• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Tiki-Álvs kvæði

 

Tiki-Álvs kvæði

 

CCF 33 B

TSB E 22

 

1 Eina veit eg rímuna,

gjørd um høgan mann,

um hann reysta Tiggarálv

[og] Holgar Eyðlands son.

 

2 Eina veit eg rímuna,

sum væl má ganga í dans,

gjørd um reysta Tiggarálv

og Holgar av Eyðlands.

 

3 Holgar eigur ein stjúkfaðir,

nevndur Bráðodd sterki,

enn ber hann nú Holgar

Eyðlands merki.

 

4 Tað stendur í hesum kvæðinum,

enn vil eg siga meir:

Tiggarálv og Bráðoddur

vinir vóru teir.

 

5 Svaraði hann Bráðodd,

stendur á hallargólv:

“Tú skalt fara við mínum brøvum

til hann Tiggarálv.”

 

6 “Tað eg fari við tínum brøvum,

tað verður mín síðsta gongd,

enn má eg *vekja blóð,

tá ið eg komi á trongd.

 

7 Tað eg fari við tínum brøvum,

tað er mær strítt ímót,

vanda má tann kempa vita

sum mær torir at ríða ímót.”

 

8 Holgar letur knørin virkja,

gitið man verða leingi:

“Nú skal fara til Álvins land

at royna raskar dreingir.”

 

9 Gingu teir til strandar oman,

fingu fagur ljóð,

so glaður var hann Holgar sterki,

tá ið hann tók knøri ímót.

 

10 So var hann Holgar

fimur við teimum víggjum:

“Væntar tú, mín sæla móðir,

meg aftur at síggja?”

 

11 Hoyr tú tað, mín sæli sonur,

akta væl mítt ráð,

tá ið tú kemur til Tiggarálv,

hav teg í akt sum tá! “

 

12 Ganga teir til strandar oman,

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

tá ið knør var drigið úr neysti.

 

13 Vant hann upp síni silkisegl,

bæði gulstríput og blá,

kastar ei á bunkan niður

fyrr enn við Álvins vág.

 

14 Kastaði hann sínum akkerum

á tann hvíta sand,

fyrstur steig Holgar ungi

sínum fótum á land.

 

15 Fyrstur steig hann Holgar ungi

sínum fótum á land,

tólv brynjaðir adilsmenn

undir hans høgru hond.

 

16 Holgar er tann reiðimaður,

niðan frá strondum reið,

møtir hann reysta Tiggarálv,

í borgarliði stóð.

 

17 Holgar gekk frá strondunum,

tíggju menn hevði hann við sær,

møtir hann reysta Tiggarálv,

í borgarliði var.

 

18 “Vert vælkomin, Holgar ungi,

higar heim til mín!

Hvøssu livir Bráðodd,

stjúkfaðir tín?”

 

19 “So livir Bráðoddur,

stjúkfaðir mín,

eg eri komin við brøvum hans

higar heim til tín.”

 

20 Uppi í miðjum grasagarði

aksla teir sítt skinn,

og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn.

 

21 Og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn,

sum Tiggarálv fyri borði sat

við manna hundrað fimm.

 

22 Spretti bræv frá bringu á sær,

Tiggarálvi tað fekk,

tað var mær av sonnum sagt,

miðjan kálvan gekk.

 

23 Spretti bræv frá bringu á sær,

hevði tann 'Løsstur' full,

bjarta brúður á beinki sat

og leikti við reyðargull.

 

24 Tiggarálv tekur við brøvunum,

hart hann á tey koyrdi,

so las hann tey raðan út,

sum Holgar ungi hoyrdi.

 

25 “Tað stendur í teim brøvunum,”

so sigst í hesum kvæði,

“tú skalt mína dóttur hava,

mær tykist at vera kun raðið.”

 

26 Svaraði hann Holgar ungi,

stendur á hallargólv:

“Eg havi ikki tína dóttur,

hoyr tað, Tiggarálv!”

 

27 “Enn bjóði eg tær mína dóttur,

væl má tað av ganga,

antin skalt tú ekta hana

ella í gálgan hanga.”

 

28 Svaraði hann Holgar ungi,

sum ei var av tí grónni:

“Áðrenn eg fari í gálgan upp,

eg skal við váknum kanna.”

 

29 Svaraði hann Holgar ungi,

á hallargólvi stóð:

“Áðrenn eg hangi í gálganum,

skal eg *vekja blóð.

 

30 Eg havi mann við mína lið,

Skemri er hans navn,

hann kann mangan raskan riddar

skilja við gleði og gagn.

 

31 Eg havi meir enn ein ella tvá,

gitin er av tí verki,

Skemri og snarpi Nornagestur,

Virgar og Sjúrður sterki.

 

32 Eg havi meir enn ein ella tvá.

eg eri sjálvur fjórði,

Sjúrður og snarpi Nornagestur,

Skemri fylgir við.”

 

33 Fóru teir á leikvøllin,

ei var mjúkt á fóti,

Álvin hevði átjan hundrað,

Holgar sjálvur sætti.

 

34 Fyrstur reið hann Holgar ungi,

so reið Skemri við,

Skemri feldi átta hundrað

niður við sína lið.

 

35 Holgar hann reið fyri,

Skemri reið eftir við,

Holgar feldi fimm hundrað

niður við sína lið.

 

36 Tiggarálv stendur í høgaloft,

sær hann út so víða:

“Tit skulu ikki, kempur tvær,

leingi á stundum bíða.”

 

37 Tiggarálv tekur sín hest at renna,

tá má einki baga,

hann ætlaði at høgga Holgar,

vildi gera honum skaða.

 

38 Har kom gangandi Nornagestur.

gitið man vera ofta,

hann tók reysta Tiggarálv

leysan á loft.

 

39 Tað var frægur Nornagestur,

mælir hart og skarpt.

“Vilt tú ikki av trúnni ganga,

so skalt tú doyggja snart!”

 

40 Tað var reysti Tiggarálv,

tekur síni orð at venda:

“Eg vil binda frið og ró

mína ævi til enda.”

 

41 Til svaraði Tiggarálv,

góður í hjarta mundi vera:

“Eg vil sleppa aftur til

mítt ríki at regera.

 

42 Eg vil av mínum ríki skatta

fyri mítt unga lív

hundrað tunnur av reyðargulli,

so tað væna vív.”

 

43 Hundrað tunnur av reyðargulli

skattaði hann,

Tiggarálv fyri sítt lív

hann loysa vil øðrumegin.

 

44 Hundrað tunnur skattaði Tiggarálv,

so er sagt ífrá,

Holgar skundar síni ferð,

at strondini læt hann stá.

 

45 Holgar skundar sínari ferð,

at strondini læt hann standa,

síðan fór við gull og frakt

út av Álvins landi.

 

46 Holgar helt í havið út,

alt hvat sum hann má,

Álvin klæðir sínar menn

við skjøld og brynju blá.

 

47 Holgar setir sínar menn

bæði við váð og rundi,

Álvin tonkti í sínum sinni

tað versta, sum hann kundi.

 

48 Fimtan valdi hann herskipini,

tá var ikki at eira,

trekti tey í sjógvin út,

eftir Holgar at koyra.

 

49 Vundu upp tey silkisegl,

tá galt um at sigla,

fóru so fram við rúnarverki,

hvør sum mest kundi gykla.

 

50 Holgar talar til sínar menn:

“Saktið okkara ferð!

Eg síggi eftir havi koma

sterka rúnargerð.”

 

51 Svaraði snarpi Nornagestur,

heldur á bjørtum brandi:

“Hvat er hetta fyri hestarið

eftir havi ganga?”

 

52 “Hetta er einki hestarið,

ei heldur er tað ross,

hetta er ramar illgerðir,

sum Álvin sendir oss.

 

53 Hetta eru illgerðir,

hann undan sær má senda,

so kemur sjálvur Tiggarálv

við sterkum vápn í hendi.”

 

54 Holgar liggur í víðum havi

við avdrignari skeið,

tretivu sær hann herskipini

á tí ringu leið.

 

55 Tretivu sær hann herskipini

eftir havi koma,

Álvin stýrir øllum teim

við rúnarverki reina.

 

56 Nornagestur klæðist væl fús,

ger so mikið av bræði:

“Fúsur vart tú Tiggarálv at sleppa

aftur í sítt ræði.

 

57 Vert vælkomin, Tiggarálv,

við skip og mannaræði,

lítlar skalt tú sømdir vinna,

skal tað ikki standa í bræði.”

 

58 Álvin drívur skipunum fram,

gjørdi tað versta hann kundi,

Holgar stendur við róðrið tá,

so væl hann tað kendi.

 

59 “Hoyr tað, tú Holgar ungi,

tað tali eg til tín,

tí kom eg við skipunum

at hevna skaða tín.”

 

60 “Hví komst tú við illgerðum,

strekti út í hav at senda?

Latið okkum verkið royna

við sterkum boga spentum.”

 

61 Holgar sprakk for borðið út

við svørðinum í hendi,

hann kom upp í læaborð,

sáran Álvin rendi.

 

62 Nornagestur sprakk for borðið út

við váknum sínum í hond,

hann kom upp í læaborð,

mongum gav hann nógv.

 

63 So bardust tær kempur tvær

við svørð og hjálmar reyðar,

einki livdi á Álvins skipi,

alt vóru teir á deyða.

 

64 Tá kom Skemri á skipið upp.

kappan bar tann fríða:

“Nú skal seta illgerðir

á øll hans skipini dýru!”

 

65 Skemri tók at blása hart,

tá flyksaði tog og tagl,

glaðan stóð í himmalin upp,

ei var mjúkt á fall.

 

66 Glaðan stóð í himmalin upp,

so mundi teim tykkja,

tað vóru øll Álvins skip,

gingu í hundrað stykki.

 

67 Summi drivu í havið út,

summi slógu upp á land,

brotna tók 'tei bronsku knør',

so gjørdi sjógvur á grand.

 

68 Har fall mangur deyður niður,

niður á Álvins vág,

tað var ikki mjúkt at síggja ímót,

tá ið Holgar kom aftaná.

 

69 Holgar kom at Álvins landi,

hevði tað *ódnarmál:

“Nú skal fara til hallar heim,

drekka mjøð úr skál.”

 

70 Allir sótu Holgars menn,

drukku tann brúna mjøð,

høvdu tá snakk um Álvins menn

alla teirra døgum.

 

71 “Hoyr tú, Skemri, frændi mín.

verði tú mín besti,

tak tær væna Álvins systur,

lat tær hana festa!”

 

72 Svaraði frægur Skemri,

hann kerdi seg lítið eftir:

“Ilt er slagið, av Álvan sprottið,

so er slag og slekt.

 

73 Hoyr tað, Holgar,

eg geri tað at loyna,

leiðið meg í tað høga loft,

sum væl man inni skína!

 

74 Leiðið meg í tað høga loft,

sum væl man inni skína,

har situr hon Álvins systir

við øllum sínum sveinum!”

 

75 Skemri kom í salin upp,

beyð teim øllum frið:

“Hoyr tú, væna Álvins systir,

eg komi teg at biðja!”

 

76 Leingi tagdi Álvins systir,

tordi einki at svara,

til svaraði hennara sæla móðir:

“Væl mást tú hana hava.”

 

77 Tað var frúgvin Adalus,

rekkir hvítan hond,

fagurligt var at lýða á

teirra festnarbond.

 

78 Skemri hann rekkir

hond yvir borð,

fagurligt var at lýða á

teirra festnarorð.

 

79 Lótu tá til brúdleyps ætla

hundrað tunnur mjøð,

átjan borgum boðið varð,

og tólv hundrað av hvørji.

 

80 Drukkið varð teirra brúdleypið,

gott var teirra lív,

bæði gingu í eina song

Skemri og hans vív.

 

81 Bæði gingu í eina song

Skemri og hans vív,

síðan hvør, sum boðin var,

harfrá heim til sín.

 

82 Holgar fór til Eyðland aftur

við hundrað tunnur gull,

Sjúrður var tann øvarsti,

honum gekk virðin full.

 

83 Skemri ráddi fyri Álvins landi,

hevði tá kongaveldi,

hann var bæði adil og prúð

síðan ta ævi og aldur.

 

CCF 33 B

TSB E 22

 

Handrit: Ny kgl. Samling 1928, fol. No. 9, s. 76.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 18

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1999) 10. bind, s. 21

 

Heimild: Handritið hjá Reventlow. Funnið í 1896 í savninum hjá Reventlow-ættini í Pederstrup á Lollandi í Danmark. Latið kongaliga bókasavninum í Keypmannahavn.

 

E 22 Tiki-Álvs kvæði (Attempt to force man into unwanted marriage leads to fight)

Stjúkfaðirin sendir Holgir til Tiki-Álv við brævi, har ið skrivað stendur, at Holgir skal giftast dóttur Tiki-Álvs. Holgir hevur seg undan, og í bardaganum, sum stendst av hesum, drepur hann meginpartin av monnum Álvs.

Álvur noyðist at rinda stórt loysigjald, skal hann liva, og Holgir fer.

Álvur jagstrar hann við skipum at hevna seg. Bæði Álvur og Holgir nýta gand í bardaganum, og Álvur verður vegin við øllum monnum sínum.

Holgir kemur aftur og gevur einum av vinum sínum land Álvs og dóttur hansara.

á føroyskum: CCF 33 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019