• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Angankári

 

CCF 34 C

TSB E 13

 

1 Árla var um morgunin,

áður upp rann sól,

tá var illi Illsniðul

riðin fram á skóg.

 

Har var leikur, har var troðin,

har vóru trodnar organspípur

millum Jútland og Rípur.

 

2 Tá var hin illi Illsniðul

riðin í skógvin fram,

møtir hann eini miklari kempu,

mætari enn menskur mann.

 

3 “Far tú tær til hallar heim,

kongi sig tú frá,

bið hann lata av seigum jarni

sínar hallir slá!

 

4 Far tú tær til hallar heim,

kongi loyn tú einki,

bið hann lata av seigum jarni

slá sínar hallarbeinkir!

 

5 Bið hann lata av seigum jarni

sínar hallir slá!

Sá man koma garpur at garði,

ið eitur Angankári.

 

6 Oksan ein og geitir sjey,

tríati seyðatal,

skal hann honum til máltíð ætla,

áður dimmur  á dag.”

 

7 Hann fór sær til hallar heim,

kongi segði frá,

hann bað hann lata av seigum jarni

sínar hallir slá.

 

8 Hann fór sær til hallar heim.

kongi loyndi hann einki,

hann bað hann lata av seigum jarni

slá sínar hallarbeinkir.

 

9 Hann bað hann lata av seigum jarni

sínar hallir slá.

“Sá man koma garpur at garði,

ið eitur Angankári.”

 

10 Oksan ein og geitir sjey,

tríati seyðatal,

læt hann honum til máltíð ætla,

áður dimdi á dag.

 

11 Hundar taka at goyggja hart,

tá garpurin kom at garði,

so steig hann á foldina fast,

at eingin varð tað varur.

 

12 Veggir allir signaðu,

hvar hann gekk í tún,

hurðar allar rivnaðu,

áður enn hann fekk rúm.

 

13 Beinkir allir brotnaðu,

hvar ið hann gekk í sæti.

Svaraði Sjúrður Sigmundarson:

“Slíkt eru trøllalæti.”

 

14 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,

lítst fram undan skildri:

“Sig mær, frægur Angankári.

hvat tú higar vildi!”

 

15 Svaraði frægur Angankári,

rak so mál at byrja:

“Fyrst er at geva kempuni mat,

síðan eftir at spyrja.”

 

16 Oksakroppin át hann upp,

tríati seyðatal,

tólv tunnur av stumpabreyði,

áður dimdi á dag.

 

17 Oksan ein og geitir sjey

slógvaði hann á tíma,

tunnur breyð og laksir sjey,

flykkini tólv av svínum.

 

18 Hann vildi ei av kerum drekka,

ei av smáum skálum,

teir máttu honum á stongum vega

stóra bryggjukar.

 

19 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,

lítst fram undan skildri:

“Sig mær, frægur Angankári,

hvat tú higar vildi!”

 

20 Svaraði frægur Angankári:

“Eg hirði tað ei at loyna,

til tess eri eg higar komin

roysni við teg royna.

 

21 Førum okkur í Tyrnisdal,

har býr maðkur og mý,

har skínur eingin sólin á

uttan hægst um summartíð!

 

22 Førum okkur í Tyrnisdal,

har er maðkur og móra,

ikki heima í øskubrondum,

sum kattar liggja og klórast!”

 

23 Árla var um morgunin,

sveinar leiða hest til bekka,

Sjúrður spennir gyltan hjálm,

Angankári eftir.

 

24 Ríða teir í Tyrnisdal

fast av miklum móði,

so sprakk hestur Angankára,

at Grani sputtaði blóð.

 

25 Teir bardust fullar tógva dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar rann.

 

26 Inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar rann,

tað var Sjúrður Sigmundarson,

kendi sær møði á hand.

 

27 Niður setist Sjúrður,

kennir sær møði á hand:

“Lova mær, frægur Angankári,

at binda mítt hosuband!”

 

28 “Lovi eg tær, Sjúrður,

at hvíla teg,

hvar veitst tú so fræga kempu,

ið berjast kann mót mær?”

 

29 “Eg veit hann ongan føddan á fold.

snimma sonin bjarta,

uttan hin menski megnar Álv,

sum nógvar hevur spennir skarpar.

 

30 Men hevði hann Bekkur Baraldsson

havt síni bæði bein,

hann hevði givið tær banasár.

sum sjálvur eg tað veit.

 

31 Hevði hann Bekkur Baraldsson

havt sínar báðar føtur,

hann hevði givið tær banasár,

so tú beið ikki bøtur.”

 

32 Fram gekk Bekkur Baraldsson

við sín annan fót,

hvítan hjálm á høvdi bar,

Angankára ímót.

 

33 Fram gekk Bekkur Baraldsson

við sítt annað bein,

so høgg hann til Angankára,

at egg í beinið neit.

 

34 Teir bardust fullar tógva dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar rann.

 

35 Inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar rann,

tá fell Bekkur Baraldsson,

tann hin raski mann.

 

36 Sjúrður er staddur í Tyrnisdal

í tí tunga stríði,

sendir hann boð til Virgar

at bjarga sínum lívi.

 

37 Sjúrður [er] staddur í Tyrnisdal

í djarvisverki,

heitir hann tá á Snarvin

at fara til Virgar sterka.

 

38 “Hoyr tað tú nú, Snarvin,

tú veit mær nú tann ting,

bið hann læna mær svørðið tað,

ið eitur Mimmaring!”

 

39 So stoyttist hann Snarvin

í jørðina skjótt,

hann kom har at kvøldinum,

sum Virgar fyri stóð.

 

40 “Ver vælkomin, Snarva,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín.”

 

41 “Lítið er mær um mjøðin tín,

alvæl minni um vín,

tað var Sjúrður Sigmundarson,

hann sendi meg til tín.

 

42 Sjúrður er staddur í Tyrnisdal

í tí tunga verki,

hann biður teg læna sær svørðið tað,

tú eigur, Virgar sterki.”

 

43 “Sendi Sjúrður teg til mín

at bjarga nakað sær,

Mimmaringur er tað besta svørð,

eg velji honum frá mær.

 

44 Sendi Sjúrður teg til mín

at bjarga sínum lívi,

Mimmaringur er tað besta svørð.

eg dragi honum av slíðrum.”

 

45 Snarvan stoyttist í jørðina niður.

bæði dró og bar,

hann kom har á morgninum,

sum Sjúrður fyri var.

 

46 Sjúrður ríður í Tyrnisdal,

grimt var honum í huga,

Mimmaring tók hann frá Snarvu,

hann bant við saðilbuga.

 

47 Teir bardust fullar tógva dagar,

hvørgin sigur vann,

niður setist Angankári,

kennir sær sár í hand.

 

48 Niður setist Angankári,

gerist nú sárur í herðum:

“Tað kenni eg á høggunum,

at lánað hevur tú svørð.”

 

49 Niður setist Angankári,

kennir sær sár í hand:

“Tað kenni eg á høggunum,

lánað hevur tú brand.

 

50 Hóast tú hevur høggað meg,

tað er ikki meira enn so,

eyðkendur eri eg á Sjólondum,

eg eri tín systurson.”

 

51 “Tóast tú ert mín systurson,

so mín onkabróðir,

eg kann ikki grøða teg,

tað voldir, eg eri so móður.

 

52 Tóast tú ert mín systurson,

tað er ikki meira enn so.”

Sjúrður hevði Mimmaring á loft,

hann høgg hans høvur frá.

 

CCF 34 C

TSB E 13

 

Handrit: Savn Hammershaimbs, AM, Access. 4c I [1].

 

Útgávur: 

1. Dimmalætting 1885, Nr. 16f.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 27

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1999) 10. bind, s. 44

 

Heimild: Úr Suðuroy: Hans Petur Hans-Jakobsen (1828-1920),  í Hamrabyrgi, 1847.

 

E 13 Angankári (Sjúrður kills warrior with borrowed miraculous sword)

Blindur maður møtir hermanninum Angankára, sum biður hann fara heim at boða frá, at Angankári fer at koma og vil hava nógv at eta og drekka.

Tá ið hann hevur etið, spyr Sjúrður, hvat ið hann vil. Angankári sigur, at hann vil berjast við Sjúrð.

Teir berjast, til teir eru farnir at møðast.

Annar maður kemur í Sjúrðar stað í bardagan og verður dripin. Ímeðan sendur Sjúrður boðbera (frábr. A: pílar sínar) til Virgar og biður læna sær svørðið Mimmaring.

Við tí drepur hann Angankára.

á føroyskum: CCF 34 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019