• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Gongurólvs kvæði

 

CCF 29 E

TSB E 148

 

1 Havið tær eina rímu hoyrt,

inni hevur ligið leingi,

Ingibjørg hevur franskar kempur,

fullvæl raskar dreingir.

 

            Troðum lættliga dansin,

            dagurin skín so fagurliga,

            komið er hægst á summarið.

 

2 Ingibjørg hevur franskar kempur,

fullvæl raskar dreingir,

lótu byggja feigan knørr,

sum gitið man verða leingi.

 

3 Illgerðstein kemur inn árla morgun,

fátt var fólk á gangi:

“Hoyr tað, Ódnar, bróðir mín,

vit skulum á skógin ganga!”

 

4 Illgerðstein og Ódnarbjørn

gingu eina morgunstund,

funnu á eitt fagurt træ

í grønari lund.

 

5 Illgerðstein og Ódnarbjørn

gingu eina morguntíð,

funnu á eitt fagurt træ

í grønari líð.

 

6 Upp lupu fornir norðmenn

fram úr gyltum stóli,

lótu byggja henda knørr

mánað fyri jól.

 

7 Lótu byggja henda knørr

mánað fyri jól,

nevndur var teirra formaður,

hann æt Snarfól.

 

8 Knørrur varð bygdur á Norðmýri,

gott var í honum evni,

átjan alin og fjøruti

var kjølurin millum stevna.

 

9 Knørrur varð bygdur á Norðmýri,

við so nýtum orðum,

seks alin og tríati

var knørrurin millum borða.

 

10 Bygdu knørr við strondum niðan,

lótu teir hann væl prýða,

hvíta gás við munni dreiv,

eftir stóð bylgjan stríða.

 

10a Har kom fram ein gamal maður,

hann var Máur á Mýri:

“Ger væl við mín yngsta son,

hann kann væl knørrin stýra!”

 

11 Har kom fram ein gamal maður,

Giant eitur hann:

“Eg eigi son í Íslandi,

sum knørr væl stýra kann.”

 

12 Svaraði hesin gamli maður,

konu má hann grøta:

“Hann sum siglir Grønlandsfjørð,

ymist má hann møta.”

 

13 Vundu upp ein hvítan dúk,

út í havið settu,

mikil var tann mannamúgva,

á landi stóð har eftir.

 

14 Vundu upp síni silkisegl,

tað klingar í hvørjum streingi,

hildu havn í Íslandi,

sum gitið man verða leingi.

 

15 Hildu havn í Íslandi

bæði við vold og ræði,

tóku hin unga Gongurólv,

hann kemur nú fyrst í kvæðið.

 

16 Hildu havn í Íslandi,

tað kundu væl dreingir fíra,

tóku hin unga Gongurólv,

hann kundi væl knørrin stýra.

 

17 Vundu upp síni silkisegl

yvir tann salta sjógv,

vaksa tók tá aldan,

bylgjan breyt á lógv.

 

18 So var veður á sjónum hart,

at sandur á bunka reyk,

meðan stýrir Gongurólv,

at beinur knørrur fleyt.

 

19 So var veður á sjónum hart,

at ódnin mátti kalla,

so stýrir Gongurólvur,

at hvørgum borði halla.

 

20 So var veður á sjónum hart,

at ódnin mátti heita,

so stýrir Gongurólvur,

at frá dreiv mjøllin hvíta.

 

21 Til svaraði Gongurólvur,

úr skjúrtu vant hann blóð:

“Tað kenni eg á sjálvum mær,

at ei verður ferðin góð.”

 

22 Eitt kom æl av útnyrðingi,

tað brakar í borð og bjálkar;

til tess svaraði Gongurólvur:

“Nú má Gud os hjálpa.”

 

23 Teir finga ein so stóran sjógv,

at øllum tókti undur,

seglini fullu á bunka niður,

togini brustu sundur.

 

24 Bylgjan breyt í havinum

líkt við dalir og fjøll,

drivu teir í Havdal norður,

har vóru mikil trøll.

 

25 Drivu teir í Botnar norður,

har máttu teir lenda,

so var veðrið á sjónum hart,

teir kundu ei aftur venda.

 

26 Drivu teir í Botnar norður,

sum søgur ganga frá,

tað var meira enn tólvhundrað,

ið deytt á bunka lá.

 

27 Drivu teir í Botnar norður

uttan gleði og gaman,

eftir livir Gongurólvur,

tríggir vóru tilsaman.

 

28 Skunda sær av skipinum,

frá tí deyða liði,

Illgerðsteinur og Ódnarbjørn

og Gongurólvur tann triði.

 

29 Gingu teir á bakkan upp,

tað kundu teir lítið frýggja,

tá sóu teir frá fjalli koma

grimar risar tríggjar.

 

30 Risin kom úr fjøllum oman,

línu um sínar  hendur,

hon var bæði tjúkk og long

og stálda krók í hendi.

 

31 Risin kom úr fjøllum oman,

tykist væl at fá:

“Eg eigi bæði havn og vík,

hvør við sínum ráðum.

 

32 Eg eigi bæði havn og vík,

hvør við sínum ráðum;”

dró so knørr í fjallið upp

við brøðrum sínum báðum.

 

33 Dró hann knørr í fjallið upp

við so tungum stríði,

tað er mær av sonnum sagt,

hann tók teir báðar av lívi.

 

34 Rólvur tók at ganga tá

drúgva leið og langa,

hann sær hesi ódnartrøll

við gyltum knørri ganga.

 

35 Gingu teir í skeytaæli,

kavi í jøklameingi,

niður settist Illgerðsteinur:

“Nú gangi eg ikki leingi.”

 

36 Niður settist Illgerðsteinur,

kólna hendur og føtur.

“Eya meg,” segði Gongnrólvur,

tú bíður ikki bøtur.”

 

37 “Kemur tú aftur til Noregis,

verður tær tess eyðið,

heilsa bæði vinir og frændur,

sig av vári neyð.”

 

38 Hann tók av honum gullið alt,

stingur í barm á sær.

“Eya meg,” segði Gongurólvur,

“nú havi eg byrðir tvær.”

 

39 Gingu teir í skeytaæli,

kava í jøklameingi,

niður settist Ódnarbjørn:

“Nú gangi eg ikki longur.”

 

40 Niður settist Ódnarbjørn,

kólna hendur og føtur.

“Eya meg,” segði Gongurólvur,

“tú bíður ikki bøtur.”

 

41 “Kemur tú aftur til Noregis,

verður tær tess eyðið,

heilsa bæði vinir og frændur,

sig av vári neyð.”

 

42 Hann tók av honum gullið alt

við kava upp til kníggja.

“Eya meg,” segði Gongurólvur,

“nú havi eg byrðir tríggjar.”

 

43 Rólvur gongur á heyggin fram,

tekur trøllum at banna:

“So skal eg gullið niður grava,

eingin skal tað kanna.

 

44 So skal eg gullið niður grava,

ongum skal tað bata.”

Svaraði aftur á baki hans:

“Eg skal burtur taka.”

 

45 Enn gekk Rólvur í átta dagar,

einasti av monnum,

hann sá ikki svartan fugl

á snjóhvítum fonnum.

 

46 Rólvur tók at ganga tá

langa leið og drjúgva,

hann sá seg í fjallið upp

eld og neistar at fljúgva.

 

47 Rólvur hugsar við sjálvum sær:

“Ikki er úti at standa,

antin her búgva fólk ella trøll,

eg skal í hellið ganga.”

 

48 Rólvur kom í hellið inn,

sum stór sat kona við eld:

“Hvaðan er hesi frosin feld,

ið higar er komin í kvøld?”

 

49 Rívur hon glerið frá eygum hans,

ið hvøssu hann var vorðin:

“Hvat landi ert tú alin upp,

í hvat landi ert tú borin?”

 

50 “Á Norðmýri var eg alin upp,

mín faðir Giant sterk.”

“Óbeint hevur tú higar stevnt,

tað kann eg væl merkja.

 

51 Var Giant sterki faðir tín,

og ert tú komin av honum,

samborin erum vit systkin tvey,

bæði til kals og konu.”

 

52 Rívur hon av honum frosin klæði

og so tað glerið fasta,

setti fram at eldinum,

ei vildi gullið glæstra.

 

53 Rívur hon av honum frosin klæði

og so tað glerið váta,

losnaði stykki úr herðum hans,

ið glerið hevði matað.

 

54 Oksalegg fekk hann at eta

og burtur av síðustreingi,

Rólvur kendi merkið sítt,

hugsaði um tað leingi.

 

55 “Kemur hann risin av skógnum heim,

lítið man hann teg meta,

sær hann teg við eygunum,

við kjafti man hann teg eta.

 

56 Kemur hann risin av skógnum heim,

lítið man hann teg virða,

nú er vandi komin á hond,

hvar skal eg Rólvin hirða?”

 

57 Sveipar hon hann í skinnini grá,

hon hevði væl onnur klæði,

hon melur hann so í eina urð

tætt í steinalaðið.

 

58 Rólvur liggur í urðini

við so lítið veldi,

oman skulvu dalir og fjøll,

tá ið risin kom heim á kvøldi.

 

59 Hellið bæði svigtaði og skalv,

tá ið hann gekk í sæti.

Rólvur hugsar við sjálvum sær:

“Slíkt eru trøllalæti.”

 

60 “Eg gangi ikki so út ella inn,

eg kenni ikki av beiskum ranni,

her er heim í hellið inn

eittans bein av manni.”

 

61 “Kráka fleyg yvir ljóara í dag

við mannabein í munni,

hon kastaði tað inn, eg kastaði út

tað skjótasta, sum eg kundi.”

 

62 “Eg gangi ikki so út og inn,

eg kenni ikki av beiskum brondum.

Hilda, hevur tú krásir veitt,

tú greið tær heilar av hondum!”

 

63 “Eg havi sitið í hellinum

næst við ongar sveinar,

fátt man teim til krásir koma,

ið heima sita einar.”

 

64 “Knørrur er brotnaður við sker í ár,

má meg rætt um minna,

eg havi ein av tali mist,

eg kann hann ikki finna.

 

65 Eg havi ein av tali mist

av teim hundrað tólv,

tá stóð eg fyri aftan stýrið

eg hoyrdi nevndan Rólv.”

 

66 Leggur hon hond um risans háls,

kallar hann søta sín:

“Hvussu skuldi vorðið verið,

um komin var bróðir mín?”

 

67 “Kanst tú mær hann heilan greiða,

og kanst tú við at fara,

eg skal svørja tær tryggan eið,

so víst skal eg hann spara.

 

68 Kanst tú mær hann heilan greiða,

og kanst tú við hann vera,

eg skal svørja tær tryggan eið,

eg skal honum einki gera.”

 

69 Tekur hon Rólv úr urðini upp

og setir á risans kníggja,

ikki tordi Gongurólvur

upp á risan at síggja.

 

70 Risin klappar Gongurólv,

tó at tað var av blíðum,

tað varð mær av sonnum sagt,

tað brotnaðu riv í síðu.

 

71 Hon tók Rólv av risaknæ,

setti fram á gólv:

“Fáum stendst við klappan tín,

og ongum kanst tú *hóv.”

 

72 Hon legði hann í eina vrá,

eingin skuldi hann síggja,

hann lá sjúkur av sama sári

fullar vikur tríggjar.

 

73 Rólvur vitjar út onkun morgun,

hugsar um tann vanda,

hann sær henda gylta knørr

bak við hellið standa.

 

74 Rólvur vitjar út onkun morgun,

lítið er hann førur,

hann sær hesar reyðu ringar

hanga í gyltum knørri.

 

75 Tá ið hann hevði í hellinum verið

árið og ein mánað,

tað varð mær av sonnum sagt,

tá legði hann ást við Svannu.

 

76 Sjey vetur var hann í hellinum,

man meg rætt um minna,

tað var stolta Svanna lítla,

hon gjørdist bleik um kinnar.

 

77 So rennur tár á risans kinn

sum hagl í hvøssum æli:

“Illa hevur tú, Gongurólvur,

verið í hellinum alin.”

 

78 Sjey vetur var hann í hellinum

fyri uttan gleði og gleim,

síðan leingist Gongurólvur

aftur til Noregis heim.

 

79 Risin eigur ein bøttan bjálva,

má meg rætt um minna,

hann er átjan kópahúðir

og aldinshúðir tvinnar.

 

80 Risin eigur ein bøttan bjálva,

satt at siga frá,

hann er átjan kópahúðir

og aldinshúðir tvá.

 

81 Stingur hann Rólv í barmin á sær,

og gullkistuna íhjá,

og so gekk hann til strandar oman

mót teirri bylgju blá.

 

82 Risin skundaði síni ferð

og út í havið vóð,

bylgjan breyt á húðaherðar

rætt sum boðaslóð.

 

83 Tríati nætur við grunnið var,

niðri við botn at ganga,

síðan skeyt hann úr kavi upp

ímillum Írlands dranga.

 

84 Tað var um ein sunnumorgun,

hann sjógvin av sær oysti.

Rólvur potaði bjálvan sundur,

aðrar við belti loysti.

 

85 Tað var um ein sunnumorgun,

bjálvin tók at leka:

“Hevði eg ikki svorið tær tryggan eið,

so skuldi eg teg etið.”

 

86 Setir hann Rólv í bakkan upp,

hann lítur upp mót fjøllum:

“Eg havi ført teg á land so gott,

so langt frá øllum trøllum.”

 

87 “Tú hevur sett meg upp á land,

eg síggi sól og mána,

tá ið tú kemur í hellið aftur,

tú heilsa jomfrú Svannu!”

 

88 Risin skundaði síni ferð

aftur í havið at ganga,

hann bleiv standandi til ein stein,

vær køllum hann Írlands dranga.

 

89 Tað var um ein árla morgun,

fátt var fólk á gangi,

møtir hann síni yngstu systur

við ungum soni í fangi.

 

90 Fyrstu nátt í borgum svav,

svav hjá frúnnar síðu,

tað varð mær á sonnum sagt,

hans hendur fóru ei víða.

 

91 Fyrstu nátt í borgum svav,

svav á frúnnar armi,

tað varð mær á sonnum sagt,

ei brast moyggjarnavnið.

 

92 Øðru nátt í borgum svav,

svav á frúnnar armi,

tað varð mær á sonnum sagt,

ei brast moyggjarnavnið.

 

93 Triðju nátt í borgum svav,

svav á frúnnar armi,

tað varð mær á sonnum sagt,

tá brast moyggjarnavnið.

 

94 Sjey vetur var hann í Íslandi

bæði við gleði og gleim,

síðan longdist Gongurólvur

aftur til Noregis heim.

 

95 “Eg eigi ein fugl á Viðanesi

við sítt nevið breiða,

hann skal flytja Rólv yvir hav,

og hansara vegir greiða.”

 

96 Tók hann Rólv í klørnar á sær

og fleyg so hátt í ský,

sjeynda dag hareftir

hann kom í Tróndheims bý.

 

97 Summir vildu kallin heingja,

summir fyri bakka kasta,

uttan frúgvin Ljósuvant,

hon bað ikki Rólvin lasta.

 

98 Øll vildu hann síggja,

øll vildu hann skoða,

so var fólkið mikið um hann,

tey trongdu hann niður við durum.

 

99 Til svaraði sankt Ólavur kongur,

biður nú trælirnar tiga:

“Ver vælkomin, kallur mín,

tú kanst av neyðum siga!”

 

100 Til svaraði sankt Ólavur kongur,

konu man hann grøta:

“Hann sum siglir Grønlands fjørð,

ymist má hann møta.”

 

101 “Stundum havi eg við grunnin verið,

stundum undir ský,

hann sum siglir Grønlandsfjørð,

lær ikki allan tíð.

 

102 Stundum havi eg við skýum verið,

stundum niðri við grund,

hann sum siglir Grønlandsfjørð,

lær ikki alla stund.”

 

103 Tí varð hann kallaður Gongurólvur,

eingin hestur hann bar,

kinnin var reyð sum hummarklógv,

sólin roðar í hav.

 

            Troðum lættliga dansin,

            dagurin skín so fagurliga,

            komið er hægst á summarið.

 

CCF 29 E

TSB E 148

 

Handrit: Savn Hammershaimbs AM, Access. 4c I [6].

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 607.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 9. bind, s. 70.

 

Heimild: Úr Viðoy. Ole Olesen, Ólavur í Innistovu (1784-1866), Hvannasundi 1853.

 

E 148 Gongurólvs kvæði (Girl captured by giant is released by her brother)

D, S: Risin Gongurólvur hevur rænt eina unga gentu, og beiggi hennara (cD: beiggjar) er farin at leita eftir henni. (cD: Gongurólvur fær skip hansara at ganga burtur.) Beiggin fer í land og finnur systur sína. Hon fjalir hann fyri risanum, men Gongurólvur følir roykin av kristna manna blóði, og hon noyðist at viðganga, at ein skyldmaður hennara er komin. Hon fær Gongurólv at fara væl við honum. (cD: Beiggin ger systrina við barn.) Gentan sigur, at beiggi sín vil sleppa heim, og risin fyllir eina kistu við gulli til hansara at hava við heim. Systirin fjalir seg í kistuni, og soleiðis ber Gongurólvur hana heim. Tá ið hann kemur aftur til fjallið hjá sær og varnast, at hon er horvin, doyr hann av harmi.

F: Tveir brøður úr Noregi byggja skip og leggja frá landi. Í Íslandi taka teir Rólv umborð sum stýrimann.

Teir koma til trøllalandið, har ið ein risi ger av við hvønn tann, sum roynir at koma sær upp á land. Bara brøðurnir og Rólvur sleppa undan við trøllagullinum. Teir noyðast at fara tvørtur um ein ómetaliga stóran skriðjøkul, og brøðurnir doyggja av kulda. Rólvur grevur alt gullið niður og fer inn í eitt risahelli, har finnur hann eina kvinnu, sum vísir seg at vera systir hansara. Hon krógvar hann fyri risanum, og tá ið hesin kemur aftur, fær hon hann at lova, at hann einki ilt fer at gera Rólvi.

Tá ið Rólvur at enda fer, fær hon risan at bera hann og eina gullkistu yvir hav. Rólvur kemur til eitt moyggjaland. Hann biður risan hyggja í ein eystan, og sum hann so ger, rísur sólin, og hann rennur í stein. Tríggjar nætur er Rólvur hjá einari moyggj í borg hennara, og triðju náttina missir hon moydóm sín.

Hon rópar á ein risafugl at bera Rólv burtur. Hann fer við honum til Tróndheim. Hann hittir systur sína við unga soninum. Hann fer til Ólav kongs, sigur honum frá øllum tí, honum hevur verið fyri, og viðgongur, at hann hevur ligið hjá systur síni. (cF: Síðani skriftar hann, cF: hann doyr.)

á føroyskum: CCF 29 (eisini á donskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019