• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Finnur hin fríði

 

Finnur hin fríði

 

CCF 26 C

TSB E 83

 

1 Viljið tær nú lýða á,

meðan eg flyti fram,

ein býr jallur í Noregi,

Ólav nevni eg hann.

 

- Nú siglir edilingur av Norði,

blíður rennur byrur millum borða.

 

2 Tógva eigur hann synir sær,

báðar kann eg væl nevna,

Hálvdan og hann Finnur hin fríði

kunnu væl dreingjum stevna.

 

3 Hálvdan var sá eldri bróðir,

Finnur var sá yngri,

tó at hann var vakrari,

fell honum forlag tyngri.

 

4 Hálvdan vóx í faðirs garði,

við tað fór hann fram,

tóktist ei heilur liva tann dag,

hann blódgaði ikki mann.

 

5 Hálvdan vóx í faðirs garði,

søgur ganga frá,

tóktist ei heilur liva tann dag,

hann blódgaði ikki ein ella tvá.

 

6 Hálvdan vóx upp í faðirs garði,

við alskyns mekt og meingi,

Finnur fór á leikvøllir

burt við jalsins dreingir.

 

7 Upp vóx hann á leikvøllum

so fagur sum nøkur kvinna,

so var hans hár á herðar lagt,

sum moyjar reyðargull spinna.

 

8 Upp vóx hann á leikvøllum

við alskyns mekt og prýði,

øllum var hann yvir vón,

tí kallaðist Finnur hin fríði.

 

9 Upp vóx hann á leikvøllum

undir reyðum skildi,

lærdi allar listir tær,

ið riddarin kjósa vildi.

 

10 Upp vóx hann á leikvøllum

burtur hjá øðrum sveinum,

hvønn tann dag teir reiðir vóru,

stóð teim stríð af meini.

 

11 Niður settust sveinarnir,

reiðir ið teir vóru:

“líkari var tær konu at biðja

enn berja okkur so stórum.”

 

12 Niður settust sveinarnir,

reiðir vóru báðir:

“líkari var tær konu at biðja

enn berja okkur so sára.”

 

13 Finnur er á leikvøllum

talar við sínar dreingir:

“hvar vitið tær mín javnlíka?

tað havi eg hugsað leingi.”

 

14 Sveinar svara sínum harra:

“hví spyrjið tær svá?

best mantú vita við sjálvum tær,

hvar tín stendur hugur á.

 

15 Best mantú vita við sjálvum tær,

hvar tín stendur hugur á,

hoyrt havi eg gitið Írlands kong,

so væna dóttur ár.

 

16 Hoyrt havi eg gitið Írlands kong,

so væna dóttur ár,

hana tykjum vær sómi tær,

kant tú hana fá.

 

17 Írlands kongur dóttur eigur,

føgur er hon í brúnum,

flættað hár á herðar er lagt

við silkibondum snúnum.

 

18 Írlands kongur dóttur eigur,

føgur er hon sum sól,

so er at líta á jomfrú kinn,

sum droyri drýpur á snjó.

 

19 Írlands kongur dóttur eigur

mektiga og so mæta,

einans er hon arvingi

til góds og landa at gæta.

 

20 Hon ber ikki bleika brá

undir sínum gula hári,

heldur enn tann fagra summarsól,

sum føgur skín um várið.

 

21 Hon kann alt við hondum gera,

sømir væl eini kvinnu,

hon kann bók og rúnarmál,

og reyðargull at spinna.”

 

22 “Er hon so væn og tekkilig,

sum tær segið frá,

biðja skal dóttur Írlands kongs,

tað standi hvat af ið má.”

 

23 Hann kastaði svørð og herklæði,

hann lysti ei longur at leika,

gekk so fyri faðir sín

við reyðar kinnar og bleikar.

 

24 Finnur stendur á hallargólvi,

leggur við faðir ráð:

“nú lystir meg til Írlanda,

og kongins dóttur at fá.”

 

25 “Fátt er tær af hyggi komið,

tú hevur tagt so leingi,

kongur hevur af lívi tikið

so mangar reystar dreingir.”

 

26 Finnur stendur á hallargólvi,

tók hans orð við reiði:

“tó skal eg til Írlanda,

eg komi ei aftur úr teirri.”

 

27 Finnur stendur á hallargólvi,

skortar hann ei fíggja:

“nú lystir meg til Írlanda

kongins dóttur at síggja.”

 

28 Finnur so til orða tekur,

talar so for seg:

“falli eg á Írlandi,

Hálvdan, hevn tú meg.”

 

29 Svaraði hans sæla móðir,

kinnar bar hon so reyðar:

“fellur tú á Írlandi,

syrgi eg meg til deyða.”

 

30 So letur Finnur hin fríði

síni skipini búgva,

allar letur hann streingirnar

af reyðargulli snúgva.

 

31 So letur Finnur hin fríði

byggja skipin stór,

bæði letur hann í tey laða

virtur og so bjór.

 

32 So letur Finnur hin fríði

byggja skipin sín,

bæði letur hann í tey laða

virtur og so vín.

 

33 Finnur letur snekkju smíða

við so lítlari ró,

af gulli málar hann borðini,

tey glógva for oman sjó.

 

34 Finnur letur snekkju smíða,

dreingir munnu gita,

af gulli vóru mastrarnar,

af silvri vóru bitar.

 

35 Bræddir vóru hans brandar,

seglini vóru ný,

gyltir leika hans veðurringar

so hátt í miðjal ský.

 

36 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokkur,

stavnur og stýri af reyðargulli,

og so var segl í toppi.

 

37 Summir bóru mat í skip,

summir bóru vópn,

vóru so snart til ferðar búnir

á teirri somu nátt.

 

38 Vóru so snart til ferðar búnir

á teirri somu nátt,

hildu út af Noregi,

og tað var alt so brátt.

 

39 Vindur upp síni silkisegl

gull við vovin rand,

strikar ei á bunka niður

fyrr enn við Írland.

 

40 Hegar ið hans snekkja

kendi fagurt land,

kastar síni akkerini

á so hvítan sand.

 

41 Kastar síni akkerini

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Finnur hin fríði

sínum fóti á land.

 

42 Fyrstur stígur Finnur hin fríði

sínum fóti á land,

albrynjaðar herkempur

hvør undir sína hond.

 

43 Albrynjaðar herkempur

hvør undir sína hond,

dreingir ræðu tey tjøld at slá

skamt frá sjóvarstrond.

 

44 Gingu teir frá strondum niðan

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, jørðin skalv,

teir tóku sín knørr í neystið.

 

45 Gingu teir frá strondum niðan,

vóru í jarni klæddir,

reyðargullhjálm á høvdi bóru,

teir vóru at ongum ræddir.

 

46 Mitt í miðjum grasagarði

axla teir síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn.

 

47 Og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn,

sum Írlands kongur við borði

sat við mann og hundrað fimm.

 

48 Finnur gekk í høllina inn,

áður var tann siður,

hevur nú alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

49 Finnur stendur á hallargólvi,

hann ber framm kvøðu sína:

“sit væl, reystur Írlands kongur,

tú gev mær dóttur tína.”

 

50 Svaraði tá Írlands kongur,

hann heldur á búnum brandi:

“sig mær, frægur, eiti títt,

og hvaðan ert tú af landi?”

 

51 “Ólavur jall er faðir at mær,

Hálvdan eitur mín bróðir,

sjálvur eiti eg Finnur hin fríði,

frú Gortra er mín móðir.”

 

52 “Allir hennara ríku frændur

halda so miklan mun,

hon er ein útvald kongsdóttir,

men tú ert ein jalsson.”

 

53 Finnur stendur á hallargólvi,

tók hans orð við gamni:

“hesin sami jalssonur

hann tykist vera tín javni.”

 

54 Finnur stendur á hallargólvi,

dreingir leggja í minni:

“sig mær kongur nei ella ja,

eg biði ei annað sinni.”

 

55 Svaraði hann Írlands kongur:

viltú tey boð tiggja,

“far teg aftur til Noregis,

so vænur í orni at liggja.”

 

56 Finnur stendur á hallargólvi,

hann vildi ei megin loyna,

ætlaði kongi banasár

og odd í hjálmin royna.

 

57 “Viltú ikki tína dóttur

geva mær at gifta,

eg bjóði tær ei onnur boð,

enn lív frá londum skifta.”

 

58 Finnur brá við breiðaborð,

er mær ei á tí hól,

oddurin kom í búgvið borð

og niður í hallargólv.

 

59 Finnur brá við breiðaborð,

vá hann til so fast,

inntil hans tað góða svorð

í tógvar lutir brast.

 

60 Tóku Finn hin fríða,

løgdu hann í bond,

teir spardu hvørki stál ei jarn

alt um hans ljósu hond.

 

61 Vóru undir hans hvørji hond

ikki minni enn fimm,

áður teir høvdu Finn hin fríða

í myrkastovu inn.

 

62 Vóru undir hans hvørji hond

ikki minni enn tólv,

áður teir høvdu Finn hin fríða

á myrkastovu gólv.

 

63 Settu hann í myrkastovu

einum manni til handa,

hann hevur so mangan óvinin,

nú stendur hans lív í vanda.

 

64 Tóku teir hin fríða Finn,

settu hann í jarn,

tað var frúgvin Ingibjørg,

hon fekk bæði angist og harm.

 

65 Fram gekk frúgvin Ingibjørg

inn fyri faðir sín,

berføtt í einum náttserki

undir eitt høvuðlín.

 

66 Tað var frúgvin Ingibjørg,

hon fellur á síni knæ:

“ger tað fyri manndóm tín,

tú gev tann riddara mær.”

 

67 “Tað tykir tínum vinum og frændum

vera miklan mun:

tú ert ein útvald kongsdóttir,

hann er ein jalsson.”

 

68 “Eg vil einki af ríkinum hava

uttan míni skarlaksklæði

og hann Finn hin fríða,

vit skulum af landi bæði.

 

69 Eg vil einki af ríkinum hava

uttan mín sokk og skó,

tjena mær fyri øl og mat

og liva sum fátækt fljóð.”

 

70 Reiður rendi hann hana burt,

vildi hana ikki hoyra:

“sømir tað ei mín bitra brand

at rjóða í kvinnu droyra.”

 

71 Reiður rendi hann hana burt,

tungan ræð at ljóða:

“sømir tað ei mín bitra brand

at rjóða í kvinnu blóði.”

 

72 “Hoyr tað mín hin sæli faðir,

sjálvur skaltú ráða:

sendi eg Hálvdani sterka boð,

tá stendur títt lív í váða.”

 

73 Heitur hon á sín lítin svein,

hon klæðir hann væl í skrúðir:

“eg havi roynt teg á øllum lutum,

tú hevur verið mær trúur.”

 

74 Heitir hon á sín lítin svein,

hon klæðir hann væl í skreyt:

“eg havi roynt teg í øllum lutum

og allarmest í treyt.

 

75 Tú skalt fara til Hálvdans sterka

og bera honum boð til handa:

hans er bróðir í myrkastovu

staddur í stórum vanda.

 

76 Hans er bróðir í myrkastovu

staddur í stórari neyð,

stendur í veði Írland alt,

tann fagra rósin reyð.

 

77 Hans er bróðir í myrkastovu

staddur í stórum váða,

stendur í veði Írland alt

um Ingibjørg at fáa.”

 

78 Síðla er um aftanin,

alt gekk fólk at sova,

njósnarasvein af høllini gekk,

hann festir nú hurð í klova.

 

79 Vindur upp síni silkisegl

gulli vovin við rand,

strikar ei á bunkan niður

fyrr enn við Noregs land.

 

80 Hegar ið hans snekkja

kendi fagurt land,

kastar hann sínum akkerum

á so hvítan sand.

 

81 Kastar hann sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig frúnnar sendisvein

sínum fóti á land.

 

82 Uppi í miðjum grasgarði

axlar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

83 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Hálvdan sterki á borði sat

við mann og hundrað fimm.

 

84 “Ver vælkomin sendisvein

higar nú til mín,

drekk nú hvat tær betur líkar

mjøðin ella vín.”

 

85 “Lítið er mær um mjøðin tín,

alvæl minni um vín,

onnur havi eg ørindi

higar í dag til tín.

 

86 Tín er bróðir í myrkastovu

staddur í stórari neyð,

stendur í veði Írland alt,

tann fagra rósin reyð.

 

87 Tín er bróðir í myrkastovu

staddur í stórum vanda,

stendur í veði Írland alt

Ingibjørg til handa.”

 

88 Hálvdan so til orða tekur,

mælir so fyri sær:

“hvat hevur hann til sakar gjørt,

hví situr hann har?”

 

89 Hann legði ást við kongins dóttur,

satt so segi eg tær,

tað hevur hann til sakar gjørt,

tí situr hann har.

 

90 Tá varð hann reiður Hálvdan sterki

bæði af grimd og bræði:

um tey høvdu sín vilja framt,

líkabørn vóru tey bæði.

 

91 Tá varð hann reiður Hálvdan sterki,

hann sínum borðum skeyt,

allur tann hin brúni mjøður

á hallargólvi fleyt.

 

92 Tá varð hann reiður Hálvdan sterki,

skeyt sínum borðum fram,

allur tann hin brúni mjøður

á hallargólvi rann.

 

93 Hálvdan sínum borðum skeyt

bæði af ilsku og reiði,

ótøld vóru tey silvursteyp,

ið sundur gingu í teirri.

 

94 Hálvdan sprakk úr hásæti,

søgur ganga frá,

uttarlaga á hallargólvi

har komst hann fótum á.

 

95 Hálvdan so til orða tekur,

býst hann ei við frið:

“hvørt skulum vær við skipum fara

ella við hestalið?”

 

96 Svaraði Trándur sendisvein:

“vær gerum so lítið af,

snarari bera os gammar tveir

yvir tað salta hav.”

 

97 Finnur letur liðið samla

bæði torpar og tegnar,

har komu tveir, sum biðin var ein,

Finn hin fríða at hevna.

 

98 Vinda teir upp síni silkisegl

gull við vovin rand,

strika ei á bunkan niður,

fyrr enn við Írland.

 

99 Hegar ið teirra snekkja

kendi fagurt land,

kastar hann sínum akkerum

á so hvítan sand.

 

100 Kastar hann sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Hálvdan sterki

sínum fótum á land.

 

101 Fyrstur stígur Hálvdan sterki

sínum fótum á land,

og hann Trándur sendisvein

undir hans høgru hond.

 

102 Svaraði Trándur sendisvein:

“lat meg fyri ríða;

kunnig eru mær lokabrøgd

og allir loynistígir.”

 

103 Gingu teir frá strondum niðan,

eingin man tað vara,

brendu inni konur og børn,

ið hvar teir komu til garða.

 

104 Tí svaraði hann Írlands kongur,

login leikar hátt:

“hvat havi eg til sakar gjørt,

hví verði eg brendur á nátt?”

 

105 Hálvdan so til orða tekur,

mælir fyri munni á sær:

“tað visti tú, Írlands kongur,

at bróður átti eg mær.”

 

106 Tí svaraði hann Írlands kongur

af so tungari neyð:

“Finnur er í myrkastovu,

hann er ikki deyður.”

 

107 Tað var reystur Hálvdan sterki,

ið sínum svørði brá,

hann kleyv sjálvan Írlands kong

sundur í lutir tvá.

 

108 Hann kleyv reystan Írlands kong

sundur í lutir tvá,

síðan fullu partarnir

á brennandi bál.

 

109 Hálvdan reikar um borgina,

hann nær ei inn at ganga,

klývur upp hurðar af seigum jarni,

hann loysir upp reystan fanga.

 

110 Finnur leyp úr myrkastovu,

hann var til ilsku fúsur:

“eg havi kongi skatt at lúka

fyri tað myrka hús.”

 

111 Finnur leyp úr myrkastovu,

kinnar bar hann so baldar:

“eg havi kongi skatt at lúka

fyri tað jarnið kalda.”

 

112 Hálvdan so til orða tekur

á hesum sama sinni:

“eg havi allar skattir lokið

og brent hann brádliga inni.”

 

113 Gingu teir í moynnarsal

fyri tað sprundið ljósa:

“viltú meg ein høvdinga

ein fyri øllum kjósa?”

 

114 Svaraði frúgvin Ingibjørg

(nú er eftir tað vesta):

“hevði tú vegið Vínkongarnar,

tá skuldi tú meg festa.”

 

115 “Til Vínlands er so long ein leið,

streymar og brattar bylgjur,

hoyr tú Hálvdan, bróðir mín,

hagar skaltú mær fylgja.”

 

116 Svaraði Hálvdan bróðir hans,

stóð har skamt ífrá:

“eg eri so glaður at fylgja tær

sum fuglur á villini bráð.”

 

117 Vinda teir upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strika ei á bunkan niður

fyrr enn við Vínland.

 

118 Hegar ið teirra snekkja

kendi fagurt land,

kastar hann sínum akkerum

á so hvítan sand.

 

119 Kastar hann sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Finnur hin fríði

sínum fótum á land.

 

120 Fyrstur stígur Finnur hin fríði

sínum fótum á land,

albrynjaður Hálvdan bróðir

undir hans høgru hond.

 

121 Ganga teir frá strondum niðan

af so grimmum alvi,

rekkar tríggir á nesi sita,

teir leika títt við talvi.

 

122 Svaraði hann Finnur fríði:

“eg geri tað ei at loyna,

til tess eri eg higar komin,

roysni vil eg royna.”

 

123 Tórstein hvarv á nesi burt,

hann var maður hin vesti,

hann kom aftur uttan borgar

á kolsvørtum hesti.

 

124 Finnur hann brá honum ímót

af so grimmum alvi,

treiv um fyrsta Vínkongin,

hann sleit hann af um nalva.

 

125 Ívint hvarv á nesi burt,

hann var maður hin vesti,

hann kom aftur uttan borgar

á kolsvørtum hesti.

 

126 Rólant hvarv á nesi burt,

fáir finnast slíkir,

hann kom aftur uttan borgar

í flogdreka líki.

 

127 Skapti seg í flogdreka líki,

hann fleyg í loft við veingjum,

pílur fleyg af hans hvørji fjøður,

hann feldi reystar dreingir.

 

128 Hegar ið Finnur hetta sær,

mannspell var at meini,

skapti hann seg í varglíki,

hann feldi alvæl fleiri.

 

129 Fuglar tveir í lofti fljúgva,

fast við knúgvum banga,

hoyrast mátti innan hallar,

rætt sum trumur ganga.

 

130 Fuglar tveir í lofti fljúgva,

fast við knúgvum bróta,

hoyrast mátti innan hallar,

rætt sum trumur skjóta.

 

131 Eitur spýði tann ljóti dreki

niður á Finnins brynju,

ikki var hann við vápnum vegin,

tí læt hann synja.

 

132 Eitur spýði tann ljóti dreki

niður á Finnins troyju,

ikki var hann við vápnum vegin,

og tó mátti hann doyja.

 

133 Reyðan ring af armi dró,

meðan hann mátti tala,

sendi hann frúnni Ingibjðrg,

hann bað hana liva sæla.

 

134 Reyðan ring af armi dró,

tó hann fleyt í blóði,

sendi hann frúnni Ingibjørg,

tí hinum væna fljóði.

 

135 Hálvdan brá í loftið upp

af so grimmum alvi,

treiv um triðja Vínkongin,

hann sleit hann af um nalva.

 

136 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strikar ei á bunka niður,

fyrr enn við Írland.

 

137 Hegar ið hans snekkja

kendi fagurt land,

kastar hann sínum akkerum

á so hvítan sand.

 

138 Kastar hann sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Hálvdan sterki

sínum fótum á land.

 

139 Fyrstur stígur Hálvdan sterki

sínum fótum á land,

tá var frúgvin Ingibjørg

gingin niður til strand.

 

140 Tá var frúgvin Ingibjørg

gingin niður til strond:

“hvar er hann Finnur hin fríði,

hann stígur ei fyrstur á land?”

 

141 Tá svaraði Hálvdan sterki

fyri munni á sær:

“her hevur tú tann reyða ring,

ið Finnur sendi tær.”

 

142 Reyðan ring af armi dró,

meðan hann kundi tala,

sendi tær, frúgvin Ingibjórg,

hann bað teg liva sæla.

 

143 Reyðan ring af armi dró,

meðan hann fleyt í blóði,

sendi tær, frúgvin Ingibjørg,

tí hinum væna fljóði.

 

144 “Hoyr tú, frúgvin Ingibjørg,

sprundið tú hitt ljósa,

viltú tær ein høvdinga

her fyri øllum kjósa.”

 

145 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

kinnar bar so reyðar:

“eg lovi ongan høvdinga

eftir Finnins deyða.”

 

146 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

frá man frættast víða:

“eg lovi ongan ediling

eftir hann Finn hin fríða.”

 

147 Tríggjar nætur í ríkinum

hon svav á Hálvdans armi,

inntil ta hina fjórðu,

tá sprakk hon kyk af harmi.

 

148 Tríggjar nætur í ríkinum

hon svav hjá Hálvdans síðu,

inntil ta hina fjórðu,

tá sprakk hon kyk af kvíðu.

 

149 Tað var Hálvdan sterki,

læt byggja eina borg,

hann sleit sína ævi á Írlandi

við trega og tunga sorg.

 

150 Hann sleit sína ævi á Írlandi

við trega og tungari neyð,

alla sína ævina

hann syrgdi bróður síns deyð.

 

CCF 26 C

TSB E 83

 

Uppruni: V.U. Hammershaimb: “Færøiske Kvæder II”, 1855

 

Útgávur: 

1. V.U. Hammershaimb: “Færøiske Kvæder II”, 1855 s. 95

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 544.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 8. bind, s. 135.

 

Heimild: Úr Sandoy. Daniel Joensen, Dánjal á Oyri (1799-1886), Skálavík 1847. 

 

E 83 Finnur hin fríði (Suitor is imprisoned by maiden’s father, rescued by his brother, and later killed in a fight)

Finnur fer til Írlands og biður kong um dóttur hansara. Bønarorð hansara verða afturkastað, og eftir harðan bardaga verður hann settur í fongsul.

Kongsdóttirin biður pápa sín lova sær at giftast við Finni, og tá ið hann sýtir, sendir hon boðbera til beiggja Finn, Hálvdan. Hálvdan kemur og brennir kong inni í høll hansara. Hann sleppir beiggja sínum út úr fongsli, og teir fara til kongsdóttrina Ingibjørg. Hon sigur seg vilja giftast við Finni, um hann drepur teir tríggjar kongarnar í Vínlandi.

Finnur drepur tveir teirra, men triði teirra drepur Finn.

Hálvdan drepur triðja kongin og hevnir soleiðis beiggja sín. Síðani ber hann upp bønarorð fyri Ingibjørg, men hon gevur honum krakk og doyr av sorg.

á føroyskum: CCF 26 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019