• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Gongurólvs kvæði

 

CCF 29 G

TSB E 148

 

1 Eg veit eina rímuna,

inni hevur ligið leingi:

Ingibjørg hevur os fróðskap kent

at ríma um reystar dreingir.

 

- Orlov biðjum vær, ærligir menn,

dans skulum vær fremja, er ikki dagur enn,

orlov biðjum vær.

 

2 Ingibjørg hevur os fróðskap kent

at ríma um reystar dreingir,

fornar kempur af Noregi,

sum gitið mann verða leingi.

 

3 Fornar kempur af Noregi,

sum dømini hava stór,

lótu byggja ein feigan knørr

mánað fyri jól.

 

4 Teir lata byggja ein feigan knørr,

mánað fyri jól,

nevndur er teirra stýrimaður,

hann eitur Snorri fót.

 

5 Illgerð-Steinur og ódnar-Bjðrn

báðar kann eg nevna,

lata byggja ein feigan knorr,

til Grønlands vilja stevna.

 

6 Brøður fóru á skógvir burt

eina morgun tíð,

funnu teir eitt fagurt træ,

teir lata knørr af smíða.

 

7 Knørrur var bygdur á Norðmýri,

gott var í honum evni,

átjan alin og fjøruti

var kjølurin millum stevni.

 

8 Knørrur var bygdur á Norðmýri,

slíkur var eingin í forðum,

átta føtur og tríati

var breiddin millum borða.

 

9 Teir lótu byggja feigan knørr

fagran og so fríðan

bæði við bondum og bugsprytum,

kongi góvu teir síðan.

 

10 Lótu byggja Grønlandsknørr

fagran og so fljótan

bæði við bondum og bugsprytum,

teir bóðu kong væl njóta.

 

11 Knørrur flýtur for bryggjusporði

við sínum gylta brandi,

eingin hevur tílíkur flotið

fyri kongins landi.

 

12 Snorri kemur inn árla morgun,

konur man hann grøta,

hvor sum siglir Grønlandsfjørð,

ymist man honum møta.

 

13 Vundu upp ein hvítan dúk,

út í havið settu,

mikil var tann mannamúgva,

ið stóð á landi eftir.

 

14 Tá steig mangur feigur fótur

út af Noregis landi,

sigldu so í havið út,

sum sólin fagurt brandar.

 

15 Løgdu inn í Íslandi,

høvdu mangt at kvitta,

fullgóðan høvdu teir vilja til

formannin at skifta.

 

16 Teir komu seg so síðla dags

fátt var fólk á gongd,

har kom fram ein gamal maður

við ungum syni í hond.

 

17 Har kom maður af bergi fram,

Máur æt hann á Mýri:

gerið væl við mín yngsta son,

hann kann væl knørri stýra.

 

18 Hildu undan Íslandi

úr tí havnalagi,

tóku inn unga gongu-Rólv,

hann kemur nú fyrst í kvæðið.

 

19 Tá var veður á sjónum hart,

Rólvur setst við stýri,

vundu seglið í húnar hátt,

og fram gekk knørrurin dýri.

 

20 Tá var veður á sjónum hart,

sveinar halda í hand,

Ísland er sum fuglur at sjá,

aldan fjalir land.

 

21 Vindur kom af rustum niður,

tað brakar í súðum hátt,

Seggir seg við grunni veður

bæði dag og nátt.

 

22 Báran brýtur, Ísland trýtur,

hurrar í hvørjum streingi,

aldan breyt í bæði borð,

alvæl dugdu dreingir.

 

23 Tá var veður á sjónum hart,

ódnin mátti kallast,

so stýrir hann gongu-Rólvur,

at hvørjum borði hallar.

 

24 Fingu ein so stóran sjógv,

Rólvur stóð við stýri,

aldan breyt í húnbora hátt,

tá bliknaðu dreingir dýrið.

 

25 Fingu ein so stóran sjógv,

øllum tókti undur,

seglini fullu á bunkan niður,

togini gingu sundur.

 

26 Tá tók at bendast í breiðum báti,

skulvu borð og bitar,

viltust norð í Trøllabotn,

gekk teim súrt við slitur.

 

27 Risin kemur úr fjalli oman,

trívur um stavnar báðar:

eg eigi vík og havnalag,

hvør vil sínum ráða.

 

28 Tað var fyrsti af teirra monnum,

skyldi upp at ganga,

hann var kiptur af tilju niður,

snarliga misti anda.

 

29 Tað var annar af teirra monnum,

skyldi upp at gá,

hann var kiptur af tilju niður,

deyður fell hinum hjá.

 

30 Harra gud í himiríki

verði við teirra neyð,

trý hundrað mans á knørri doyðu,

treyt hvørki drekka ei breyð.

 

31 Eg fái ei við orðum greint,

hvat teir allar hefti,

tá svav fátt á teirra mál,

tríggir livdu eftir.

 

32 Illgerð-Steinur og ódnar-Bjørn

og gongu-Rólvur hin triði

laða gull í barm á sær,

teir ganga frá deyðum liði.

 

33 Hvør er treyður frá vereldar eyð,

minni kemst til handa,

laða gull í barm á sær,

teir ræðu frá skipum ganga.

 

34 Gingu fullar átta dagar,

frysti jøkilstræti:

hvør sum kemur í tílíka neyð,

hann missir gleði og kæti.

 

35 Niður settist illgerð-Steinur,

kólna tóku hendur og føtur:

tað sær eg, segði gongu-Rólvur,

tú bíður tess ikki bøtur.

 

36 Verður tær tess eyðið,

tú kemur til Noregis heim,

heilsa bæði vinum og frændum,

kanstú mál at greina.

 

37 Her gravi eg mítt gull og fæ,

tað man ongan saka;

tá kvaðst við á baki hans:

eg skal burtur taka.

 

38 Tí svaraði gongu-Rólvur,

bukkaði niður til knæ:

svørji tann eið á mína trú,

nú havi eg byrðar tvær.

 

39 Gingu fullar átta dagar,            '

frystir við jøkilstíg;

hvør sum kemur í tílíka neyð,

hann lær ikki allan tíð.

 

40 Niður settist ódnar-Bjørn,

kólna tók hond og fót:

eya meg, segði gongu-Rólvur,

tú bíður tess ikki bót.

 

41 Verður tær tess eyðið,

tú kemur til Noregis líð,

heilsa bæði vinum og frændum,

tú lova ikki roysni mítt.

 

42 Her gravi eg mítt gull og fæ,

tað man ongan saka,

tá kvaðst við á baki hans:

eg skal burtur taka.

 

43 Tí svaraði gongu-Rólvur,

bukkar niður til kníggja:

svørji tann eið á mína trú,

nú havi eg byrðar tríggjar.

 

44 Tá eykast honum gongu-Rólvi

meiri angist og vandi,

tá ræð hann í átjan dagar

í kolmyrkri at ganga.

 

45 Rólvur gekk tá átjan dagar

langa leið og drjúgva,

eld sá hann í fjalli brenna,

høgar neistar fljúgva.

 

46 Grevur hann gull í sterkan heyg,

tekur nú trøllum at banna:

liggi aldur og allar ævir,

njóti tín eingin manna!

 

47 Grevur hann gull í sterkan heyg,

tekur nú trøllum at blóta:

ligg her aldur og allar ævir,

eingin skal tín njóta!

 

48 Tí svaraði gongu-Rólvur:

úti má ikki standa,

hvørt her byggja trøll ella fólk,

eg fari her inn at ganga.

 

49 Rólvur gekk í skálan inn,

sum stór sat kona við eld:

vesælur vættur, dvølst hjá mær

og verm tín frosin feld.

 

50 Vesælur vættur, dvølst hjá mær

og verm tín frosin bein,

kemur hann Rosmar risin heim,

hann sprytar teg upp á tein.

 

51 Hon reiv af honum frosna váð,

setti at eldi at dasta,

glerið lá um beinini niðri,

ei var í gulli glastra.

 

52 Tað sær eg á tínum eygum tvá,

tú ert af menskum monnum,

sig mær, frægur, eiti títt,

hvaðan ertú af sonnum?

 

53 Eg eri alin í Íslandi

við alskyns mekt og prýði,

nevndan hoyrdi eg faðir mín,

Máur æt hann á Mýri.

 

54 Er hann so sannur faðir at tær,

sum tú hevur fyri mær nevnt,

ont hevur teg af leiðini borið,

óbeint hevur tú stevnt.

 

55 Er hann so sannur faðir at tær,

sum tú hevur mær svorið,

samborin erum vit systkin tvey

bæði til kals og konu.

 

56 Eg eri so von við trøllagleim,

angur kann eg ikki virða,

mær er vandi til handa komin,

hvar skal eg Rólv teg hirða?

 

57 Førdi hon hann í skinnini grá,

hon hevði onnur klæði,

feldi hann so í tætta urð,

sum hann í steini væri.

 

58 Rólvur liggur í urðini,

lýður á trølla táttum,

oman ruddu dalir og fjøll,

tá ið risin kom heim á náttum.

 

59 Oman ruddu dalir og fjøll,

tá ið risin kom heim á kvøldi,

enntá tóktist gongu-Rólvur

liva við lítið veldi.

 

60 Eg gangi ikki so út og inn,

eg kenni ikki beiskum brondum,

Hilda, hevur tú krásir veitt,

tú greið tær snart af hondum!

 

61 Hvat skal mær til krásir verða

uttar á hurð at hitta,

eg havi ikki krásir at veiða tær,

tú kant tað ikki kvitta.

 

62 Mann havi eg á reki funnið,

hoyr meg Hildan svinna,

eg tapti ein af hundrað tólv,

eg kann hann ikki finna.

 

63 Mann havi eg á reki funnið,

tapt havi eg ein af tólv,

tá stóð eg fyri aftan stýrið,

eg hoyrdi nevndan Rólv!

 

64 Eg gangi ikki so út og inn,

tað rýkur af beiskum ranni,

tað er í mítt helli komið

eittans bein úr manni.

 

65 Hvat skal mær til krásir verða,

heima siti eg ein,

kráka fleyg yvir ljóara í dag,

hon feldi mannabein.

 

66 Kráka fleyg yvir ljóara í dag

við mannabein í munni,

hon kastaði tað inn, eg kastaði tað út,

tað snarasta sum eg kundi.

 

67 Kráka fleyg yvir ljóara í dag,

hon feldi mannabein,

hon kastaði tað inn, eg kastaði tað út,

eg var ikki til tess sein.

 

68 Eg gangi ikki so út og inn,

eg kenni ikki beiskum brondum,

Hilda, hevur tú krásir veitt,

tú greið tær snart af hondum!

 

69 Tekur hon hendur um risans háls

og kallar hann søtan sín:

hvøssu mundi tær verið við,

kom her bróðir mín?

 

70 Kanstú mær hann heilan greiða,

kanstú við at víkja,

eg skal svørja tær tryggan eið,

ikki skal eg hann svíkja.

 

71 Kanstú mær hann heilan greiða,

lat tað nú so vera,

eg skal svørja tær tryggan eið,

eg skal honum einki gera.

 

72 Setur hon Rólv á risans knæ

við so lítlari prýði,

ikki var klappan á holdi mjúk,

tað brotnaðu bein í síðu.

 

73 Tekur hon Rólv af risans knæ,

hon setur á hellisgólv:

tað stendst ei barni klappan tín,

fáum kanstú hóv.

 

74 Hann bar honum fram oxalær

alt við ongan vanda,

Rólvur kendi falligt merki

á hesum kosti standa.

 

75 Hann bar honum fram oxasíðu,

betur kundi hann ikki velja,

svørji tann eið á mína trúgv,

tá kvaðst Rólvur at selja.

 

76 Ragnar nevni eg tann grima risa,

nógv hevði gull at ráða,

hann hevur knørr í fjallið sett

við sínar brøður báðar.

 

77 Hann hevur knørr í fjallið sett

við sínar brøður báðar;

við lívið skildi Rosmar teir,

tí hann vildi eina ráða.

 

78 Rólvur kemur út árla morgun,

rívur skruvu frá eygum,

hann sær knørr í fjallið settan,

bundnan við bondum beygum.

 

79 Rólvur hugsar við sjálvum sær,

trøllini tey eru sterk,

hevði tað menskur maður gjørt,

 tá var tað eitt roysnisverk.

 

80 Sex vetur var hann í Trøllabotnum

út í risans ranni,

inntil tann hin sjeynda,

tá legði hann ást við svannu.

 

81 Tað var um ein helgan dag,

hon gongur fyri risan at standa:

eg veit tær eingi betri ráð,

tú flyt hann burtur af landi!

 

82 Risin eigur ein bøttan bjálva,

man meg rætt um minna,

har vóru átjan kobbaskinn

og aldanshúðir tvinnar.

 

83.Tekur hann Rólv á bak sítt upp,

gullkistu íhjá,

bar hann so til strandar oman

mót teirri bylgju blá.

 

84 Átjan dagar við grunni veður,

glymur á hamra húðum,

hann kom ei á moyjaland,

fyrr enn sólin roðar á búðum.

 

85 Tá var dagur í havsbrúnini,

Rólvur tók at troystast,

aðrari hendi beltið skar,

bjálva af sær at loysa.

 

86 Tá var dagur í havsbrúnini,

Rólvur tók at hasta,

aðrari hendi beltið skar

bjálva af sær at kasta.

 

87 Eg havi ført teg á land so gott,

aftur ljóti eg at venda,

kvendi teg við ástum beiða,

lukka man teg henda.

 

88 Tú hevur sett meg upp á land,

eg síggi sól og mána,

tá ið tú kemur í hellið aftur,

tú heilsa ungu svannu.

 

89 So runnu tár af risans kinnum,

sum høgl af hvøssum æli:

far væl, Rólvur Uppsal-jall,

eg nái ikki við teg tala.

 

90 Takk havi tú, fostri mín,

tú flutti meg til manna,

tá ið tú kemur í helli títt,

tú heilsa ungu svannu.

 

91 Tá ið tú kemur mitt á leið,

tú lít teg upp í eystur,

har manstú tá drotning sjá,

hon gevur tær fullgott treyst.

 

92 Risin leit í sólarmagn,

hann náddi ikki fram at ganga,

stendur í miðjum Íslandshavi,

merkir stóran dranga.

 

93 Moyjar komu í høllina inn,

siga frúnni frá:

vær síggjum mann á borgararmi

miklan í brynju blá.

 

94 Særtú mann á borgarmi

miklan í brynju blá,

leiðið mær hann í høllina inn,

nú vil eg hann sjá.

 

95 Rólvur gekk í høllina inn,

mist hevði gleði og ráð,

uttarlaga sessin tók,

stavkallunum hjá.

 

96 Rólvur gekk í høllina inn,

mist hevði gleði og kæti,

upp stóð frúgvin Lindin mjá

beyð honum sess og sæti.

 

97 Rólvur gekk í høllina inn,

mist hevði gleði og teiti,

bjarta brúður við borði situr

spyr eftir navn, hvat eitur.

 

98 Rólvur hevði vanan tann,

ið hann hevði fyrr,

uttarlaga sessin tók

ytst við hallardyr.

 

99 Fyrstu nátt í borgum svav

á ríku frúar armi,

svørji tann eið á mína trúgv,

ei brást moyjarnavn.

 

100 Árla var um morgunin,

sól tók fagurt at roða,

upp stóð Rólvur og klæddi seg,

allar vilja hann skoða.

 

101 Summar vildu slíta hans hár,

og summar fyri bakkan kasta,

uttan frúgvin Lindin mjá,

hon bað ikki Rólv so lasta.

 

102 Aðra nátt á borgum svav

hjá ríku frúar síðu,

svørji tann eið á mína trúgv,

hans hendur fóru ei víða.

 

103 Árla var um morgunin,

sól tók fagurt at roða,

upp stóð Rólvur og klæddi seg,

allar vilja hann fjóna.

 

104 Summar vildu slíta hans hár,

summar fyri bakkan kasta,

svaraði frúgvin Lindin mjá:

hví munnið tit Rólv so lasta?

 

105 Triðju nátt í borgum svav

á ríku frúar armi,

svørji tann eið á mína trúgv,

at nú brást moyjarnavnið.

 

106 Árla var um morgunin,

sól tók fagurt at skína,

upp stóð Rólvur og klæddi seg,

allar vildu hann pína.

 

107 Summar vildu hann á gálgan føra,

summar fyri bakkan kasta,

uttan frúgvin Lindin mjá:

hví munnuð tit Rólv so lasta?

 

108 Summar vildu hann á gálgan føra,

summar ríva hans hár,

uttan frúgvin Lindin mjá,

hon fellir fyri hann tár.

 

109 Heintið mær Skúgv af Stokkanesi

við sítt nevið bljúgva,

hann skal flyta Rólv yvir hav

so langa leið og drjúgva.

 

110 Heintið mær Skúgv af Stokkanesi

við sítt nevið hvíta,

hann skal flyta Rólv yvir hav,

sum vænur er á at líta.

 

111 Har kom fuglur, sum fyrr var nevndur,

settist har á jørð,

hvar hann kemur á víðan vøll,

hann merkir eftir spor.

 

112 Har kom fuglur, sum fyrr var nevndur,

hann fleyg yvir urðar og fjøll,

hvar hann settist á foldina fast,

hann merkti spor í vøll.

 

113 Náttina eina og dagarnar tvá

mundi hann við honum bróta,

hann sá í miðjum Írlandshavi

feitan oxa flóta.

 

114 Hann sá flóta ein feitan oxa,

betur kundi hann ikki velja,

svørji tann eið á mína trúgv,

gammurin kvaðst ei at selja.

 

115 Tók hann Rólv á bak sítt upp,

sex dagar mundi hann renna,

inntil tann hin sjeynda,

tá mundi hann Trándheim kenna.

 

116 Næturnar sex og dagar sjey

mundi hann við honum fara,

hann setti hann á tað hægsta fjall

í Trándheimi var.

 

117 Rólvur kom úr fjalli oman,

alt var fólk á gangi,

møtti hann síni sælu systur

við ungum syni í fangi.

 

118 Hann kom ikki fyrr til Trándheims niður,

enn alt var fólk á máli,

sveinar trongdu kall í durum,

hann gekk óræddur í skála.

 

119 Í fjallinum fjaldi eg mikið gull,

fáan veit eg mín maka,

hvør sum meg í durum treingir,

eg unni honum væl at taka.

 

120 Kongurin talar til sínar menn,

biður teir allar tiga:

gevið kalli ljóð um stund,

hann kann frá ferðum at siga.

 

121 Tí svaraði gongu-Rólvur,

ræður so orðum byrja:

fyrst er at geva manni mat

og síðan tíðindi spyrja.

 

122 Teir bóru honum fram oxalær,

flykkini tvey af svíni,

tunnu breyð og laxir sjey

og bollaskál af víni.

 

123 Teir bóru honum fram oxasíðu,

betur kundi hann ikki velja,

eg svørji tann eið á mína trúgv,

tá kvaðst Rólvur at selja.

 

124 Oftum havi eg í vási verið,

stundum uppi í ský:

hvør sum míni fótspor stígur,

lær ikki alla tíð.

 

125 Oftum havi eg í vási verið,

stundum niðri á grunn:

hvør sum míni fótspor stígur,

lær ikki alla stund.

 

126 Sex vetur var eg í Trøllabotnum

í tann risans ranni,

inntil tann hin sjeynda,

tá legði eg ást við svannu.

 

127 Tríggjar nætur á moyjaland,

farið til døma at taka,

harvið bygdist heimurin,

at kvendið fekk sín maka.

 

128 Svaraði signaður Ólavur kongur

bæði við bold og ræði:

um tú livur annað slíkt,

eg gevi tær kost og klæði.

 

129 Tí svaraði gongu-Rólvur,

gerst nú nýtur drongur:

fáið mær prest at skrifta mær,

eg vil ikki liva longur.

 

130 Skírdu teir tann unga Rólv

fagran og so fríðan,

tá ið hann kom úr funti upp,

tá læt hann sítt lív.

 

131 Tí var hann kallaður gongu-Rólvur,

eingin hestur hann bar,

kinnin var reyð sum hummarklógv,

tá ið sólin roðar í kav.

 

CCF 29 G

TSB E 148

 

Uppruni: V.U. Hammershaimb: ”Færøiske Kvæder II”, 1855

 

Útgávur: 

1. V.U. Hammershaimb: ”Færøiske Kvæder II”, 1855 s. 131

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 619.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 9. bind, s. 102.

 

Heimild: V.U. Hammershaimb  (1819-1909), Sandavági 1855. 

 

E 148 Gongurólvs kvæði (Girl captured by giant is released by her brother)

D, S: Risin Gongurólvur hevur rænt eina unga gentu, og beiggi hennara (cD: beiggjar) er farin at leita eftir henni. (cD: Gongurólvur fær skip hansara at ganga burtur.) Beiggin fer í land og finnur systur sína. Hon fjalir hann fyri risanum, men Gongurólvur følir roykin av kristna manna blóði, og hon noyðist at viðganga, at ein skyldmaður hennara er komin. Hon fær Gongurólv at fara væl við honum. (cD: Beiggin ger systrina við barn.) Gentan sigur, at beiggi sín vil sleppa heim, og risin fyllir eina kistu við gulli til hansara at hava við heim. Systirin fjalir seg í kistuni, og soleiðis ber Gongurólvur hana heim. Tá ið hann kemur aftur til fjallið hjá sær og varnast, at hon er horvin, doyr hann av harmi.

F: Tveir brøður úr Noregi byggja skip og leggja frá landi. Í Íslandi taka teir Rólv umborð sum stýrimann.

Teir koma til trøllalandið, har ið ein risi ger av við hvønn tann, sum roynir at koma sær upp á land. Bara brøðurnir og Rólvur sleppa undan við trøllagullinum. Teir noyðast at fara tvørtur um ein ómetaliga stóran skriðjøkul, og brøðurnir doyggja av kulda. Rólvur grevur alt gullið niður og fer inn í eitt risahelli, har finnur hann eina kvinnu, sum vísir seg at vera systir hansara. Hon krógvar hann fyri risanum, og tá ið hesin kemur aftur, fær hon hann at lova, at hann einki ilt fer at gera Rólvi.

Tá ið Rólvur at enda fer, fær hon risan at bera hann og eina gullkistu yvir hav. Rólvur kemur til eitt moyggjaland. Hann biður risan hyggja í ein eystan, og sum hann so ger, rísur sólin, og hann rennur í stein. Tríggjar nætur er Rólvur hjá einari moyggj í borg hennara, og triðju náttina missir hon moydóm sín.

Hon rópar á ein risafugl at bera Rólv burtur. Hann fer við honum til Tróndheim. Hann hittir systur sína við unga soninum. Hann fer til Ólav kongs, sigur honum frá øllum tí, honum hevur verið fyri, og viðgongur, at hann hevur ligið hjá systur síni. (cF: Síðani skriftar hann, cF: hann doyr.)

á føroyskum: CCF 29 (eisini á donskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019