• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Gongurólvs kvæði

 

CCF 29 Da

TSB E 148

 

1 Eina veit eg rímuna,

sum inni hevur [ligið] leingi,

Ingibjørg eigur franskar kempur

og fullvæl raskar dreingir.

 

            Troðum lættliga dansin,

            dagurin skín so fagurliga,

            komið er hægst á summarið.

 

2 Ingibjørg eigur franskar kempur

og fullvæl raskar dreingir,

lótu byggja henda knørr,

sum gitið má verða leingi.

 

3 Upp lupu fornir norðmenn

fram úr gyltum stóli,

lótu byggja henda knørr

mánan fyri jól.

 

4 Lótu byggja henda knørr

mána fyri jól,

nevndur var teirra formaður,

og hann æt snari Pól.

 

5 Knørr vórðu bygd á Norðmýri,

gott var í teim evni,

átjan alin og fjøruti

var kjølur ímillum stevna.

 

6 Knørr vórðu bygd á Norðmýri,

so varð havt við orði,

seks alin og tretivu

var breitt ímillum borða.

 

7 Inn kom ein so gamal maður,

kallast Máur á Mýri:

“Gerið væl við mín yngsta son,

hann kann væl knørrin stýra!”

 

8 Inn kom ein so gamal maður,

Gian eitur hann:

“Eg eigi ein son í Íslandi,

sum knørrin stýra kann.”

 

9 Bygdu knørr við strondum niðan,

harðan ið hann fekk,

tá varð bæði knak og brak,

tá ið hann á sjógvin gekk.

 

10 Bygdu knørr við strondum niðan

og lótu hann væl prýða,

hvíta gás til grunnin dró,

eftir stóð bylgjan stríða.

 

11 Vundu upp ein hvítan dúk,

út í havið settu,

mikil var tann mannamúgva,

ið stóð á landi eftir.

 

12 Vundu teir upp síni silkisegl,

tað knarkar í hvørjum streingi,

hildu so havn í Íslandi,

sum gitið má verða leingi.

 

13 Hildu havn í Íslandi

bæði við vold og ræði,

tóku hin unga Gongurólv,

hann kemur nú fyrstur í kvæðið.

 

14 Hildu havn í Íslandi,

ei vildi dreingin fíra,

tóku hin unga Gongurólv,

so hann skuldi knørrin stýra.

 

15 Vundu teir upp síni silkisegl,

tað kundu teir lítið frýggja,

tá rann Ísland úr eygum teirra

rætt sum fuglur at síggja.

 

16 So var veður á sjónum hart,

ógvuligt at líta,

meðan stýrdi Gongurólvur,

av dró bjøllin hvíta.

 

17 So var veður á sjónum hart,

ódnin mátti kalla,

meðan stýrdi Gongurólvur,

at hvørgum borði at halla.

 

18 So var veður á sjónum hart,

øllum mátti bella,

meðan stýrdi Gongurólvur,

at hvørgum borði at hella.

 

19 So var veður á sjónum hart,

ódnin eftir stóð,

meðan stýrdi hann Gongurólvur,

úr skjúrtu vant hann blóð.

 

20 Meðan stýrdi Gongurólvur,

úr skjúrtu vant hann blóð:

“Tað kenni eg á sjálvum mær,

ei verður ferðin góð.”

 

21 Fingu ein so stóran sjógv,

tað knarkar í hvørjum streingi,

bylgjan breyt at stóru rá,

og fullvæl dugdu dreingir.

 

22 Fingu ein so stóran sjógv,

tað brakar í bond og bjálka;

til svaraði Gongurólvur:

“Nú má Gud os hjálpa.”

 

23 Drivu teir úr Botni norður,

so varð sagt ífrá,

tað var meir enn tólv hundrað,

sum deytt á bunka lá.

 

24 Fingu ein so stóran sjógv,

øllum tóktist undur,

seglini fullu á bunkan niður,

og togini brustu sundur.

 

25 Drivu teir úr Botni norður,

har máttu teir lenda,

so var veðrið á sjónum hart,

teir kundu ikki aftur venda.

 

26 Hildu havn í Botni norður

foruttan gleði og gaman,

Illgerðsteinur og Ódnarbjørn,

og tríggir vóru tilsaman.

 

27 Stungu teir tá í barm á sær,

tað kundu teir lítið frýggja,

sóu teir úr fjalli koma

grimmar risar tríggjar.

 

28 Risin kemur úr fjalli oman,

tykist at hava fá:

“Eg eigi bæði havn og vík,

hvør við sínum ráð.

 

29 Eg eigi bæði vík og havn,

hvør við sínum ráð.”

Drógu so knørrin í fjallið upp

við brøðrum sínum báðum.

 

30 Skundaðu sær frá skipunum

frá tí deyða liði,

Illgerðsteinur og Ódnarbjørn

og Gongurólvur tann triði.

 

31 Gingu fullar sjey dagar

í kava og jøkla meingi;

niður setist Illgerðsteinur:

“Nú gangi eg ikki longur.”

 

32 Niður setist Illgerðsteinur,

kólnar um hendur og føtur.

“Eya meg,” segði Gongurólvur,

“tú bíður ikki bøtur.”

 

33 “Kemur tú áftur til Nøríkis,

og verður tær tess eyðið,

heilsa vára vinir og frændur,

sig av vári neyð!”

 

34 Hann tók av honum gullið alt,

og stingur í barm á sær.

“Eya meg,” segði Gongnrólvur,

“nú havi eg byrðar tvær.”

 

35 Enn gingu teir í sjey dagar

í kava og jøkla meingi,

niður setist Ódnarbjørn:

“Nú gangi eg ikki longur.”

 

36 Niður setist Ódnarbjørn,

kólnar um hendur og føtur.

“Eya meg,” segði Gongurólvur,

“tú bíður ikki bøtur.”

 

37 “Kemur tú aftur til Nøríkis,

og verður tær tess eyðið,

heilsa vára vinir og frændur,

sig av vári neyð!”

 

38 Hann tók av honum gullið alt,

so kavi stóð upp til kníggja.

“Eya meg,” sagði Gongurólvur,

“nú havi eg byrðar tríggjar.”

 

39 Rólvur tekur at ganga tá

langar leiðir drúgvar,

hann sær eld í fjalli brenna,

og høgar neistar flúgva.

 

40 Hann gekk sær á heyggin fram

og tekur trølli at banna:

“So skal eg gullið niður grava,

og eingin skal tað kanna.”

 

41 Hann gekk sær á heyggin fram

og tekur trølli at blóta:

“So skal eg gullið niður grava,

eingin skal tað njóta.

 

42 So skal eg gullið niður grava,

og eingin skal tað saka.”

Svaraði eitt á baki hans:

“Eg skal tað burtur taka.”

 

43 Rólvur hugsar við sjálvum sær:

“Ikki er úti at standa,

antin her búgva fólk ella trøll,

eg skal í hellið ganga.”

 

44 Rólvur gekk í hellið inn,

og stór sat kona við eld:

“Hvaðan ert tú, frosin fólk,

sum her er komin í kvøld?”

 

45 Rívur hon burtur av eygum hans

og hevur hann so við orði:

“Hvat landi ert tú alin upp,

og hvat landi ert tú borin?”

 

46 “Norðmýri eri eg alin upp,

mín faðir æt Gian sterki.”

“Óbeint hevur tú higar stýrt,

og tað kann eg væl merkja.

 

47 Var Gian sterki faðir tín,

og ert tú borin av honum,

samborin eru vit systkin tvey

bæði til kals og konu.”

 

48 Hon reiv av honum frosið vatn

og so tað glerið fasta,

setir hann fram at eldinum,

og ei vildi gullið glæstra.

 

49 Hon gav honum oksalegg

burtur av síðu streingi,

Rólvur kendi merki sítt,

hann hugsaði um tað leingi.

 

50 “Kemur risin av skógnum heim

lítið má hann teg meta,

fær hann teg við eygum at síggja,

við kjaftinum má hann teg eta.

 

51 Kemur risin av skógnum heim,

lítið má hann teg virða,

nú er vandi komin á hond,

hvar skal eg Rólvin hirða?”

 

52 Sveipar hon hann í skinnini grá,

og hevði væl onnur klæði,

hirdi hann so í eina urð,

og tætt við steinar legði.

 

53 Rólvur liggur í gólvinum

í so lítið veldi,

oman skulvu dalar og fjøll,

tá risin kom heim á kvøldi.

 

54 Hellið bæði svigtaði og skalv,

tá ið hann gekk í sæti;

Rólvur hugsar við sjálvum sær:

“slíkt eru trøllalæti.”

 

55 “Eg gangi aldri so inn og út,

eg kenni av beiskum ranni,

tað er í mítt helli komið

eittans bein úr manni.”

 

56 “Kráka fleyg yvir ljóara í dag

við deyða mans bein í munni,

hon feldi tað inn, eg kastaði út

tað snarasta, sum eg kundi.”

 

57 “Eg gangi aldri so inn og út,

eg kenni av beiskum ranni,

Hilda, hevur tú krásir veitt,

og greið tær heilar á hand!”

 

58 “Eg havi sitið í hellinum

foruttan allar sveinar,

fátt má teim til krásir koma,

ið heima sita eina.

 

59 Knørr brotnaði við skeri á,

má eg meg rætt um minna,

ein havi eg av tali mist,

eg kann hann ikki finna.

 

60 Ein havi eg av tali mist

av teim hundrað tólv,

tá stóð eg fyri aftan stýrið

og hoyrdi nevndan Rólv.”

 

61 Leggur hon hendur um risans háls,

kallar hann søta sín:

“Hvøssu skal tað vorðið verða,

komin er bróðir mín.”

 

62 “Kanst tú mær hann heilan greiða,

kanst tú við at fara,

eg skal svørja tær trygdareið,

einki skal eg honum gera.

 

63 Kanst tú mær hann heilan greiða,

kanst tú við at føra,

eg skal svørja tær trygdareið,

einki skal eg honum gera.”

           

64 Tekur hon Rólv úr urðini

og setir á risans kníggja,

einki tordi Gongurólvur

upp á risan at síggja.

 

65 Rólvur situr á risans fangi,

tað var alt við blíðum,

klappar honum tá við tveimum fingrum,

tað brotnaðu riv í síðu.

 

66 Tekur hon Rólv av risans fangi

og setir fram á gólv:

“Fáum stendst við klappan tín,

og fáum kanst tú hóv.”

 

67 Hon legði hann í eina vrá,

hann skuldi eingin síggja,

hann lá sjúkur av hesum sári

í fullar vikur tríggjar.

 

68 Rólvur vitjar út onkun morgun,

lítið er hann førur,

hann sær hesar reyðu ringar

at hanga í gyltum knørrum.

 

69 Rólvur vitjar út árla morgun,

hugsar um sín vanda,

hann sær henda gylta knørr

bak við hellið at standa.

 

70 Sjey vikur var hann í hellinum

foruttan gleði og gleim,

síðan longdist Gongurólv

aftur til Nøríkis heim.

 

71 So runnu tár av risans kinn

sum hagl av stórum æli:

“Illa hevur tú, Gongurólvur,

verið í hellinum ali[n].”

 

72 Risin eigur ein bøttan bjálva,

má meg rætt um minnast,

hann er átjan kópahúðir

við aldanshúðir tvinnar.

 

73 Risin eigur ein bøttan bjálva,

so er greint fyri mær,

hann er átjan kópahúðir

og aldanshúðir tvær.

 

74 Stingur hann Rólv í barmin á sær

við gullkistu hjá,

síðan gár til strandar oman

ímót teirri bylgju blá.

 

75 Risin skundar síni ferð,

út í havið vóð,

so breyt yvir høvur og herðar

rætt sum boðaslóð.

 

76 Fjøruti nætur við grunnin var

niðri við botn at ganga,

síðan skeyt úr kavi upp

ímillum Írlands dranga.

 

77 Tað var um ein sunnumorgun,

ið sjógvin av sær oysti,

Rólvur potaði bjálvan sundur,

við aðrari beltið loysti.

 

78 Tað var um ein sunnumorgun,

bjálvin tók at leka:

“Hevði eg ikki svorið tær trygdareið,

so menn, eg skuldi teg etið.”

 

79 Setir hann Rólv á bakkan upp

og lítur seg upp mót fjøllum:

“Nú havi eg ført teg á land so gott

so langt frá øllum trøllum.”

 

80 Risin skundar sínari ferð

aftur í havið at ganga,

hann bleiv standandi sum ein stein,

vær kalla Írlands dranga.

 

81 Fyrstu nátt í borgum svav,

hann svav hjá frúnnar síðu,

tað varð mær av sonnum sagt,

hans hendur fóru ikki víða.

 

82 Aðra nátt í borgum svav,

hann svav hjá frúnnar armi,

tað varð mær av sonnum sagt,

av gekk moyggjar navn.

 

83 Summi vildu Rólvin heingja

og summi fyri bakkan kasta,

uttan frúgvin Ljósavá,

hon bað ikki Rólvin lasta.

 

84 “Eg eigi ein fugl á Viðanesi

við sítt nevið breiða,

hann kann flyta Rólv yvir hav

og hansara ferðir greiða.”

 

85 Tók hann Rólv í klørnar á sær

og fleyg so høgt í skýggja,

sjeynda dagin har eftir hann

Ísland ræður at síggja.

 

86 Mánað var hann í Íslandi

foruttan gleði og gleim,

síðan longdist Gongurólvur

aftur til Nøríkis heim.

 

87 Hann kom aftur til Nøríkis,

sum fátt var fólk á gangi,

møtir hann síni yngstu systur

við ungum syni á fangi.

 

88 Øll vildu kallin síggja,

og øll vildi hann tá skoða,

so varð fólkið mikið um hann,

teir trongdu hann niður við durum.

 

89 Svaraði sankti Ólavur kongur,

hann biður trælarnar tiga:

“Ver vælkomin, kallur mín,

tú kanst frá neyðum siga.”

 

90 “Eg kann frá øllum neyðum siga,

og sorgina má meg grøta,

hvør sum siglir Grønlandsfjørð,

ymist má hann møta.

 

91 Stundum havi eg við grunnin verið,

stundum uppi við ský,

hvør sum siglir Grønlandsfjørð,

hann lær ikki alla tíð.

 

92 Stundum havi eg við skýini verið,

stundum niðri við grunn,

hvør sum mongum slíkum møtir,

hann lær ikki alla stund.”

 

93 Tí varð hann kallaður Gongurólvur,

eingin hestur hann bar,

kinnar reyðar sum hummarklógv,

og sólin roðar í kav.

 

Troðum lættliga dansin,

            dagurin skín so fagurliga,

            komið er hægst á summarið.

 

CCF 29 Da

TSB E 148

 

Handrit: Fugloyarbók. AM Access. 4a, nr. 67, s. 277.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 602.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 9. bind, s. 58.

 

Heimild: Úr Fugloy. Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík, fyri 1854.

 

E 148 Gongurólvs kvæði (Girl captured by giant is released by her brother)

D, S: Risin Gongurólvur hevur rænt eina unga gentu, og beiggi hennara (cD: beiggjar) er farin at leita eftir henni. (cD: Gongurólvur fær skip hansara at ganga burtur.) Beiggin fer í land og finnur systur sína. Hon fjalir hann fyri risanum, men Gongurólvur følir roykin av kristna manna blóði, og hon noyðist at viðganga, at ein skyldmaður hennara er komin. Hon fær Gongurólv at fara væl við honum. (cD: Beiggin ger systrina við barn.) Gentan sigur, at beiggi sín vil sleppa heim, og risin fyllir eina kistu við gulli til hansara at hava við heim. Systirin fjalir seg í kistuni, og soleiðis ber Gongurólvur hana heim. Tá ið hann kemur aftur til fjallið hjá sær og varnast, at hon er horvin, doyr hann av harmi.

F: Tveir brøður úr Noregi byggja skip og leggja frá landi. Í Íslandi taka teir Rólv umborð sum stýrimann.

Teir koma til trøllalandið, har ið ein risi ger av við hvønn tann, sum roynir at koma sær upp á land. Bara brøðurnir og Rólvur sleppa undan við trøllagullinum. Teir noyðast at fara tvørtur um ein ómetaliga stóran skriðjøkul, og brøðurnir doyggja av kulda. Rólvur grevur alt gullið niður og fer inn í eitt risahelli, har finnur hann eina kvinnu, sum vísir seg at vera systir hansara. Hon krógvar hann fyri risanum, og tá ið hesin kemur aftur, fær hon hann at lova, at hann einki ilt fer at gera Rólvi.

Tá ið Rólvur at enda fer, fær hon risan at bera hann og eina gullkistu yvir hav. Rólvur kemur til eitt moyggjaland. Hann biður risan hyggja í ein eystan, og sum hann so ger, rísur sólin, og hann rennur í stein. Tríggjar nætur er Rólvur hjá einari moyggj í borg hennara, og triðju náttina missir hon moydóm sín.

Hon rópar á ein risafugl at bera Rólv burtur. Hann fer við honum til Tróndheim. Hann hittir systur sína við unga soninum. Hann fer til Ólav kongs, sigur honum frá øllum tí, honum hevur verið fyri, og viðgongur, at hann hevur ligið hjá systur síni. (cF: Síðani skriftar hann, cF: hann doyr.)

á føroyskum: CCF 29 (eisini á donskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019