• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Tormann skald

 

CCF 27D

TSB E 6

 

1 Torgeir og hann Tormaður

teir rjóða saman droyra,

eg veit eina rímuna,

um enn tær viljið hoyra.

 

- Norðmenninir vunnu tann sigurin fríða,

Torgeir ráddi for gørpum snjøllum,

til Íslands hava teir ætlað sær at ríða.

 

2 Torgeir bygdi breiðan skála,

Tormaður var ikki hjá,

mangan mann af lívi tók,

fyri ongan bøtti hann tá.

 

3 Torgeir bygdi breiðan skála,

Tormaður var ikki nær,

mangan mann af lívi tók,

fyri ongan bøtti hann fæ.

 

4 Mangan mann af lívi tók,

fyri ongan fæ hann bøtti,

Torgrím trølla søkti hann,

og við stórt lið hin møtti.

 

5 Hoyr tað tú, mín fostbróðir,

eg hirði tað ei at loyna,

ymist var, hvør leikurin fór,

um enn vit skuldum royna.

 

6 Tí svaraði Tormaður,

hann saman í rímu setti:

fyrri hugsaði tú fals og svik,

áður tú mælti hetta.

 

7 Hoyr tað tú mín fostbróðir,

vit haldum báðir saman,

tak tú ikki for álvara

tað eg mælti í gaman.

 

8 Hann ræð snart og skundiliga

teirra felag at skilja,

Tormaður snúðist á kongins fund,

hann gjørdi eftir sínum vilja.

 

9 Hann vá Hergeir Sirileir,

lagdur var hann við spjóti,

hann vá mann at hjøltum upp

og annan aftur ímóti.

 

10 Tormaður gongur for Ólav kong

um ein morgun snimma:

nú lystir meg til Grønlanda

vinir og frændur at finna.

 

11 Kvittar tú til Grønlanda,

eg veit ørindi tín,

heinta mær Skúgv af Stokkanesi,

bið hann koma til mín.

 

12 Skúgvur, tú skalt Tormann flytja

til Grønlanda við tær,

flyt hann so sum hugur er á,

og sum tú unti mær.

 

13 Bjarni, tú skalt Tormanni

bitra øxi smíða,

tjúkka og so hamartunga,

munnan ikki víðan.

 

14 Eyka væl um eygað bú,

ei mikið skaft í ganga,

ikki síggjast lýti á,

hvassar hyrnur hanga.

 

15 Tormaður gekk til strandar oman,

knørrur í festi lá,

ein kom maður af bergi oman,

Gest hann nevni eg svá.

 

16 Enntá var tað Tormaður,

hann vendi sínum knørri í hav,

ein kom maður og mælti so:

Tormaður, veit mær far!

 

17 Hoyr tú tað, hin ungi maður,

farið veiti eg tær,

viltú standa í allan dag

og stýra tann sjó for mær.

 

18 Hoyr tú tað, hin ungi maður,

farið skaltú fá,

viltú standa í allan dag

og stýra mót bylgju blá.

 

19 Gestur gekk til stýris at stá,

gott skal slíkum falla,

so stýrir hann allan dag,

at ikki náddi at halla.

 

20 So vóx veður á sjónum hart,

at ráin læt tá bresta,

seglið brá fyri borðið út

og avfall var hit mesta.

 

21 Settust teir á bunkan niður,

vendu saman bøkum,

Gestur leit seg ikki um,

tí hann var frægur í tøkum.

 

22 Settust teir á bunkan niður,

vendu saman herðum,

Tormaður leit seg meir um tað,

at hann var frægur í ferðum.

 

23 Tormaður stoytti byttu niður,

aðra aftur ímóti,

Gestur sat í sessi kvirrur,

tí hann var sterkur í hóti.

 

24 Gestur stoytti byttu niður,

og Tormann gjørdi vátan,

báðir trivu til vápna í senn,

men hvøngan kvøði eg kátan.

 

25 Skúgvur gongur for Gest hin unga

og biður hann ráina fella:

so er tørvur á várum smiðum,

at sigla munnum vær valla.

 

26 Gestur so til orða tekur,

heldur sær at gaman:

Tormaður er so orðhagur,

hann yrkir ráina saman.

 

27 Tá ið teir høvdu ráina felt,

og seglið var komið til seggja,

hvørki var tá frá at taka,

ella við at leggja.

 

28 Sigla nú bæði dag og nátt,

fingu byr so blíðan,

tóku havn í Eiriksfirði

skamt frá Brattalíð.

 

29 Tormaður gekk seg haðan burt,

sum søgur ganga frá,

tekur nú øxina Bjarnasmíð,

stoytir yvir seg kápu blá.

 

30 Loðin letur liðið samla

við Torkels bónda ráði,

har kom Skúgvur af Stokkanesi

og teir Bjarni báðir.

 

31 Loðin gekk í búðina inn,

honum var leiðin tekk,

sovnaður lá tá Tormaður

fram á brúðar bekk.

 

32 Loðin gekk í búðina inn,

mangir við honum vóru,

nívdu Tormanni framm úr sessi

og illa við honum fóru.

 

33 Tí svaraði Tormaður,

tá teir høvdu roytt hans hár:

hasin var út af Ísalandi,

skyldur frændi vár.

 

34 Gestur so til orða tekur,

væl kann hyggi stilla:

roytið ikki Tormann skald,

tí hann man reiðast illa.

 

35 Øxi brá undan skeytafeldi,

hana vá hondin hátt,

Loðin hjó hann í herðar niður,

vann hann tað víggið brátt.

 

36 Tormaður gekk seg haðan burt,

sum søgur ganga frá,

tekur nú øxina Bjarnasmíð,

stoytir yvir seg kápu blá.

 

37 Torkel hann er ráðamaður,

hann kann einki á sundi,

kjós tær mann af várum liði,

Tormaður, tær til fund.

 

38 Egil hann er seyðamaður,

hann kann nakað sund,

hann skal vera í ferð við tær

tann fagrasta leik í lund.

 

39 Verður tú á tingum staddur,

tú hoyrir hvøllan brest,

tak tú tá til tínar føtur,

tú loyp sum tú kant mest.

 

40 Tormaður gekk seg haðan burt,

fram at Torgríms stóli,

haðan er tann søgan gjørd,

ið dreingir gita við hóli.

 

41 Øxi brá undan skeytafeldi,

hana vá hondin hátt,

Torgrím hjó hann í herðar niður,

vann hann tað víggið brátt.

 

42 Hann settist undir herðar hans,

Tormaður sigur svá:

loypið mær eftir manni teim,

ið Torgrím trølla vá.

 

43 Egil var á tingum staddur,

hann hoyrdi hvøllan brest,

tá tók hann til sínar føtur,

leyp sum hann kundi mest.

 

44 Eg sær koma tógva menn

sunnan eftir heiði,

eingin hestur loypur so skjótt,

hann stødgar teim á leið.

 

45 Ikki fingu teir Egil fyrr,

enn dagur tók at halla,

teir bukaðu bein í baki hans,

tá skulvu ægrar allar.

 

46 Eitt kom æl af útnyrðingi,

hvassur var tann skúrur,

allir krokaðu Torgríms frændur

inn í eina búð.

 

47 Gingu teir í búðina inn,

hvør ræður oðrum at fagna:

hvør hevur Torgrím trølla vigið,

slíkt man ófrið magna.

 

48 Reiðir vóru tá Torgríms frændur,

løgdu lak um hann,

sóu teir ein í hvítum feldi

fyri so døkkan mann.

 

49 Tormaður gekk frá helli niður,

víða ið hann reikar,

møtir hann einum gomlum manni,

lúsa-Oddur hann eitur.

 

50 Hoyr tað tú hin gamli maður,

hvaðan komst tú í dag,

eru teir heima Torgríms frændur?

satt sig tú mær!

 

51 Heima eru teir Torgríms frændur,

satt at siga tær,

Fálgeir er á fiskiklakki

yvir tað salta hav.

 

52 Tórður og Torkel fylgja honum,

teir frægastu menn í landi,

kunnu so væl teir tríggir brøður

at vega við búnum brandi.

 

53 Hoyr tað tú hin gamli maður,

eg gevi tær kápu mína,

tú skalt mær ímóti meta

vond og verju tína.

 

54 Hann fór í ta kápu blá,

hin lætst alvæl inna,

lúsa-Oddur leyp afstað,

royndi leggir stinnar.

 

55 Hann fór í ta kápu blá,

Tormaður snúðist til neysta,

lúsa-Oddur leyp afstað,

royndi leggir treystar.

 

56 Fálgeir legði skútu sína

fram móti slættum sandi,

allir hyggja at lúsa-Oddi,

ið fyri stendur á landi.

 

57 Falgeir talar til sínar menn:

tær goymið væl tigara fonglar,

látið ei tjóvin lúsa-Odd

stjala burtur onglar.

 

58 Tormaður stendur í neysti ein,

vil eg fyri tær greina,

tríggjar vá hann reystar kempur

hvørja við sínum steini.

 

59 Fálgeir leyp frá skútu síni,

hann vildi at honum ná,

Tormaður hevði hjarta lætt,

og undan helt hann tá.

 

60 Fálgeir leyp frá skútu síni,

hann vildi at honum skunda,

Tormaður hevði hjarta lætt,

og síðan helt hann undan.

 

61 Runnu teir eftir bjørgum fram

inn á eina rók,

Tórður kom tá at við hann,

hann gav ikki reiði ró.

 

62 Ryktust teir um tóna inni,

tá viknaðu dreingir í fótum,

Tórð hann hjó í herðar niður

inn at hjartarótum.

 

63 Fálgeir og hann Tormaður

tókust á rókini saman,

leys fell øxi af Tormans hond,

af dró barna gaman.

 

64 Ryktust teir um tóna inni,

so er greint fyri mær,

leys varð øxi úr Tormans hendi

niður í salta hav.

 

65 Ryktust teir um tóna inni,

teir duttu út bjørgum af,

Fálgeir legði at Tormanni,

hann helt honum leingi í kav.

 

66 Fálgeir legði at Tormanni,

í kavi hann helt honum leingi,

hesir kunnu á sundi leika,

báðir raskir dreingir.

 

67 Gud og signaður Ólavur kongur,

sum øllum dugnað veitir,

hann láti meg sigur af Fálgeiri fá,

tann afrekskappi hann eitur.

 

68 Gud og signaður Ólavur kongur,

sum øllum dugnað gevur,

hann láti meg sigur af Fálgeiri fá,

tann afrekskappi hann er.

 

69 Lindin gekk í brókum sundir,

tað var seggja vandi,

síðan vendist hans høvur niður,

Fálgeir misti anda.

 

70 Tormaður legði at einum skeri,

tá tók sjógvur at fløða,

har læt hann tá liggja kvirrur,

sjúkur og sárur af møði.

 

71 Kelling gongur á tarabrúk,

sær seg út frá landi,

hon sær Tormann á útskeri,

staddan í stórum vanda.

 

72 Kelling vappar eftir tarabrúk

við sítt búgvið spjót,

skeyt hon tað í útsker út

og Tormann stakk í fót.

 

73 Skúgvur og hann Bjarni bóndi

teir eiga bát á sandi,

teir eru ofta á sildarhavi,

tá ið aðrir liggja á landi.

 

74 Skúgvur og hann Bjarni bóndi,

teir rógva á sildarhav,

funnu Tormann á einum skeri,

komin af deyðakav.

 

75 Skúgvur so tíl orða tekur,

heldur á búnum knívi:

lat tað ongan livandi vita,

at Tormaður er á lívi.

 

76 Torkel býr í Brattalíð,

(eyka skal hetta frøði)

Sigrið eitur húsfrú hans,

og læknar eru tey bæði.

 

77 Torkel býr í Brattalíð,

tað vil eg fyri tær greina,

hagar skulum vit Tormann flytja

bæði til heilsu og beina.

 

78 Sigrið tók við Tormanni,

grøddi hon hann við blíði,

illa líkar Torkeli,

hon kom til songarsíðu.

 

CCF 27D

TSB E 6

 

Uppruni: V. U. Hammershaimb: Færøiske Kvæder II, 1855.

 

Útgávur: 

1. V. U. Hammershaimb: Færøiske Kvæder II, 1855, s. 110.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 562.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 8. bind, s. 189.

 

Heimild: Úr Suðuroy. V.U. Hammershaimb (1819-1909), Sumba, 1847.

 

E 6 Tormaður skald (Man fights several combats, kills an ogre and escapes avengers)

Eftir at forsturbróðirin og Tormaður skald eru komnir til ilnar, fara teir hvør sína leið. Tormaður fer við skipi til Grønlands um Noreg.

Á skipinum fer hann til hendurs við ein annan mann, sum argar hann, men teir eru javnt sterkir. Tormaður kemur til Grønlands.

Á einari veitslu sovnar hann, men verður vaktur av manni, ið roytir hárið á honum. Hann drepur mannin. Seinni drepur hann skrímslið Torgrím og noyðist at flýggja. Hann verður jagstraður, og meðan hann berjist við ein av jagstrarunum, Falgeir, fara báðir á bláman. Falgeir druknar, og Tormanni eydnast at koma sær upp á ein klett. Sum hann liggur har, stingur gomul kona hann í fótin við spjóti. Nakrir menn, sum eru á floti, koma fram á hann og taka hann við sær til lands. Teir fara til hús við honum, har hann fjalir seg, og kona Torkils lekir sár hansara.

á føroyskum: CCF 27 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019