• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Finnur hin fríði

 

Finnur hin fríði

 

CCF 26 B

TSB E 83

 

1 Ein er jallin av Upplandi,

gott er at taka til evni,

ríki Hálvdan og Finnurin fríði

teir kunnu væl dreingjum stevna.

 

2 Hálvdan var sá eldri bróðir,

Finnurin var so ungur,

hann var altíð deiligari,

tí var honum forlag tung.

 

3 Finnur er á leikvølli,

snakkar við sínar dreingir:

“Hvar vitið tær mín javnlíka,

tað havi eg hugsað leingi?”

 

4 Svaraði ein av sveinunum,

hann stóð honum skamt ífrá:

“Best veitst tú við sjálvum tær,

hvat tín stár hugur á.

 

5 Best veitst tú við sjálvum tær,

hvat tín stár hugur á,

hevur tú hoyrt, at Girtlands kongur

væna dóttur ár?

 

6 Girtlands kongur dóttur eigur,

vísa og so mæta,

einans er hon arvingin

till guls og landa at gæta.

 

7 Girtlands kongur dóttur eigur,

føgur er hon í brún,

flættað hár á herðar lagt

við silkibondum snúnum.”

 

8 “Er hon so væn og tekkilig,

sum tær sigið frá,

hagar streingi eg heiti mítt,

tað standist, hvat av ið má.”

 

9 So letur hann Finnurin fríði

síni skipini búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

10 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru blá,

børutoppar av reyðargulli,

føgur skein sólin á.

 

11 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stýrið og stevnið av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

12 So letur hann Finnurin fríði

byggja skipini sín,

bæði letur hann á tey laða

virtur og so vín.

 

13 Millum báðar stavnarnar

er so fagur litur,

so er uppi í lyftingini,

sum Finnurin fríði situr.

 

14 Millum báðar stavnarnar

er so fagur brá,

so er uppi í lyftingini,

sum Finnurin fríði stár.

 

15 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Girtland.

 

16 Tað var hansara snekkjan,

kendi fagurt land,

letur hann síni akker falla

á so hvítan sand.

 

17 Letur hann síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Finnurin fríði

sínum fótum á land.

 

18 Fyrstur steig hann Finnurin fríði

sínum fótum á land,

tólv brynjaðir av hans monnum

undir hans hvørji hand.

 

19 Uppi í miðjum grasagarði

akslar hann sær skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

20 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Girtlands kongur við borðið sat

við *manna hundrað fimm.

 

21 Finnur gekk í hallina inn,

í forðum var so siður,

hevur alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

22 Finnur stendur á hallargólvi,

ber fram bønarorð síni:

“Sit væl, reysti Írlands kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

23 Til tað svaraði Írlands kongur,

gyrði hann seg við brandi:

“Sig mær rætta eiti títt,

hvaðan ert tú av landi?”

 

24 “Finnur eri eg á navni nevndur,

Hálvdan var mín bróðir,

jallin eitur faðir mín,

frú Gyða var mín móðir.”

 

25 “Tað tykist øllum hennara frændum

vera so miklan mun,

hon er ein útvald kongadóttir,

tú ert ein jals son.”

 

26 Finnur stendur á hallargólvi,

eykar sínum gamni:

“Hesi sami riddari

hann tykist vera tín javni.

 

27 Vilt tú ikki tína dóttur

geva mær at gifta,

eg bjóði tær ei onnur kor

enn lív frá londum skifta.”

 

28 Finnur leyp eftir hallargólvi

bæði følin og nipin,

fimtan vá hann herkempur,

og síðan varð hann gripin.

 

29 Fimtan vá hann herkempur,

áðrenn hann at durunum náddi,

annaðslíkt hjá hinum fell,

og tá var javnt hjá báðum.

 

30 Tóku teir hin fríða Finn,

settu hann í jarn,

tað var frúgvin Ingibjørg,

hon fekk bæði angist og harm.

 

31 Ingibjørg gár for faðir sín,

fellur  fyri hann í knæ:

“Eina bøn, ið eg teg biði,

hana veit tú mær!

 

32 Eina bøn, ið eg teg biði,

hana veit tú mær,

ger for tína æru skyld,

tú gev tann riddara mær!”

 

33 “Tað tykir øllum tínum frændum

vera so miklan mun,

tú ert ein útvald kongadóttir,

hann er ein jals son.”

 

34 “Hoyr tað, mín hin sæli faðir,

tú skalt hans lívi ráða,

senda skal Hálvdani sterka boð,

tá stendur títt lív í váða.”

 

35 “Gakk tú burtur frá mínum eygum,

eg vil teg ikki hoyra,

tað sámir ei mín búgvin brand

at lita í kvinnudroyra.”

 

36 Ingibjørg snúgvist av hallini út

bæði av ilsku og vreiði:

“Gud lati teg ikki liva tann dag,

eg biði teg bønir fleiri!”

 

37 Klæðir hon sín skósvein út

bæði við skreyt og skrúð:

“Eg havi teg so leingi roynt,

at tú hevur verið mær trú.”

 

38 Sá var fimur í fótinum,

boðini skuldi bera,

øll læt hon klæði hans

við rósur og liljur skera.

 

39 Sá var fimur í fótinum,

ið tey boðini bar

hagar tá til landanna,

sum ríki Hálvdan var.

 

40 “Heilur nú undan kápu blá,

legg tær væl í minni,

tú skalt ongan søtan sova,

fyrr enn tú Hálvdan finnur.”

 

41 Hann kom sær so síðla dag

í høgar hallir inn,

sum Hálvdan ríki við borðið sat

við *manna hundrað fimm.

 

42 “Sit væl inni, ríki Hálvdan,

tær eru boð til handa,

bróður eigur tú í Írlandi,

situr í sterkum bandi.”

 

43 Tað var ríki Hálvdan,

sínum borðum skeyt,

allir hansara brúni mjøður

á hallargólvi fleyt.

 

44 Tað var sá hin ríki Hálvdan,

hann leyp yvir borð við vreiði,

fimmti vóru tey gullsteypini,

sundur gingu í teirri.

 

45 Hann læt sær eitt liðið samla,

mann av landi stevna,

har komu tveir, sum biðin varð ein,

Finnis deyð at hevna.

 

46 So letur ríki Hálvdan

byggja skipini stór,

bæði letur hann á tey laða

virtur og so bjór.

 

47 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Girtland.

 

48 Kastar hann síni akkerini

á so hvítan sand,

fyrstur steig ríki Hálvdan

sínum fótum á land.

 

49 Fyrstur steig ríki Hálvdan

sínum fótum á land,

tólv brynjaðir av hans monnum

undir hans hvørji hand.

 

50 Loyniliga gekk frá strondum niðan,

eingin ið tað varði,

brendi inni bæði konur og børn,

í hvar hann kom at garði.

 

51 Tí svaraði Írlands kongur,

login leikar hátt:

“Hvat hava vit til sakar gjørt,

hví eru vit brendir í nátt?”

 

52 Til tað svaraði ríki Hálvdan,

hann svaraði so fyri sær:

“Tað visti tú, Girtlands kongur,

at bróður átti eg mær.”

 

53 Tí svaraði Girtlands kongur

av so tungari neyð:

“Finnur er í myrkastovu,

hann er ikki deyður.”

 

54 Hann reið um borgina allan dag,

hann aktar har inn at ganga,

hann klývur upp hurðar av seigum jarni,

hann loysir út reystan fanga.

 

55 Hann klývur upp hurðar av seigum jarni,

hann loysir út reystan fanga:

“Statt upp, Finnur, bróðir mín,

ert tú førur at ganga!”

 

56 Finnur leyp eftir hallargólvi,

til ilsku var hann fús:

“Eg havi kongi skatt at lúka

fyri tað kalda hús.”

 

57 Finnur leyp eftir hallargólvi

við reyðar kinnar og bleikar:

“Eg havi kongi skatt at lúka

fyri tað jarnið kalda.”

 

58 Svaraði Hálvdan, bróðir hans,

hann gerst so nýtur drongur:

“Hoyr tað, Finnur, bróðir mín,

honum hevnist einki longur!”

 

59 Síðan setti hann seg niður,

sigur honum frá:

“Hoyr tað, Finnur, bróðir mín,

hann er brendur á bál!”

 

60 Teir riðu um borgina at landa,

bæði við spekt og náði,

síðan inn í høgaloft

for Ingibjørg teir báðir.

 

61 “Sit væl, frúgvin Ingibjørg,

hin vitra og hin ljósa,

vilt tú tær tann riddara lova,

tær til Írlands kjósa?”

 

62 Svaraði frúgvin Ingibjørg:

“Nú er av tað versta,

hevði tú dripið Vínkongarnar,

so skuldi tú meg fest.”

 

63 Tí svaraði Hálvdan,

hann vil kvinnu grøta:

“Hvør sum siglir í Írlands hav,

honum má ymist møta.”

 

64 Upp so leyp hann Finnurin fríði,

hann tók tey orð við vreiði:

“Tó skal eg til Írlanda,

eg komi ikki aftur í teirri.”

 

65 Vundu teir upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Írland.

 

66 Tað var teirra snekkjan,

kendi fagurt land,

lótu síni akker falla

á so hvítan sand.

 

67 Lótu teir síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Finnurin fríði

sínum fótum á land.

 

68 Fyrstur steig hann Finnurin fríði

sínum fótum á land

og hann Hálvdan, bróðir hans,

upp undir hans høgru hand.

 

69 Uppi í miðjum grasgarði

akslar hann sær skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

70 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Vínkongarnir við borðið sita

við *manna hundrað fimm.

 

71 Gingu teir í hallina inn

fram fyri teirra borð,

Vínkongar sótu í hásæti,

teir talaðu ikki eitt orð.

 

72 Árla var um morgunin,

tað roðaði fyri sól,

áður høvdu Vínkongar

brynjað út hundrað tólv.

 

73 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

settu teir sínum bardøgum

skamt frá kongins høll.

 

74 Finnur reið í herin fram,

sum søgur ganga frá,

høggur so títt á báðar hendur,

hann fellir væl ein og tvá.

 

75 Finnur reið í herin fram,

maktin við honum veks,

høggur so títt á báðar hendur,

hann fellir væl fimmti og seks.

 

76 Finnur reið í herin fram,

alt vaks við honum mót,

høggur so títt á báðar hendur,

tað fell fólk sum grót.

 

77 Finnur reið í herin fram,

vildi ikki undan flýggja,

tað svørji eg á mína trúgv,

at nú vóru eftir tríggir.

 

78 Finnur reið í herin fram,

so ganga søgur frá,

hann kleyv fyrsta av Vínkongunum

sundur í lutir tvá.

 

79 Finnur reið í herin fram,

sum søgur ganga frá,

hann reið mót øðrum av Vínkongunum,

hann kleyv hann í lutir tvá.

 

80 Tá ið Brandur hetta sá,

sín bróðir var fallin frá,

settist niður á grønum vølli,

hann mælti ikki mál.

 

81 Tað var sá hin fúli dreki,

hann vildi ei undan flýggja,

rendi so í loftið upp

og eitur vildi spýggja.

 

82 Eitur spýði tann fúli dreki

niður á Finnins brynju,

tá varð hann ei við vápnum vigin,

derfor læt hann synja.

 

83 Tá ið Hálvdan hetta sá,

sín bróðir var fallin frá,

ógvuliga av miklari vreiði

fram um vøllin brá.

 

84 Ógvuliga av miklari vreiði

fram um vøllin brá,

hann reið mót triðja av Vínkongum,

hann kleyv hann í lutir tvá.

 

85 Síðan reið hann haðan burtur

innan grøna lund,

tá gól einki eftir honum

heykur ella hund.

 

86 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

hann strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Írland.

 

87 Ingibjørg stendur í glasglugga,

talar orðum svá:

“Hatta er ikki Finnurin fríði,

í lyftingi stár.”

 

88 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

skortar hon ei fíggja:

“Hatta er ikki Finnurin fríði,

tað kann eg væl síggja.”

 

89 Kasta teir sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann ríki Hálvdan

sínum fótum á land.

 

90 Fyrstur steig hann ríki Hálvdan

sínum fótum á land,

tólv brynjaðir av hans monnum

undir hans hvørji hand.

 

91 Uppi í miðjum grasagarði

akslar hann sær skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

92 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Ingibjørg við borðið situr

við *manna hundrað fimm.

 

93 “Sit væl, frúgvin Ingibjørg,

hin vitra og hin ljósa,

vilt tú tær tann riddara lova,

tær til Írlands kjósa?”

 

94 Svaraði frúgvin Ingibjørg

av tí tunga stríði:

“Eg lovi ongan livandi mann

eftir Finnin fríða.”

 

95 Svaraði frúgvin Ingibjørg

av so tungari neyð:

“Eg lovi ongan livandi mann

eftir Finnins deyð.”

 

96 Fyrsta nátt, ið frúgvin svav,

hon svav í Hálvdans armi,

tað svørji eg á mína trúgv,

tá sprakk hon av harmi.

  Hon sprakk av harmi eftir hann,

tann hin ríka frú,

tað svørji eg á mína trúgv,

tað hendir ongan nú.

 

98 Tað var ríki Hálvdan,

hann letur sær byggja borg,

har livdi hann sína ævi út,

hann dregur so tunga sorg.

 

CCF 26 B

TSB E 83

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c I [5].

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 539.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 8. bind, s. 122.

 

Heimild: Helst úr Suðuroy. V.U. Hammershaimb (1819-1909), Sandavági. 

 

E 83 Finnur hin fríði (Suitor is imprisoned by maiden’s father, rescued by his brother, and later killed in a fight)

Finnur fer til Írlands og biður kong um dóttur hansara. Bønarorð hansara verða afturkastað, og eftir harðan bardaga verður hann settur í fongsul.

Kongsdóttirin biður pápa sín lova sær at giftast við Finni, og tá ið hann sýtir, sendir hon boðbera til beiggja Finn, Hálvdan. Hálvdan kemur og brennir kong inni í høll hansara. Hann sleppir beiggja sínum út úr fongsli, og teir fara til kongsdóttrina Ingibjørg. Hon sigur seg vilja giftast við Finni, um hann drepur teir tríggjar kongarnar í Vínlandi.

Finnur drepur tveir teirra, men triði teirra drepur Finn.

Hálvdan drepur triðja kongin og hevnir soleiðis beiggja sín. Síðani ber hann upp bønarorð fyri Ingibjørg, men hon gevur honum krakk og doyr av sorg.

á føroyskum: CCF 26 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019