• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Gongurólvs kvæði

CCF 29 Fa

TSB E 148

 

1 Eina veit eg rímuna,

inni hevur ligið leingi,

Ingibjørg hevur oss trúskap kent,

ríma um reystar dreingir.

 

            Stígum fast á tað gólv, sparum ei vár skó!

            Gud man ráða, hvar vær drekkum onnur jól.

 

2 Ingibjørg hevur oss trúskap kent,

ríma um reystar dreingir.

fornar kemur av Noregis landi,

sum gitið man verða leingi.

 

3 Illgerðsteinur og Ódnarbjørn,

brøður vóru tveir,

tað er mær av sonnum sagt,

í Noregi ráddu teir.

 

4 Illgerðsteinur og Ódnarbjørn,

brøður vóru báðir,

tað er mær av sonnum sagt,

í Noregi høvdu teir ráðið.

 

5 Illgerð kemur inn árla morgun,

býður sín bróður svar:

Hoyr tú, Ódnar, bróðir mín,

vit skula á skógvin fara.

 

6 Riðu teir á skógvin burt

eina morguntíð

funnu eitt so fagurt træ,

tað lá í grønari líð.

 

7 Riðu teir á skógvin burt

eina morgunstund,

funnu eitt so fagurt træ,

tað lá í grønari lund.

 

8 Teir funnu eitt so fagurt træ

mitt í grønari líð.

eg svørji tann eið á mína trúgv,

teir lótu har knørr av smíða.

 

9 Knørrur varð bygdur á Noregi,

gott var í honum evni,

átjan alin og fýrati

var kjølurin millum stevna.

 

10 Knørrur varð bygdur á Norðmøri

við so nýtum orðum,

hann var fullar átjan alin

breiður millum borða

 

11 Teir lótu byggja ein breiðan knørr,

fagran og so langan,

hvíta fjøður við kinn á sær,

ringdan seym til ranga.

 

12 Teir lótu byggja ein breiðan knørr,

ringdan seym til róðrar,

hvíta fjøður við kinn á sær,

væna og so stóra.

 

13 Knørrur varð bygdur á Norðmøri

mánað fyri jól,

nevndur var teirra stýrimaður,

hann æt Snarifór.

 

14 Vant hann upp ein hvítan dúk,

út í havið setti,

mikil var tann mannamúgva,

ið stóð á landi eftir.

 

15 Tá steig mangur fagur fótur

út av Noregis landi,

hildu so í havið út,

sum sólin fagurt brandi.

 

16 Hann loysti æl av útnyrðingi,

brakar í súðum hart,

seggjar so við grunnin vóðu

bæði dag og nátt.

 

17 Teir løgdu inn í Íslandi

í einum havnarvisti,

góðan høvdu teir viljan til

formannin at skifta.

 

18 Tað var um ein halgan dag,

fátt var fólk á gongd,

har kom gangandi ein gamal maður,

og ungan son við hond.

 

19 Ein kom maður av bergi oman

heiman av Tannamýri:

“Ger væl við mín unga son,

hann kann væl knørri stýra!”

 

20 Teir lógu inni í Íslandi

í eini havn so langa,

tóku hin unga Gongurólv,

hann kemur nú fyrst at ganga.

 

21 Tá var veður á sjónum hart,

Rólvur gekk til stýrið,

aldan breyt í húnbor hátt,

tá bliknaðu dreingir dýrir.

 

22 Tá var veður á sjónum hart,

tá tognaði seymur í rongum,

Ísland var sum fuglur á sjóm,

teir liðu út frá landi.

 

23 So var veður á sjónum hart,

dreingir hildu í hond,

Ísland var sum fuglur at sjá,

tí aldan fjaldi land.

 

24 Tá var veður á sjónum hart,

slíkt var mikið undur,

seglini fullu á bunkan niður,

togini gingu sundur.

 

25 So var veður á sjónum hart,

bitarnir sundur ganga,

viltust norður í Trøllabotn,

vistu sær lítið at fanga.

 

26 So var veður á sjónum hart,

brakar í bondum og borðum,

viltust norður í Trøllabotnar,

fátt kann feigum forða.

 

27 So var veður á sjónum hart,

bognaði knørrur við øllum,

viltust norð í Trøllabom,

har var bygt við trøllum.

 

28 Risin kemur úr fjalli oman,

trívur um stavnar báðar:

“Eg eigi vatn og víkarlag,

hvør vil sínum ráða.

 

29 Eg eigi vatn og víkarlag,

hvør vil sínum ráða;”

eg svørji tann eið við mína trúgv,

hann sló teir brøður báðar.

 

30 Upp steig fyrsti av monnum Rólvs,

skuldi upp at ganga,

hann varð sligin á tilju niður,

misti lív og anda.

 

31 Upp steig annar av monnum Rólvs,

skuldi upp at gá,

hann varð snart av fótum kiptur,

lagdur hinum hjá.

 

32 Upp steig triði av monnum Rólvs,

hann gekk sær fram eftir,

risin vá mann á hvørjum háttri,

tríggir livdu eftir.

 

33 Eg kann ei við orðum greina

teirra tungu neyð,

tá lá væl eitt tólvhundrað fram

eftir bunkanum deyð.

 

34 Illgerðsteinur og Ódnarbjørn,

Gongurólvur tann triði

løgdu gull í barm á sær,

teir gingu frá deyðum liði.

 

35 So gingu teir átta dagar,

frystir jørð við føtur,

tann ið kemur í tílíka neyð,

bíður ikki bøtur.

 

36 So gingu teir átta dagar,

frystir við jøkil og vallar,

hvør ið sleppur úr slíkari neyð,

kann væl kempur kallast.

 

37 Niður settist Ódnarbjørn,

kólnaðu hendur og føtur.

“Eya meg,” segði Gongurólvur,

“eg bíði tá ikki til bøtur.”

 

38 So gingu teir átta dagar,

kólna tók hond og fót.

“Eya meg,” segði Gongurólvur,

“eg bíði tá ikki til bót.”

 

39 “Verður tær tess eyðið,

tú manst til Noregis vitja,

heilsa bæði vinum og frændum,

eg man eftir sitja.

 

40 Verður tær tess eyðið,

tú kemur til Noregis heim,

heilsa bæði vinum og frændum,

kanst tú málagrein!

 

41 Verður tær tess eyðið,

tú kemur til Noregis vítt,

heilsa bæði vinum og frændum,

gloym ikki roysni títt!”

 

42 Deyður fell tá Ódnarbjørn

Gongurólvi for knæ.

“Eya meg,” segði Gongurólvur,

“nú havi eg byrðar tvær.”

 

43 Enn gingu teir átta dagar,

frysti jørð við føtur,

tann ið kemur í tílíka neyð,

hann bíður ikki bøtur.

 

44 Enn gingu teir átta dagar,

frysti við jøkil sum bein,

tann ið kemur í slíka neyð,

missir gleði og gleim.

 

45 Enn gingu teir í átta dagar,

frysti sum jøkil stræti,

hvør ið kemur í tílíka neyð,

missir gleði og kæti.

 

46 Niður settist Illgerðsteinur,

kólnaðu hendur og føtur.

“Eya meg,” segði Gongurólvur,

“eg bíði tað ikki bøtur.”

 

47 Niður settist Illgerðsteinur,

kólna tók hond og fót.

“Eya meg,” segði Gongurólvur,

“eg bíði tað ikki bót.”

 

48 “Verður tær tess eyðið,

tú manst til Noregis vitja,

heilsa bæði vinum og frændum,

eg man eftir sitja.

 

49 Verður tær tess eyðið,

tú kemur til Noregis heim,

heilsa bæði vinum og frændum,

kanst tú málagrein.

 

50 Verður tær tess eyðið,

tú kemur til Noregis vítt,

heilsa bæði vinum og frændum,

lova ikki roysni mítt!”

 

51 Deyður fell tá Illgerðsteinur

Gongurólvi til kníggja.

“Eya meg,” segði Gongurólvur,

“nú havi eg byrðar tríggjar.”

 

52 Enntá eykast Gongurólvi

mikil meiri vandi,

tá mátti hann í átjan dagar

í kolmyrkri ganga.

 

53 Enn gekk Rólvur átjan dagar,

enn er søgan sonn,

hann sá ikki svartan fugl

á hvítari fonn.

 

54 Enn gekk Rólvur átjan dagar

langa leið og drúgva,

eld sá hann í høgum fjalli,

stórar neistar flúgva.

 

55 Gróv hann gull í heyggin niður,

tók so trøllum at blóta:

“Ligg her ævi og aldur allar,

eingin skal teg njóta!”

 

56 Gróv hann gull í heyggin niður,

tekur trøllum at banna:

“Ligg tú her ævi og aldur allar,

njóti teg eingin mann!”

 

57 Gróv hann gull í heyggin niður,

meinti tað skuldi einki saka,

svaraði alt á baki hans:

“Eg skal teg burtur taka.”

 

58 Rólvur hugsar við sjálvum sær:

“Úti fari eg ikki at standa,

antin her búgva fólk ella trøll,

her fari eg inn at ganga.”

 

59 Rólvur gekk í hellið inn,

sum stór sat kona við eld:

“Vesælavætti, dvølst hjá mær,

verm tín frosin feld!

 

60 Vesælavætti, dvølst hjá mær,

verm tíni frosin bein,

kemur hann Rosmar risi heim,

hann setir teg á sín tein.”

 

61 Hon rívur av honum frosnar hosur,

setir við eld at tiðna,

tá lá gler við beinið inni,

ei var gullið linað.

 

62 Hon rívur av honum frosnar hosur,

setir við eld at táta,

rivnaði skikkja av høvdi hans,

sum glerið hevði matað.

 

63 “Tað síggi eg á tínum bjørtu brún,

tú ert av menskum monnum,

sig mær, frægur, eiti títt,

hvaðan ert tú av sonnum?”

 

64 “Eg eri alin á Íslandi

við alskyns makt og prýði,

nevndan hoyrdi eg faðir at mær,

og Máur á Tannamýri.

 

65 Eg eri alin á Íslandi

við alskyns makt og teiti,

nevndan hoyrdi eg faðir at mær,

og Máur á Mýri eitur.”

 

66 “Er tað satt og sanniligt,

tú hevur fyri mær nevnt,

mangt hevur tú av beinum borið,

og beint hevur tú stevnt.

 

67 Er tað satt og sanniligt,

tú hevur fyri mær svorið,

samborin eru vit systkin tvey

bæði til kals og konu.

 

68 Eg eri so vøn við trøllagleim,

tað er ikki yvir at dylja,

tær er komin vandi í hond,

hvar skal eg teg, Rólvur, skýla?”

 

69 Hon ballaði hann í nøkur gráskinn,

hon hevði ei onnur klæði,

fylgdi honum í tætta urð

sum ein steinavarði.

 

70 Rólvur liggur í tættari urð,

lýður at trølla táttum,

oman skruddu skríður úr fjalli,

tá risin kom heim mót náttum.

 

71 Rólvur liggur í tættari urð

við so lítið veldi,

oman skruddu skriður og fjøll,

tá risin kom heim á kvøldi.

 

72 “Mann havi eg av reki mist,

hoyr tú, Hildan svinna!

Eg misti ein mann av hundrað tólv,

eg kundi hann ikki finna.

 

73 Mann havi eg av reki mist,

ein av hundrað tólv,

tá stóð eg fyri aftan stýrið,

nevndan hoyrdi eg Rólv.

 

74 Eg gangi ei so út og inn,

eg kenni av beiskum brondum.

Hilda, hevur tú krásir veitt,

greið tað skjótt av hondum!”

 

75 “Fátt man mær til krásir vera,

eg siti inni ein,

kráka fleyg yvir ljóar í dag,

hon feldi mannabein.

 

76 Kráka fleyg yvir ljóar í dag

við mannabein í munni,

hon kastaði tað inn, eg kastaði tað út

tað snarasta, sum eg kundi.”

 

77 “Eg gangi ei so út og inn,

eg kenni av beiskum ranni,

her er heim til hallar komið

eittans bein av manni.”

 

78 Hon leggur hendur um risans háls,

kallar hann søta sín:

“Hvøssu mundi tær verið við,

um komin var bróðir mín?”

 

79 Risin so til orða tekur:

“Lat tað so vera!

Eg skal svørja trygdareið,

eg skal honum einki gera.”

 

80 Lyfti hon Rólv úr tættari urð

fram á gólv at standa,

eg svørji tann eið við mína trúgv,

tá var Rólvur í vanda.

 

81 Tók hann Rólv á knæ sítt upp,

av so tungari neyð,

ei var kappin á holdi mjúkur,

tað brotnaðu rivini sjey.

 

82 Tók hann Rólv á knæ sítt upp,

av so tungari kvíðu,

ei var kappin á holdi mjúkur,

tað brotnaði riv úr síðu.

 

83 Tekur hon Rólv av risans knæ,

setir niður á gólv:

“Ei stendst barni klappan,

tí fáum kanst tú hóv.”

 

84 Hann legði fram eina oksasíðu,

vant var frá at ganga,

Rólvur kendi merki sítt

á hesum kosti standa.

 

85 Áka nevni eg risan tann,

nógv átti gull at ráða,

fluttu knørr í fjallið niðan

reystir brøður báðir.

 

86 Hann flutti knørr í fjallið niðan

við raskar brøður báðar,

við lívi skildi hann teir at,

tí hann vildi eina ráða.

 

87 Hann flutti knørr í fjallið niðan,

tí trøllini eru sterk,

hevði tað menskur maður gjørt,

tað var tá eitt roysnisverk.

 

88 Rólvur kemur út árla morgun,

myrkt er honum for eygum,

hann sær knørr í fjalli uppi

bundnan við bondum beygum.

 

89 Seks vetur gisti hann

í tí risans ranni,

inntil tann hin sjeynda,

tá bleiv hann loystur av vanda.

 

90 Tað var frúgvin Ingibjørg,

er gingin fyri risan at standa:

“Eg veit tær eingi sannari ráð,

enn flyta hann burt av landi.”

 

91 Tók hann hann á bakið upp,

gullkistu íhjá,

bar hann so til strandar oman

mót teirri bylgju blá.

 

92 Risin fór í ein bøttan hjálma,

har var í ei minna,

væl tey átjan kópaskinn

og aldinshúðir tvinnar.

 

93 Risin fór í ein bøttan bjálva

at halda vatnið úti,

hann var av átjan kópaskinn

og tvinnum aldinshúðum.

 

94 Níggju nætur við grunnið vóð,

tá tók bjálvi at leka:

“Hevði eg ikki svorið trygdareið,

so skuldi eg teg etið.”

 

95 Tá var dagur í havinum,

sólin tekur at troyggja,

við aðrari hondini beltið skar,

og bjálvan av sær floyggjar.

 

96 Rólvur liggur á risans herðum,

tekur honum at longta,

legði nær at hjálpa til,

bjálvan burtur slongdi.

 

97 Hann loysir æl av útnyrðingi,

glymur á hamra húðum,

kom ikki fyrr á Moyggjaland,

fyrr enn sólin var á bøum.

 

98 “Nú havi eg flutt teg á tað land,

tú sært bæði sól og mána,

far væl, Rólvur Upsalajall,

eg nái ikki við teg at tala.”

 

99 “Takk havi tú fostri mín,

tú flutti meg í heim,

tá ið tú aftur í hellið kemur,

heilsa fostru *heima!

 

100 Takk havi tú, fostri mín,

tú flutti meg til manna,

tá ið tú kemur aftur í høll,

heilsa Urðarsvanna!”

 

101 Tá stakk tár úr risans kinn

sum høgl úr skørpum æli:

“Far væl, Rólvur Upsal[a]jali,

eg fái ikki við teg talað!”

 

102 “Tá ið tú skamt frá landi kemur,

lít teg upp í eystur,

har skalt tú síggja jomfrú tá,

gevur tær fullgott treyst!”

 

103 Hann leit seg upp mót sól og mána,

ræð tá aftur at ganga,

stendur í miðjum Írlandshavi,

merkir ein stórur drangur.

 

104 Ein kom moyggj í hallina inn,

sigur frúnni frá:

“Mann síggi eg mót borgum ríða,

miklan í brynju blá.”

 

105 “Sært tú mann mót borgum ríða,

miklan í brynju blá,

leiðið mær hann í hallina,

sjálv vil eg hann sjá!”

 

106 Fyrstu nátt í borgum svav

á ríku frúnnar armi,

eg svørji tann eið á mína trúgv,

ei brast moyggjarnavn.

 

107 Árla var um morgunin,

allar vildu hann skoða,

summar vildu royta hans hár,

summar for bakkan toga.

 

108 Summar vildu royta hans hár,

summar for bakkan kasta,

uttan hin ríka Lindinmjá,

hon bað ikki Rólvin lasta.

 

109 Øðru nátt í borgum svav

við ríku frúar síðu,

hann lá tryggur í síni song,

hans hendur fóru ei víða.

 

110 Árla var um morgunin,

allar vildu hann njóta,

summar vildu royta hans hár,

summar bein at bróta.

 

111 Summar vildu royta hans hár,

summar beinini bróta,

uttan hin svinna Lindinmjá,

hon vildi hann sjálvan njóta.

 

112 Triðju nátt í borgum svav

í ríku frúar armi,

eg svørji tann eið á mína trúgv,

tá brast moyggjarnavn.

 

113 “Heintið mær Skúgv á Stokkanesi

við sítt nevið ljósa,

hann skal flyta Rólv yvir hav,

má eg hann eina njóta!

 

114 Heintið mær Skúgv á Stokkanesi

við sítt nevið blúgva,

hann skal flyta Rólv yvir hav,

langa leið og drúgva!”

 

115 Har kom ein fuglur, sum fyrr varð nevndur,

fleyg undir himmal ein,

hvar hann settist á slætta mørk,

hann merkir spor í stein.

 

116 Har kom ein fuglur, sum fyrr er nevndur,

fleyg yvir urðafjøll,

hvar hann settist á slætta mørk,

hann merkir spor í vøll.

 

117 Har kom ein fuglur, sum fyrr varð nevndur,

settist á foldum torg,

hvar hann settist á slætta mørk,

hann merkir svaluspor.

 

118 Náttina eina og dagarnar tvá

mundi hann við honum bróta,

hann sá í miðjum Írlandshavi

ein feitan oksa flóta.

 

119 Náttina eina og dagarnar tvá

mundi hann við honum renna,

inntil tann hin triðja,

tá mundi hann Tróndheim kenna.

 

120 Náttina eina og dagarnar tvá

mundi hann við honum fara,

setti hann á tað hægsta fjall,

í Tróndheimi var.

 

121 Hann kom ikki fyrr til Tróndheim niður,

enn fátt var fólk á gangi,

møtti síni sælu systur

við ungum syni í fangi.

 

122 Hann kom ikki fyrr til Tróndheim niður,

enn fátt var fólk á orði,

Ólavur kongur av Noregi

drekkur mjøð við borðið.

 

123 Rólvur gekk í hallina inn,

hevði ikki verið har fyrr,

uttarlaga hann sessin tók,

ytst við hallardyr.

 

124 Tí svaraði Ólavur kongur,

letur so orðum byrja:

“Fyrst er at geva manni mat,

síðan tíðindi spyrja.”

 

125 Svaraði ein av sveinunum,

letur so aftur svara:

“Vænt er at hoyra tíðindi,

maður kann siga frá ferð.”

 

126 “Eg kom mær so langt av leið

frá øllum kristnum monnum,

eg sá ikki svartan fugl

á snjóhvítum fonnum.

 

127 Í heygnum fjaldi eg mítt gull,

fáan veit eg mín maka,

hvør sum hevur í durum troyggjast,

eg unni honum væl at taka.

 

128 Seks vetur í Trøllabotni,

vil eg fyri tær greina,

har legði eg fyrst giftarmál

við míni systur eina.

 

129 Tríggjar nætur í Moyggjalandi

hjá teirri frú hini ríku,

harvið bygdist heimurin,

at grótið fekk sín líka.

 

130 Summar meg í hárið drógu,

kanst tú frøðið skilja?

Harvið bygdist heimurin,

at grótið fekk sín vilja.

 

131 Stundum havi eg við grunni farið,

stundum uppi við ský,

hvør í míni fótspor stígur,

lær íkki allan tíð.

 

132 Stundum havi eg við grunni farið,

stundum skýur gingið,

hvør í míni fótspor stígur,

lær ikki at tí leingi.

 

133 Manga havi eg ónda stund

flakkað suður og norð,

eg havi ikki av skálum drukkið,

ei sitið yvir borð.”

 

134 Tí svaraði Gongurólvur,

gerst so nýtur drongur:

“Heintið mær prest at skrifta meg,

eg vil ikki liva longur!”

 

135 Tá svaraði Ólavur kongur

alt foruttan ekka:

“Um enn tú livir annaðslíkt,

eg gevi tær kost og drekka.”

 

136 Tí svaraði Gongurólvur,

gerst so nýtur drongur:

“Heintið mær prest at skrifta mær,

eg vil ikki liva longur!”

 

137 Tá svaraði Ólavur kongur,

ræður so at svara:

“Um enn tú livir annaðslíkt,

eg gevi tær kost og klæði.”

 

138 Tí svaraði Gongurólvur,

gerst so nýtur drongur:

“Heintið mær prest at skrifta mær,

eg vil ikki liva longur!”

 

139 Skírdu teir hann unga Rólv,

vænan og so fríðan,

tá hann kom úr funti upp,

tá læt Rólvur lívið.

 

140 Tá varð hann kallaður Gongurólvur,

eingin hestur hann bar,

kinnin reyð sum hummarklógv,

sum sólin roðar í kav.

 

            Stígum fast á tað gólv, sparum ei vór skó!

            Gud man ráða, hvar vær drekkum onnur jól.

 

CCF 29 Fa

TSB E 148

 

Handrit: Savnið hjá N. Nolsøe FLB F IV vol. II, Nr. 48, s. 7.

 

Útgávur:

 

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 612.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 9. bind, s. 84.

 

Heimild: Napoleon Nolsøe (1809-1877), Tórshavn 1842.

 

 

 

E 148 Gongurólvs kvæði (Girl captured by giant is released by her brother)

D, S: Risin Gongurólvur hevur rænt eina unga gentu, og beiggi hennara (cD: beiggjar) er farin at leita eftir henni. (cD: Gongurólvur fær skip hansara at ganga burtur.) Beiggin fer í land og finnur systur sína. Hon fjalir hann fyri risanum, men Gongurólvur følir roykin av kristna manna blóði, og hon noyðist at viðganga, at ein skyldmaður hennara er komin. Hon fær Gongurólv at fara væl við honum. (cD: Beiggin ger systrina við barn.) Gentan sigur, at beiggi sín vil sleppa heim, og risin fyllir eina kistu við gulli til hansara at hava við heim. Systirin fjalir seg í kistuni, og soleiðis ber Gongurólvur hana heim. Tá ið hann kemur aftur til fjallið hjá sær og varnast, at hon er horvin, doyr hann av harmi.

F: Tveir brøður úr Noregi byggja skip og leggja frá landi. Í Íslandi taka teir Rólv umborð sum stýrimann.

Teir koma til trøllalandið, har ið ein risi ger av við hvønn tann, sum roynir at koma sær upp á land. Bara brøðurnir og Rólvur sleppa undan við trøllagullinum. Teir noyðast at fara tvørtur um ein ómetaliga stóran skriðjøkul, og brøðurnir doyggja av kulda. Rólvur grevur alt gullið niður og fer inn í eitt risahelli, har finnur hann eina kvinnu, sum vísir seg at vera systir hansara. Hon krógvar hann fyri risanum, og tá ið hesin kemur aftur, fær hon hann at lova, at hann einki ilt fer at gera Rólvi.

Tá ið Rólvur at enda fer, fær hon risan at bera hann og eina gullkistu yvir hav. Rólvur kemur til eitt moyggjaland. Hann biður risan hyggja í ein eystan, og sum hann so ger, rísur sólin, og hann rennur í stein. Tríggjar nætur er Rólvur hjá einari moyggj í borg hennara, og triðju náttina missir hon moydóm sín.

Hon rópar á ein risafugl at bera Rólv burtur. Hann fer við honum til Tróndheim. Hann hittir systur sína við unga soninum. Hann fer til Ólav kongs, sigur honum frá øllum tí, honum hevur verið fyri, og viðgongur, at hann hevur ligið hjá systur síni. (cF: Síðani skriftar hann, cF: hann doyr.)

á føroyskum: CCF 29 (eisini á donskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019