• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Tormaður skald

 

CCF 27 Ba

TSB E 6

 

1 Eg veit eina rímuna,

um enn tær viljið hoyra,

Torgeir og hann Tormóður,

teir røra saman droyra.

 

2 Torgeir og hann Tormóður

teir rjóða sær blóð í lógva,

kunnu so væl við vápnum vega,

tørva ei aðrar glógvar.

 

3 Torgeir bygdi breiðan skála,

Tormóður var har hjá,

mangan mann av lívi tók,

for ongan bøtti hann tá.

 

4 Torgeir bygdi breiðan skála,

Tormóður var har nær,

mangan mann av lívi tók,

for ongan bøtti hann fæ.

 

5 Mangan mann av lívi tók,

for ongan fæ hann bøtti,

Torgrímur trølli sekti hann

við so stórligum hóttri.

 

6 “Hoyr tað, tú mín fostbróðir,

eg hirði tað ei at loyna,

hvussu mundu leikir farið,

um enn vær førum at royna?”

 

7 Tí svaraði Tormóður,

saman í rímu setti:

“Fyrr hugsar tú falsk og svik,

áðrenn tú mælti hetta.”

 

8 “Hoyr tað, tú mín fostbróðir,

vit halda báðir saman,

tak tað ei for álvara,

um eg mælti nú gaman!”

 

9 Hann reið skjótt og skundiliga

teirra felag at skilja,

Tormóður snúðist á kongins fund,

hann gjørdi eftir sínum vilja.

 

10 Tað var Torgeirs forlag,

lagdur varð hann við spjóti,

mann vá hann á Køltrum uppi,

annan aftur ímóti.

 

11 Tormóður gongur for Ólav kong

um eina morgun snimma:

“Nú lystir mær til Grønlanda

og vára frændur at finna.”

 

12 “Kvittar tú til Grønlanda,

tá veit eg ørindi tín,

heinta mær Skúgv á Stokkanesi,

bið hann koma til mín!

 

13 Bjarni, tú skalt Tormóði

bitra øksi smíða,

tjúkka og so hamartunga,

munnin nakað víðan!

 

14 Eyka væl um eygað bú

og mikið í skaftið ganga,

ikki síggjast lýti á,

men hvassar hyrnur hanga.

 

15 Skúgvur, tú skalt Tormóð flytja

til Grønlanda við tær,

fylg honum har, sum hugur er,

og sum tú unti mær!

 

16 Torkil býr í Brattalíð,

vil eg fyri tær greina,

hagar skalt tú Tormóð flytja

bæði við heilsu og beina.

 

17 Torkil býr í Brattalíð,

ið eyka skal hetta frøði,

Sigrið eitur hústrú hans,

og læknir eru tey bæði.”

 

18 Tormóður gekk til strandar oman,

knørrin í festi lá,

har kom maður av bergi oman,

Gest hann nevni eg svá.

 

19 Enntá var tað Tormóður,

vendi sín knørr í hav,

har kom maður av bergi oman:

“Kongur, veit mær far!”

 

20 “Hoyr tað, tú hin ungi maður,

farið skalt tú fá,

vilt tú standa í allan dag

og stýra mót bylgju blá.

 

21 Hoyr tað tú nú, ungi maður,

farið veiti eg tær,

vilt tú standa í allan dag

og stýra tann sjógv við mær.”

 

22 Gestur gekk til stýri at stá,

gott skal slíkum falla,

so stýrdi hann allan dag,

at ikki náddi at halla.

 

23 So var veðrið á sjónum hart,

ráin læt tá bresta,

seglið brá for borðið út,

og áfall var hitt mesta.

 

24 Skúgvur gongur for Gest hin unga:

“Vilt tú ráina fella?

so er tørvur á várum smiðum,

sigla munum vær valla.”

 

25 Gestur so til orða tekur,

heldur sær at gaman:

“Tormóður er so orðhagur,

hann yrkir ráina saman.”

 

26 Settust teir á bunkan niður,

vendu saman bøkum,

Gestur leit seg ikki um,

tí hann var frægur í tøkum.

 

27 Settust teir á bunkan niður,

vendu saman herðum,

Tormóður leit seg ein[a] tíð um,

tí hann var frægur í ferðum.

 

28 Tormóður stoytti byttu niður,

aðra aftur ímóti,

Gestur sat í sessi kvirrur,

tí hann var sterkur í hóti.

 

29 Gestur stoytti byttu niður,

Tormóð gjørdi hann vátan,

báðir trivu til vápna í senn,

men hvørgan kvøði eg kátan.

 

30 Tá ið teir høvdu ráina felt

og segl var komið til seggja,

einki tarvdi av at taka,

og ei við at leggja.

 

31 Sigla nú bæði dag og nátt,

fingu byr so blíðan,

tóku havn í Eiriksfirði

skamt frá Brattalíð.

 

32 Loðin letur liðið samla

við Torkils bónda ráði,

har kom Skúgvur á Stokkanesi

og teir Bjarni báðir.

 

33 Loðin gekk í búðina inn,

honum var leiðin tekk,

sovnaður lá tá Tormóður

fram á brúðar bekk.

 

34 Loðin gekk í búðina inn,

mangir við honum vóru,

nívdu Tormóði fram úr sessi

og illa við honum fóru.

 

35 Gestur so til orða tekur,

kann væl hyggju stilla:

“Roytið ikki Tormóð skald,

tí hann man roytast illa!”

 

36 Gestur so til orða tekur,

teir høvdu roytt hans hár:

“Hesin er av Sjólandi

skyldur frændi vár.”

 

37 “Tí fór eg av Sjólandi

við hvøssum saksi ein,

vænti eg mær tørvan ein

at binda við Torgríms skein.”

 

38 “Tí fór eg av Íslandi

við hvøssum saksi ein,

vænti eg mær tørvan tann

at binda við Torgríms skein.”

 

39 Tormóður gekk sær haðan burt,

stoytir yvir seg kápu blá,

tekur nú øksi Bjanasmíði,

og so er sagt mær frá.

 

40 Øksi Bjarna skeytafeldi,

henni var fjøður fátt,

Loðan hjó hann í herðar niður,

vann hann tað víggið brátt.

 

41 Torkil hann er ráðamaður,

alvæl  leikar á sundi:

“Kjós tær mann av mínum liði,

Tormóður, tær til fundar!

 

42 Egil hann er seyðamaður,

hann kann einki sund,

hann skal vera í ferð við tær

tann fagrasta leik í lund.

 

43 Verður tú tá á tingum staddur,

hoyrir tú hvøllan brest,

tak tú tá til tínar føtur,

leyp, sum tú kanst best!”

 

44 Tormóður gekk sær haðan burt

fram at Torgríms stóli,

haðan er tann søgan gjørd,

ið dreingir gita á hóli.

 

45 Øksi Bjarna skeytafeldi,

henni var fjøður fátt,

Torgrím hjó hann í herðar niður,

vann hann tað víggið brátt.

 

46 Egil var á tingi staddur,

hoyrdi hvøllan brest,

tá tók hann til sínar føtur,

hann leyp, sum hann kundi mest.

 

47 Settist undir herðar hans,

Tormóður segði svá:

“Leypið eftir manni tann,

ið Torgrím trølla vá!”

 

48 “Eg sær koma tógva menn

sunnan eftir heiði,

eingir hestar leypa so skjótt,

ið steðga teimum á skeiði.”

 

49 Fingu ikki Egil fyrr,

enn dagurin tók at halla,

bukaðu bein í baki hans,

tá skulvu æðrar allar.

 

50 Eitt kom æl av útnorðri,

hvassur var sá skúrur,

allir gingu Torgríms frændur

inn í eina búð.

 

51 Teir gingu sær í búðina inn,

hvør ræður øðrum at fagna:

“Hvør hevur Torgrím trølla vigið?

slíkt man ófrið magna.”

 

52 Vreiðir vóru Torgríms frændur,

løgdu lak um hann,

sóu teir ein í hvítum feldi

fyri so døkkan mann.

 

53 Tormóður gekk frá hallini niður,

víða ið hann reikar,

møtir hann einum gomlum manni,

Lúsaoddur hann eitur.

 

54 “Hoyr tú tað, hin gamli kall,

hvaðan kemur tú í dag?

Eru teir heima Torgríms frændur?

Satt sigi tú tað mær!”

 

55 “Heima eru Torgríms frændur,

satt sigi eg tær av,

Falgeir er á fiskiklakki

yvir tað salta hav.

 

56 Tórður og Torkil fylgja honum,

frægastir menn í landi,

kunnu so væl teir tríggir brøður

vega við búnum brandi.”

 

57 “Hoyr tað, tú hin gamli kall,

eg gevi tær kápu mína,

tú skalt har ímóti meta

vond og verju tína.”

 

58 Hann fór í ta kápu blá,

slíkt letur at inna,

Lúsaoddur leyp avstað

og royndi leggir stinnar.

 

59 Hann fór í ta kápu blá,

Tormóður snúðist til neysta,

Lúsaoddur leyp avstað

og royndi leggir treystar.

 

60 Falgeir leggur skútu sína

móti hvøssum landi,

allir hyggja at Lúsaodda,

ið fyri stendur á sandi.

 

61 Fálgeir talar til sínar  menn:

“Goymið væl vára onglar,

lat ikki tjóvin Lúsaodda

stjala burt vára fonglar!”

 

62 Tormóður stendur í neystinum,

vil eg fyri tær greina,

tríggjar vá hann reystar kempur

hvørja við sínum steini.

 

63 Falgeir leyp frá skútu síni

vildi at honum skunda,

Tormóður hevði hjarta lætt,

og síðan helt hann undan.

 

64 Falgeir leyp frá skútu síni,

vildi at honum ná,

Tormóður hevði hjarta lætt,

og undan helt hann tá.

 

65 Runnu teir eftir bergum út,

inn í eina rók,

Torkil kom tá at við teim,

hann gav ikki reiði ró.

 

66 Fiktaðust teir um tánna inni,

viknaðu dreingir í fótum,

Torkil hjó hann í herðar niður

inn at hjartarótum.

 

67 Fiktaðust teir um tánna inni,

so er greint fyri mær,

leys vár øksi úr Tormóðs hendi

niður í salta hav.

 

68 Fiktaðust teir um tánna inni,

teir duttu har berginum av,

Falgeir legði at Tormóði,

hann helt honum leingi í kav.

 

69 Falgeir legði at Tormóði,

í kavi helt honum leingi,

hesir kunnu á sundi leika,

báðir raskir dreingir.

 

70 “Gud og signaður Ólavur kongur,

ið øllum dugnað ger,

unni mær sigur av Falgeiri,

tann avrekskappi hann er!

 

71 Gud og signaður Ólavur kongur,

øllum dugnað veitir,

gev mær nú sigur av Falgeiri,

tann avrekskappi hann eitur!”

 

72 Lindin gekk í buksum sundur,

tað var seggja vandi,

síðan vendi hann høvur niður,

Falgeir misti anda.

 

73 Tormóður legði at einum skeri,

tá tók sjógvur at fløða,

har læt hann tá liggja kvirrur,

sárur og sjúkur av møði.

 

74 Kelling vappar í tarabrúk

við sínum gamla spjóti,

Tormóður liggur í skeri eina,

stakk hon hann í fótin.

 

75 Skúgvur og hann Bjarni bóndi

teir eiga bát á sandi,

teir eru ofta á sildarhavi,

tá ið aðrir liggja á landi.

 

76 Skúgvur og hann Bjarni bóndi

teir róðu á sildarhav,

funnu Tormóð á einum skeri,

komin at deyða av.

 

77 Gestur so til orða tekur,

heldur á Torgríms knívi:

“Tað skal eingin livandi vita,

at Tormóður er á lívi.

 

78 Torkil býr í Brattalíð,

vil eg fyri tær greina,

hagar skulum vær Tormóð flytja

bæði til heilsu og beina.

 

79 Torkil býr í Brattalíð,

eyka skal hetta frøði,

Sigrið eitur kona hans,

og læknir eru tey bæði.”

 

80 Sigrið tók við Tormóði,

grøddi hon hann í blíðum,

illa líkar Torkili,

hon kom til songar síðla.

 

CCF 27 Ba

TSB E 6

 

Handrit:  Savn hjá J. H. Schrøter. Í varðveitslu hjá Georg Stephens.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 554.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 8. bind, s. 168.

 

Heimild: Helst úr Suðuroy. J.H. Schrøter (1771-1851), Hvalba.

 

E 6 Tormaður skald (Man fights several combats, kills an ogre and escapes avengers)

Eftir at forsturbróðirin og Tormaður skald eru komnir til ilnar, fara teir hvør sína leið. Tormaður fer við skipi til Grønlands um Noreg.

Á skipinum fer hann til hendurs við ein annan mann, sum argar hann, men teir eru javnt sterkir. Tormaður kemur til Grønlands.

Á einari veitslu sovnar hann, men verður vaktur av manni, ið roytir hárið á honum. Hann drepur mannin. Seinni drepur hann skrímslið Torgrím og noyðist at flýggja. Hann verður jagstraður, og meðan hann berjist við ein av jagstrarunum, Falgeir, fara báðir á bláman. Falgeir druknar, og Tormanni eydnast at koma sær upp á ein klett. Sum hann liggur har, stingur gomul kona hann í fótin við spjóti. Nakrir menn, sum eru á floti, koma fram á hann og taka hann við sær til lands. Teir fara til hús við honum, har hann fjalir seg, og kona Torkils lekir sár hansara.

á føroyskum: CCF 27 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019