

eg nái ikki í hellið at ganga." 

 

56 Ormar skeyt sín lítla bát 

út fyri hvøssum steini: 

"Hoyr tú, vondi Brúsajøkil, 

eg verði tær at meini." 

 

57 Ormar skeyt sín lítla bát 

út frá hvøssum gróti: 

"Hoyr tú, vondi Brúsajøkil, 

tú skalt taka ímóti." 

 

58 Væl slapp hann um vøtnini, 

væl slapp hann av teim vanda, 

hann sær ein so griman køtt 

fyri sínum eygum standa. 

 

59 Ormar legði ørv á strong, 

aðra og ta triðju, 

køtturin tók móti øllum teim, 

hann beit teir av um miðju. 

 

60 "Tú gert ikki, ungi maður, 

tínar ørvar oyða, 

um tú skjýtur í allan dag, 

tú fært meg ikki til deyða." 

 

61 Tað var Ormar Tórólvsson, 

hann heldur á brandinum bjarta, 

rendi so fyri kattins bróst, 

at oddurin stóð í hjarta. 

 

62 Køtturin fell á jørðina niður, 

verøldin tók at skelva, 

út so lupu tey fimtan trøll, 

tey ristu sínar bjálvar. 

 

63 Tá var hjarta í Ormari kvikt, 

sum knívur í leysum skefti, 

hann fekk dripið tey fimtan trøll, 

tá var Brúsi eftir. 

 

64 Ormar hevði tann sið á sær, 

ið Ásbjørn hevði ei fyrr, 

so er mær av sonnum sagt, 

hann risti kross í dyr. 

 

65 "Hoyr tú vondi Brúsajøkil, 

tað tali eg til tín: 

eg havi ongar bøtur tikið 

eftir Ásbjørn bróður mín." 

 

66 "Hann tók burt mítt gull og fæ 

so míni góðs og garðar, 

hevði hann ikki tikið mítt vápnapróv, 

tá mundi tað minni vara." 

 

67 Tí svaraði Brúsajøkil, 

mælir fyri munni á sær: 

"Tú hevur dripið tann besta køtt, 

var komin av sjálvum mær." 

 

68 Til tess svaraði Ormar sterki, 

ilt er skap at eggja: 

"Vit skulum ikki Ásbjørn prúða 

javnt við køttin leggja." 

 

69 Ganga teir um hellisgólv, 

eykaðist vandi meiri, 

so traðkaðu teir hellisgólv 

sum var tað bleyta leir. 

 

70 Tá var brak í Brúsa høll, 

Ormar komst á knæ: 

"Av Gudi signaður Ólavur kongur, 

dugnað veit tú mær! 

 

71 Sannur Gud í Himmiríki 

veiti mær styrk á bræði, 

um eg var í teirri trúgv, 

sum Ólavur kongur segði. 

 

72 Eg skal tæna Ólavi kongi 

í mín allan aldur, 

vil Gud meg úr neyðum loysa," 

lovaði sá brynjubaldur. 

 

73 Til svaraði hann Brúsajøkil, 

rópar nú alvæl hátt: 

"Tann tú hevur í kjafti á tær, 

hann er ikki her í nátt." 

 

74 Tá var rómur í hellinum, 

Brúsi fell á knæ, 

so kluvu teir bergið niður 

sum tað bleyta træ. 

 

75 So var skeggið á risanum sítt 

sum síðasta tagl á hesti, 

Ormar setti føtur í fjall, 

nú eru handafestir. 

 

76 So var sagt, at Ormar sterki 

mikið megin fekk, 

báðar hendur í risans skegg 

og føtur í fjallið setti. 

 

77 Hann reiv av honum kjøtið alt, 

skeggið inn at tonnum, 

enntá tóktist Brúsajøkil 

frálíkur øðrum monnum. 

 

78 Hann reiv av honum skeggið alt, 

kjøt og kjálkafylli, 

"eya meg," segði Brúsajøkil, 

"nú gerast leikir illir. 

 

79 Skeggið ræð at prýða meg, 

vænt var tað og tekt, 

tríggjar reisur á hvørjum degi 

tað yvir gullroyki hekk. 

 

80 Skeggið ræð at prýða meg, 

er tess virði full, 

tríggjar reisur á hvørjum degi 

prýddi eg tað við gull." 

 

81 So var sagt, at Ormar sterki 

mikið megin fekk, 

hann sipaði risan á hellisgólv, 

so hálsur av liði gekk. 

 

82 Brúsi skar so sárliga við, 

tá hann fekk banasár, 

hetta hoyrdu Ormars menn, 

niðri í skipinum lá. 

 

83 "Hetta var ikki Ormars røst, 

ið nú mundi ganga til deyða, 

signað verið móðirin, 

bitan í munnin legði." 

 

84 So gekk Ormar innan halla, 

rívur upp grót og grund, 

tríggjar steinar í barm á sær, 

og hvør stóð meira enn pund. 

 

85 Tríggjar steinar í barm á sær 

tann hin ríki álvur, 

tveir gav hann sankt Ólavi kongi, 

tann triðja hevði hann sjálvur. 

 

86 "Eg vil tæna tær, Ólavur kongur, 

ævi og allan aldur, 

um enn eg livi híaleysur," 

segði tann brynjubaldur.

 

CCF 25 D (hevur frámerkið C í útgávuni)

TSB E 128

 

Uppruni: V.U. Hammershaimb: „Færøiske Kvæder II“, 1855.

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 530.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 8. bind, s. 95.

 

Heimild: V.U. Hammershaimb (1819-1909), Sandavági, 1855

 

E 128 Brúsajøkils kvæði (Man killed by giant is revenged by his brother)

Jólaaftan kemur gamalur maður til hús Ásbjarnar og Ormars. Hann talar við teir um stóran dýrgrip.

Ásbjørn heldur av stað at finna dýrgripin. Hann fer til eitt risahelli, har dýrgripurin er. F: Hann fer eftir gullinum og ber tað oman á skipið. Hann varnast, at handskarnir liggja eftir, og fer aftur eftir teimum. Nú er risin, Brúsi, afturkomin, og hann drepur Ásbjørn. – S: Risakøtturin hjá Brúsa drepur Ásbjørn. –

Beiggi Ásbjørn, Ormar, heldur av stað at hevna deyða bróðursins. – F: Ormar kemur at hellismunnanum, hittir køttin og drepur hann. Í hellinum hittir hann Brúsa og berjist við hann. Ormar biður Gud og Ólav Halga hjálpa sær. At enda drepur Ormar Brúsa. Hann fer heim aftur við dýrgripinum. – S: Á leiðini ákallar Ormar Eirik Halga. Hann kemur at hellinum við monnum sínum. Køttur Brúsa drepur ein av monnunum. Har er eingin Brúsi, og Ormar skal fara, tá ið hann varnast, at handskarnir liggja eftir, og fer aftur eftir teimum. Nú er Brúsi heimafturkomin.

Ormar skilir, at Brúsi er gamli maðurin, sum talaði um dýrgripin. Teir berjast. Til at bjarga lívinum bjóðar Brúsi Ormari helvtina av dýrgripinum. Hann hevur svik í huga, men Ormar drepur hann, tekur dýrgripin og fer heim aftur.

á føroyskum: CCF 25 (eisini á svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019