• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Trøllini í Hornalondum

 

CCF 28 E

TSB E 116

 

1 Frøðið er komið av Íslandi,

skrivað í bók so víða,

hava tit nakað um hana hoyrt,

frá kann eg at týða?

 

2 Frøðið er komið av Íslandi,

skrivað í bók so breiða,

hava tit nakað um hana hoyrt,

frá kann eg at greiða?

 

3 Frøðið er komið av Íslandi,

higar ið skald tað tók,

hava tit hoyrt um kongin tann,

sum skrivaður stendur í bók?

 

4 Tað er Ólavur Tryggvason,

sigldi fram við landi,

hann hevði skeið og skamri Orm

og mangan bitra brandin.

 

5 Tað var Ólavur Tryggvason,

sigldi fram við Ytra,

hann hevði skeið og skamri Orm

og mangan brandin bitra.

 

6 Ólavur siglir av suðurlondum

við miklari Gudis meingi,

hann kom niður í Hornalond,

sum gitið man verða leingi.

 

7 Ólavur siglir av suðurlondum

við miklari Gudis mátti,

hann kom niður í Hornalond,

sum brýtur í bragdar tátti.

 

8 Ólavur siglir av suðurlondum,

fylgja honum streymar,

heidnir hava fyriborið

miklum møðin streymar.

 

9 Ólavur siglir av suðurlondum,

fylgja honum vindar,

fyrstu kirkju á suðurlondum

hann letur við kraftir binda.

 

10 Kongurin sker ein tingakross,

hann stevnir á hvørjum landi,

komu so mangir av heidningum,

at eingin sá fyri enda.

 

11 Kongurin býður teimum kristna trúgv,

hesum heidnu monnum,

triðja kundi hann ikki ná,

tá fall litur á sonnum.

 

12 Tað var signaður Ólavur kongur,

gott miskunn mundi hann njóta,

í teirri somu stundini

hann ræður teir allar at skjóta.

 

13 Svaraði fyrsti av heidningum,

tungan bar so snjalla:

“Vit skulu taka við kristnari trúgv,

hann skjýtur hana yvir os allar.”

 

14 Svaraði annar av heidningum,

tungan bar so neyva,

hann hirðir ei, hvar ið beinini rekast,

tá ið búkar liggja deyðir.

 

15 Tað er enn, sum ofta var tá,

ræddur er hvør sín deyða,

summir flýddu til havsbotnar,

summir inn í heygar.

 

16 Kongurin sær ein ungan mann,

'o simmur sukkur ui stavn':

“síggja vil eg tað ljóta trøll,

sum mínum monnum havnar.”

 

17 “Ari eitur hann Bunkabjørn,

tú tarvt ikki eftir at stýra,

alt tekur hann í fjallið til sín,

bæði skeiðir og dreingir dýrar.

 

18 Ari eitur hann Bunkabjørn,

tú tarvt ikki eftir at fregna,

alt tekur hann í fjallið til sín,

bæði skeiðir og reystar tegnar.”

 

19 Tað var signaður Ólavur kongur,

ei fer fyri uttan váða:

“Síggja vil eg tað ljóta trøll,

sum eitt vil øllum ráða.”

 

20 Svaraði Torstein oksamegi,

hann fellur niður til kníggja:

“Hoyr tú, kongurin, harri mín,

hann er ikki góður at síggja.

 

21 Skeggið er sum sótið svart,

tað ringlar í gullbjøllum,

brýrnar eru sum hamrar tveir,

svartir standa í fjøllum.

 

22 Skeggið er sum sótið svart,

stendur niður á bringu,

neglinar eru forferdiliga langar,

alin framman av fingrunum.

 

23 Kjafturin er forferdiliga stórur,

hondin sum mosagrýtur,

fóturin er forferdiliga langur,

ongan skógvin nýtir.

 

24 Nasarnar eru sum neystadyr,

ennið er so fatt,

eyguni eru sum tjarnir tvær,

hartil rími eg satt.”

 

25 Sigldu teir við landinum norður,

tá tók kongur at ráða,

opna tók tá Hornalondum

eystur í flagdaskála.

 

26 Sterkt kom æl av rustum niður,

dreingir gjørdust mentir,

risin seg úr fjalli gekk,

hegar ið dagurin setti.

 

27 Skeggið er sum sótið svart,

tað niður á bringu stóð,

jørð tróð hann til kálva upp,

og út í sævarflóð.

 

28 Kastar hann krók á kavið út,

sum línan røkk úr landi,

so tók hann á Ólavs skip,

tað tognaði úr hvørjum bandi.

 

29 Risin lættir skeið á lunni,

stár í upsastræti,

allir stukku stavnar frá

tó ið frægari væri.

 

30 Allir bliknaðu Ólavs menn,

tá ið hann á skipið tók,

uttan hin ungi Tormaður,

hann sat við rúnarbók.

 

31 Allir bliknaðu Ólavs menn

sum svenskur mjøður í alvi

uttan hin ungi Tormaður,

hann leikar við rúnartalvi.

 

32 Allir bliknaðu Ólavs menn

sum svenskur mjøður í skál

uttan hin ungi Tormaður,

hann drístir á rúnarmál.

 

33 Kongurin gongur úr lyftingini

fram eftir brunkabrún:

“Hvaðan er hesi fjallatussi,

hvar byggir tú tún?”

 

34 “Leingi havi eg fyri Hornalondum ráðið,

kjøraður kongur á tingi,

hundrað heilt og hartil hálvt

fyri hvønn nagl á fingri.”

 

35 “Tíggju hevur tú ljótar fingrar,

fimtan hundrað vetur,

um tú livir annaðslíkt,

ei verður heimurin betur.

 

36 Hoyr tú, Ari bunkabjørn,

enn beiði eg tín mála,

mong eru tey veiðitrøll,

sum byggja í tínum skála!”

 

37 Tað er fljóð í mínum skála,

vita man eg tað eina,

munu tey heima bíða mín,

ella man eg vera for seinur.

 

38 Meir spyrt tú meg, enn eg spyrji teg,

vit gera ei av tí hól,

ganga út av Hornalondum

róðrarskútur tólv.

 

39 Ganga út av Hornalondum

róðrarskútur tólv,

sekstan selir á hvørji ferð,

koma so heim av sjó.

 

40 Tíggju verða tær fjósir ristar

av hvørjum aldursfiski,

tá fór hvør í níggju sundur,

tá vóru trý um stykkið.”

 

41 Tað var signaður Ólavur kongur,

hyggur upp í bjørg:

“Illa gegnist tann góði fongur,

fast eru hjúnini mong!”

 

42 Leiðin lá fyri Aldans sund,

summir inni við Kinn:

“Hoyr tú tað, hin reyðskeggjuti,

hví vinglar tú her inn?”

 

43 Tað var signaður Ólavur kongur,

hann er av miskunn kendur:

“Vit skulu eirast orðum saman,

einki ráðast á hendur.”

 

44 Svaraði Ari bunkabjørn:

“Eg hirði tað ei at royna,

ryggar hann stert av rustum niður,

enn vilja vit teg royna.

 

45 Mangir hava aðrir slíkir

siglt fyri vára londum,

togna tók tað epli reyða,

tað brýnkaðist jarn í hondum.

 

46 Mangir hava aðrir slíkir

siglt fyri Ervartindi,

ofta havi eg størri skútur

latið í fjall mítt rinda.”

 

47 Tað var signaður Ólavur kongur,

hann gerst nú nýtin drongur:

“Tak enn á kálv og kynjalegg,

vita hvøssu gongur.”

 

48 Upp leyp Ari bunkabjørn,

hann var Ikki til tað sein,

svá tók hann á Ólavs skipi,

tað fjaldi hans mjadnarbein.

 

49 “Her skalt tú til áburð standa

allar ævir til enda,

tak nú vík og havnarlag,

hvør sum her vil lenda!”

 

50 Út kom gívurin árla morgun,

stígur á stinnar stólpar:

“Átøk hevur Ari bóndi,

gangið honum at hjálpa!”

 

51 Út kom gívurin árla morgun,

rekkir hálsin langan,

gløir eygum, glettir á tonn,

sankt Ólavur bað so standa.

 

52 Til tað svaraðu tey smáu trøll,

hildu sær at gaman:

“Hvat man feila móður vár,

hon fær ikki kjaftin saman?

 

53 Hetta man vera hin reyðskeggjuti,

okkum hevur hótt so leingi,

vit skulu honum á grímum grípa,

ganga út við stongum.”

 

54 Trøllini í Hornalondum

búðu seg til víga

út við stórum jarnstongum,

og tá tók hellið at síga.

 

55 Trøllini í Hornalondum

millum sína tinga:

“Førum vær av magni á,

sundur man bergið springa.”

 

56 Til tað svaraði sterki Pál,

streystur av alvi sínum:

“Ofta havi eg størri hamrar

brotið við kolli mínum.”

 

57 Tólv fóru undir hans hvørji hond,

studningin hann fekk,

teir studdu hann so á hellisdyr,

at hálsur úr liði gekk.

 

58 Signaður verði Ólavur kongur,

alt var, sum hann vildi,

einki slapp av helli út,

tað hann inni byrgdi.

 

59 Signaður verði Ólavur kongur,

alt var, sum hann taldi,

einki slapp av helli út,

tað hann inni læsti.

 

60 Trøllini í Hornalondum

skuldu fara at leypa bukk,

tey komu niður til Kritunes,

har kom einki upp.

 

61 Hava tit hoyrt frá Hornalondum,

hvat trøllini gjørdu á sinni?

Tað livdi longst, sum sterkast var,

hvørt át annað inni.

 

CCF 28 E

TSB E 116

 

Handrit: Savnið hjá Svend Grundtvig, Dansk Folkemindesamling 68 Be.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 576.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 8. bind, s. 229.

 

Heimild: Úr Vágum. Joen Joensen, Jógvan í Nýggjustovu (1830-1891), Sørvági.

 

E 116 Trøllini í Hornalondum (Saint Olav defeats giants)

Ólavur kongur siglir til Hornalond at gera av við ein risa. Risin roynir at draga kongsins skip inn í fjallið, men Ólavur rúnabindur hann, so hann søkkur inn í klettin og verður at steini. Tá ið risakvendið roynir at hjálpa honum, ger Ólavur so, at hon vikast ikki, og øll børn teirra verða læst inni í fjallinum. Har noyðast tey at verða verandi og skræða hvør annan í seg.

á føroyskum: CCF 28 (eisini á donskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019