• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Trøllini í Hornalondum

 

CCF 28 Ca

TSB E 116

 

1 Ein er ríman av Íslandi komin,

skrivað í bók so víða,

nakað havi eg um hana hoyrt,

summa kann eg at týða.

 

Ólavur kongur herjar hann á trøll,

            hansara segl eru silkireyð,

            Ormurin rennur, árar leika í tollum.

 

2 Ein er ríman av Íslandi komin,

skrivað í bók so breiða,

nakað havi eg um hana hoyrt,

summa kann eg at greiða.

 

3 Ein er ríman av Íslandi komin,

skrivað í bók so langa,

nakað havi eg um hana hoyrt,

summa kann eg at ganga.

 

4 Ólavur kemur inn árla morgun

við sínar  bustir stinnar:

“Nú lystir meg í Botnar norð

tey leiðu trøll at finna.”

 

5 Inn kom Torstein oksamegi,

buksur niður til kníggja:

“Hoyr tað, kongurin, harra mín,

tey eru ikki góð at síggja!”

 

6 Ólavur so til orða tekur:

“Vit prøvum messur og sangar,

so skal eg í Botnar norð

at vita, hvat av man ganga.”

 

7 Tað var Torstein oksamegi,

svarar so frá sær:

“Kvittar tú í Botnar norð,

lat meg fylgja tær!”

 

8 Gingu teir til strandar oman,

Ólavur messur beið,

løgdu árar á Ormin langa,

sigldu norð for Skeið.

 

9 Ólavur sigldi av suðurlondum,

fylgja honum streymar:

“Ofta hava heidnir borið

fyri meg í dreymar.”

 

10 Ólavur sigldi av suðurlondum,

fylgja honum vindar,

trøllini í Hornalondum

vil hann við krøftum binda.

 

11 Ólavur sigldi av suðurlondum

ta hina longu leið,

hann sigldi so í Botnar norð

inn fyri Oksaskeið.

 

12 Vant hann upp síni silkisegl

við so nýtum orðum,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Hornið norður.

 

13 “Leggið her at landinum,

sum tussar eru við fjøll,

reikið síðan í Botnar norð,

tí har eru fleiri trøll!”

 

14 Risin kemur úr fjalli oman,

trívur um stavnar báðar:

“Eg eigi vatn og víkarlag,

hvør vil sínum ráða.”

 

15 Allir sóu, at hesin tussi

vildi at skipi henda,

hann hevur eitt tog og hilmurreip,

ein stóran krók á enda.

 

16 “Hvør hevur teg so kunnigan gjørt,

tú sigldi for Hornið norð,

leiðin lá um Aldan suður,

og onnur norð for Skor.

 

17 Hvør hevur teg so kunnigan gjørt,

tú sigldi for Hornið inn,

leiðin lá um Aldan suður,

onnur norð for Kinn.

 

18 Leiðin lá um Aldan suður,

onnur norð for Kinn,

hoyr tað, tú hin reyðskeggjuti,

hvør vinglaði teg her inn?

 

19 Hvør hevur teg so kunnigan gjørt,

tú sigldi av øðrum londum,

togna taka míni hilmurreip,

tað brunkast stál í hondum.”

 

20 “Hoyr tú, Ari bukkabjálvi,

eg beiði teg til mála,

mangar hevur tú vintur rátt

heima í tínum skála?”

 

21 “Eg havi rátt for Hornalondum,

kosin dagur á tingi,

hundrað heilt og hartil hálvt,

fyri hvønn nagl á fingri.”

 

22 “Hevur tú rátt for Hornalondum

fimtan hundrað vetur,

um enn tú ræður annaðslíkt,

ei verður í heimi betur.

 

23 Hoyr tú, Ari bukkabjálvi,

dvølst nú ikki longur,

tak nú á tað fyrsta tak,

og vita, hvøssu gongur!”

 

24 So tók Ari fyrsta tak,

skipið vildi hvøkka,

heilir allir Ólavs menn

aftur í stavn at støkka.

 

25 So tók Ari fyrsta tak,

skipið vildi ein,

hann søkk niður í helluna

upp um síni bein.

 

26 “Hoyr tú, Ari bukkabjálvi,

enn beiði eg teg til mála,

mangar ganga róðrarskútur

út av tínum skála?”

 

27 “Tú spyrt meg meiri, enn eg spyrji teg

er mær ei á tí hól,

ganga út av Hornalondum

róðrarskútur tólv.

 

28 Ganga út av Hornalondum

róðrarskútur tólv,

sekstan selir á hvørt føri,

koma so heim á sjó.

 

29 Verða so tíggju fjósir ristar

av hvørjum aldansfiski,

so fer hvør í níggju sundur,

tá verða trý um stykkið!”

 

30 “Hoyr tú, Ari bukkabjálvi,

dvølst nú ikki longur,

tak nú á tað annað tak,

og vita, hvøssu gongur!”

 

31 So tók Ari annað tak,

skipið vildi hvøkka,

heilir allir Ólavs menn

aftur í stavn at støkka.

 

32 So tók Ari annað tak,

hann turkaði súðir tvær,

hann søkk niður í helluna

upp um síni lær.

 

33 Allir bliknaðu Ólavs menn

sum mjeskur mjøður í skál,

Torbergur seg á bunkan steig,

hann drístar á rúnarmál.

 

34 “Hoyr tú, Ari bukkabjálvi,

dvølst nú ikki longur,

tak nú á tað triðja tak,

og vita, hvøssu gongur!”

 

35 So tók Ari triðja tak,

skipið vildi venda,

hann søkk niður í helluna

upp um sínar  lendar.

 

36 Gívurin kemur út árla morgun,

stígur á stinnar stólpar:

“Nú skal ganga av grimum út

honum koma til hjálpar.”

 

37 Gívurin kemur út árla morgun,

rættir hálsin langan,

glíggjar við eygum og gapar við kjafti,

sankt Ólavur bað so standa.

 

38 Ólavur kongur frá skipum gekk,

norð í Botnar ríður,

tá hann kom fyri hellisdyr,

tá rustaðust teir til stríð.

 

39 Trøllini í Hornalondum

halda sær at gaman:

“Hvat man fella móður vár,

hon fær ikki kjaftin saman?”

 

40 Tá svaraði Ólavur kongur:

“Verði her enn sum áður,

aftur lokist hetta helli,

ongar dyrnar á!”

 

41 Tí svaraði Ólavur kongur:

“Verði her enn sum fyrr,

aftur lokist hetta helli,

verði her ongar dyr!”

 

42 Tað var signaður Ólavur kongur,

og alt varð, sum hann vildi,

einki slapp av hellinum út,

men alt hann inni byrgdi.

 

43 Trøllini í Hornalondum

búgvast út við stongum:

“Nú er hann komin, hin reyðskeggjuti,

os hevur happað longum.”

 

44 Trøllini í Hornalondum

búgvast út at stríða

við so stórum jarnstongum,

nú tekur hellið at síga.

 

45 Mikil var tann bønin,

Ólavur kongur beið,

bergið bleiv sum stálið fast,

hellið saman seig.

 

46 Tí svaraði tann gamil kall,

smílist undir lín :

“Oftan havi eg dyrnar brotið

við geituskalla mínum.”

 

47 Tey fóru undir hans høgru hand

ikki minni enn tólv,

varpaðu hann so mót hellisgátt,

at heilin dreiv um gólv.

 

48 Tólv fóru undir hvørja hond,

studningin hann fekk,

varpaðu hann so mót hellisgátt,

hálsur av liði gekk.

 

49 Trøllini í Hornalondum,

hvørt á sínum sinni,

livdi longst, ið sterkast var,

hvørt át annað inni.

 

50 Trøllini í Hornalondum

lupu seg á bukk,

tey fóru niður til kritilsins,

har kom einki upp.

 

            Ólavur kongur herjar hann á trøll,

            hansara segl eru silkireyð,

Ormurin rennur, árar leika í tollum. 

 

CCF 28 Ca

TSB E 116

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk FolkemindeSamling 68, Nr. 52, s. 559.

 

Útgávur: 

1. R. Long: Sandoyarbók II, s. 138.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 571.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 8. bind, s. 216.

 

Heimild: Úr Sandoy. Jakob Joensen, Jákup uttan fyri Á (1792-1818), Sandi 1822. Jákup var, sum sæst, deyður í 1822, so henda uppskriftin má vera eftir eini eldri uppskrift.

 

E 116 Trøllini í Hornalondum (Saint Olav defeats giants)

Ólavur kongur siglir til Hornalond at gera av við ein risa. Risin roynir at draga kongsins skip inn í fjallið, men Ólavur rúnabindur hann, so hann søkkur inn í klettin og verður at steini. Tá ið risakvendið roynir at hjálpa honum, ger Ólavur so, at hon vikast ikki, og øll børn teirra verða læst inni í fjallinum. Har noyðast tey at verða verandi og skræða hvør annan í seg.

á føroyskum: CCF 28 (eisini á donskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019