• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Trøllini í Hornalondum

 

CCF 28 D

TSB E 116

 

1 Ein er søgan av Íslandi komin,

skrivað í eina bók so dýra,

nakað havi eg um hana hoyrt,

summa kann eg at stýra.

 

            Ólavur kongur herjar reyða trøll,

            hansara segl eru silkireyð,

            armur er hann, ið árar leikar í tolli.

 

2 Ein er søgan av Íslandi komin,

skrivað í eina bók so breiða,

nakað havi eg um hana hoyrt,

summa kann eg at greiða.

 

3 Tað var sankti Ólavur kongur,

sigldi for Hornið háa,

har hevur eingin aftur komið,

sum tað skeið hevur vágað.

 

4 Tað var sankti Ólavur kongur,

sigldi for Hornið inn,

leiðin liggur í sundinum,

og onnur liggur við Kinn.

 

5 Ólavur siglir á suðurlondum

bæði bylgjur og streym:

“Mektigar havi eg heimildar,

og mangan møðigan dreym.

 

6 Vær skulum her fyri londum liggja,

her eru tussar í fjøllum,

síðan skal reika í Botni norður,

har eru meiri trøll.”

 

7 Tussur kom úr fjalli oman,

skegg á lendar hekk,

so steig hann á foldina fast,

miðjan kálvan gekk.

 

8 Tussur kom úr fjalli oman,

skegg á lendar dró,

so steig hann á foldina fast,

miðjan kálvan stóð.

 

9 Skeggið er sum sótið svart,

tað hongur niður á bringu,

neglir rætt sum bukkahorn

alin fram av fingri.

 

10 Skeggið er sum sótið svart,

tað hongur niður á belti,

eyguni eru sum tjarnir tvær,

og tenn sum [í] villini gelti.

 

11 Ógvuligur er kjaftur hansara,

favnar fetja tvinna,

so eru tenn í heysi hans,

sum størstu skeiðar dynja.

 

12 Brýrnar eru sum klettar tveir,

uppi standa í fjøllum,

enntá tókti jøkil at vera,

undur yvir øllum.

 

13 Tað sá hann á hesum tussa,

hann vildi skipinum venda,

hann hevði reip í helmarstavn,

stóran krók á enda.

 

14 Ólavur steig úr lyftingum

fram á bunkabrún:

“Hvaðan er hesin fjallatussi,

hvar byggir hann tún?”

 

15 “Arint skalt tú nevna meg,

kosin eri eg á tingi,

hundrað heilt og hartil hálvt

fyri hvønn nagl á fingri.

 

16 Siglt havi eg fyri Hornalondum,

verið ein avreksstjóri,

innan hesa náttina

tað fimti vetur og *fjóra

 

17 Siglt havi eg á Hornalondum,

verið ein avreksstjóri,

mangar havi eg krásir veitt

heim av hesum tjóðri.

 

18 Siglt havi eg fyri Hornalondum,

glaður fyri uttan sorg,

mangar havi eg krásir veitt

heim í mína borg.”

 

19 “Hoyr tað, Arint bukkabjálvi,

enn bjóði eg tær mál,

mangar ganga róðrarskútur

út av teirra skála!”

 

20 “Ganga út av Hornalondum

róðrarskútur tólv,

sekstan selir á hvørjum føri,

koma so heim av sjó.

 

21 Tíggju verða fjósir ristar

í hvørt 'holga' flykki,

tá fór hvørt í tíggju sundur,

tá vóru trý um stykkið.”

 

22 “Hoyr tað, Arint bukkabjálvi,

enn bjóði eg tær mál,

eru tey heima veiðitrøll,

ølI í einum skála?”

 

23 “Heima eru tey veiðitrøll,

oftastur eri eg ein,

heima mugu tey bíða mín,

nú má eg vera sein.”

 

24 Trøllini í Hornalondum,

tak um tað at røða:

“Seint er Arint heima í dag

krásir os at føra.”

 

25 Signaður verði Ólavur kongur,

miskunn ver hann kendur:

“Vit skulu eiga orðum saman

og ikki ráðast hendur.

 

26 Vit skulu eiga orðum saman,

ikki ráðast hendur,

kastið krók um kaðalin,

og vita, hvussu gongur!”

 

27 Kastaðu krók um kaðalin,

hagar tók at røkka,

reystir vóru Ólavs menn,

aftur um stavn at støkka.

 

28 Reystir vóru Ólavs menn,

aftur um stavn at støkka,

tussi stóð á fjøllunum fast,

hann kundi tað ikki røkka.

 

29 Allir bliknaðu Ólavs menn,

'Runar værkie skaal',

uttan tann maður, á bunka sat,

sum drísti á rúnarmál.

 

30 Hann tók Arint fyrsta tak,

tað brakaði í 'urke' læri,

allir stukku stavnar av tí,

meinti frægari var.

 

31 Hann tók Arint annað tak,

hann vildi skipinum henda,

so seig hann í hellið niður

upp á sínar  lendar.

 

32 Hann tók Arint triðja tak,

tá var hann ikki sein,

so seig hann í hellið niður,

tað fjól hans mjadnarbein.

 

33 Svaraði hon hin grimma gýggja,

tekur á stáli stólpa:

“Hann hevur tygum av álvum borið,

gangið honum til hjálpar!”

 

34 Út kemur hin gamla gýggja,

rekkir hálsin langa,

gløir eygum og glettir á tenn,

kong Ólav bað so standa.

 

35 Trøllini í Hornalondum

halda sær at gaman:

“Hvat má feila vári móður,

hon fær ikki kjaftin saman?”

 

36 Tólv fóru undir hennar hvørja hond,

studningin hon fekk,

leiddu hana so í hellið inn,

hálsur av liði gekk.

 

37 Leiddu hana so í hellið inn,

hálsur av liði ganga,

rættu krók av køldum jarni,

kong Ólav bað so standa.

 

38 “Hoyr tað, Arint bukkabjálvi,

av so miklari pínu,

oftum havi eg størri hamrar

brotið við skalla mínum.”

 

39 Trøllini í Hornalondum

lupu út um víða,

út við stórum jarnstongum,

tá tók hellið at síga.

 

40 Signaður verði Ólavur kongur,

alt var sum hann vildi,

einki slapp av helli út,

tað hann ikki byrgdi.

 

41 Signaður verði Ólavur kongur,

alt var sum hann mælti,

einki slapp av helli út,

tað hann inni læsti.

 

42 Havið tær hoyrt frá meiri ‘skreami’,

trøllunum var á sinni,

tað livdi longst, sum sterkast var,

hvørt át annað inni.

 

43 Trøllini í Hornalondum

skuldu leypa á bukk,

tey fóru øll til 'kruigus' niður,

har slapp einki upp.

 

44 Signaður verði Ólavur kongur,

alt var sum hann bað,

læsti aftur breiða borg,

hon stendur so enn í dag.

 

            Ólavur kongur herjar reyða trøll,

            hansara segl eru silkireyð,

            armur er hann, ið árar leikar í tolli. 

 

CCF 28 D

TSB E 116

 

Handrit: Fugloyarbók. AM Access. 4a, nr. 1, s. 9.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 574.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 8. bind, s. 223.

 

Heimild: Úr Fugloy. Hanus Hanusson, sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík fyri 1854.

 

E 116 Trøllini í Hornalondum (Saint Olav defeats giants)

Ólavur kongur siglir til Hornalond at gera av við ein risa. Risin roynir at draga kongsins skip inn í fjallið, men Ólavur rúnabindur hann, so hann søkkur inn í klettin og verður at steini. Tá ið risakvendið roynir at hjálpa honum, ger Ólavur so, at hon vikast ikki, og øll børn teirra verða læst inni í fjallinum. Har noyðast tey at verða verandi og skræða hvør annan í seg.

á føroyskum: CCF 28 (eisini á donskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019