• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Geyti Áslaksson

 

CCF 30 D

 

Ørindini 1-76

TSB E 3

 

Ørindini 77-128

TSB E 14

 

1 Áslakur droymdi dreymarnar,

segði teir ei for mørgum:

“Tyktist mær sum Haraldur kongur

stýrdi grimum vørgum.”

 

2 Áslakur droymdi dreymarnar,

sigur tað ikki færri:

“Tyktist mær sum siglutrø

tey gingu fjøllum hægri.”

 

3 Svaraði Geyti sonur hans:

“Vær gevum ei slíkt í geyma,

vinturnáttin er so long,

at mangt kann bera í dreyma.”

 

4 Tað var yndig Haraldur kongur,

stendur í fremra stavni:

“Hvar vita tit tann bóndason

til útreið er mín javni?”

 

5 Svaraði kongins lítin svein,

stendur í øðrum stavni:

“Bóndasonur á Upplondum

hann tykist at vera tín javni.”

 

6 Tí svaraði Haraldur kongur,

letur í vreiði renna:

“Er hann ei mín yvirmaður,

tú skalt á báli brenna.”

 

7 So letur hann Haraldur

síni skipini gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

8 Tað var yndig Haraldur kongur

sigldi sær út í hav,

gyltir ringar av reyðargulli

í hans homlum var.

 

9 Tað var yndig Haraldur kongur

út í havið sigldi,

gyltir ringar av reyðargulli,

og teir honum fylgdu.

 

10 Vinda upp síni silkisegi

gull við vovin brond,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Upplond.

 

11 Tað var yndig Haraldur kongur,

siglir við líðir fram:

“Fýsir mær í staðin upp

at síggja henda mann.”

 

12 Kasta sínum akkerum

á tann hvíta sand,

fyrstur stígur Haraldur kongur

sínum fótum á land.

 

13 Fyrstur stígur Haraldur kongur

sínum fótum á land,

tólv brynjaðir av hans monnum

undir hans hvørju hand.

 

14 Hagar varð leiddur gangarin,

kongurin skuldi á ríða,

hann varð klæddur við skarlak

og niður á miðal síðu.

 

15 Hann varð klæddur við skarlak

og niður á miðal síðu,

gyltur var allur saðilin,

sum kongurin skuldi á ríða.

 

16 Hvítur var kongins gangari,

søgur ganga frá,

svartir vóru hóvarnir,

men oyruni vóru grá.

 

17 Tað var yndig Haraldur kongur

heim í garðin fór,

úti sjálvur Áslakur

fyri honum stóð.

 

18 “Statt væl heilur, mín Áslakur,

og so tín yngsti arvi,

hvar hevur tú hann á landi stevnt,

hvat hevur tín drongur við starvi?”

 

19 Tí svaraði Áslakur,

glógvar í gullinum reyða:

“Tú tarvt ikki at minna meg

upp á mín sonar deyða.”

 

20 “Hoyr tú tað nú, Áslakur,

sig mær satt ífrá!

Hvussu eitur kirkjan tann,

ið tín son hvílir hjá?”

 

21 “Hoyr tað tú nú, Áslakur,

siga skalt tú mær!

Hvussu eitur kirkjan tann,

ið tín son hvílir nær?”

 

22 “Hoyr tað, yndig Haraldur kongur,

eg sigi tær satt ífrá,

í Kølrín stendur kirkjan tann,

ið mín son hvílir hjá.

 

23 Hoyr tað, yndig Haraldur kongur,

hetta sigi eg tær:

í Kølrín stendur kirkjan tann,

ið mín son hvílir nær.”

 

24 Tí svaraði Haraldur kongur,

stígur fram yvir fold:

“Deyðan skalt tú mær hamin taka

upp úr døkkari mold.”

 

25 Enn svaraði Haraldur kongur,

sló tað upp við gamni:

“Deyðan skalt tú mær hamin taka,

vita hann var mín javni.”

 

26 Tí svaraði Áslakur,

glógvar í gulli enn:

“Hvussu skal eg hans beinum kenna

burtur blant aðrar menn?”

 

27 Tað var yndig Haraldur kongur,

ríður fram yvir heiði,

møtir hann einum ungum manni,

komin av djóraveiði.

 

28 Møtir hann einum ungum manni

undir silkihúgvu,

kinnin var reyð sum hummarklógv

og eygað sum í dúgvu.

 

29 Møtir hann einum ungum manni,

eingin ið hann kendi,

silkihúgvu á høvdi bar

og finskan boga í hendi.

 

30 Haraldur so til orða tekur:

“Gott er at taka til evna:

sig mær ætt og eiti títt,

og hvussu eg skal teg nevna!”

 

31 Svaraði so hin ungi maður:

“Hvat skal slíkum gegna?

Geyta Áslaksson

so skalt tú meg nevna.”

 

32 Svaraði yndig Haraldur kongur,

glógvar í gulli reyður:

“Hetta man vera tann bóndasonur,

ið oss er sagdur deyður.”

 

33 “Hoyr tað, yndig Haraldur kongur!

Hvat skal slíkum sæta,

at tú fert so víða um land

alt eftir mítt navn at gæta?”

 

34 “Hoyr tú, Geyti Áslaksson!

Eg geri tað ei at loyna,

til tess eri eg higar komin

roysni við teg at royna.”

 

35 Svaraði Geyti Áslaksson:

“Býðist ei betri nú,

allir leikir, sum tær viljið,

kjósi sjálvur tú.

 

36 Stong at skjóta, spjót at leggja,

jútskan hest at tenija,

og til hvørjar útreiðir,

ið tær viljið fremja.

 

37 Stein at varpa, ørvum skjóta,

jútskan hest at taka,

tó vær leikum á sund um stund,

og tað man einki saka.”

 

38 Tí svaraði Haraldur kongur,

frá man frættast víða:

“Vit skulum oss á sundið út

at renna í streymin stríða.”

 

39 Teir fóru sær úr øllum klæðum,

aktaðu ikki um bátar,

moyar og so konurnar

tær tóku so hart at gráta.

 

40 Leiktu teir á sundinum

eina so lítla tíð,

Geyti vann av konginum

ein silvurbúin knív.

 

41 Leiktu teir á sundinum

eina so lítla stund,

Geyti vann av konginum

ein silvurbúgvin pung.

 

42 Leiktu teir á sundinum,

søgur ganga av,

Geyti helt tá konginum

hálva økt í kav.

 

43 Leiktu teir á sundinum,

so fór millum seggja,

kongurin kendi møði við sær,

hann biður at landi leggja.

 

44 Hann sá hvørki himmal ella jørð,

tá ið hann kom av sundi,

bóru hann so í eina borg

og sterkir stólpar undir.

 

45 Bóru hann so í eina borg,

hann skortaði ikki fíggja,

so er mær av sonnum sagt,

hann svav har dagar tríggjar.

 

46 Kongurin situr í hásæti,

tekur hann so til orð:

“Heintið mær Geyta Áslaksson,

og stillið hann inn for borð!”

 

47 Geyti gekk í hallina inn,

kastar knív á borð,

kongur situr í hásæti,

hann talar ikki eitt orð.

 

48 Niklas eitur mágur mín,

hann trýr so væl pá Krist,

hann skal teg Heming á sundi spreingja

har til hevur hann lyst.”

 

49 Leiktu teir á sundinum

eina so lítla tíð,

deyðan førdu teir kongins mág

aftur í grøna líð.

 

50 Leiktu teir á sundinum

eina so lítla stund,

deyðan førdu teir kongins mág

aftur í grønan lund.

 

51 Kongurin situr í hásæti,

sær á sínar  ørvar:

“Nú skal boð til Geyta gera

ongum gørpum øðrum.”

 

52 Geyti gekk í hallina inn,

kastar pung á borð,

kongurin situr í hásæti,

hann talar ikki eitt orð.

 

53 “Hoyr tú, Geyti Áslaksson!

Hvat ið eg sigi tær:

tú skalt skjóta valnøtur

av høvdi á bróður at tær.”

 

54 Geyti fór á skógin burtur

við sínum báðum broddum,

biður nú Gud og sankt Ólav kong

ráða for ørvaroddum.

 

55 Geyti legði ørvu á strong,

Gud var honum við,

so skeyt hann ta lítlu nøtu,

kinn stóð eftir kvirr.

 

56 Geyti legði ørvu á strong,

Gud var honum hollur,

so skeyt hann ta lítlu nøtu,

ikki rørdist kollur.

 

57 Kongurin situr í hásæti,

sær á sínar  ørvar:

“Enn skal boð til Geyta gera

ongum gørpum øðrum.”

 

58 Svaraði Geyti Áslaksson,

boð kom honum til handa:

“Nógv hevur reysti Nøríkis kongur

at gera í faðirs míns landa.”

 

59 Geyti gekk í hallina inn,

og Hemingur nevndist hann har,

snarliga gekk tá seggur í sæti,

var báði fimur og snar.

 

60 “Hoyr tú, Geyti Áslaksson,

siga skalt tú mær!

Hví hevði tú ørvur tvær

í gjár á skóga við tær?”

 

61 “Tí hevði eg ørvur tvær

í gjár á skóga við mær,

hevði eg dripið bróður mín,

onnur varð ætlað tær.”

 

62 Tí svaraði Haraldur kongur,

heldur á reyðum ringi:

“Hoyr tú, Geyti Áslaksson!

Vit hittast enn á tingi.”

 

63 Svaraði Geyti Áslaksson,

hann heldur á øðrum ringi:

“Mongum er væl fjálvað um,

men ikki eru øll á tingi.”

 

64 “Tá skalt tú renna for bergið tað,

ið eitur Hornið háa,

har er eingin afturkomín,

skeiðir hevur vágað.

 

65 Fýra mílir er tað høgt,

og átta er tað breitt,

har er eingin afturkomín,

skeiðir hava veitt.”

 

66 “Skal eg royna for bergið tað,

ið Hornið háa er,

tá skalt tú standa á bergskorum

og vita, hvør leikurin fer.”

 

67 Tað var yndig Haraldur kongur,

fyrsta svøvn hann fekk,

tað var yndig Ólavur kongur

í dreyma fyri hann gekk.

 

68 “Hoyr tú, Haraldur, bróðir mín!

Hvat ið eg sigi tær:

leysa hav tú skikkjuna

í morgin yvir tær!”

 

69 Geyti legði skeiðir á,

hann rann for Hornið háa,

so treiv hann í kongins skikkju,

næst um stóð í váða.

 

70 Hann kom niður í bergskorar,

meti Gud hans neyð,

hann var í ongum øðrum klæðum

enn skarlaksskikkju reyð.

 

71 Hann kom niður í bergskorar,

meti Gud hans trá,

hann var í ongum øðrum klæðum

enn í sin kjortil blá.

 

72 Og tað var signaður Ólavur kongur,

honum var tunga snjøll,

hann bar mann úr bergskorum

fram á grønan vøll.

 

73 “Hoyr tað, Geyti Áslaksson,

hvat ið eg sigi tær,

drep ikki Harald, bróður mín,

so illa líkar tað mær!”

 

74 “Hoyr tað signaður Ólavur kongur,

og so svari eg tær:

“Lat ikki Harald, bróður tín,

koma for eygað á mær!”

 

75 “Hoyr tað, Geyti Áslaksson,

hugsa nú við tær,

hvussu tit skulu í heimi liva,

hvørgin annan sær!”

 

76 Og tað var Geyti Áslaksson,

vildi fara fyrst,

hann fór sær til Onglanda,

hann tók har vetravist.

 

 

TSB E 14

 

77 Tostan fór til Nøríkis

at kæra sína neyð:

“Vár bróðir hevur undir seg tikið

alla Onglands eyð.”

 

78 Tostan gár for Harald kong,

svør á sína lund:

“Vár bróðir hevur undir seg tikið

alla Onglands grund.

 

79 Tær bjóði eg nú, Haraldur kongur,

boga mín at røkja,

eg trúgvi tær ein manna best

við odd og egg at søkja.

 

80 “Tú tarvt ikki Tostan jall

mær til ferðar eggja,

stórum skipum hóskar lítíð,

tí grunt er at landi at leggja.

 

81 “Fjórðingin, ið eg tær bjóði,

mín bróðir tað nú veldir,

enn tú frægi Filkirs arvi,

fara vildi tú heldur.”

 

82 Tað var yndig Haraldur kongur

úti í havið lagdi,

møtti hondum Galti íslandsfari

rymtur av mørgum bragdi.

 

83 Kongurin sigldi í havið út

við teim gyltum løgdum,

møtir hann Galta íslandsfara

rymtur av mørgum brøgdum.

 

84 “Hoyr tú tað, hin lítli maður,

situr í báti niðri:

veist tú nakran fyrilit

at greina frá várum sigri?”

 

85 “Eg sá eikirnar standa við sjó

sum skínandi gullið bjartar,

tá fell hvør av einum kvisti,

vóru so allar svartar.

 

86 Eg sá enn eitt annað træ,

tað var av øllum meiri:

harri, tað eru sálir tygra

og slíka garpa fleiri.

 

87 Eg sá flúgva oknir sjey,

rann teim blóð at rangi,

tað ber fyri tygara sál,

tær missið lív og dreingir.

 

88 Eg sá flúgva aðrar sjey,

brent var teimum fiðri,

aftantil sum svørð at sjá,

tær møttust á mýri.

 

89 Eg sá ljós í lofti brenna,

ein so fagran skara:

tað verður fyri tygara sál,

hon man til himmla fara.”

 

90 Tað var yndig Haraldur kongur,

heldur á eggjateini:

“Tær skuluð Galta á hondum taka,

munnu tó vera seinir!”

 

91 Hilmarmaður av heitum skalv

niður á knæið hvassa,

kongurin bresti lítlum lóv,

og tá skalv hjarta í Galta.

 

92 Galti fór við furkum fram,

legði árar í sjó,

hirdi lítið um kongins vreiði,

seg frá skipinum dró.

 

93 Galti fór í vikina inn,

sum hann hevði ligið leingi,

kongurin helt fram síni ferð,

hann misti báði lív og dreingir.

 

94 Galti fór í víkina inn,

sum hann hevði ligið fyrr,

kongurin helt fram síni ferð,

hann misti báði lív og lið.

 

95 Kasta sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Haraldur kongur

sínum fótum á land.

 

96 Fyrstur stígur Haraldur kongur

sínum fótum á land,

og álbrynjaður Tostan jall

undir hans høgru hand.

 

97 Og álbrynjaður Tostan jall

undir hans høgru hand,

teir slógu sínar  tjaldbúðir

so skamt frá sjóvarstrand.

 

98 Tað var upp á ein helgan dag,

sólin skein so víða,

kongi lystir í staðin upp

at skoða teir kostir fríðar.

 

99 Konginum listar í staðin upp

at skoða teir kostir fríðar,

gingu undir ein høgan heyg,

so eingin skuldi á líða.

 

100 “Tær vil eg Tostan, bróðir mín,

ríkið aftur fáa,

allar hálvar landkomstir

og vera høvdingar báðar.

 

101 Tær vil eg Tostan, bróðir mín,

ríkið aftur leggja,

allar hálvar landkomstir

og vera høvdingar beggja.”

 

102 Tí svaraði Tostan jall

alt foruttan ekka:

“Haraldur kongur fylgdi mær,

og hvat skulu vit honum geva?”

 

103 Tí svaraði Tostan jall:

“Gott er slíkt at njóta,

Haraldur kongur fylgdi mær,

og hvat skulu vit honum bjóða?”

 

104 “Honum vil eg ikki meira geva,

sjálvur vil hann sær kjósa,

hava land for sína longd

og lítlum sigri rósa.

 

105 Honum vil eg ikki meira geva,

sjálvur vil hann tað tiggja,

hava land til sína longd

og nógv rúm í at liggja.

 

106 Eg bjóði tykkum øllum heim,

meiri av monnum og minna,

um tit vilja halda frið

og ongar neisur vinna.”

 

107 Tí svaraði kongurin,

heldur á búnum stáli:

“Um hvat mælti kongurin

í dag fann teg á máli?”

 

108 “Mær vildi kongur, bróðir mín,

ríkið aftur fáa,

allar hálvar landkomstir

og vera høvdingar báðar.

 

109 Mær vildi kongurin, bróðir mín,

ríkið aftur leggja,

allar hálvar landkomstir

og vera høvdingar beggja,

 

110 Tær vildi hann ikki meira geva,

sjálvur skuldi tú tær kjósa,

hava land til tína longd

og lítlum sigri rósa.

 

111 Hann vildi tær ikki meira geva,

sjálvur mundi tú tað tiggja,

hava land til tína longd

og nógv rúm í at liggja,

 

112 Hann beyð okkum øllum heim,

meiri av monnum og minna,

um vær vildum halda frið

og ongar neisur vinna.”

 

113 Tað var tá sum ofta er enn,

mangt er í brøgdum vunnið,

illa líkar Haraldi kongi,

at hann ikki ensku kunni.

 

114 Tí svaraði Tostan jall:

“Og tað skal ikki spara,

hava við oss brynjað lið,

tí gott er við frið at fara.”

 

115 Tí svaraði Haraldur kongur:

“Tað man ei um vara,

hvat skal okkum brynjað lið,

til skemtan skulu vit fara?”

 

116 Teir fóru sær til hallar heim,

slíkt kom teim í huga,

brynjað lið á borði sat,

og ei hava ráðini dugað.

 

117 Hirðin leyp at hallardurum,

sum skínandi gulli bjarta,

kongurin hopar til hallarvegg

við stál og stinna hjarta.

 

118 Brandi brá og mælti svá:

“Hilmar undan leypa,

eg skal standa eftir ein,

og mítt lív dýrt at keypa.”

 

119 Brandi brá og mælti svá:

“Og tað man ei so vera,

báðir skulum vær falla í senn

eg mælti tær fyrst til ferða.

 

120 Upp leyp ein av kongins monnum

sínum brandi brá,

hann kleyv ungan Tostan jall

sundur í lutir tvá.

 

121 Tað var spell, at jallurin

fell frá tí rúnarveldi,

kongurin stendur eftir ein

og søkir til for heldi.

 

122 Jallurin fell, og tað var spell,

frá tí gullinum reyða,

kongurin stendur eftir ein,

teir søkja til hans deyða.

 

123 Gingu inn for Geyta í loft,

og dugnað biðja sær:

“Gott er at hevna fornar sakir,

deyðan vildi hann tær.”

 

124 Gingu inn for Geyta í loft,

og dugnað biðja seg:

“Gott er at hevna fornar sakir,

deyða vildi hann teg.”

 

125 Geyti læt tá dubba seg,

tó tað var honum ímóti,

stakk ígjøgnum stillis bróst

við tí valdra spjóti.

 

126 Tað var Geyti Áslaksson,

ið kongin førdi av lívi,

hann vann ikki sigur síðan,

hvar ið hann kom í stríði.

 

127 Tað var Geyti Áslaksson,

ið kongin førdi til helja,

so er fallið hundrað mangt,

at eigin kann túsund telja.

 

128 Allir teir, ið eftir vóru,

sigldu tann sjógvin salta,

kongurin fell í Onglandi,

og gekk út gáta Galta.

 

CCF 30 D

 

Ørindini 1-76

TSB E 3

 

Ørindini 77-128

TSB E 14

 

Handrit: Savnið hjá Fornskriftafelaganum AM 972, 4to B.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 638.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 9. bind, s. 153.

 

Heimild: J.H. Schrøter (1771-1851), Vági. Jens Davidsen hevur skrivað.

 

E 3 Hemingur og Haraldur kongur (Man forced into contest by the king defeats him)

Haraldur kongur spyr, um nakar er hansara líki. Ein av monnunum nevnir son Áslak, Heming. Haraldur fer til Áslaks hús at royna Heming. Teir kappsvimja, og Haraldur tapir. Síðani fær hann Heming at skjóta eina nøt niður av høvdinum á beiggjanum. Hemingur fremur setningin, men umframt hevur hann tveir pílar. Tá ið kongur spyr hann, sigur hann, at hesar hevði hann nýtt til kong, hevði hann dripið bróður sín. Síðani gevur Haraldur honum boð um at aka á skíð oman eftir einum brøttum fjalli. Hetta ger hann eisini og sleppur sín veg.

á føroyskum: CCF 30 A: 1, B ør.1-54, C ør.59-70, D ør.1-76, E: I (eisini á norskum)

E 14 Galta táttur (King Harald trapped in banquet hall and killed by antagonist)

Tosti, jallur, biður Harald kong í Noregi hjálpa sær ímóti bróður sínum, sum hevur kúgað alt Ongland. Galti, ið sær fram, verður spurdur um, hvussu fer at gangast við bardaganum, og hann sigur, at sambært sjónum sínum tykjast Haraldur og menn hansara at fara at láta lív. Haraldur gevur monnum sínum boð um at taka Galta á hondum, men hann sleppur undan.

Haraldur kongur kemur til Onglands. Tosti møtir bróður sínum, og teir sættast. Kongur Onglands skipar fyri veitslu, og hóast Haraldur verður ávaraður, hevur hann ongan at fylgja sær uttan Tosta. Bardagi brestur á, og Tosti verður dripin, men Haraldur berjist manniliga ímóti mannsterkari fígginda.

At enda verða boð send eftir Geyta Áslakssyni. Hann hevur eitt gamalt mál at javna við Harald og drepur hann. Eftir tað vinnur hann ongantíð sigur. Menn Haralds fara aftur til Noregs.

á føroyskum: CCF 30 A: 2, B ør.55-81, C ør.71-87, D ør.77-128, E: II (bert á føroyskum). Seinni táttur av kvæðinum ”Geyti Áslaksson”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019